týsdagur 12. januar 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 6 — 12. JANUAR 1999
ítróttar
Foroyameistararnir
snávaðu aftur
Hondbóltur: Tann yngri av íslendsku feðgunum hjá H71, Finnur Hansson,
gjørdist lyklaleikarin, tá ið H71 leygardagin basti VÍF í Vestmanna
TERH NIELSEN
Tað hevur ikki gingið so
væl hjá vestmenningum
seinastu tíðina. og leygar-
dagin noyddust teir fyri
fjórðu ferð á rað at fara av
vøllinum í høllini i Vest
manna sum tað tapandi lið
10, og hetta hetta er neyvan
hent áður. síðani vestmenn-
ingar fingu sína egnu ítrótt-
arhøll
Aki mansvardur
allan dystin
Tað setti sín dám á dystin,
at sterkasta kortið hjá vest-
menningum, stórskjúttin
Aki Olsen, varð mansvard-
ur frá fyrsta bríksli í dyst-
inum. Hallur Danielsen hjá
H71, sum annars ikki hevur
fingið so nógva spælitíð í
hesum Kappingarárinum.
varð settur til at loysa hesa
uppgåvu, og tað kom hann
væl frá, sjålvt um Aki ikki
gjørdi tad stora fyri at geva
Halli trupulleikar. ,
Havandi í huga at Aki
bara stillaði seg út á miðjan
vøll at hyggja at. meðan lið-
felagarnir vóru í álopi, so
er tað eitt sindur undrunar-
vert, at venjarin hjá vest-
menningum, Daniel Rapa,
ikki valdi at seta annan
mann inn fyri Aka eina løtu.
I fyrra hålvleiki fekk Aki
bert tað eina málið, og tað
kom við brotskasti. Havi
hug til at filast á rumenska
venjaran, at hann ikki brúkti
Hjalmar Klein Olsen meiri
í dystinum, ti Hjalmar hevur
havt eitt rættiliga gott kapp-
ingarår higartil, men í dyst-
inum ieygardagin fekk hann
ikki nógva spælitið
Annars gekk fyrri hálv-
eikur rættuliga javnt á. Lið-
ini fylgdust væl, men tó so
øvdu hoyvíkingar tepra
leiðslu so at siga allan hálv-
eikin. Móti endanum av
fyrra hálvleiki gjørdist
eiðslan hjá H71 trý mál. og
tå ið tríggir minuttir vóru
eftir av hálvleikinum, vóru
10yvíkingar á odda 12-9. So
minkaði besti maður hjá
VIF. Sámal Joensen, tvær
ferðir um munin, áðrenn
Hans Guðmundsson í sein-
asta minutti sendi eitt brots-
kast í netið til hålvleiksstød-
una 13-11 til hoyvíkingar.
Finnur gjørdist
avgerandi
Vestmenningar komu betur
frá byrjanini av seinna hálv-
leiki. Longu tá ið tríggir
minuttir vóru leiktir av
hálvleikinum, heyði heima-
liðið fingið gestirnar aftur,
John Heri Dam spældi
ein góðan dyst í H71-
málinum
Mynd: Terji Nielsen
so at tað stóð á jøvnum 13-
13. Hoyvikingar gjørdu so
aftur ein vørr og løgdu seg
á odda við tveimum málum.
men hendan leiðslan helt
sær bara nakrar fáar min-
uttir, so hevði VIF aftur
javnað og lagt seg á odda.
Tað styrkti um heimaliðið
at Aki Olsen, sum framveg-
is var mansvardur, nú fóru
at flyta seg nakað í álop-
inum og harvið royna at
skapa nakað av ófriði í verj
uni hjá H71.
Næstu løtuna gekk rætti-
liga javnt á, og liðini fylgd-
ust lið um lið heilt fram til
tiggju minuttir fyri dystar-
enda.
Tá hendi tað, at vest
menningar. ið tá vóru á
odda við einum máli, fingu
eina útvísing, samstundis
sum H71 javnaði. Utvising-
ini gjørdu hoyvikingar sær
dælt av. Teir fingu tvey mål
aftrat, medan vestmenning-
urin sat uttanfyri, og VIF
fekk bert tað eina. Tó fekk
heimaliðið javnað stutt eftir,
men tað tóktist allatíðina,
sum um tað vóru hoyvík-
ingar, ið vóru omaná ment-
alt, og tískil var tað heldur
ikki óvæntað, at teir drógu
longra stráið síðstu løtuna.
Stødan var 23-23, tá ið
seks minuttir vóru eftir at
leika, men so kom H71 upp
á 25-23, og hóast vestmenn-
ingar minkaðu um munin
tveir minuttir fyri tíð, so
økti H71 stutt eftir til enda-
ligu støduna 26-24. Tad skal
to sigast, at VIF ikki hevði
eydnuna við sær síðstu løt-
una. Seinastu fimm minutt-
irnar høvdu teir tríggjar
royndir, sum raktu antin
annan stólpan ella tvør-
støngina
Ein sera avgerandi lota
var. tá ið hoyvíkingar vóru
á odda 25-24. og VIF var í
álopi. Ein vestmenningur
breyt fgjøgnum verjuna hjá
hoyvíkingum, men skot-
royndin hjá honum endaði
á stólpanum. og bólturin
stakk út til Rógva Nielsen á
strikuni hjá VIF, men væl-
leikandi John Heri Dam í
H71-målinum fekk beint
royndini hjá Rógva út til
málkast
Stóri leikarin hjá H71
seinastu og avgerandi løt-
una var Finnur Hansson.
Ungi íslendingurin skeyt
fimm av teimum seks sein-
astu málunum hjá H71. og
hann vísti harvið, at tað ikki
bert er pápi hansara Hans,
sum torir at taka ábyrgd, tá
ið á stendur.
Spennandi, men ikki
vælleiktur dystur
Dysturin í høllini Vest-
manna leygardagin var sera
spennandi, men ikki kann
sigast, at hann var serliga
væl leiktur, tí alt ov nógv
persónlig mistøk vóru at
síggja, og til tíðir var spælið
eisini rættuliga rótut.
Dómararnir í dystinum,
Pole Hansen og Artur Jo-
hansen. komu betur frá
seinna hálvleiki enn fyrra.
har teir heldur áttu at brúkt
eyguni enn oyruni
Hóast endaspælið er ikki
meiri enn komið í gongd,
so eru tað tó ávís tekin um,
at tað verður rættiliga trup-
ult hjá vestmenningum at
endurvinna føroyameistara-
heitið. Um teir ætla sær
hetta, so er neyðugt hjá
teimum at fáa álopsspælið
hjá sær at koyra betur. tá ið
Aki Olsen verður mans-
vardur, sum hann jú oftani
verður. Í løtuni liggur VII
á einum fimtaplåssi, og
hetta eru vestmenningar
neyvan nøgdir við
Hoyvíkingar hinvegin
hava nú av álvara blandað
seg upp í oddastríðið. Allir
á liðnum stríðast sum úlvar
á skóg, og tað er ikki frítt,
at onnur lið hava hug til at
klandra teir fyri alt ov hart
spæl. men hetta er nú eina-
ferð eyðkenni hjá H71. I
seinastuni hevur eisini nógv
tos verið millum hondbólts-
fólk um, at Hans Guð-
mundsson skal verða rætti-
liga dugnaligur til at brúka
albogar og líknandi á ein alt
ov ógvusligan hátt, men
hetta kann tó eisini verða
eitt dómi um munin millum
føroyskan og altjóða hond-
bólt. Leygardagin fekk
Hans tó átalu frá dómarun-
um fyri at hava albogarnar
ov langt úti, men tað er slíkt,
sum hendir í hondb6lti, ið
jú er ein ítróttargrein við
nógvum nærdystum.
0 MALA |
StIF fekk
sambandið aftur
17
Hondbóltur: Tað var javnt
allatíðina, men tað eydnaðist ikki
VB at endurtaka sigurin á Skála
EMiL L. JACOBSEN
Sum tey flestu, id fylgja
vid, ivaleyst vita, vunnu
VB-kvinnurnar tveir
dystir upp å tveir dagar,
tå tær fyri jól vóru í Vest-
manna og á Skála og
spældu móti åvikavist
VIF og StlF.
Spenningur var tí um
tað fór at eydnast VB at
gera tað sama, nú tær aft-
ur hildu vikuskifti norð-
anfyri.
Men hesaferð var solt-
ið hjá VB. Leygardagin
taptu tær í Vestmanna, og
sunnudagin máttu tær
eisini lúta fyri StÍF, sum
hevði sera nógv brúk fyri
stigunum, um tær ikki
skuldu missa oddaliðini
úr eygsjón
Dysturin i høllini á
Skála var javnur allan
vegin, og tað var sjáldan,
at munurin var stórri enn
tvey mål.
SUF hevði kortini
munin allatíðina, og í
hålvleikinum førdi heim-
aliðið 9-6.
I seinna hålvleiki skift-
ust liðini um at skora
fyrstu løturnar, men so
før VB at nærkast. Tær
minkadu munin frå 12-9
til 12-11, og okkurt lå i
luftini.
Men tað eydnaðist ikki
VB-kvinnunum at koma
nærri. StlF fór upp á 13-
11, og so brendi VB eitt
brotskast, áðrenn tær
minkaðu til 13-12.
Men so før StIF frå aft
ur, og knappliga var stød
an 17-13 til strandaliðið
VB-kvinnurnar góvu í
tað seinasta, tær høvdu |
eftir, og eins og í fyrra |}
dystinum millum hesi
bæði liðini á Skála. helt
StIF uppat við at skora. Í
Tå ellivu minuttir vóru
eftir. var stødan 17-13, og |
so fekk StIF ikki mål aft- |
ur teir næstu tiggju min- |
uttirnar.
Munurin hesaferð var
kortini, at tað heldur ikk:
gekk so væl hjá VB at fáa
mál — bert trý bleiv tað
til, so stødan bleiv 17-16.
og tað var tað nærmasta.
VB kom nøkrum stigi
Enn einaferð spældi
Sóley Mikkelsen ein tyð
andi leiklut, og hon sket
eisini tey bæði seinastu
málini, sum lyftu Stlf
upp á 19-16. og sum
punkteraðu VB-liðið.
Annars var Eyðleyg
Mikkelsen aftur at síggja
á StiF-lidnum. Hon hev-
ur verið burtur leingi við
skaða. men er nú for fyri
at spæla aftur.
Tað er Signhild
Petersen hinvegin ikki,
og henni er tað framvegis
saknur í.
VB noyddist heimaftur
við ongum hesaferð, men
tær eru framvegis eitt stig
frammanfyri Gl/Tjaldrið,
so tað er ikki bert í topp-
inum, at kappingin er
jøvn.