týsdagur 12. januar 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 6 — 12. JANUAR 1999
ítróttar 15
er — Exo:
-
Hondbóltur: Mansliðið hjá Neistanum vann á KIF og er bert tvey stig frá
oddasessinum. Liðið hevur fingið Trónd Hansen heimaftur. og seinni kemur
Heini Joensen eisini uppí. So spennandi verður at síggja, hvussu langt Neistin
kann koma
EMiL L. JACOBSEN
Neistamenn greiddu sína
uppgávu leygardagin. og
sigurin á KIF lyfti teir upp
á 9 stig. Tað eru bert tvey
færri enn oddalidini H71 og
Kyndil, og um Neistin ger
sum væntad f annadkvøld
og vinnur å Tjaldrinum, ja
so eru teir javnir i stigum
við hini oddaliðini — og tað
man vera langt síðani, at
mansliðið hjá Neistanum
hevur ligið so væl fyri um
hesa tíðina á árinum.
Tey munnu ikki vera
nógv, ið rokna Neistan sum
FM-evni, men hví ikki?
Spælararnir eru har, og fleiri
koma til. Leygardagin var
Tróndur Hansen, sum hevur
verið í Danmark seinastu
árini, við á liðnum, og hóast
hann ivaleyst skal hava
nakrar dystir til veruliga at
koma í gongd aftur, vísti
hann, m.a. við nøkrum góð-
um undirhondsskotum, sum
tó ikki raktu málið. at hann
er góður styrkur fyri Neista-
liðið.
Seinni í ár kemur so eisini
Heini Joensen afturat. Hann
im eitthvørt |
evoi sn rkt
ið og verður ivaleyst
fongur hjå Neistan-
| Mørk hevur fingið
sítt gjógnumbrot í ár, og
Karl Oddmar Rasmussen
spælir betur enn nakrantíð.
Legg hesar afturat Kára
Mortensen, sum altíð er
góður fyri nøkur mál, Páll
Nólsoy, Andreas F. Hansen,
sum hevur víst seg at rigga
sera væl sum spælandi venj-
ari hjá Neistamonnum, og
Boga Henriksen, sum, tá
hann er í stødinum, er ein
av bestu málmonnum i
landinum, ja so hevur tú eitt
fínan hóp.
Leygardagin hevði Neist-
in allatíðina yvirvåg, um
enn hon var lítil.
KIF-liðið hevur Allan
Mørkøre, og tað var týðiligt,
at Neistamenn høvdu virð-
ing fyri honum. Allan skeyt
eisini 11 av teimum 20 mål-
unum hjá KÍF og var óhepp-
Neistin væl við i FM-stríð
in ikki at fåa nøkur afturat
Eitt nú í seinna hálvleiki, tá
hann tvær ferðir á rað rann
einsamallur frá miðjuni í
kontraálopi, men báðu ferð-
irnar sendi bóltin á tvør-
stongina. Høvdu hesir báðir
bóltarnir sitið eitt sindur
longri niðri, er ikki vist, at
KIF hevði tapt.
Fyrri hálvleikur var javn-
ur allan vegin, og ikki fyrr
enn Neistin kom upp á 11-
9, var munurin stórri enn tað
eina málið. Hålvleiksstødan
var 12-10.
Byrjanin av seinna hálv-
leiki var í roynd og veru tað,
sum avgjørdi dystin. Tá
kom Neistin upp á 16-11.
Hóast KIF minkaði um
munin aftur, komu teir ong-
antíð nærri enn tvey mál —
tað var eisini her, at Allan
Mørkøre tvær ferðir upp i
slag rakti tvørliggjaran, tå
hann átti at havt skorað.
Annars var dysturin íkki
beinleiðis vælspældur.
Flestu málini komu við
langskoti ella úti frá vong-
inum, og tað var ikki ofta,
at málini vóru gjøgnum-
spæld.
Lars Miller spældi væl í
Neistamálinum og visti, at
um Bogi Henriksen hevur
ein ringan dag, eigur Neist-
Spælandi venjarin
Andreas F. Hansen er
sloppin igjøgnum
Mynd: Alvur Haraldsen
Karl Oddmar Ras-
mussen (11) hevur havt
eitt gott kappingarår
higartil. Leygardagin
skeyt hann trý mál móti
kollfirðingum
Mynd: Alvur Haraldsen
in onkran annan at seta í
hansara stað
Tróndur Hansen kom inn
í seinna hálvleiki og skeyt
tvey mál (bæði upp á brots-
kast), men vísti kortini, at
hann styrkir um liðið.
Hjá KIF var Allan Mørk-
øre sum vera man vanda-
miklastur, meðan aðrir ikki
so høvdu so góðan dag. Ják-
up Dam var óheppin, tí fleiri
ferðir var hann igjøgnum frå
vonginum, men fekk kortini
ikki mál. Tá gjørdi hann tað
einasta rætta og fór út eina
løtu. Tá tað gongur illa, er
altíð gott at fáa ein steðg.
Neistin vann dystin 23-
20. og tað var í lagi. Teir
høvdu fleiri streingir at
spæla uppá enn KIF, sum
dúvar nógv upp á Allan
Mørkøre. Tá fótbólturin
byrjar aftur, fara bæði hann
og Rói Arting av liðnum
aftur, og so er spurningurin,
hvat verður eftir av KIF-
liðnum tá.
Einasta liðið, ið er niðan-
fyri teir á stigatalvuni —
Tjaldrið hevur kortini
somu trupulleikar — um enn
tað ikki beinleiðis eru lykla-
spælarar, tað har er talan um
- og tað kann gerast bjarg-
ingin hjá KIF í síðsta enda.
Tey flestu eru kortini samd
um, at liðið hjá Tjaldrinum,
sum tað er nú. ikki er so
vánaligt. sum stigatalvan
Men um stigini
»KUIU KOMA, SKUIU LEVY KOMA
erður
Tur