týsdagur 12. januar 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Marknaðardeild: i Turið Kjølbro Myndamenn: | Postadr: Postsmoga 76,)
Jan Møller Jonhard Hammer | Niclas Johannesen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Blaðstjóri: Dagbjørt S. Hansen Dagfinn Olsen Alvur Haraldsen | Telefon: 311820
Eirikur Lindenskov John Johannessen Utgevari, uppseting og prent: Telefax. 314720
Figgjarleidari: Blaðfólk: Sp/f Sosialurin e-mail:
internet: www.sosialurin.fo
Byggja brýr millum
Foroyar og umheim
Oddagrein
TEY bæði stóru felogini Smyril Line og At-
lantsflog hava hesi seinastu árini roynt at ment
seg og hevur hetta eisini gagnað brúkarunum
Sum nakað nýtt er Norrona farin at
sigla alt árið millum Føroyar og umheimin.
Tá avgjort varð at byrja uppá vetrarsigling
eisini vóru mong glad. Onnur ivadust. Uttan
at vit kenna roknskapartølini fyri hesa sigling
neyvt, so tykist tað kortini vera so, at vetrar-
siglingin við ferðafólki og farmi hevur givið
eitt hampuliga gott úrslit, men hinvegin vita
vit, at tað tekur tíð til at byggja upp eina nýggja
rutu og ikki minst nakað so óvist sum vetr-
arsigling. Tað er greitt, at tað kemur mongum
væl við, at tað ber til at ferðast við skipi
helvtina av árinum til Danmarkar ella heim.
Tey eru mong, sum ikki tora at flúgva, men
eisini hetta, at tú kanst hava bilin við, hevur
nógv at siga. Smyril Line og Norrona eru
komin fyri at verða. Tó so, at tað fyrr ella
seinni verður neyðugt við nýggjum skipi.
VIT kunnu bert vóna, at leiðslan í felagnum
liggur framvið og antin keypir eitt brúkt skip
ella byggir eitt nýtt, tá hetta er rætt. Tað er
sjálvandi umráðandi hjá felagnum at konsoli-
dera seg, áðrenn tað fer undir risastórar iløg-
ur. Tað er tó greitt, at kemur ikki annað felag
inn á henda marknaðinum, so átti sjóvegis
flutningurin at borið eitt storri og betri skip.
Tað kann fyri tað fyrsta nokta eftirspurningin í
summarhálvuni, tá mong als ikki sleppa við
sum stoðan er í dag. Men møguliga kann tað
eisini skunda undir broyting í ferðaætlanini,
so tað kann verða siglt uppá skotska megin-
landið heldur enn til Lervick. Sjóvegis sam-
band av hesum slag millum Føroyar og næstu
grannalond okkara, Island, Noreg, Danmark
og Skotland hevur ikki bert týdning fyri ferða-
fólk her og nú. Hetta sambandið er í veruleik-
anum ein av fortreytunum fyri og eisini ein
katalysatorur fyri oktum og mennandi sam-
starvi millum Foroyar og umheimin á bæði tí
vinnuliga, handilsliga og tí mentanarliga okin-
um. Hesum eiga vit at geva gætur. So tit á
Smyril Line skulu vita, at tit við at varðveita
og menna siglingina eru við til at knýta enn
tættari bond millum foroyingar og næstu
grannatjóðir okkara.
EISINI Atlantsflog hevur stóran tydning í so
máta. Fyritokan hevur víst seg at hava dirvi
og hegni til at taka á seg nýggjar avbjóðingar
og verður í dag flogið til mestsum somu lond
sum Smyril Line eisini hevur á síni ferðaskrá.
Atlantsflog fór í fjør undir at flúgva til Skotlands
og ár kemur Stavanger á skránna. Hugsa
vit um týd dningin sum bæði Noreg og Skotland
hava fyri okkara ungdóm undir útbúgving og
part av okkara vinnufora fólki, og eisini um
eina framtíðar frálandavinnu, so eru júst hesi
bæði londini av alstórum týdningi, og tí fegnast
vit um avgerðina hjá felagnum at víðka um
ferðaætlanina. Hóast tað ikki altíð hevur gingið
so væl, hava felogini týdning fyri Foroyar og
mugu vit vóna, at teimum er lív lagað í mong
mong ár. Tey byggja brýr. Sosialurin
X ,
Sveinur Tróndarson
Dagny Joensen,
Aki Bertholdsen,
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Aftursvar til Høgna Hoydal:
Verjurødan hjå
Sleppur Fólkaflokkurin ótarnaður restina av valskeiði-
num at reka reindyrkaðan fólkaflokspolitikk, so verður
ikki nógv eftir til fullveldið. Og um so Fólkaflokkurin eis-
ini í seinasta enda stingur Tjóðveldisflokkin í bakið við
fullveldinum, hvat siga tit so?
hesum aftursvari til Høgna Hoydal
I farnu viku hevði lands-
stýrismaðurin og varalog-
madu Høgni Hovd: il grein
í Sosialinum. sum bar heitið
At: dusa sær í otryggleika-
num«. Størri parturin av
greinini er ein roynd frá
varaløgmanni at greiða
okkum og ødrum frå,
hvussu góð semjan er. sum
gjørd er viðvíkjandi ætladu
samanleggingini av Strand-
faraskipum Landsins og
Landsverkfrødingsstovni-
num. Men so eru nøkur
høgg eftir andstøduni og
serliga eftir Javnaðarflokk-
inum og eftur mær. Aftur-
svar mítt skal snúgva seg
um henda partin og so nøk-
ur få orð um hesa søguligu
semju, sum varaløgmaður
kallar hana
Lat meg taka tað síðsta
fyrst. Tað er møguliga rætt.
tá Høgni Hoydal kallar
semjuna, sum gjørd er um
hesar bygnadarbroytingar,
fyri søg uliga. Men eg fari
to at loyva mær at ivast i,
um søgumenn fara at kalla
hana søguliga í orðsins
rætta týdningi. Men hon er
tó rættiliga søgulig, tá tað
snýr seg um, hvussu sterkan
manngarð. samgongan hev-
ur sligið um Finnboga
Arge, sum um høgtidina
setti met í politiskum skila-
loysi og politskum ódugn-
askapi
Men eru tit í samgonguni
og serliga tt í seldi
flokkinum so væl nøgdir, í
tit kalla semjuna søg tj
so skulu vit ikki órógva
tykkum í ii.
Etlanin var ein saman-
og ein rationaliser-
ing. har skattgjaldarans
peningur skuldi brúkast
meira skynsamt. Urslitid
var, at fyribils er eingin
samanlegging framd. men
skattgjaldarin = skal nú
gjalda eina góða million
krónur eyka til ein koyrdan
landsverkfrøding umframt
tað. sum ein nýggjur fyrr-
bilssettur landsverkfrøding-
ur fer at kosta
Málið var sparing — úrs-
litið var ein dýrking. Málið
var samanlegging — úrslitið
var ein koyrdan landsverk-
froðingur
Tað er møguligt, at Høgni
Hoydal og hansara sam-
gongufelagar kenna seg
sum sigursharrar í hesum
málinum. men tapararnir
|- ;
KggiNng
eru skattgjaldararnir og
Henning Jacobsen, sum tó
nú kann ugga seg við, at
Høgni Hoydal hevur kent
hann í uppvokstrinum sum
ein skilamann og ein frynt-
ligan mann. Ivist nú i,
hvussu stórur uggi er í tí
Er andstødan tykkara
veruligi trupulleiki?
So vóru tað høggini eftir
Javnaðarflokkinum og mær
Høgni Hoydal leggur okk-
um undir at dusa okkum í
ótryggleika fyri at forkoma
skilagóðum politiskum ætl-
anum. Og so fáa hansara
fyrrverandi = starvsfelagar
eisini eitt høgg fyri at geva
okkum fríar mikrofonir og
ov nógv teigaplåss og fyri
ikki at seta okkum kritiskar
spurningar.
Eg havi hvørki dusa mær
í ótryggleika ella havi brúkt
persónligar sorgarleikir til
politiskan løtuvinning
Tvørturiméti. Og tað veit
Høgni Hoydal eins væl og
alt Føroya fólk. Starvsfólk
á LV hava neyvan ligið í
andvekri av okkara ávum,
men tað má heldur vera
samgongan og Finnbogi
Arge, sum hava givið teim-
um marruna.
Andstødan kann ikki for-
koma hverki skilagóðum
ella høpisleysum politiskum
ætlanum hjå samgonguni, ti
tit sita við maktinum og
valdinum. Tiverri.
Og tíni høgg til pressuna.
tað fer pressan uttan iva
sjálv at svara aftur uppá
Síðan tekur landsstýrismað-
urin okkara stjórnarskeið
fram og sigur, at tá vóru
stórri politisk rokmál á
skránni. Og rætt hevur hann
í tí. Vit sótu frá januar 1991
til juni 1996, og tað er tað
mest turbulenta politiska
tíðarskeiðið, føroyingar vita
um. Tad er rætt. at tað vóru
nógv rokmål, men tað er eis-
ini rætt, at tá vóru verulig
politisk Odnartøk tíkin fyri
at halda skinnið á nøsini
Hetta málið. sum tit sita við
nú, er ein píningur í mun til
ta tíðina.
Men vit gjørdu tað ikki
einsamallir men í semjum
við aðrar flokkar, eisini við
Tjóðveldisflokkin.
Lat ikki politiska ørkyml-
an káma søguligar veru-
leikar.
Tá ið so Høgni Hoydal
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
post &sosialurin.fo
Viðmerking: |
Høgna Hoydal
spyr Jóannes Eidesgaard í
eisini nevnir bygnaðar-
broytingarnar í umsitingini,
so kemur hann inn á kjarn-
ina í mínum atfinningum.
Tá Javnaðarflokkurin ikki
kundi vera við longur m.a.
í málinum um bygnaðar-
broytingar. so takkaði hann
fyri seg og fór. Vit royndu
tað, sum vit kundu í sam-
gongu., og tá tað ikki gekk.
so var bert ein vegur. og tað
var at fara. og tað gjørdu
Vit.
Vit vóru konsekventir.
Hetta sigur og ger
Tjóðveldisflokkurin
Men hvat sigur Tjóðveldis-
flokkurin í dag?
Lat meg siterað formann
floksins. F yri tað fyrsta sig-
ur Heini O Heinesen (sitat):
”Arbei0i0, sum nú fer
fram í samgonguni er
ikki annað en framhald
av tí, sum Edmund Joen-
sen ikki hevði stundir at
seta í verk. Í so máta eri
eg sera vónbroun av úr-
slitinum hjá hesi sam-
gongu”
Her sigur formadurin fyri
størtsta samgonguflokk, at
hann er vónbrotin av poli-
tikkinum.
Sidan sigur sami for-
maður (sitat):
"Tað skerst ikki burtur,
at fullveldið er eitt mál.
sum Tjóðveldisflokkurin
setir høgt. Og seta vit
okkum uttanfyri, missa
vit alla åvirkan, tí aðrir
flokkar í tinginum hava
onki at bjóða tann veg-
in
Tjóðveldisflokkurin stað-
festir. at hann er vónbrotin
av rikna politikkinum, men
sigur síðan, at flokkurin vil
lata Fólkaflokkin ótarnaðan
Jóannes Eidesgaard,
løgtingsmadur
reka henda politikkin, ti teir
hava eitt mål. V.ø.o. sleppur
Fólkaflokkurin at hoyggja
samfelagið til eftir teirra
høvdid, meðan tjóðveldis-
menn einki siga, tí teirra
mál er fullveldið og einki
annað.
Tað er rætt. at hetta havi
eg sett hart upp, og tað er
neyðugt. Hvønn einasta dag
síggja vit hógvarnar hjá
Fólkaflokkinum stinga und-
an í dagsins politikki, men
Tjóðveldisflokkurin vil ikki
forða hesum, ti so missa teir
fullveldisætlanina á gólvið.
Tað er bart út sagt ábyrgd-
arleyst av Tjóðveldisflokk-
inum ikki at geva Fólka-
flokkinum mótstøðu í teirra
høgrvend av samfelagnum.
Eg fái ikki sagt tað ødrvisi,
men soleiðis meini eg tað
og mong við mær. Vit ræð-
ast.
Sleppur Fólkaflokkurin
ótarnaður restina av val-
skeiðinum at reka reindyrk-
aðan fólkaflokspolitikk. so
verður ikki nógv eftir til
fullveldið. Og um so Fólk-
aflokkurin eisini í seinasta
enda stingur Tjóðveldis-
flokkin í bakið við full-
veldinum, hvat siga tit so?
Hetta er kanska ein
vælmeint ávaring
Jóannes Eidesgaard
løgtingsmadur
Lesið eisini
Sosialin á
Internetinum
www.sosialurin.fo