hósdagur 8. januar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 4 - 8. januar 2004
Nr. 4 - 8. januar 2004
23
Tað sær út til at
bilarnir í framtíðini
fara at broytast sera
nógv í allar mátar,
ikki minst hvat
designinum viðvíkur.
Her er konseptbilurin
Lexus LF-S, ið eftir
ætlan skal koma á
marknaðin í 2005
sum avloysari fyri
Lexus GS
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Lexus er luksusbilmerki hjá
Toyota. Núverandi Lexus
GS 300 og GS 430 verða í
2005 skiftir út við ein heilt
nýggjan bil, sum líkist
konseptbilinum Lexus LF-
S. Bilurin bleiv sýndur
fram á Tokyo Motorshow
seinasta heyst, og har bleiv
hann væl móttikin av
áskoðarunum.
LF-S er størri enn Lexus
GS, og bilurin á framsýn-
ingini hevði hybrid motor,
sum teir koma at satsa nógv
upp á í framtíðini eftir at
Toyota Prius er vorðin ein
succes.
Tá bilurin endaliga kem-
ur á marknaðin í 2005
verða ein 3,3 litur V6
motorur við 235 hk og
seinni kemur so ein V8
motorur við 360 hk.
Lexus hava rættuliga
sligið ígjøgnum í USA, har
teir gera lívið súrt hjá
evropeisku og ameikansku
luksusbilunum,
men
í
Evropa ráða evropeisku
luksusbilmerkini.
Opel
Insignia
Eftir at Opel Omega
bleiv tikin av skránni í
2003, er ikki heilt víst
hvussu tað verður við
stórum Opel-bilum í
nærmastu
framtíð.
Men hesin Insignia
Concept Car, ið er
bygdur
yvir
ein
Cadillac plattform, er
møguliga eitt boð
uppá ein avloysara
fyri Omega
Kelda: bilpriser.dk
Ókeypis
bilar frá GM
Í 56 dagar geva Gene-
ral Motors í USA
1000 spildurnýggjar
bilar ókeypis til tey,
sum fara inn til ein
GM bilhandlara og
trýsta á ein knøtt á
eini lottarímaskinu.
Tey síggja tá beinan-
vegin, um tey hava
vunnið. Endamálið er
at vekja áhugan hjá
amerikanarum
fyri
sínum egnu bilum
Kelda: DR Nyheder Online -
Indland
Væl nøgd
við CR-V
Amerikanski
kann-
ingarstovnurin, J.D.
Power, gjørdi herfyri
eina
kanning
av
hvussu nøgdir 52.000
bileigarar vóru við
sínar nýggju bilar.
Kanningin vísti at
Honda CR-V lá á
odda
viðvíkjandi
kvaliteti og kunda-
nøgdsemi
Kelda: bilpriser.dk
Á Detroit Motorshow
í januar verður av-
loysarin hjá Ferrari
456 GT sýndur fram.
Ferrari 612 Scagliette
er gjørdur úr alumin-
ium og bilurin, sum
hevur V12 motor við
540 hk, kostar umleið
4,6 milliónir krónur á
donskum nummar-
plátum
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Á myndini her sæst at Peu-
geot 407 og Ferrari 612
hava sama italska design-
ara, Pininfarina, men bilar-
nir kunnu ikki heilt saman-
líknast. Ferrari 612 Scagli-
etti er ein 2+2 GT, sum
sameinir komfort og sport í
einum bili við heilt ótrúliga
góðum koyrieginlei-
kum. Talan er
um eina
koyri-
maskinu, sum koyrir frá 0-
100 km/t upp á 4,2 sekund,
og toppferðin er 315 km/t.
Motorurin er ein 5,7
litur V12 við 540
hk.
Lexus LF-S:
Nýggjur Lexus í 2005
Ferrari 612 Scagliette
Nakað soleiðis kemur avloysarin hjá Lexus GS at síggja út, tá hann kemur á marknaðin í 2005. Stórt Lexus-logo í
kølaragittaranum og smart design
Baklyktirnar sita høgt, og
bilurin, sum hevur fýra
hurðar, minnir um
ein coupé
BILATORGIÐ
Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag
FORD FOCUS STATIONCAR
1.8 TURBO DIESEL
Árg 16.maj 2002, Km 41.000. Sum
nýggjur: Centrallás- El.Rútar-Hita í
forrúti - Hita í Forsetrum - Radio
v/bandsp. V.m. Bert 1. ár og 5. mán-
aðir. Seldur vegna keyp av 7. pers.
bili. Kr. 175.000.
SUBARU LEGACY 2.0 GL,
AUTOMATIC
Árg 10. Apríl 96, Km 70.000. Sera
vælhildin: Automatisk gear -
C.D.Anlegg - Centrallás - El. Rútar -
El. Spegl v.m. Kr. 85.000.
KIA SEPHIA 1.5 GTX
Árg Mar-97, Km 150.000. Fjarstýrt
centrallás-El-rútar-El-spegl - Spoyl-
ara aftan- Alufelgur- v.m. Tilboð utt-
an bil í býti kr. 52.000. Kr. 66.000.
PEUGEOT EXPERT 2.0 HDI
8.PERS—NAR
Árg Jan-03, Km 14.900. Selist
vegna keyp av 4. hjólstrekkjara.
Sum nýggjur: Alufelgur- Eyka vetr-
arsett- tónaðar rútar- El-rútar-El-
spegl-Fj. stýrt centrallýs-C.D.An-
legg- Sleipikrók v.m. Kr. 250.000.
ROVER 620 SI
Árg Jun-99, Km 81.000. Sera væl-
hildin: Aircondition-Alufelgur-Fjar-
stýrt centrallás- El-rútar-El-spegl
v/hita. C.D. Anlegg- Sleipikrók v.m.
Kr. 158.000.
TOYOTA LANDCRUISER DIESEL
Árg Maj 1986, Km 136.000. Innreg-
istreraður sum persónvognur. Lev-
erast nýsýnaður. Kr. 28.000.
SUBARU LEGACY 2.0 GL
STATIONCAR.
Árg 08.Juni 95, Km 138.400.
Centrallás - El-rútar - El-spegl -
Radio v/bandspælara og CD Boks.
Kr. 78.000.
HONDA CIVIC
Árg Sept .2001, Km 20.700. Air-
condition - El.rútar - El.spegl v.hita
-Radio - Fjarstýrt centrallás v.m.
Sum nýggjur. Tilboð kr. 135.000.
TOYOTA CARINA 1.8 GLX
SEDAN
Árg Dec. 1997, Km 111.000. Air-
condition - Alufelgur- Eyka Hjólsett-
El.rútar fr. -Radio v. C.D. - centrallýs
v.m. Sera vælhildin. Kr. 96.000.
KIA SEPHIA 1.5 GTX
Árg 17 Jan. 1997, Km 49.000. Fjar-
stýrt centrallýs-El-rútar-El-spegl-
Radio v.bandspælara eyka
tectylviðgjørdur. Selist vegna flyting
til Danmark. Kr. 58.000.
SUBARU LEGACY 2.0 GL
AUTOMATIC
Árg 06 Sept. 1995, Km 96.000. Sera
vælhildin: Automatisk gear-Central-
lás- El-rútar- El-spegl-Radio v/band-
spælara. Kr. 78.000.
SUBARU LEGACY 2.0 GL
Árg 03 Marts 1993, Km 82.000.
Sera vælhildin: El-sóltak- Central-
lás- El.Rútar-El.Spegl-Radio v/band-
spælara -Eyka hjólsett v.píkum.
Kr. 67.000.
Jónas Broncksgøta 15
Tel. 310600 - Fax 310650
William Smith
Nú undirsjóvartunnilin hev-
ur haft 1 ára føðingardag,
kann staðfestast, at henda
íløga, var ein røtt íløga, lat
ongan iva verða um tað. Frá
tí, at nærum bert vágafólk
gjørdu brúk av gomlu
skipanini at koma um sundi
vid Samferðsluskipunum,
375 bilar pr. dag, so er
ferðslan nú vaksin upp í 880
bilar pr. dag.
Tað ferðast 450 fólk um
flogvøllin um dagin, og
bussarnir
hjá
strand-
ferðsluni koyra so gott sum
tómir millum Havnina og
Flogvøllin. Soleiðis var
ikki, tá ferjurnar sigldu. Tá
stóðu fólk sum sild í tunnu
í hvørjum bussi, ið fór um
sundið, og vísir hetta, at
teir nú koyra tómir, at fólk
hava gjørt av at brúka egnu
bilar sínar fyri at koma á
flogvøllin ídag.
375 + 450 = 825 Bilar pr.
dag, og passar hettar sera
væl við tað ferðslu, sum er í
dag.
Tíverri framgongur tað
av hesum tølum, at tey,
sum róptu harðast um at fáa
fast samband um Vest-
mannasund,
ikki
gera
nýtslu av tunnlinum - meira
enn tað sama sum tá ið ferj-
urnar sigldu um sundið,
375 bilar pr dag.
P/F Vágatunnilin hevur,
saman
við
landinum,
gjøgnumført hetta pragt-
fulla bygningsverk, men nú
sæst, at tað verður ikki
brúkt til fulnar, var tað nú
meiningin?
Orsøkin er sera einføld,
fólk hava ikki ráð at nýta
hetta stóra bygningsverk!
Vágafólk, øll sum eitt,
søgdu ja til at gjalda bumm-
pengar fyri at fáa hetta
megnarverk gjøgnumført,
og tað frøddi mangan Før-
oying, at Vágafólk góðtóku
hetta. Tó skulu vit minnast
til, at hetta var í teimum
ringu tíðunum, einaferð í
80-90´unum. Lat tað fara,
nú er tunnilin komin, og
vágafólkum varð álagt at
gjalda sín part. Vágafólk
høvdu ongar trupulleikar av
hesum, vit skulu nokk
gjalda.
Tunnilin bleiv mettur at
kosta 240 milliónir krónur
at byggja . Landið átók sær
at rinda 2/3 av hesum, 160
mill, og bummgjald skuldi
so fíggja restina av kostn-
aðinum, 80 mill., svarandi
til 1/3. Hetta skuldi gjaldast
yvir eitt 15 ára tíðarskeið.
80 mill = 375 mill.!?
Tað sum síðani er hent er,
at nú eru 80 mill. ikki 80
mill. longur, nei nú skulu
375 millónir(tað sama sum
Norðoyartunnilin er mettur
at kosta allur sum hann er!)
inn við bummin á Vága-
landinum yvir 15 ár! 25
milliónir skulu inn um ári,
sigur Stjórin í "P/F Vága-
tunnilin" nú. Hetta hevur
ført við sær, at tað kostar
180 kr. (186 kr tá gjaldast
skal í banka) at koyra
ígjøgnum tunnilin, og sigur
tað seg sjálvt, at hetta eru
alt ov nógvir pengar hjá tí
vanliga føroyinginum at
gjalda. Sjálvt við einum 40-
túra kubba, sum jú gevur
lægsta prís, so skal ein, sum
nýtir hesar 5 km av vegi til
arbeiðis hvønn dag, av við
umleið 20.000.- kr. í
kubba-gjaldi pr/ ár.
Tí brúka Vágafólk ikki
tunnilin meira enn tað sama,
sum tey gjørdu, tá gamla
farleiðin førdi tey um sundi,
tað letur seg ikki gera!
13 ár og 11 mánaðir:
At 880 fólk/bilar gera brúk
av tunnilinum, er bert at
frøast um. Men ikki kann
sigast, at tunnilin sum so
hevur
haft
tað
stóru
positivu ávirkan á eitt nú
vinnulívi her vesturi. Nei,
tað er ov dýrt! Men Vága-
fólk eru stolt, tey tiga (und-
irritaði er havnamaður) og
tey skulu nokk gjalda sín
part - men tey flestu hava
nú gjørt av at bíða í 13 ár og
11 mánaðir. Tí TÁ verður
tunnilin handaður landin-
um og so verður frítt at
nýta hetta pragtfulla bygn-
ingsverk. Og TÁ kemur tað
eisini til sín fulla rætt. Og
TÁ fer Vágoyggin eisini at
fáa tann ágóða, sum tey
høvdu væntað fyri einum
góðum ári síðani, men av tí,
at eitt alment partafelag
varð sett at stýra øllum
hesum projektinum, ja so
mugu vit bert ásanna, at tað
verður ikki fyrr enn um 13
ár og 11 mánaðir, at
tunnilin opnar.
Hví 180 kr:
Orsøkin skal finnast í hes-
um, at tað sita 10 fólk í
Tórshavn í leigaðum høl-
um, og umsita hetta showi.
Ein millión er sett av til
kavarudding av vegastrekk-
inum vid tunnilsmunnan
her vesturi, og so ikki at
gloyma Ansni (hví ikki
Vága Vaktarhald), sum nú í
meira enn 1 ár hevur sitið
vágamegin í einum skúri
og gløtt at einari automat,
sum bert skilur norskt.
Tunnilin verður í dag
bert útnyttaður ein brøkpart
av tí, hann var ætlaður til.
Landi hevur brúkt 160
milliónir kr, og tad einasta
veruliga
produktið,
vit
skattgjaldarar hava fingið
fyri hesar 160 milliónirnar,
er at bussarnir hjá SL
koyra tómir millum Havn-
ina og flogvøllin.
Hvat er galið við Lands-
verkfrøðinginum. Lat hann
sum skjótast takað við, og
fá so lukka fyri tí heita
vatninum hjá P/f Vága-
tunnilinum. Hetta P/f um-
situr EIN tunnil og LV 15.
Eisini er vert at minnast til,
at
landsverkfrøðingurin
kemur ikki at lasta tunnilin
vid nøkrum. Hann situr jú í
nevndini hjá P/f Vágatunni-
linum sum er, so hann kann
bara skifta sess vid tað
runda borði.
Tað er eitt krav, at tit pol-
itikkarar takað um endan,
og syrgja fyri at seta tykk-
um inn í hesi viðurskiftið
og opna tunnilin.
Hypotesa:
Vágafólk søgdu ja til at
gjalda 80 mill(1/3 av lánin-
um) inn sum bumgjald yvir
15 ár. Hetta gevur 5,3 milli-
ónir um ári. Dividera hetta
talið upp í nýtslutalið
ígjøgnum tunnilin ídag,
880 bilar pr dag,(440
gjalda) ja so hevði tad kosta
umleið 30 krónur fyri hvørt
akfarið at farið ígjøgnum
tunnilin, og rokni eg við at
hetta var tað, Vágafólk
søgdu ja til, tá ið tey øll
vælsignaðu bummgjaldi.
CITRO‘N XSARA 2,0 HDI
DIESEL STATIONCAR
Árg apr.2001, Km 19.000. Sera væl
hildin. Kr. 130.000.
Tel. 373874 ella 228591
Bummgjald:
Hvat søgdu Vágafólk ja til?
C
M
Y
K
23
22