Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. januar 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 5 — 9. JANUAR 1999 tíðindablaðið Allar súður eru ikki syftar hjá Landsverkfroð- inginum Enn er arbeiðsfriðurin ikki tryggjaður hjá Landsverkfrød- inginum. Næsta útspælið frá lógmanni verður avgerðandi fyri, um stovnurin verður varðveittur, ella um hann syndrast Ak! BERTHOLDSEN — Enn eru ikki allar súður syftar hjá landsverkfrøding- inum. Og enn er arbeiðsfriðurin ikki tryggjaður Men Signar Heinesen, deildarleiðari hjá Lands- verkfrødinginum, sigur, at nú liggur tað í hondum løgmans at gera av, hvør lagnan hjá stovninum verð- ur. — Tað næsta útspælið hjá honum verður avgerðandi fyri lagnuni hjá Landsverk- frødingsstovninum, og um stovnurin kann varðveitast, ella um hann syndrast, sigur Signar Heinesen. Eitt stríð í tveimum Signar Heinesen sigur, at stríðið á Landsverkfrøding- inum hesar seinastu dagar- nar hevur verið í tveimum: — Ødrumegin er talan um eitt sáttmálastríð um ætl- anina hjá Landsstýrinum at fremja vittfevnadar broyt- ingar á stovninum, uttan at taka fakfeløgini og starvs- fólkið við uppá ráð og at lata tey verða við í arbeið- num at leggja broytingarnar til rættis. I tí sambandinum hevur Landsstýrið slakað nakað við at bakkað aftur til stød- una, sum hon var 18. des- ember, og kunngerða, at Landsverkfrødingurin og Strandferðslan eru hvør sín stovnur við hvgr sínum stjóra, og at fakfeløg og starvsfólk verða tikin við í arbeiðið at leggja broyting- arnar til rættis. Sostatt skal nýggjur stjóri setast á Landsverkfrøding- inum fyribils. Tann spurningin hava deildarleiðararnir hjá Landsverkfrødinginum ikki lagt seg útí. Men Signar Heinesen sig- ur, at hin parturin í stríðnum er líka týdningarmikil. — Tí tað er eitt rættiliga prinsipielt stríð um leiðslu og um, hvussu vit fáa stovn- in at virka frameftir sum eina eind. --Tí skal hetta bera til, sum er nú gjørt ímóti Henn- ingi Jacobsen, og ímóti stovninum sum heild, ja so ber alt til. — Og tað stríðið mugu vit taka, tí tað kunnu vit ikki lata um okkum ganga, sigur Signar Heinesen. — Og tann partin av stríð- num sigur semingsuppskot- ið ikki eitt orð um. Sostatt er nidurstødan hjá deildarleiðarunum, at enn er stríðið um Landsverkfrød- ingin als ikki av. Og tískil er arbeiðsfrið- urin á stovninum heldur ikki tryggjaður. Veldst um Løgmann Og Signar Heinesen sigur, at hvat nú hendir, veldst alt um næsta leik hjá Løg- manni í hesum talvinum. --Tað næsta útspælið frá Løgmanni verður heilt av- gerðandi fyri, um stovnurin aftur fæst at virka, ella um hann syndrast. Hann sigur, at einasta positiva, gongda leiðin er, at Løgmaður, boðar okkum til fundar at viðgerða tað loysnina sum hann hevur funnið fyri framtíðina hjá stovninum. — Á tí fundinum mugu vit so gera upp við okkum sjálvar og gera løgmanni um vit, antin vit halda, at vit megna at reka stovnin víðari eftir tí leistinum, sum er skorin í Landsstýrinum seinastu dagarnar, ella um vit ikki megna tað, so at stovnurin syndrast. — Og tá ið Lýgmaður so hevur fingið okkara áskoð- an á tann spurningin, kann hann taka stóðu eftir ti. Pískurin og uppsegnin Signar Heinesen leggur hin- vegin stóran dent á, at tað fer ikki at nytta, at Løg- maður, ella varðalógmaður, ella hvør tað verður troppar upp á stoyninum mána- morgunin við einum nýggj- um stjóra og einum pappíri í hondini so sigur, at soleiðis og soleiðis skal tað verða. — Tað er óhugsandi, tí tað ber ongan veg. — Tí so mugu vit bara staðfesta, at teir brúka písk- in — Men so mugu vit brúka uppsagnirnar. — Og so syndrast stovn- urin, men so kann onkur savna stumparnar saman aftur. Mugu taka hvønn annan í eið Men Signar Heinesen er kortini sannførdur um, at tad fer at bera til at føra stovnin vidari, uttan at syndra hann. --Tað fatan havi eg fingið, bæði av Løgmanni, og av Vardaløgmanni, at teir vilja varðveita stovnin. — Tí rokni eg við, at teir seta seg ið borðið saman við okkum og greiða frá, hvør ætlanin er, tí tað er ehilt einfalt tann einasti mátin, tað kanng erast uppá. — Á tí fundinum mugu vit so at siga „taka hvgnn annan í eið“ um, at hetta verður framferðin hereftir og tað er hesum, vit stríðast fyri. Yvirlysing f sambandi vid ætladu sam- anleggingarnar av Lands- verkfrødingarstovninum og Strandfaraskipum Landsins er stadfest, at landsstyris- maðurin hevur brotið gald- andi sáttmálar, tá ið tað snýr seg um broytingar á ar- beiðsplássum. Undirritaðu fakfeløg skulu hardliga åtala fram- ferðina hjá landsstýris- manninum, og vit stuðla tí fult út teimum fakfeløgum, sum eru rakt av sáttmála- brotum landsstýrisins. Tórshavn, tann 07.01.1999 Apoteksassistentar Føroya Postfelag Sjúkrasystrafelag Føroya Føroya Pleygarafelag Føroyskir fysioterapeutar Ergoterapeutfelagið Radiografar i Føroyum Y.F. Studenta- og HF-lær- ara Økonomafelag Føroya Føroya Sjúkrahjálpara- felag Føroya Pedagogfelag Føroyskir Føroya ljésmødrafelag sjúkrahúslaborantar NT FR | | | TILL: Il; 9 hi — Ella vit koma til hina nidurstøduna, at hetta ber ikki til - og so tekur løg- madur stødu eftir ti, sigur Signar Heinesen n er: — le i — Tað er heilt óhugsandi, at vit fara at góðtaka, at onkur i landsstýrinum bara troppar upp á stovninum mánamorg- unin við einum nýggjum stjóra og einum pappíri í hondini og sigur, at soleiðis og soleiðis skal tað verða, sigur Sign- ar Heinesen, deildarleiðari hjá Landsverkfrødinginum. — Prísur fyri hvønn úr kr. ; mw | o ec Íroknað pri | Flogferð, ferðaavg) innivist, bussferð, old, ; liftkort og avlýsingartrygging- Flogið verður beinleiðis úr Vágum við Atlantic Airways tann 30. januar og vit eru heima aftur tann 06. februar. Gist verður í lítla bynum Briancon, har møguleikarnir at => Standa á skid eru framúr góðir. FLOGFELAG FØROYA Áarvegur 6, Postrúm 3225, FR-110 Tórshavn, Tel 31 10 25, Fax 31 86 70, E-mail: travel? a