týsdagur 12. januar 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 6 — 12. JANUAR 1999
tíðindablaðið
Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn:
Borgararnir
betri tænastu
- Broytingarnar, sum verða gjórdar í umsitingarliga og politiska bygnaðinum
í Tórshavnar býráð, fara at koma vanliga borgaranum til góðar, sigur Leivur
Hansen
TURIÐ KJØLBRO
Tá ið samgongan í Tórs-
havnar býráð tók við fyri
tveimum árum síðani gjørdi
hon av, at fara undir at gera
broytingar í umsitingarliga
og politiska bygnaðinum í
býráðnum. Nevnd við um-
boðum úr øllum flokkum
var sett at arbeiða við máli-
num. Síðani tá eru ymsar
broytingar farnar fram á
umsitingarliga økinum og tå
ið hetta valskeiðið er úti er
ætlanin at øll umsitingin er
umskipað.
At bygnadarbroytingar
verða gjørdar í býráðnum
merkir eitt nú, at ki verða
løgd saman og at nevndir
verða fækkaðar í tali. Dag-
stovnar, dagrøktarskipanin,
frítíðarskúlar og annað, ið
hevur við børn undir skúla-
aldur at gera, hava hoyrt
undir sosialu deild. Í fram-
tíðini fara hesi øki at vera
undir mentamáladeildini.
- Tað fer ein bleyt flyting
KLÆÐIR
RAMMUR
SPEGL
AMBOD
KERAMIKK
SÅPUVØRA
fram i løtuni. Ein partur er
framvegis í sosialu deild og
nær alt er flutt, er ov tíðliga
at siga enn, sigur Leivur
Hansen, býráðsformaður.
Býráðið arbeiðir við at
gera eina trivnaðardeild,
sum verður býtt upp í tvey.
tað vil siga mentamáladeild
og sosiala deild. Stjóri verð-
ur settur á trivnaðardeildini
og undir honum verða leið-
ararnir á mentamáladeildini
og sosialu deild, åvikavist
Jåkup Simonsen og Eydun
Jensen.
Marius Miiller er settur
sum tekniskur stjóri. Boði
Haraldson er settur sum bý-
arverkfrødingur, hann er
samstundis leidari å tekn-
isku deild. Byararkitekturin,
Tórálvur Weihe, er leiðari á
byggideildini.
Um talan verður um at
lækka ella hækka talið á bý-
ráðslimum, sigur Leivur
Hansen.
- Tann spurningurin skal
eisini viðgerast. Um vit
skulu halda fast við verandi
tal, lækka ella hækka tað
velst um, hvussu tað verður
við samanleggingini av
kommunum. Kollafjørður
kemur uppí Tórshavnar
kommunu 1. jan. 2001, men
um adrar kommunur koma
afturat soleidis, sum lagt
verður upp til í kommunu-
ålitinum, verða vit heldur
noydd at hækka enn at
lækka talið á býráðslimum.
Samanleggingar
Í og við at broytingar verða
gjørdar í umsitingini er eis-
ini ætlanin at gera broyting-
ar i politiska bygnadinum.
I løtuni eru sjey politiskar
nevndir í býráðnum og ætl-
anin er at tær skulu vera fýra
í framtíðini.
Fíggjarnevndin og havn-
anevndin verða sum nú.
Sosialanevnd og mentamál-
anevndin verða lagdar sam-
an í eina trivnaðarnevnd.
býarskipanar-
heilsu- og
byggi- og
nevndin. um-
hvørvisnevndin og tekniska
nevnd verða lagdar saman í
eina tekniska nevnd. Aðrar
nevndir sum brunanevnd
eitt nú verða sum tær eru í
løtuni.
- Vit eru ikki komin so
langt i fyrireikingunum til
at broyta politiska bygn-
aðin, til at vit kunna leggja
málið fyri býráðið, og tær
koma ikki í gildi fyrr enn
eftir næsta býráðsval.
Broytingarnar skulu eisini
góðtakast av landsstýrinum.
Endamálið við hesum er at
veita borgarum eina
skjótari, neyvari og betri
tænastu enn í dag, sigur
Leivur Hansen.
Snarskivu
A posthúsinum í miðbý-
num, ið liggur beint við síð-
una av býráðsumsitingini
og byrådssalinum, húsast
nú byggi-, tekniska- og
gartnara- og heilsudeildin
hjá Tórshavnar kommunu.
Býráðið ognaði sær hesi
- endar leygardagin
Leivur Hansen, býráðsformaður i Havn, miðar ímóti. at
umsitingarligu broytingarnar í bygnaðinum í Tórshavn
ar býráð eru avgreiddar, áðrenn næsta býráðsval
húsini fyri tveimum árum
síðani
- Umframt at hýsa nøkr-
um deildum undir býráð-
num er eisini ætlanin at
hava eina snarskivu har,
sum vit kenna aðrastaðni
Hagar kunnu fólk við
vanligum fyrispurningum
til býráðið fara inn og fáa
svar frá skikkaðum fólki
beinanvegin ístaðin fyri at
tey skulu bíða eftir at fáa
skrivligt svar. Er eitt nú
talan um eina skrivliga
umsókn, sum kann svarast
beinanvegin, ber til at venda
sær til snarskivuna, sigur
Leivur Hansen.
Býráðsformaðurin vísir á,
at aðra staðni verða upp til
80 prosent av fyrispurning-
um til kommununa svarað
við eina slíka snarskivu,
meðan stødan í Føroyum i
dag er tann, at meginpart-
urin av fyrispurningunum
til kommununa er bræva-
skiftið, sum fer úr einari í
aðra nevnd til avgreiðslu
áðrenn viðkomandi fær
svar
- Tað fer at taka sina tíð
at fáa fólk við so breiðari
vitan at sita við snarskivuna.
men ætlanin er at hava fólk
sitandi har sum hava gott
innlit í sosial, byggi- og
teknisk viðurskifti. So við
og við fáa hesi fólkini eina
breiða vitan um ymsu økini,
so tey kunnu geva nøktandi
svar uppá fyrispurningar
Endamálið er einfalt at geva
fólki eina skjótari og betri
tænastu og hjálpa teimum
at sleppa undan at renna frá
eini hurð til hurð
KØKSBUNYTI
STEREOANLEGG
'; KUNST. PLANTUR
"= GÁVULUTIR
UR 8 KLOKKUR
SKRIVIAMBOÐ
BILSTEREO