Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 4 - 8. januar 2004 Nr. 4 - 8. januar 2004 25 Petur Hans Dahl Sjómansskúlalærari Tað vóru skelkandi tíðindi, vit fingu tollaksmessudag, at Føroyar, samanborið við EEC-lond, er dýrasta land at liva í, sæð út frá, hvat skattaborgarin hevur eftir, tá ið samfelagið hevur fing- ið sítt. Ikki kann sigast annað enn, at tað er eitt ógvuliga vánaligt úrslit, farandi landstýrissamgonga gevur frá sær, nú teir ikki longur kláraðu at einast um at stýra landinum eftir bestu ár, vit nakrantíð hava havt í fiskivinnuni. Væl kann tó sigast, at fólkaflokkurin roynir at arbeiða fyri skatta- lætta, men teir hava verið noyddur at ofra seg til tjóðveldið á fullveldisalt- arinum. Og hvat er so úrslitið? Hægsti skattur í øllum Europa! So kunnu teir rópa so hart teir vilja um pening á kistibotninum, meðan Palleba knógvar undir harðari skattabyrði og fær ikki endarnar at røkka saman. Ímynda vit okkum, at núverandi landsstýrissam- gonga slapp framat aftur við teimum ætlaðu yvir- tøkunum, nevnliga kirkjuni og lóggávuvaldinum saman við løgregluni og øðrum ætlaðum yvirtøkum í nærmastu framtíð, hvar koma vit tá at flóta skattin- um viðvíkjandi. Einum nýtist ikki at vera búskapar- frøðíngur fyri at rokna út, at tá fer skatturin í hvussu so er ikki at minka. Tað er nú einaferð soleiðis, at eitt lítið samfelag er nógv dýrari at reka uppá seg enn eitt stórt við allari teirri umsiting, sum jú einaferð fylgir við. Fyri nøkrum árum síðani bleiv blokkurin skorin niður við umleið 356 mill. kr. Vit vita jú, at ætlanin hjá fullveldislandsstýrinum jú var at skera allan blokkin burtur, og tað halda teir, at teir kundu gera, uttan at skatturin hækkaði. Hvar er logikkurin? Tjóðveldisflokkurin er nú komin fram við eini stevnisskrá, har teir vísa á 24 yvirtøkumál, sum koma at kosta umleið 60 mill. kr. Tað, vita vit, kemur ikki at halda. Teir koma heldur ikki við nøkrum ítøkiligum ábendingum um, hvar peningurin skal koma frá. Lat okkum síggja prógvið. Frá oljuni kemur hann í hvussu so er ikki. Fyri at tekkjast ávísari veljarafjøld eru teir nú vorðnir meira moderatir í orðalagnum, hvussu barnið nú skal eita. Republikkin hjá Torbirni kemur als ikki upp á tal, loysing er sloyf- að, fullveldi eisini. Nei, nú eitur tað nokso vakurt sjálvbjargni. Sum um før- oyingurin ikki altið hevur verið sjálvbjargin? Latið tykkum ikki lumpa av orð- um, ætlanin er hin sama, at kvetta á stokkinum. Kæri veljari. Um tú ynskir, at vit skulu ofra alla vælferð við okursskatti nógv ár framyvir bert fyri at síggja føroyska flaggið veittra á høvuðsborgini hjá ST í New York, so skalt tú velja tjóðveldisflokkin. Hinvegin, um tú ynskir ríkisfelagskap við tryggum viðurskiftum og skatta- lætta, so skalt tú velja sam- bandsflokkin, sum er ein- asti flokkur, sum fram- haldandi borgar fyri ríkis- felagskapi. Allir hinir flokkarnir, eisini gamla sjálvstýri og miðflokkurin, ganga inn fyri fullveldi fyrr ella seinri. Tó veit eg ikki, hvar hin stuttligi flokkurin flýtur. Livst, so spyrst. Gott val. VALGREINAR Sangfuglar og telvarar vísa vegin! Rani Nolsøe www.raninolsoe.net Tá fullveldið varð sett á heimskortið í 1998, loysti tað eina nýggja mentannarliga megi úr lagdi í Føroysku tjóðini. Ongantíð fyrr í søguni hava okkara sangfulglar og telvarar verið so sjón- ligir í altjóða samfelag- num, sum seinastu árini, tí eingin ivi er um, at jú sterkari tilvitanin um okkum sjálvi er, jú sterkari eru vit, tá vit virka úti í heimi. Síðani 1998 hava okk- ara sangfulgar og telvarar gjørt eitt sera týdningar- mikið arbeiði fyri før- oysku tjóðina. Hvønn týdning man tað fara at fáa, at Teitur Lassen lenar seg upp at einum ruddiligum gjøg- numbroti í USA? At Eivør Pállsdóttir hevur fingið gull fyri sína sølu av Krákuni í Íslandi? At Pætur við Keldu breyt í gjøgnum í Grand Pix høpi í Danmark? Og at Guðrun Sólja Jacobsen og Gunnar Mikkelsen hava vunnið tvær tær fyrstu sangkappingarnar ‘Stjørna í eitt kvøld’ á rað? At Brandur Enni, longu í dag er eitt kent navn í Íslandi og Dan- mark? Hvussu nógv hevur tað ikki sett í gongd innan talvheimin, at Hans Kristian Simonsen vann á heimsins besta telvara Garry Kasparov, tá hann vitjaði í Føroyum í 2001? At John Arni Nilsen er so nær einum altjóða gjøg- numbroti sum altjóða meistari í talvi, sum vit ongantíð fyrr hava verið? At føroyameistarin í talvi Martin Poulsen í hesum døgum ferðast víða um í Evropa og við toppúrslitum umboðar reyðu, bláðu og hvítu litirnar? At okkara olympisku telvarar ferð eftir ferð markera seg langt omanfyri styrkis- metingina í altjóða høpi? Og hvussu nógv hevur Talvfelagið Føroyar, sum varð stovnað 14. sep- tember í 1984, ikki betr- að um okkara annars slitna umdømi í Dan- mark, við at fremja tað næstan ‘óhugsandi’ bragd, at telva seg fram í donsku premier league í talvi? Leingi var tað bert okkara landslið í fótbólti, sum minti altjóða sam- felagið á, at Føroyar vóru meir enn ein skuldar- bundin ósjálvstøðugur partur av danska konga- ríkinum. Nú gerast vit fleiri og fleiri. Tjóðveldisflokkurin vil sanniliga samband. Men tað er samband við allan heimin! Tí fara vit í kom- andi løgtingi at seta fokus á, hvussu stremb- anin hjá tónleikarum, telvarum og listarfólkum á altjóða pallinum eigur og skal stuðlast. Sangfuglarnir og telv- ararnir eru við til at seta Føroysku tjóðina í eitt nýtt ljós, sum skapar virðing og áhuga altjóða. Veljið framtíðina - veljið Tjóðveldisflokkin! Jónfinn Olsen Valevni fyri MIÐFLOKKIN Í Suðurstreymoy Mangan hugsa vit at tað nyttar onki at velja ein lítlan flokk, tí hann fær ikki ein mann ella kvinnu valda har í tí valdøminum, har sum vit nú einaferð eru stødd. Men tað eru tær samlaðu atkvøðurnar úr øllum valdømum í Føroyum, sum geva tað endaliga úrslitið fyri flokkin. Um tað verða fleiri vald ella ikki. Tí er tað, at tín atkvøða er so týdningarmikil serliga fyri ein lítlan flokk, fyri at hesin flokkur skal kunna veksa seg stóran. Tað er tú, sum veljari, sum avger um møguleikanir gerast betur og flokkurin kann gerast størri, og síðan fáa fleiri tingfólk vald inn í Løgtingi. Ynskir tú at MIÐ- FLOKKURIN skal gerast ein størri flokkur og fáa fleiri fólk inn í Løgtingi, tørvar MIÐFLOKKURIN tína atkvøðu hin 20 januar 2004. Ein atkvøða kann verða avgerandi, hugsa um hetta tá tú setur krossin valdagin. Ynskir tú eitt samfelag bygt á ein sterkan og trygg- an grundvøll, við álitið á skaparan hin altvaldandi á himli og á jørð, so set X tín við lista H, sum gevur klárt til kennar hvat flokkurin stendur fyri. Eg skal enda við einum ørindi úr einum so vakrum sálmi, har skaldi sigur soleiðis, "Frá kraft til kraft fer tann flokkur fram, Sum stillur og eyðmjúkur bíðar, Til Guð ger ein útveg, sum sømir seg hann, Og fyri sítt navn tey út fríar". Miðflokkurin tørvar tína atkvøðu, og tær tørvar ein flokk sum Miðflokkin at verða við til at mynda Føroyskan politikk. Vel Miðflokkin valdagin 20. januar 2004. Set x við lista H ella eitt av valevnum floksins. Gott Miðflokka val. Jón Ellendersen Valevni Sjálvstýrisfloksins í Eysturoynni Seinastu orðini frá Högna Hoydal áðrenn hann fór úr tingsalinum aftaná at tjóð- veldismenn vóru koyrdir til hús var, at Tjóðveldisflokk- urin fór ikki at kasta við runu uppundir valið! Men frá fyrsta bókstavi í val- stríðnum, hevur Högni júst gjört tað, hann lovaði ikki at gera: At kasta við runu! Högni hevur gjört hatrið til Anfinn Kallsberg til sítt, og tjóðveldsins valskrá. Men Högni hevur yvir- livað í heili 6 ár uppá at síggja tröll og at fáa öll onnur at lurta eftir hansara sögum um tröll - ella fígg- indamyndir, og seinasta tröllasögan stendur í Dimmu í dag, leygardagin 03. januar. Og tröllasögur- nar hava verið nógvar: hini eru landasvíkjarar (eitt ógvusligt orð); hini fremja óreglusemi; hini ..... ella: Góða mamma, tað var ikki eg, fólkafloksmenn teir fýrdu meg. Og so mikið um valskránna hjá Högna, tí meir er ikki í henni, ella honum. Sjálvstýrisflokkurin hinvegin, fer ikki til val uppá tað skeiva, sum hini hava gjört ella við at taka sær æruna av öllum, hini hava verið við til. Sjálvandi kunnu vit nevna nökur mál, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur framt, men vit liva í dag og hugsa um fram- tíðina - ikki um fortíðina. Men hetta ber valskráin eisini boð um. Vit vilja byggja land, ikki ræða fólkið við tröllasögum. Sjálvstýrisflokkurin hev- ur sum eitt av aðalmálum sínum, at í Föroyum skal fólkið valda, tí fólki skal gjalda. Tað eru ikki danir sum avgera framtíð okkara, tað eru ikki politikkarar ella journalistar, sum av- gera framtíðina, men För- oya fólk. Fólkið er okkara ríkasta tilfeingi, ikki fisk- urin, og tí skal og má fólkið setast fram um alt. Men tað er tíanverri so, at Sjálv- stýrisflokkurin er um at vera einsamallur við hesi hugsjón. Jú, gamaní, uppundir val, so vilja allir fólkinum so væl, men aftaná, so verður ikki tosað so nógv um fólkið annað enn, at tað skal gjalda meiri í avgjöld- um og skattum og at fólkið kostar samfelagnum so nógv. Men hetta er ein skeivur hugburður, tí fólkið kostar einki, fólkið er ein ílöga. Ella hvaðani kemur peningurin, sum lands- kassin og kommunukass- arnir hava at arbeiða við? Frá fólkinum! Tískil mugu vit benda föroyskan politikk inn á eina aðra leið, Tað Gongdu Leiðina, har fólkið er hövuðsleikarin, politikarin er tænari fólksins, og ikki harri fólksins, sum vit hava sæð fleiri ábendingar um seinastu árini. Eg, og aðrir sjálvstýris- valevni við mær, fara ikki til val uppá at vit so avgjört mugu fáa ein sess á tingi, tí har er trygt og gott, og inntökan er góð, NEI, vit fara á val uppá, at í Föroyum skal fólkið valda, tí fólkið skal gjalda. Og júst tí siga vit eisini: Listi D fyri Demokrati. Skattalandið Føroyar Frá kraft til kraft fer tann flokkur fram Högni sær tröll - vit byggja land VALGREINAR Aftursvar til Jón Ellendersen Bill Justinussen Bill.Teletech.fo Í grein hjá omanfyri- nevnda í Dimmu beint fyri jól, sum kallaðist "Bill, 80 dagar kring jørðina", var eg kravdur eftir eini frágreiðing um tær ferðaútreiðslur, sum eru undir mínum málsøki fyri 2003. Her skal eitt sundurgreinað svar verða givið, men heilt sundurgreinað kann tað ikki vera, tí so tekur tað eina heila blaðsíðu í Dimmu, men hetta er ivaleysa ná- greiniligt. Um enn nágreiniligari upplýsingar ynskjast, eru tær tøkar og kunnu útvegast. Samlaðu útreiðslurnar (møguliga eru onkrar útreiðslur ikki bókaðar enn) undir §11: Familju- og Heilsumálaráðið eru hesar sambært bókhaldinum, sum enn ikki er grannskoðað, og tí verður hetta upplýst við fyrivarni: Umsitingin hjá landsstýrismanninum: kr. 300.000 Vísindasiðsemisnevndin kr. 8.500 Løn til pedagogar í framh.útbúgving kr. 10.000 Fyribyrgingarráðið kr. 110.000 Kommunulæknaskipanin kr. 67.000 Apoteksverkið kr. 998.000 Landssjúkrahúsið kr. 2.019.000 harav kr.1.333.000 eru til starvsfólkamenning Landssjúkrahúsið útbygging kr. 6.500 Klaksvíkar Sjúkrahús kr. 388.000 harav læknar 288.000 Suðuroyar Sjúkrahús kr. 310.000 harav læknar kr. 159.000 Serviðgerð uttanlands, heilsustarvsfólk kr. 674.000 Sjúklingahotellið Tórshavn, kr. 32.000 Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, 48.000 Blákrossheimið kr. 35.000 Vónandi svarar hetta yvirlitið nøkrum av spurn- ingunum. Undirritaði havi sitið í Landsstýrinum síðani 6. juni 2002 og havi verið 5 túrar uttanlands, harav tríggir í Norðurlandaráðshøpi. Páll á Reynatúgvu løgtingsmaður Uppundir seinasta val brúkti ÍSF-forsetin (fínt skal tað vera) dúgliga sín sess í Ítróttarsambandi Før- oya, til at reka persónligt og partapolitiskt valstríð við. Tað varð hansara val, men neyvan serliga heppið, um tú hugsar um hvussu stóran týdning tað hevur fyri øll okkum føroysku ítróttar- fólk, at vit kenna ÍSF, sum okkara ópolitiska ítróttar- samband í okkara landi. Eftir at hava umboða mína oyggj og mítt land í meira enn tjúgu ár í vaksnamannaítrótti, kennist tað vanærandi, hvussu lætt ÍSF- forsetin fer um grunn- leggjandi viðurskiftini í altjóða ítrótti. Hesin politiski vatnskut- arin, sum neyvan røkkur kjølin í nøkrum politiskum máli, lovaði høgt og hei- lagt, í Sambandsflokksins navni, at altjóða olymp- iskur limaskapur, einans varð ein avgreiðsluspurn- ingur, og at altjóða støðan hjá okkara tjóð ongan týdning hevði í mun til olymiskan limaskap. Fullveldisstøðan hjá før- oysku tjóðini er týdningar- mesta amboðið, í roynd- unum at vinna okkum olympiskan limaskap - tað vita vit øll - eisini Heðin Mortensen sjálvur veit at tað er ein lodrøtt ið hann borðreiðir við. Eg eri stoltur av at hava umboða mítt land og mín oyggj í altjóða fótbólti, uttan mun til politiska litin, hjá mær ella hjá teimum, ið eg spældi saman við. Øll vit ítróttarfólk spæla fyri at umboða okkara land, felag ella oyggj, við tí mergi vit eiga. Eg vil tí frábiðja mær partapolitiskar ítróttarsam- bands greinar og lyftir í hesum valstríði. Vit røkka ikki olympiskum lima- skapi, við at bakka út av Amalienborg, men har- afturímóti, við fattari pannu at ganga inn gjøgnum dyrn- ar í IOC, sum eitt fullveldi ájavnt við hini frælsu lond heimsins. Heðin D. Poulsen hedin@hedindp.com Vit føroyingar hava nakað serstakt, ið vit skulu varða um. Tað er okkara mentan- ararvur og dugnaskapurin hjá unga fólkinum á ment- anarliga økinum. Tað er fløvandi at uppliva føroysk tónleikafólk royna seg og fáa viðurkenning uttanlanda. Eitt nú Eiðvør Pállsdóttir, Týr og Teitur Lassen, ikki einans dugna- lig listarfólk, men eisini fyrsta floks umboðan fyri Føroyar. Somuleiðis innan máln- ingalistina eru fleiri góð fólk við at gera síni nøvn kend í útlondunum, millum annað Rannvá Kunoy og Hansina Iversen. Hansina megnaði við síni list tað sum fáur annar hevur megnað, hon fekk sjálvan ísakalda Poul Nyrup at blotna og tosa um eitt "fe- lags stev" millum Føroyar og Danmark, tá ið hann vitjaði her á landi og sá hennara list. Í meira heimligum um- hvørvi er tað ikki minst hugvekjandi og fjálgandi at hoyra, hvussu føroysku listafólkini menna seg ár eftir ár, eitt nú symfoni- orkestrið og Gríma. Hesi fólkini, ið leggja sítt lív og sál í teirra arbeiðið, verður tað seg lønt ella sum part av teirra frítíð, hesi skulu fáa góðar karmar at virka undir. Musikskúlanum hevur okkara mennandi tónleika- lív nógv at takka, ið er til stóra gleði fyri bæði tey, ið lurta eftir tónleiki og tey, ið sjálvi spæla tónleik. Eg kundi hildi áfram, at skriva síðu upp og niður um okkara mentunarlív, men tað mest umráðandi at minnast til er, at mentanin eigur at verða stuðlað, bæði fíggjarliga og við hóskandi karmum. Somuleiðis er tað altumráðandi, at loyva mentanini at spreiða sínar veingir uttan politiska uppíblanding. Tann stórsta hóttanin móti mentanini er, um vit lata politikarar út- nevna seg til dómarar at avgera hvør tann "rætta" mentanin er. Tann einasta skeiva mentanin er tann politiskt stýrda mentanin. Mentanin skal stuðlast og mentanin skal hava full- komuligt frælsi at spreiða sínar veingir. Jaspur Vang Valevni fyri Sambands- flokkin í Suðuroy Londini uttan um okkum leita á alt fleiri økjum og í alt størri mun saman í størri eindir. Somuleiðis leggja alt fleiri vinnuvirkir saman tvørtur um landamørk. Or- søkin er sjálvsagt tann, at størri eindir m.a. fíggjar- liga, politiskt og hugsjón- arliga saman standa so nógv sterkari. Soleiðis standa Føroyar eisini nógv sterkari í ríkisfelagsskap- inum. Ríkisfelagsskapurin. Innan karmarnar av ríkis- felagsskapinum • hevur føroyski búskap- urin fleiri bein at standa á, soleiðis at vælferð og framburður ikki einans stendur og fellur við skiftandi fiskanøgdum og skiftandi fiskaprísum, • er m.a. hugsjónarliga -, vinnuliga -, fíggjarliga - og mentunarliga fjøl- broytnið so nógv størri, • verða hernaðarlig verja, uttanríkis- og gjaldoyra- viðurskifti umsitin undir royndum og skipaðum viðurskiftum, • er, hvat løgreglu og rætt- arskipan viðvíkur, rættar- trygdin í hásæti og ikki merkt av politiskum og átrúnaðarligum ógegni ella vina- og kenninga- politikki, • hevur okkara ungdómur í boði teir fjølbroyttu út- búgvingarmøguleikar ríkisfelagsskapurin gevur rætt til í ríkinum, í Norð- urlondum og í ES, • hevur ungdómurin rætt til lestrarstuðul, lestrarlán og íbúðir til lesandi og onnur undir útbúgving, eins og okkara ungu • eftir lokna útbúgving í ríkisfelagsskapinum hava ein ógvuliga fjøltáttaðan arbeiðsmarknað í boði. Soleiðis kundi verið hildið áfram at reksa upp, hvussu nógv sterkari Føroyar eru, tá vit sum partur av uml. 5 mió. menniskjum lyfta í felag, í mun til tað 48.000 menniskju høvdu verið før fyri at lyft einsamøll. Vit skulu eisini minnast til, at føroyska samfelagið er bygt upp í einum fræls- um ríkisfelagsskapi, har verulig ábyrgdarkensla, lívsfrælsi og framburðar- hugur hevur verið drív- megin, heldur enn innan- tómt buldur frá veruleika- tómum tunnum. Úrslitið er, at vit í dag liva í einum av heimsins frælsastu, livi- ligastu og mest framkomnu londum. Fyri Sambandsflokkin er tað tí altavgerðandi, at vit ríkisfelagsskapi framyvir menna føroyska samfelagið - okkum sjálvum til æru og okkara eftirkomarum at gagni. Valið er tann 20. januar - valið og ábyrgdin er okk- ara. Riddarareversið rakk ikki til annað enn rukkulív Fræls mentan skal stuðlast Saman so nógv sterkari Kaj Leo Johannesen Løgtingslimur Sambandsflokkurin Fullveldistilgongdin verður steðgað beinan vegin, og ístaðin verður verandi heimastýrisskipan nútím- ansgjørd í tøttum samstarvi millum føroyskar og dansk- ar myndugleikar. Útgangsstøðið er Ný- skipanaruppskot Sam- bandsfloksins, sum stað- festir, at føroyingar eru ein sjálvstýrandi tjóð í ríkinum. Heimastýrislógin skal dag- førast, so øll málsøki kunnu yvirtakast, tá annar parturin (Løgtingið ella Fólkating- ið) ynskir tað. Undantikin eru tey málsøki, sum eru "garðurin" um ríkisfelags- skapin. Hesi eru Kongs- húsið, Grundlógin, Uttan- ríkismál, Verjumál, Rættar- skipanin og Gjaldoyrað. Allar yvirtøkur skulu vera væl fyrireikaðar, áðrenn tær vera framdar, og eisini skulu yvirtøkurnar hava gjaldskyldu við sær. Vit skulu framvegis hava somu ríkisborgararættindi, vit skulu hava tvey umboð í Fólkatinginum, og næstu ferð tá grundlógin verður broytt, skal myndugleikin hjá heimastýrinum verða staðfestur í henni, soleiðis at eingin skal kunna seta spurnartekin við, um danir møguliga kunnu taka heimastýrið aftur. Ríkisráðið (løgmaður, danski forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisfor- maðurin) eigur at verða styrkt, og møguleiki eigur eisini at verða fyri at nýta serfrøðingar at koma við tilmælum, um ivamál stinga seg upp. Tú kanst fjálga um okk- ara ríkisfelagsskap við at gera tína ávirkan galdandi til Løgtingsvalið. Ríkisfelagsskapurin heimsins besta skipan 6. partur Ríkisrættarliga støðan C M Y K 25 24