hósdagur 8. januar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 4 - 8. januar 2004
Nr. 4 - 8. januar 2004
13
Í vikuni høvdu vit her í blaðnum áhugaverda sam-
røðu við aðalskrivaran í Fótbóltsambandinum, har
upplýst varð, at Føroyum stendur í boði at gerast
vertur fyri NM-kappingina í august í ár fyri U-17
landslið. FSF hevur havt tilboðið eina tíð og hevur
FSF dúgliga arbeitt við málinum. Málið er enn ikki
endaliga avgjørt og er tilboðið framvegis til um-
hugsingar hjá FSF.
Føroyskur fótbóltur hevur sum kunnugt tikið seg
heilt væl fram seinastu árini. Avrikini hava verið stór
og hava vakt undran og virðing í altjóða fótbólts-
umhvørvinum. Tað er tí av størsta týdningi fyri
menningina av føroyskum fótbólti, at áhugin í
Føroyum verður stimbraður og styrktur. Annað, sum
hevur týdning, er at tryggja tilgongd av dugnaligum
leikarum. Í hesum sambandi er sera umráðandi at
menna áhugan og førleikarnar hjá ungu leikarunum.
Eisini er tað av týdningi fyri rekrutteringina av
nýggjum ungum leikarum, at týðandi fótbóltshend-
ingar fara fram í Føroyum. Tað er tí eingin ivi um, at
vit øll ynskja og vóna, at tað fer at eydnast FSF at
fáa NM-kappingina fyri U-17 landslið til Føroyar,
og eiga allar góðar kreftir at virka fyri hesum.
FSF hevur áður skipað fyri slíkari kapping í Føroy-
um. Tað var nevniliga fyri sjey árum síðan, og hetta
var ein stórhending, ið økti munandi um fótbólts-
áhugan millum ungdómin. Skal føroyskur fótbóltur
framvegis verða við í altjóða kappingum og sam-
stundis mennast enn meira, er sjálvsagt neyðugt
støðugt at hækka førleikastøðið hjá leikarunum og
samstundis er tað av størsta týdningi at tryggja
tilgongdina av nýggjum ungum og yngri leikarum.
NM-kappingin fyri U-17 landslið fer uttan iva at
økja munandi um áhugan millum børn og ung fyri
góðum fótbólti. Hetta hevur stóran týdning. Men tað
hevur ikki minni týdning, at føroyskir áskoðarar fáa
høvi at síggja nakrar spennandi og undirhaldandi
fótbóltsdystir. Afturat hesum kemur so týdningurin
av tí positivu umrøðu, ið okkara land far í útlendsk-
ari pressuni í samband við, at ein slík kapping
verður hildin í Føroyum. Alt hetta virkar til tað góða
fyri okkum, sum her búleikast.
Sum tað skilst á aðalskrivaranum hjá FSF eru nakrir
praktiskir trupulleikar í sambandi við at skipa fyri
NM-kappingini fyri U-17 landslið í Føroyum. Vit
munnu verða mong sum vóna, at tað skal eydnast
FSF at vinna á hesum trupulleikum, so hetta frálíka
tilboð ikki gleppur okkum av hondum. Vit ivast ikki
í, at FSF, sum er ein vælskipaður og sterkur felags-
skapur, fer at megna hesa uppgávu og fara vit at
ynskja FSF góða eydnu við hesi uppgávu.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
NM í Føroyum
– eitt gott hugskot
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jón Tyril
Eftir drúgt kjak um fjøl-
miðlasið og ábyrgdina hjá
fjølmiðlum osfr. í kjalar-
vørrinum av bókini "skjót
journalistin" sær tað út til at
støðið fyri føroyskar fjøl-
miðlar, ella rættari Sjón-
varp Føroya, er lægri enn
nakrantíð.
Eitt er, at kjakið verður
drigið niður á petitessur og
detaljur, og tey stóru málini
verða kámað burtur, at alt
verður stýrt við stoppuri,
og at fremsta uppgáva vert-
sins sær út til at vera at ør-
kymla tey frammøttu val-
evnini mest møguligt og
gera tey ótrygg. Men tað
sum undrar meg mest við
øllum er, at tann mest
politiskt løddi journalist-
urin í Føroyum í løtuni,
Øssur Winthereig – annar
av høvundunum til bókina,
sum beinleiðis var orsøkin
til at samgongan slitnaði og
at vit fingu eitt nýval – er
settur at stýra tí kanska
týdningarmesta partinum
av valstríðnum, nevniliga
sjónvarpskjakinum.
At
leiðslan í SvF ikki sær
vandan í hesum er himmal-
rópandi kritikkleyst. SVF
hevur
gjørt
óhepnasta
valið, sum yvirhøvur var
møguligt, tá teir valdu vert-
in til politiska kjakið.Eftir
at hava sæð undanfarnu
sendingar eri eg farin at
seta mær sjálvum spurn-
ingin: Hvørja dagsskrá
hevur Øssur, ella møguliga
SvF? Er tað stutthugsan
ella er tað tilætlað? Sær
SvF ongan trupulleika við
at hava júst hendan jour-
nalistin at stýra júst hesum
kjakinum? Eg haldi hesir
spurningar krevja svar.
(Øssur hevur sum so ongan
lut í ónøgdini, tað er SvF,
sum hevur sett hann).
SVF spælt totalt falitt
Dia Ellindsson
Runavík
Vit hava bæði hoyrt og lisið
um persónsdyrkan og aðra
skurðgudadyrkan.
Men
hetta fyrifórst áðrenn okk-
ara tíðarrokning. So hetta
skuldi verið ein farin tíð.
Men tíverri sæst í bæði
sól og mána, at hetta er við
at kykna uppaftur í okkara
pinkulandi Føroyar.
Hin
Føroyski
Fólka-
flokkurin er nú glaðbeintur
farin út í hesa fornu skurð-
gudadyrkan.
Hetta sæst best við at teir
hálova persónin Anfinn
Kallsberg út um øll møgu-
lig mørk. Ja, enntá Óli
Breckmann er vorðin ein
kolasvartur skuggi aftur-
ímóti. Hin stóri spurning-
urin er fyri mong fólk: Trýr
fólkaflokkurin
meira
á
Anfinn Kallsberg, heldur
enn Várharra Jesus Kristus,
tað átti at verið munur á
monnum.
Ein anti skurðdyrkari.
Fólkaflokkurin og persónsdyrkan!
Í januar mánaði
hevur Anna Mohr úr
Klaksvík listafram-
sýning í Leikalund
TÍÐINDASKRIV
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Anna Mohr er
ung listarkvinna. Hon er 25
ára gomul, men hevur
longu í fleiri ár roynt seg
við málningalist og víst seg
at verða vælumtókt.
Við á framsýningini eru
umleið 15 nýggir akryl
málningar, har myndaevni
er landslagsmyndir meira
og minni abstraktar.
Framsýningin letur upp
fríggjadagin
9.
januar
klokkan 16.00, har øll eru
hjartaliga
vælkomin
at
støkka inn á gólvið, síggja
framsýningina og fáa ein
kaffimunn. Myndirnar eru
til sølu og eru at síggja í
vanligari upplatingartíð frá
mánadag til fríggjadag frá
10 til 17:30 og leygardag
frá 10 til 13. Framsýningin
verður hangandi allan jan-
uar mánaða.
Framsýningin, íð tekur
við aftaná Onnu, verður við
myndum hjá Livar Nysted.
Hann sýnir fram í Leika-
lund í februar mánaði.
Anna Mohr listaframsýning í Leikalund
VIÐMERKINGAR
P/F Tórshavnar
Skipasmiðja
Poul Mohr
Í grein í Dimmalætting frá
6. januar 2004 verður ført
fram, at monopol á før-
oyska skipasmiðjumarkn-
aðinum er orsøk til at
undirveitarar til hesa vinnu
eru í svárari kreppu. Somu-
leiðis verða førd fram sjón-
armið frá Jónsvein Knud-
sen, reiðara í Runavík.
Greinin er ógvuliga lítið
undirbygd, einki kanning-
ararbeiði er gjørt av støðuni
hjá skipasmiðjuídnaðinum
sum heild. Byrjað verður
við niðurstøðuni, at Skipa-
smiðjan hevur ábyrgdina av
støðuni, og so skrivað
harfrá. Skipasmiðjan fekk
ikki høvið at gera við-
merkingar
til
greinina,
áðrenn hon fór í blaðið, og
sendu vit tí í gjár (6/1-04)
okkara viðmerkingar til
greinina til blaðmannin,
Uni L. Hansen.
Í okkara viðmerkingum
verður greitt frá vánaligu
støðuni hjá Skipasmiðju-
ídnaðinum sum heild í
londunum uttanum okkum,
og hvørja ávirkan hetta
hevur havt á kappingar-
støðuna hjá føroysku skipa-
smiðjunum og undirveitar-
um. Eisini verður greitt frá
møguligum orsøkum til
minkandi virksemi á før-
oysku
skipasmiðjunum.
Greitt verður eisini frá, at
hóast Skipasmiðjan mang-
an er kappingfør í prísi og
dygd, fara fleiri skip uttan-
lands við arbeiðinum uttan
so mikið sum at spyrja um
prís í Føroyum.
At enda í viðmerkingum
okkara taka vit lutvíst í
egnan barm og siga, at
Skipasmiðjan kanska ikki
hevur verið nóg góð at um-
stilla seg til nýggju sið-
venjuna í skipavinnuni,
kanska
serliga
tá
um
kundavitjan ræður.
Viðmerkingar
okkara
vórðu sendar blaðmann-
inum fyrrapartin í gjár, og
væntaðu vit tí at hesar fóru
at koma við í blaðið í dag.
Nú blaðið er útkomið, hev-
ur blaðmaðurin valt at
skriva eina forsíðugrein,
har einans 5 reglur úr við-
merkingum okkara verða
umrøddar. Restin av grein-
ini er endurtøka frá degnum
fyri.
Høvuðstrupulleikin
hjá vinnuni, og orsøkirnar
til hetta, verður als ikki
umrøddur, helst tí hann ikki
tænir »sakini« hjá blað-
manninum og blaðnum.
Blaðmaðurin endurgevur
orðarætt brot úr viðmerk-
ingunum og vísir annars til
tær í greinini. At blað-
maðurin soleiðis brúkar
viðmerkingarnar, sum hon-
um lystir, er væl hvat vænt-
ast kann, men hinvegin
høvdu vit so væntað, at
fulla skrivið frá Skipa-
smiðjuni fekk innivist í
blaðnum, nú víst varð til
tað, soleiðis at fólk, sum
vóru áhuga í øðrum enn
»yvirskriftini« fingu høvi
at lesa hetta, men nei! Tað
kundi kanska hent, at nakrir
lesarar ikki høvdu somu
fatan av støðuni, um skrivið
var í blaðnum, men at taka
nøkur fá brot úr skrivinum
og so gloyma restina er í
fínasta ordan, sambært
Dimmalætting.
Eftir stendur Skipasmiðj-
an, sum dagliga breyðføðir
millum 200-250 fólkum og
familjum teirra og spyrja:
Hvat er endamálið? Hví
skulu vit ómaka okkum við
at gera viðmerkingar til
blaðið, tá tær allíkavæl
verða misnýttar?
Fyri okkum at síggja er
hetta
manipulatión
og
pressumisnýtsla av grov-
asta slag og at seta demo-
kratisku spælireglurnar til
viks. Harafturat er hetta at
halda fólki fyri tað turra
spott, men sjálvandi, tað
selur helst nøkur bløð
eyka......
Ei undur í, at føroyingar
hava so lítið álit á føroysku
fjølmiðlunum, tá hetta er
støðið.
Í omanfyri nevndu grein
verður ført fram, at undir-
veitarar hjá Tórshavnar
Skipasmiðju eru illa sperdir
orsaka av væntandi kapp-
ingarføri hjá Skipasmiðj-
uni. Hetta er ein pástandur,
sum ikki kann fara aftur við
borðinum ósvaraður.
Líka so væl sum undir-
veitararnir hjá Skipasmiðj-
uni nú eru illa sperdir av
minni virksemi, hava hesir
liva væl av nógva virksem-
inum, sum hevur verið á
Skipasmiðjuni. Lat tað
verða sagt beinanvegin, at
Skipasmiðjan eisini merkir,
at væl minni er at gera í
vinnuni, serliga seinasta
árið. Orsøkirnar til hetta
eru helst fleiri, t.d.:
• Føroyski flotin er mink-
aður seinastu árini
• Nógv skip eru umbygd
og høvuðsumvæld seinnu
árini, og krevja tískil
minni viðlíkahald
• Fleiri reiðarí gera einans
tær mest átroðkandi um-
vælingar, nú útlitini ikki
eru so góð
• Reiðaríini
spyrja
um
tilboð úr fleiri londum, tá
arbeiði skulu gerast
• Fleiri dømi eru um skip,
sum fara uttanlands til
umvælingar uttan at biðja
um tilboð í Føroyum
Skipasmiðjuni
kunnugt
fara skipini uttanlands m.a.
av tí at arbeiðið sigst vera
bíligari, betur umstøður eru
at mála og sandblása og
ofta sigst tíðin eisini vera
styttri. Í flestu førum er
Skipasmiðjan tó kapping-
arfør í prísi og dygd, men
ásannandi at lønarlagið í
Føroyum er hækkað 30-
40% seinastu 4 árini, gerst
hetta alt truplari. Í ávísum
førum kann munandi størri
arbeiðsorkan hjá útlendsku
skipasmiðjunum og teirra
ørgrynnu av undirveitarum
stytta um umvælingartíðina
uttanlands.
Viðgangast má, at um-
støðurnar til sandblásing í
Føroyum kundu verið betri,
og gjørdi Skipasmiðjan tí í
2001 stóra íløgu á Skála í
sonevnda hydroblásing, ið
kann sammetast við sand-
blásing; er tó ikki heilt so
gott, men munandi meiri
umhvørvisvinarligt. Henda
skipan hevur riggað væl.
Skipasmiðjuídnaðurin í
grannalondum okkara er í
svárari kreppu, og hevur
hetta havt við sær, at tær
skipasmiðjur, sum enn eru,
kappast sera hart um kund-
arnar. Tí er tað ikki rætt, tá
ført verður fram, at Skipa-
smiðjan hevur monopol. Tá
Tórshavnar
Skipasmiðja
keypti Skipasmiðjuna á
Skála eftir húsagangin í
1997, var endamálið als
ikki at fáa monopol, men
heldur at gerast før fyri at
veita fleri kundum eina enn
betri tænastu, nú skipini
gjørdust alt størri. Fyri at
standa seg betri í altjóða
kappingini er vanligt í dag,
at eindirnar (eisini skipa-
smiðjurnar) gerast færri og
størri.
Skipasmiðjan tekur fult
undir við sjónarmiðnum
um vandan í, at ov nógv ar-
beiði fer av landinum og
harvið hóttir førleikan í at
menna, viðlíkahalda og
endurnýggja skipaflotan,
sum vit øll í síðsta enda
skulu liva av. Tí er um-
ráðandi at partarnir í vinn-
uni samstarva til tess at
steðga hesi skeivu gongd.
P/F Tórshavnar Skipa-
smiðja hevur 67 ár á baki,
og hevur gjøgnum øll árini
havt gott samstarv bæði
persónliga og fakliga við
reiðarí og undirveitarar,
sum eru komin her. Tíðir-
nar broytast, nýggir menn
koma til og nýggjar manna-
gongdir, og Skipasmiðjan
hevur helst ikki duga nóg
væl at tikið við broyttu
siðvenjuni, herundir at vitja
kundarnar oftari.
Viðvíkjandi útsøgnunum
hjá Jónsveini, standa hesar
fyri hansara egnu rokning.
Skipasmiðjan viðger ikki
síni viðskiftafólk í fjøl-
miðlunum. Annars skal ikki
standa á at koma aftur at
vitja Jónsvein í nýggja
húsinum.
Tórshavn á Trettanda 2004.
Poul Mohr
Gunnar Mohr
Dimmalætting og etikkur
Viðmerking til grein í Dimmalætting 6. januar 2004
um Skipasmiðjuna
C
M
Y
K
13
12