Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. januar 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Marknaðardeild: | Jan Miller Jonhard Hammer Blaðstjóri: | Dagbjort S. Hansen Eirikur Lindenskov | Fíggjarleiðari: | Blaðfólk: Sveinur Tróndarson | Dagny Joensen, Semja skal rudda slóð fyri samvinnu Oddagrein STUTT fyri jól frættist, at óformellu prátini millum leiðararnar báðar í foroysku og bretsku samrådingarnevndunum hava sett veruliga gongd á aftur marknamálið, sum annars heilt steðgaði upp undir undanfarna landsstýri. Bæði løgmadur og formaðurin í føroysku samrådingarnevndini søgdu við blaðið, at nú nærkaðist eini semju í málinum, tó at allar súður ikki vóru syftar. Enn var nógv at fáa uppá pláss, áðrenn nokur avtala kundi undir- skrivast av báðum pørtum. At logmaður uttal- aði seg til Sosialin beint fyri jól fekk ilt í for- mannin í Uttanlandsnevndini. Hann helt tað Ikki vera rætt av logmanni at fara í blødini, áðrenn nevndin varð kunnað um málið. Seinni hevur hann fingið frágreiðing frå løgmanni og sigur seg vera nogdan við hana og staðfestir um somu tíð, at tað gongur tann rætta vegin í málinum. So er tað komið uppá pláss. SUM málið liggur í løtuni tykist loysn í ljós- mála. Hetta eiga vit oll at fegnast um, men tá einki er likið fram um, hvussu henda møguliga loysnin fer at síggja út er ringt at gera nakrar viðmerkingar. Tó vita vit so mikið, at tað verður samráðst út frá miðlinjuprinsippinum. Men tá talan er um fleiri versiónir av hesi miðlinju og grásonur millum hesar, er sjálvandi ilt at meta um, hvar eitt mark fer at vera og í hvonn mun vit og hin parturin missa. VIT hava áður á hesum stað gjørt vart vid, at upprunaligu bretsku krovini vóru fullkomiliga órímulig. Vit hava eisini sett spurningin, um bretar hava verið so taktiskir, at teir ongantíð hava roknað við at fáa nakað viðhald í sínum upprunakravi men vitandi og miðvíst hava brúkt hetta til at fáa tað burtur úr i slutt- Spurtinum, sum teir nú møguliga síggja út til at fáa. Hetta eru so metingar. Men tá bæði samráðingarfólk, leogmaður og uttanlands- nevnd síggja nakað positivt í tí loysn, sum arbeidd verður við, so mugu vit bara seta okkara álit á, at hetta er tann loysnin, sum tænir og gagnar okkara landi og fólki. Vit kunnu sjálvandi ongantíð vera vís i, at ikki bretar eftir eina semju verða fyrstir at finna oljukeldur og tað kanska í einum eki, sum undan semjuni lá okkara megin okkara ver- sion av miðlinjuni. TAÐ hevur sum heild verið arbeitt skilagott frá okkara síðu í hesum máli, og okkara politikarar hava stórt sæð dugað at staðið saman. Nú mugu vit bara vóna, at teir eisini standa saman, tá ein mogulig avtala verður gjørd. Vit hava oll verið samd um at virka út frá miðlinjuprincippinum. Fyri at koma til sættis tykist so vera neyðugt at taka hædd fyri, at bretar hava eina aðra útlegging av somu miðlinju. Tá hetta málið er komið uppá pláss mugu foroyskir og bretskir myndugleikar fara undir eitt konstruktivt samstarv eitt nú á oljuøkinum í sambandi við útbjóðingar, fram- tíðar infrastruktur, tænastuveiting osfr. Sosialurin Aki Bertholdsen, Niclas Johannesen Turið Kjølbro | | Dagfinn Olsen | I | Í John Johannessen | ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Utgevari, uppseting og prent: Sp/t Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76) 110 Tórshavn | Telefon: 311820 | Telefax. 314720 e-mail: post G sosialurin.fo | Viðmerking: Førningurin á Lands- verkfrødinginum Nógv fólk munnu undra seg stórliga um, hvussu tað ber til. at fólkið hjá Landsverk- froðinginum soleiðis brúkar kreftur og evni til eitt stríð. sum fyri so mangan tykist tapt uppá forhond. Orsøkin er rættiliga greið: Fólkið á Landsverkfrødingi- num hevur ein førning á sin- um herðum, sum vit ikki so- leiðis uttan víðari vilja kasta fyri borð. Foroya fólk hevur krav uppá upplýsingar hesum við- víkjandi. men inntil víðari hevur umsitingin í Tinganesi á ongan hátt verið nøkur hjálp — heldur øvugt. Tann einasta upplýsingin, sum al- ment er komin haðani. er tann ákæra, sum landsstýris- maðurin alment gav okkum: eingi evni til at samstarva og ikki evni til at geva upplýs- ingar! Ein spurningur í hesum stríði er reinur fakfelags- spurningur. Hendan spurn- ingin blanda vit okkum sum so ikki í, og sum skilst á løg- manni í útvarpinum hós- kvøldid, so er hesin spurn- ingur um at koma undir land. Fyrisiting Landsverkfrødingurin hevur ein 50 ára gamlan fyrisiting- arligan førning. Hetta, sum kann tykjast so einfalt, tá tað verður gjørt rætt, at viðgera hvort einasta mál við fleiri ymiskum sjónarmiðjum og koma til eina niðurstøðu, sum allir partar so ella so kunnu liva við og at eingin liggur beinleiðis eftirá. Tað finnast so ymisk sjón- armið í einum samfelag. Har finnast so ymiskir dagsord- anir og so ymisk virði, sum havast skulu í huga. Har finnast so ymiskar søgur, sum tilsamans geva teim ymsu pørtunum eina stóðu í einum máli. Tann fyr- isitingarliga uppgávan er at finna hesa støðuna hjá hvørj- um einstøkum parti og so harfrá at finna leiðir fram- eftir. ollum pørtum at gagni og soleiðis at allir partar skilja og góðtaka gongdina. Tað er hesin førningurin, sum í hesum tíðum hoyrist í telefonsamrødum til fyrrver- andi landsverkfrødingin og til okkum, sum standa í hes- um stríði. Tað er hesin førn- ingurin, sum vit síggja í blað- samrødum við onkrar av okkara samskiftispørtum — eisini teimum, sum vit ikki altíð vóru so samd við. Eisini í dag liggja aktuel mál, sum væl kundu givið landsstýrismanninum mangt høvudbryggid. Men hesin fyrisitingarligi førningurin hjá Landsverkfrødinginum megnar eisini at tosa við fólkini í hesum málum fyri at geva landsstýrismanninum frið til hendan bardagan fyrst — so koma vit aftur til onnur mál seinni. Hetta er helst tann týdning- armesti førningurin, tí hann styrir so mongum ødrum. Hetta er partur av ti førn- ingi, sum vit verja. Starvsfólkapolitikkur Landsverkfrødingurin hevur virkað síðani 1. april 1948 og hevur øll árini savnað dugandi fólk. Hetta við starvsfólkapoliukki er nú vorðið eitt slag av einum gandaorði. Fakteløgini og umsitingin arbeiða í løtuni við at orða ein starvsfólkapolitikk. Hetta er helst skilagott, men enn eru tað spurningar um smávegis skeidluttøkur og onkra starvs- folkasamrødu. Men hvat er grundin til. at å Landsverkfrødinginum starvast fólk, sum aðrastaðni í landinum kundu forvunnið sær væl hægri løn fyri sama arbeiði? Hvat er grundin til. at fólk frá Landsverkfrødinginum í teim vánaligu tíðunum kundu søkja sær starv alla møguliga staðni á knettinum? Hvat er grundin til. at fólk á — Landsverkfrødinginum leggja so nógv fyri í sambandi við t.d. kavaruddingina? Vit onnur halda næstan, at tey seta lív og heilsu í vága — um vit ikki fingu trygd fyri tí øv- ugta við bæði argumentum og hagtølum. Hvat er grundin til, at tey leggja seg imillum, har trup- ulleikar stinga seg upp? Hvat er grundin til, at tey lata ymiskar lortaspannir koma yvir sín kropp uttan at muta ímóti? Orsøkin er einføld. Starvs- fólkið verður virðismett og ymisku viðurskiftuni í einum langum lívi verða havd í huga í sambandi við arbeiðsplássið. Spurningurin um fakligt um- hvørvi verður alla tíðina við- gjørdur, og fólk skulu ikki bert hava arbeiðsfrið — tey Skulu eisini hava rímiliga modernaðar arbeidsumstødur. Hesin førningurin hevur ofta staðið sína roynd. seinast í sambandi við ógvusligu nið- urskurðirnar fyrst í 90-unum., tá vit skuldu skera um 400 mió. kr. av umsetninginum yvir eitt 4 ára skeið. Løgtingið og landsstýrið fekk ikki trup- ulleikar av Landsverkfrøding- inum — heldur var tað hann saman við fiskivinnuni, sum tók tað stóra skrallið uttan eitt alment suff. Starvsfólkapolitikkur er so mangt og helst ber tað til at orða partar av honum. Men at skapa veruligar fortreytir fyri at broyta ferð og kós í so lítlum samfelag sum okkara og við so høgum fakligum stødi krevur veruligt leiðslu- hegni. Hesin førningurin er at kalla eins tydningarmikil, sum tann fyrisitingarligi førn- ingurin, ti tað vera altíð menniskju, sum skulu lyfta uppgávurnar. Hetta er partur av ti førn- ingi, sum vit verja. Samstarvið uttaneftir Nógv verður tosað um full- veldi í hesum tíðum. Nógv verður tosað um "globaliser- ing”, altjóðagerð o.s.fr. Nógv verður eisini tosað um vitan á høgum stødi. Hetta er ikki nakað, sum soleiðis tilvildarliga kemur, sum danska flaggið sigst vera dottið niður av himni. Sam- starv uttaneftir krevur stóra orku, stórt hegni og ofta og títt eisini sín part av hepni. Fyri eitt vegaverk, asfalt- verk. skervverk, havnaumsit- ing, brunaumsiting, entrepre- nørvirki o.s.fr., sum Lands- verkfrødingurin fevnir um, er hetta sjålv livsnervin til fak- ligt umhvørvi og skilagóðar avgerðir. landi og fólki at gagni. Við samstarvinum uttan- eftir fáast persónligar kon- taktir, vegleiðingar og signal, sum tilsamans vísa á eina kós frameftir. Við samstarvinum uttaneft- ir fæst dagført fakligt um- hvorvi hjá tí einstaka medar- beidaranum, har slíkt krevst. Við samstarvinum uttan- eftir fæst breiddin í fyrisit- ingini, har vísast kann á so ymiskar sjónarvinklar, sum sjálvsagt ikki allir koma fyri í hvørjum landi sær. Landsverkfrødingurin hev- ur ymisk slik samskifti utt- aneftir, men serliga NVF og PIANC eru verd at taka fram beinleidis. NVF (Nordisk Vejteknisk Forbund) er nordurlendska vegasamskipanin, har vega- stjórar og fakfólk hittast regl- uliga. Føroyar hava sjålvstød- ugan status í NVF síðani 1975, og hava limir í fleiri arbeiðsbólkum. Vit brúka rættiliga stóra orku til hetta samstarv og fáa hendanvegin dagførda vitan um bæði fyri- sitingar og fak. Hetta samstarv er sjålvsagt treytad av, at har er ein vega- stjóri við eini hóskiligari tign. Tann dagin, hesin vegastjóri føroyinga bert er ein ella ann- ar hissini. so er samstarvið gjøgnum NVF útholað og fáir uttanlands tíma at tosa við okkum. Í fyrsta lagi fáment. Tað mega vit liva við og tað liva hini við. Men gera vit okkum primitiv, so eru eisini hesi virði søpladi burtur. Tað tók annars fleiri ár og stóra orku at byggja hetta upp. PIANC (Permanent Inter- national Association of Nav- igational Congresses) er al- tjóða felagsskapur fyri havn- ir. Hesum samstarvi hava vit verið í síðani 1984 og gjøgn- um væla arbeiði Mikkjals, sála, hava vit fingið eitt slag av sjålvstødugum status, so- leiðis at vit hava møtirætt í ovasta ráðnum. Í hesum sita sostatt ein limur fyri USA og ein limur fyri Føroyar! I PIANC eru eisini ar- beiðsbólkar, sum arbeiða við einstókum spurningum í Working Groups. Urslitid verður skrivað í eini frágreiðing. Vit hava higartil verið við í tímum slíkum Working Groups. Størsta virði í PLANC eins og í øðrum samstarvum er sjálvsagt persónligu kontakt- irnar, sum í hesum føri ikki bert eru norðurlendskar, men kring allan knøttin. Soleiðis fáa vit alla tíðina dagførda vitan um, hvussu skipanir innan havnir og siglingarleið- ir virka kring knøttin. Hetta samstarv er formelt treytað av eini formellari havnaumsiting í landinum. Verður Landsverkfrødingurin avtikin, so er sera trupult at fasthalda hetta samstarv á nøkrum rímiligum stødi. Tann fyrisitingarligi førn- ingurin og tann starvsfólka- politiski førningurin eru væl teir týdningarmestu og teir. sum eru grundarsteinar undir ðrum. Samstarvið uttaneftir er tað mest viðkvæma. Tað er slíkt samstarv, sum kann brótast niður yvir eina nátt, men nýtast skulu ár og tár til at byggja tað upp. Hvor minnist ikki ein fyrrverandi løgmann, sum hjálparleysur stóð uttanfyri Norðurlanda- húsið. men sum ikki slapp inn? Eingin hevði slóðað gøt- una! Hetta er partur av ti førn- ingi, sum vit verja. Fakbreidd Skuldu vit reksa upp alla ta vitan, sum liggur goymd í Landsverkfrødinginum, so hevði henda grein verið longri enn flestu blød vildu tikið ímóti. Tað er kanska heldur ikki so áhugavert at fara niður í slíkar smálutir, ti ein og hver í hesum landinum veit, at tað ber til at ringja til stovnin um at kalla alt, sum hevur vid byggivirksemi ella telduvirksemi at gera, um- framt so mangt annað hari- millum og við síðuna av. Tað er minni sjálvsagt. at hendan vitan liggur á so fáum herðum. Sum eitt dømi skulu vit nevna havnadeildina, har 6 føst fólk starvast, umframt ein student”, sum oftast er eitt til tvey ár millum stud- entaskúla og framhaldandi lestur. Deildin tekur sær, sum heitið sigur, av havnum kring landið, hóast tær flestu eru kommunalar. Samstarv var við at kalla hvønn bygdaráðs- lim í landinum um alt frá ein- um pullarti til framhaldandi ætlanir um havna- og lend- ingaútbyggingar. greinin endar á síðu 19