týsdagur 12. januar 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ítróttar
Nr. 6 — 12. JANUAR 1998
Hesaferð eydnaðist tað
ikki hjá VB at vinna í
Vestmanna. VIF vann
20-17
Mynd: Terji Nielsen
ViFkvinnurnar halda fram
Hondbóltur: Sum ein eldri hondbóltsspælari segði: »Umvent er í holuni, nú kvinnurnar eru flaggskipið hjá VIF«.
Leygardagin vunnu uppflytararnir úr Vestmanna sær tvinni stig aftrat
TERIJI NIELSEN
Ikki kann sigast, at kvinn-
urnar hjå VB hava serliga
góðar treytir. Ikki er hópurin
serliga stórur. og haraftrat
stendur liðið nú uttan venj-
ara. At nakrir av leikarunum
so eisini er búsitandi norð-
anfjørds, ger ikki umstød-
Sólrun Krosslá úr VB og Óluva Poulsen úr VÍF
urnar betri.
Somuleiðis eru tær
noyddar til at spæla tveir
dystir, hvørja ferð tær eru
norðanfyri, og tað er eyð-
Mynd: Terji Nielsen
sæd, at liðið, sum dystast
móti sunnudag, hevur ein
stóran fyrimun, tí at vágs-
kvinnur sjálvandi eru eitt
sindur troyttar eftir dystin
dagin fyri.
Skjótálopini
hjá VIF kiksaðu
Eitt av eyðkennunum fyri
spælið hjá vestmannakvinn-
um í hesum kappingarárin-
um hevur verið tey mongu
skjótálopini. VIF hevur
fleiri spælarar. sum eru sera
skjótar avstað í skjótálop.
sum til dømis Jacklin Dur
huus og Angelie Jógvans-
dóttir, ið hava fingið hópin
av málum á henda hátt.
Leygardagin í dystinum
móti VB fekk heimaliðið úr
Vestmanna tó ikki rættiliga
gongd á skjótálopini hjá
sær, og á henda hátt blakaðu
tær óteljandi bóltar burtur.
Heimaliðið fekk tó eina
góða byrjan upp á dystin
leygardagin, og longu tá ið
fýra minuttir vóru leiktir,
vóru tær á odda 3-1. Øll try
málini hevði leikandi venj-
arin hjá VIF, rumenska 10-
ana Rapa, skorað. og tí var
tað ikki heilt óvæntað, at
VB fóru undir at mansverja
hana.
Tá er tað gott hjá einum
liði sum VIF at hava ein
leikara sum Jacklin Dur-
huus.
Hon er, saman við loanu
Rapa, berandi kreftirnar á
liðnum. Sjålvt um VIF eis-
ini hevur nógvar aðrar góð-
ar leikarar. so hevur Jacklin
í fleiri dystum prógvað. at
hon kann taka yvir, tá 10
motstødulidini royna at fáa
loanu burtur úr dystinum.
Jacklin skeyt tvey av
teimum næstu trimum mál
unum hjá heimaliðnum. og
VIF var á odda 6-3. tá ið
tiggju minuttir vóru leiktir.
Síðani gekk nokk so javnt
á. hóast VIF hevði munin
allatíðina. Fimm minuttir
fyri hálvleik legði Óluva
Poulsen heimaliðið á odda
11-8. men síðani fingu vest
mannakvinnur einki mál.
meðan VB fekk tvey. so at
stødan í hálvleikinum var
einans 11-10 til VIF.
VIF fekk skil
á verjuna
Tað hjálpti hjá VIF, at tær
eftir steðgin fingu betur skil
á verjuna hjá sær.
Ikki færri enn átta min-
uttir gingu, áðrenn VB fekk
skorað í seinna hálvleiki. og
tá hevði VIF longu lagt seg
á odda 14-10. og dysturin
var í veruleikanum av gjørd-
ur.
Tað gjørdist alsamt trupl-
ari hjá báðum liðunum at
fáa mál, og serliga vóru tað
vestmannakvinnur, sum í
stóran stil misbruktu upp-
lagdar målmøguleikar. O-
teljandi ferðir skutu ter upp
um ella við síðuna av, tá ið
tær vóru einsamallar við
málverjanum hjá VB. Eisini
Jacklin Durhuus, ið vanliga
er ósvikalig trygg, hevði eft-
ir stedgin fleiri royndir, ið
fóru langt oman fyri málið
hjá VB. ;
Tibetur fyri VIF og
størsta partin av teimum
250 åskodarunum, so gekk
tad heldur ikki ov væl hjå
vågskvinnum vid at skora
mål i hinum endanum av
vøllinum. Ein leikari sum
Sólrun Krosslá, ið vanliga
er álitið á VB-liðnum. fekk
einki mál í seinna hálvleiki
leygardagin, og tað plagar
Ikki at verða henni fyri
Somuleiðis var tað nógv,
sum bendi á. at málini hjá
VB helst skulu koma eftir
einmansavrik og ikki gjøgn-
umspæld álop. Besta dómi
um hetta var, tá ið VB fór í
skjótálop við fýra leikarum
móti tveimum vestmenn-
ingum. VB-leikarin við
bóltinum hevur tríggjar
púra leysar lidfelagar at
spæla til. men rennur ístaðin
beint inn ímóti báðum
verjuleikarunum hjá VIF.
Eisini tóktist tað, sum um
VIF hevði betur vilja enn
VB. Til dømis bleiv nógv
tosað í verjuni hjá vest-
menningum, meðan vágs-
kvinnurnar ikki søgdu tað
stóra í verjuna, við undan-
taki av málverjánum. sum
royndi at fáa liðfelagarnar
eitt vet upp.
Vestmannakvinnurnar
hildu leiðsluna, tað sum ett-
ir var av dystinum, og end-
aliga úrslitið gjørdist ein
rimuliga tryggur 20-17 sig-
ur til VIF.