leygardagur 9. januar 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 9. JANUAR 1998
i í Danmark
Tað eru
tveir kendir persønar, sum
kappast móti hvørjum ødr-
um. stuðlaðir av gomlum
klassafeløgunum hjá sær
Klassafelagirnir eru úr
teimum klassunum, sum tey
bæði. sum kappast, hava
sterkastu bond til. verður
tað seg barnaskulin, fram-
haldsdeildin ella studenta-
skulin.
Klassin hjå vinnandi part-
inum sleppur so at hava eina
stóra luksus klassaveitslu
eftir sendingina, meðan
klassin hjå tapandi partinum
må noyðast við at eta pylsur
úr pylsuvogninum uttan fyri
upptøkuhølini
Hugskotið til sendingina
er sera væl gjógnumhugsað.
Tað man neyvan vera ein
tjóð til í heiminum, sum ikki
kann á ein ella annan hátt
relatera til eina slíka send-
ing, og tí eru møguleikarnir
at selja sendingina sera góð-
ir. Av somu orsøk er áhugin
fyri at keypa sendingina utt-
anlands er eisini sera stórur.
Eg eri sera spentur upp-
á, hvussu hetta fer at ganga,
tí eg havi havt rættuliga
nógv við júst hesa sending-
ina at gera, sigur Per Zach-
ariassen, sum umframt at
vera produsari eisini er ar-
beiðsleiðari.
K din
ry 5
VO, er sera einfalt
Sera góð ummæli
Tá sjónvarpssfestivalurin
var í Cannes, var >Den
Store Klassefest< ein tann
mest eftirspurda sjónvarps-
røðin. Donsku blødini
skrivadu um framleidarar-
nar, »Gulddrengene kunne
bare spadsere godt tilfreds
omkring i Cannes med store
smil«, og tad er eisini satt,
ti sum longu sagt, so var
åhugin fyri sendirødini so
stórur, at filmsframleiðarar-
nir høvdu trupulleikar at
tosa við oll tey. sum um-
boðaðu hinar stóru fram-
leiðararnar.
Hetta kemur sjálvandi
sera væl við hjá Per, tí hann
skal vera konsulentur hjá
teimum, sum keypa røðina.
k
sørt. Møculie
r Onkur at
rera tað betri enn vit, so har
kann eg læra eima rugvu.
sigur Per.
Er nógv eftirspurdur
„Den store Klassefest< hex
ur hvørja viku verið mest
sædda sending í donsku
sjonvørpunum, og tað skal
ikki nógv til at ímynda sær,
at ein maður, sum er fram-
leiðslustjóri og produsari á
mest sæddu sending í Dan-
mark. verður nógv eftir-
spurdur.
Ja, eg havi fingið ótrú-
liga nógv tilboð og ótrúliga
góð tilboð, men tað eru ikki
pengarnir, sum eru avger-
andi fyri, um eg tími at gera
eina sending ella ei. Ég
hevdi gleðiliga tikið a
helvtina av lønini, sum eg
fái i dag, um mær dámdi at
gera eina ávísa sending, sig-
ur Per álvarsamur.
Ikki brúktur í Føroyum
Men vit kunnu spyrja okk-
um, hví mest eftirspurdi
sjónvarpsprodusarin í Dan-
mark, sum er føroyingur,
ikki arbeiðir í Føroyum???
Hann sigur júst sum er, at
føroysku loftmiðlarnir eru
so ótrúliga vánaligir. Teir
hava ikki fylgt við tíðini,
heldur hinvegin.
Tað er, sum um at eing-
in skal koma og siga nakað.
Eg haldi, at tað er eitt kom-
pleks, teir hava. Her skal
eingin koma og siga okkum,
hvussu vit skulu gera, vit
vita best sjálvir, sigur Per.
Hann heldur, at tað er
fullkomilig spill av orku at
hava eina tíðindasending,
sum er gjørd sum ein út-
varpssending, og hann
grundar tað við, at tú kanst
eins væl kanst fylgja við í
tíðindasendingini, um tú
ikki sært myndirnar. Mynd-
irnar eru bert ein ífylla og
virkar næstan sum ein irri-
terandi partur hjá tíðinda-
fólkunum.
Per heldur, at orkan átti
nógv heldur verið brúkt til
at gera aðrar sendingar
heldur enn tíðindir, sum lítil
tíðindablaðið) }
'arin/
— Tað er fullkomilig spill av orku at hava eina tidindasending, sum er gjørd sum ein útvarpssending, sigur Per
Zachariasen, og hann grundar tað við, at tú kanst eins væl kanst fylgja við í tíðindasendingini, um tú ikki sært
myndirnar. Myndirnar eru bert ein ífylla og virka næstan sum ein irriterandi partur hjá tíðindafólkunum
Sjónvarpið er
eitt ótrúligt amboð
Sjónvarpsprodusarin Per Zachariassen hevur enn einaferð gjørt vart við seg sum
produsari á best umtøktu undirhaldssending í Danmark. Den store Klassefest
og eingi virðir hava, tá
sendingin er send.
Kensluna eg havi, tá eg
eri heima, er at har er eingin
hugur til nakað, og vanliga
undanførslan er, at har eru
eingir pengar. Men hatta er
vånaligasta argument, sum
er til. Jamen, Harra Gud, so
brúka tað. sum tú hevur, og
ger tað minni, men ger tað
betur. Hví fylla eina rúgvu
av lorti út í luftina, spyr Per.
Hann vísir á, at endamál-
ið við einum miðli sum
sjónvarpið má vera at skapa
dagsordan í samfelagnum,
men aloftast er tað so í Før-
oyum, at dagsordanin verð-
ur skaptur av sær sjálvum.
Fór at finna avbjóðingar
Per flutti til Danmarkar í
1990. Ta fyrstu tíðina ar-
beiddi hann á TV Nord í
Aalborg. Orsøkin, til at
hann slapp inn har at ar-
beiða, var, fyri at brúka
hansara egnu orð >tí eg
kendi tveir føroyingar, sum
arbeiddu har, Dávur Isfeldt
og Jógvan Olsen<. Teir báð-
ir eru enn á TV Nord.
Per søkti fyrst læruplåss
sum AV assistent, men har
varð sagt við hann, at hann
var nakað yvirkvalifiserað-
ur til ta útbúgvingina, so
hann slapp ikki í læru. Men
í staðin slapp hann at ar-
beiða har í tvey ár, til hann
slapp inn á filmskúlan og
fekk útbúgving sum sjón-
varpsprodusari í 1994.
Endaligi filmurin hjá Peri
var tann um Jørgen Dahl úr
Klaksvík, sum varð settur
at gera eitt lag, sum ein
genta skuldi syngja. Send-
ingin hevur verið at sæð í
føroyska sjónvarpinum.
Fekk boðið
starv á DR B&U
Beint eftir at Per var liðugur
á filmsskúlanum fekk hann
boðið starv á DR á BÆU
deildini, sum er tann deild-
in, sum tekur sær av at gera
sendingar til børn og ung.
Per var fastur á ungdóms-
deildini. Hann var á send-
ingini Transit, sum millum
annað var í Føroyum og
vitjaði. Meiningin var, at
Per bert skuldi vera har í
tríggjar mánaðir, tí ein dani.
sum hevur arbeitt sum pro-
dusari á CNN skuldi koma.
men tá hann kom, ynsktu
tey at hava Per verandi har.
Soleiðis bleiv tað eisini, so
at Per og hin produsarin
deildu uppgávurnar millum
sín.
— Samarbeiðið millum
okkum var sera gott, og júst
tann sendingin skapti ein
nýggjan máta at gera send-
ingar uppá í Danmark. Vit
royndu nógv gðrvísi og
brúktu sjálvan miðilin til at
gera nýggjar mátar at siga
søgur uppá og nýggjar
myndaføringar, sigur Per.
Hann sigur tó, at ótrúliga
nógv av hugskotunum hjá
teimum kundu ikki brúkast
til nakað. Men sum tíðin
leið, so varnaðust tey, at
fleiri og fleiri byrjaðu at
brúka teirra hugskot í ødr-
um sendingum. Millum
annað at klippa tónleikin
hart bein á ístaðin fyri at
»fada« tónleikin upp. og at
brúka onnur skriftsnið enn
tey vanligu
Transit var uppreistur
Per heldur sjálvur. at send-
ingin Transit var ein upp-
reistur móti tí gamla hátti-
num at gera sendingar uppá.
Alt tað gamla varð forkast-
að, og nýtt sett inn ístaðin.
Sjálvt myndirnar vóru oðr-
vísi, millum annað var tað í
tí sendingini, at skeivar
myndir vóru fyri fyrstu ferð
at síggja.
Nýggj hugskot verða
ongantíð skapt av bert at
ganga kendar gøtur vísir Per
á. Sendingin Transit var tó
nidurløgd seinni, tí at tey
hildu, at tíðin var komin at
gevast. Eitt gott hugskot
skal ikki halda fram. Leik-
urin skal stødgast meðan
væl er. Hetta var orsøkin til
at tey ynsktu at gevast við
sendingini.
Best dokumentararbeiði
Men tær sendingar, sum Per
dámar best at gera, er dok-
umentarsendingar. A stóra
filmsfestivalinum í Cannes
Frankaríki fekk hann saman
við Mette Weide eina virð-
isløn fyri bestu dokument-
arsending fyri ung.
— Sovorðið er sjálvandi
eitt herðaklapp. men eg
haldi tó ikki sjálvur, at hetta
er tann besta sendingin eg
havi gjørt, sigur Per. Slagið
Mind: Jónheðin Trondheim
av sendingum, sum Peri
dámar best. eru tær
sendingar, har hyggjarin
kennir seg sum eina flugu á
einum veggi. Har tað
næstan bert verður
registrerað og ikki arran
gerað. — Mær dámar best
hendan háttin, tí tað ber til
at vísa veruleikan nógv betri
á hendan hátt. heldur enn
um sendingin varð sett upp,
vísir hann á
Hetta er tó tann ringasti
hátturin at gera sendingar
uppá, tí tað krevur eitt ótrú-
ligt tol og álit. Og alit skap-
ast ikki bert við at vera ano-
nymur.
Heldur fram í sama stað
Sjálvt um Peri stendur fleiri
ótrúliga góð størv í boði, so
heldur hann, at hann verður
verandi hjá filmsframleið-
aranum, har hann er í løtuni.
Per starvast hjå Wigelius,
sum man vera best umtókta
fyritøkan i Danmark innan
filmsheimin.
— Teir hava ein heilt ødr-
vísi starvsfólkapolitik, sum
mær dámar sera væl. Teir
ganga nógv eftir, at fólkini
elska at gera tað, tey gera,
og teir eru sera skjóur at
rósa og stuðla. tá tú hevur
brúk fyri tí. Atmosferan í
fyritøkuni er eisini heilt
nógv merktu av entusiasmu,
og tað í sær sjálvum kann
gera undurverk. sigur Per
Per sigur at enda, at alt snýr
seg um at motivera starv-
sfólkið, tí so gongur restin
av sær sjálvum