hósdagur 8. januar 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 4 - 8. januar 2004
Nr. 4 - 8. januar 2004
27
VALGREINAR
Lat løntakaran gjalda
30 oyru av hvørjari
vunnari krónur
Jónfinn Olsen
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
– og 50 oyru av hvørjari
kr. sum er oman fyri kr.
300.000,00.
Hetta kundi verði ein
háttur.
Eg havi í seinastuni
hugsa nógv um henda
møguleikan, men hugs-
aði síðan um, hvat vildi
hent um hetta bleiv sett í
verk. Tosaði síðan við ein
búskaparfrøðing,
leið-
aran á hagstovuni um
hesi
viðurskifti,
og
meinti hann, at eg nokk
hevði fatur á einum sera
áhugaverdum
tanka/
møguleika. Fekk eisini at
vita at fleiri serfrøðingar
í øðrum londum høvdu
arbeitt við nógvum ym-
iskum hugskotum viðv.
Skattalættum o. ø.
Framburð &
arbeiðspláss.
Ú. F. bar 28.05.2003 tey
tíðindi frá skattaráð-
stevnuni,
sum
verið
hevði, at har hevði onkur
borið uppá mál, at ein
avleiðing
vildi
verði
framburður í samfelag-
num og fleiri arbeiðs-
pláss høvðu eisini komið,
um slíkt uppskot bleiv
sett inn í samfelagsstruk-
turin (her var nokk nevnt
20% og talan var ikki
beinleiðis um Føroyar).
Hvørjar aðrar fylgir.
Man kann loyva sær at
spyrja, hví verða ikki
fleiri tílíkar hugsanir
frammarbeiddar av og í
Føroyum, sjálvsagt sam-
an við hinum norður-
londunum, tí tílíkt kann-
ingararbeiði vil sjálvandi
kostað pening.
Roynt kundi verði at
finna fram til, um okkara
samfelag kundi brúkt
eina slíka skipan, og
hvørjar avleiðingar hon
vildi fingið fyri land
okkara, bæði av positiv-
um og negativum avleið-
ingum. Tí sjálvsagt er
ikki bara at seta nakað
tílíkt í verk, men tílíkt
eigur at verða kanna til
fulnar við fyrimunum og
vansum.
Verkamannafjøldin og
30%, síðan 50%.
Tankin
kundi
verði
áhugaverdur at kanna,
hvat vildi hent um verka-
mannafjøldin fekk ein
rættiligan skættalætta, og
ikki skuldi goldið meira
enn uml. 30% av hvørjari
vunnari krónu í skatti. Tá
inntøkan síðan fór upp
um eitt ávíst mark, kundi
verði Kr. 250.000,00 ella
Kr. 300.000,00, skuldi
tað ið var omanfyri hesa
upphædd verði skatta við
50% av hvørjari vunnari
krónu.
Síðan
kundi
støða
verði tikin til sjálvstøðug
vinnirekandi, Sp/f., P/f.
o.s.v. Eitt heilt annað
skattamark,
enn
vit
kenna tað í dag, kundi
man sagt?
Rokið á arbeiðs-
marknaðinum.
Samráðingar, slit, sem-
ingsmenn, lønarkrøv o.a.
Ja hetta er nakað av tí, ið
kann nevnast, og sum vit
javnan renna okkum í.
Men hugsa vit okkum
til, at nakað heilt muna-
gott varð gjørt frá land-
sins leiðslu til frama fyri
allar Føroyingar, allar
partar á arbeiðsmarkn-
aðinum o.s.v.
Kundu vit so sloppið
undan stórum pørtum av
øllum rumblinum ella
hvussu?
Hevði alt verið øðrvísi?
Høvdu tað tá ikki verði
krøv, men nøgdsemi og
meira eftir í pengapung-
inum?
Høvdu vit í Føroyum
kunna havt høgan og
sunnan standard innan
okkara heilsuverk, øllum
Føroyingum at frama?
Osv.?????????
Vónandi er hetta ein
grein sum fer at seta
"debattin" (orðaskiftið) í
gongd millum politikar-
arnar og onnur í sam-
felagið okkara. Til frama
fyri Føroyar og Føroy-
ingar.
Miðflokkurin er ein
flokkur sum vil gera sítt
til, at fólkið hevur tað
gott í Føroyum. So fólkið
ikki bara verður undir-
díkt við høgum avgjøld-
um og alt ov høgum
skattatrýsti.
MIÐFLOKKURIN
TÍN RØDD Á LØG-
TINGI.
Thomas Juul Askham
Vælevni hjá Miðflokkinum
í Suðurstreymi
Um vit leggja oyra til hvat
teir kønu siga í dag, her
verður hugsa um teir leið-
andi innan peningastovnar
og búskaparfrøðingar, so er
ein upptakt til gráar myrkar
búskaparskýggjar fyri land
okkara.
Tað verður tí sera umráð-
andi at vit fáa eina sterka
politiska leiðslu, sum kann
leiða land okkara ígjøgnum
eina møguliga fíggjarliga
niðurgongd.
Mynduleiki, trivnaður og
tryggleiki
Fyri tann, sum hevur sítt
arbeiði á sjónum, er tað
umráðandi at ein hevur ein
skipara, sum kann vísa
mynduleika undir ábyrgd
og sum kann vísa virðing
fyri sínum fólki umborð.
Ein slíkur skipari vil
somuleiðis føða tryggleika
og trivna umborð hjá fólk-
inum. Fólkið kemur at
halda av einum slíkum
skipara og arbeiðsleiðara.
Ein slíkur leiðari hevur
ongar trupuleikar við at fáa
fólk at verða saman við sær
og at støðast umborð.
Í tí politiska høpinum
hava vit so avgjørt fyri
neyðini at fáa eina sterka
politiska leiðslu, sum hevur
mynduleika og sum kann
skapa tryggleika og trivna í
fólkinum og á arbeiðs-
marknaðinum.
Tað verður ikki pláss í
komandi tíðum, fyri goml-
um politiskum aggi, ikki
verður heldur pláss fyri at
gera hvørjum øðrum polit-
iskar ótanganeisir, til slíkt
er tað politiska arbeiði ov
álvarsamt.
Teir stóru flokkarnir
Ein skuldi trúð at teir stóru
flokkarnir vóru garantar
fyri trivna, tryggleika og
ábyrgd.
Vit kunnu bert staðfesta
og ásanna, at teir stóru
flokkarnir hava graverandi
trupuleikar,
annaðhvørt
innanhýsis ella tá tað kem-
ur at finna eitt arbeiðslag,
sum kann halda og geva
trivna og tryggleika.
Tað verður tí neyðugt hjá
veljarunum at melda klárt
út, at slíka atferð og slíkt
arbeiðslag ynskir ein ikki at
síggja í komandi tíðum.
Tá ið valið varð útskriva,
hoyrdu vit leiðararnar fyri
teir stóru flokkarnar úttala
seg um álit og trúðvirðið
teir høvdu til hvønn annan.
Ein kundi ikki fáa aðra
fatan enn hesa, at bæði
trúðvirðið og álit kund ligið
á einum sera lítlum stað,
sum hesir høvdu til hvønn
annan.
Um vit nú hugsa okkum
at nakrir av teimum stóru
skuldu mynda eina kom-
andi poltiska leiðslu, so
verða
tað
so
mangir
"kamelar",
sum
skulu
slúkast, at long tíð kemur at
ganga áðrenn vit fáa nakra
politiska leiðslu upp at
standa og tað kemur ikki at
ganga long tíð til rembing-
arnar byrja at hoyrast og
arbeiðsstevið byrjar at bila.
Miðflokkurin
Miðflokkurin vil framhald-
andi ganga inn í tað polit-
iska arbeiði undir ábyrgd til
frama fyri land og fólk
okkara.
Miðflokkurin vil arbeiða
fyri at vinnulív okkara fær
tær bestu umstøður at virka
undir.
Miðflokkurin vil altíð
verða opin og hoyriligur
hvat vinnulívsfólk hava at
førða framm, sum kann
verða landi og fólki okkara
til frama, hettar umfatar
allar vinnur bæði á landi og
sjógvi.
Miðflokkurin ásannar at
skulu vit varðveita tann
vælstand og tað tænastu-
støði vit hava í dag, má
vinnan og tey vinnurekandi
hava teir bestu karmarnar at
arbeiða undir.
Miðflokkurin setur fa-
miljuna og familjumynstri
sera høgt. Vit meta at eitt
samfelag har trivnaður er í
familjuni, er eitt sera sterkt
og gott samfelag at liva og
trívast í. Vit vilja arbeiða
fyri at familjan hevur góð
kor at arbeiða og liva undir.
Miðflokkurin
vil
framhaldandi arbeiða fyri
at sjúkra- og heilsurøktin
mennist og at hvørs lagna
hjá teimum, sum komu at
dregast við heilsutrupul-
leikar fáa tað bestu viðgerð,
sum er nøktandi fyri við-
komandi.
Miðflokkurin vil arbeiða
fyri at útjaðarøkini koma at
verða betur hoyrd í kom-
andi tíðum.
Miðflokkurin góðtekur
ikki at danskir politikkarar
leggja seg út í okkara lóg-
gávu og vilja diktera okk-
um hvat lóggávusmíð vit
skulu hava.
Miðflokkurin vil, at tað
lógarsmíð, sum skal valda í
Føroyum, skulu okkara
egnu politikkarar standa
fyri.
Miðflokkurin tosar við
einari tungu um etiskar
spurningar, sum hava sítt
grundstøðið í tí kristnu
trúnni og í Skriftini.
20. januar 2004
Vit vilja staðiliga heita á
øll, sum vilja stuðla og
velja Miðflokkin, um at
standa saman við okkum og
gera valdagin til dagin har
Miðflokkurin far eitt gott
val.
Vit heita á øll tykkum í
øllum valdømunum: "Gerið
brúk av tykkara demokrat-
iska rætti og møguleika, at
seta ein sterkan Miðflokk
inn á løgting, sum kann
gera seg galdandi í føroysk-
um politikki".
Til endans vil eg ynskja
øllum, bæði á landi og
sjógvi, eitt av Harranum
vælsignað nýggjár.
Birgir Mohr
Sandi
Fullveldispolitikkurin bar
ikki á mál – tvørturímóti.
Føroya fólk tekur als ikki
undir við fullveldi her og
nú, tí varð eingin fólka-
atkvøða.
Javnaðarflokkurin ásann-
ar hesa støðuna og mælir til
eina breiða semju í hesum
viðkvæma, men týdningar-
mikla málið.
Javnaðarflokkurin metir,
at ein politikkur í sjálvstýr-
ismálinum eigur at hava
breiða uppbakking frá Før-
oya fólki og millum teir
politisku flokkarnar her hjá
okkum – eina undirtøku í
fólkinum sum liggur oman
fyri tey 75% bæði tá tað
snýr seg um støðutakan til
eina stjórnarlóg (føroyska
grundlóg) og til eina sjálv-
stýrislóg (sjálvstýrissátt-
mála við Danmark).
Sokallaða
Tvøroyrar-
skjalið er eingin verulig
loysn, men bert forleingjan
av verandi heimastýrislóg,
sum nú er ótíðarhóskandi.
Bæði sambandsflokkurin
við sínum »nýskipanarupp-
skoti« og javnaðarflokkurin
við »sjálvstýrisuppskotin-
um« eru meira tíðarhósk-
andi og konstruktiv og
veruliga nýskapandi.
Ásannandi hesa politisku
støðu
mælir
javnaðar-
flokkurin í sínum politikki
til, at føroysku politisku
flokkarnir gera eina tjóð-
skaparliga semju í sjálv-
stýrismálinum umfatandi
helst allar flokkar í løg-
tinginum. Ein slík breið
semja hevði gjørt okkum
sterk mótvegis Danmark og
vit sluppu undan hesum
slítandi stríðnum við 50%
fyri og sama ímóti, sum ger
okkum veik í sjálvstýris-
málinum.
Semjan skal umfata eina
orðing um ein sjálvstýris-
sáttmála millum Føroyar og
Danmark, har báðir partar
viðurkenna hvønn annan
sum tjóðir í einum felags-
skapi. Sáttmálin staðfestir
okkara sjálvsavgerðarrætt,
ásetur valdsbýti og hann
staðfestur eisini Føroya
løgting og landsstýri sum
hægsta myndugleika í øll-
um yvirtiknum málum.
Eisini skal semja veraum,
hvussu broytingar seinri
skulu fara fram og sáttmál-
in skal hava altjóða rættar-
ligt gildi.
Tann sokallaða grund-
lógarnevndin er eitt hóski-
ligt forum fyri samráðing-
um um hesa breiðu semju.
Stjórnmálalógin,
sum
grundlógarnevndin arbeiðir
við, sigur so víðari, hvussu
politiska valdið er skipað í
Føroyum og úteftir, hvussu
landið er skipað fyrisit-
ingarliga og rættarliga og
rættindi og skyldur borgar-
anna vera lógarfest.
Latið okkum vísa, at tað
ber til at standa saman um
hesi álvarsmál.
Tjóðskaparlig semja í sjálvstýrismálinum
Føroyum tørvar eina sterka politiska leiðslu
Eyðgunn Samuelsen
valevni Javnaðarfloksins í
Norðoyggjum
Tíðum hoyra vit, at tey
eldru eru ein bumba undir
okkara samfelag. Hesa út-
søgn kunnu vit í Javnaðar-
flokkinum als ikki taka
undir við. Tey eldru hava
lagt lunnar undir vælferð-
arsamfelagi og tí skal væl-
ferðarsamfelagi vísa teim-
um virðing, við at skapa
teimum eldru so góð kor
sum gjørligt.
Tey, ið eru sjúk ella veik
og hava hjálp fyri neyðini
skulu fáa tað hjálp teimum
tørvar. Hetta gerst best við
at samskipa heimarøkt,
sambýlir og røktarheim í
eina heildarskipan, so tann
einstaki bert hevur eitt stað
at venda sær til og fáa tað
hjálp júst honum tørvar.
Hesa samskipan hava vit
longi arbeitt við í Klaksvík.
Tey eldru ið ikki hava
hjálp fyri neyðini, og tey
eru tíbetur nógv, vera
sjálvdan nevnd. Vit eiga
ikki at gloyma hendan
bólkin men spenna okkum
út við avbjóðandi tiltøkum,
sum eitt nú dagtilhaldi, har
tey kunnu fáa nýggjar og
spennandi avbjóðingar og
felags upplivingar saman
við øðrum í sama aldurs-
bólki. Besta trygdin fyri
einum góðum aldurdómi er
at vera virkin.
Eisini mugu vit hava ein
nýggjan arbeiðsmarknaðar-
politikk, so at tey eldru
kunnu vera longri á ar-
beiðsmarknaðinum, um tey
hava hug og orku til tað.
Hetta skal gerast so, at tey
kunnu arbeiða nakrar tímar
ella dagar um vikuna, uttan
at missa sína fólkapensión.
Hinvegin skal tað eisini
vera lættari at fara av ar-
beiðsmarknaðinum fyrr. Vit
mugu hava eina eftirlønar-
skipan so, til dømis ein sjó-
maður, ið er slitin av hørð-
um arbeiði á sjónum, kann
fara fyrr av arbeiðsmarkn-
aðinum við eini sømuligari
eftirløn.
Tey eldru skulu eisini
hava møguleikan, í góðum
árum, at velja at flyta í eina
íbúð, sum á Kráarbrekku.
Men fyri at hetta skal vera
møguligt, hjá øllum eldri,
mugu vit hava eina skipan,
har íbúðarfeløg fáa somu
rentustuðuls og mvg sømd-
ir sum tey ið byggja privat
hús, ikki fyrr er tað at flyta
í eldraíbúð ein verðuligur
valmøguleiki.
Ynskir tú ein aktivan og
tryggan eldrapolitik velur
tú Javnaðarflokkin.
VALGREINAR
Gloymdar útoyggjar
Tummas Frank
Joensen
valevni Javnaðarfloksins
Sandoyar valsømi
Ja so upplivdu vit á út-
oyggjum tað, at tað góða
útoyggjaálitið, sum út-
oyggjanevndin legði úr
hondum sínum, og var
sett í samgonguskjalið.
Við føgrum lyftum,
men lítið hava útoyggja-
fólk sæð av bata. Eitt av
hjartamálum mínum er
eitt framleiðsluhús á
hvørjari oyggj, soeiðis at
tað sum oyggin gevur av
sær, kann vera framleitt
og góðskað á hesum
plássum klárt til brúkar-
an. Hettar høvdu verið
kærkomin arbeiðspláss.
Her rakk viljin hjá und-
anfarnu samgongu ikki
til. Nú er vanlukkan nær
um hend, og verður tað
ringt at bjarga síðstu rest-
um av smábygdunum í
Føroyum, og helst noyð-
ast tey síðstu húskini
eisini at flyta, um ikki
komandi samgonga ger
nakað munagott.
Útoyggjarnar hava eis-
ini ein annan møguleika,
sum liggur ótroyttur, tað
er alt grasið, sum stendur
ósligið, her kundu út-
oyggjanar hjálpt væl til í
landshúsarhaldinum, um
tær kundu fingið loyvi til
at selt stráfóður og har-
við flutt minni inn. Hetta
vil
Javnaðarflokkurin
virka fyri, um vit koma í
samgongu eftir valið.
Farið á val og setið ein
sterkan Javnaðarflokk á
ting 20 januar.
Kreppan í flakavinnuni
= kreppuna hjá
flakakvinnuni?
Súsanna Dam
Nú flakavinnan ikki kast-
ar so nógv av sær, sum
menn hava tørv á, skilst
at meginorsøkin er hon,
at flakakvinnurnar eru ov
seinar, ineffektivar og
pjakutar. Menn meta at
tað er betri og meira løn-
samt at lata kvikum og
ódýrari
kinesiskum
kvinnum hetta arbeiði.
Ein sera góð loysn tykist,
tí so fær hin føroyska
flakakvinnan meira tíð til
at passa hitt fulltíðarstarv
sítt. Hon fer at fáa stundir
til at vaska, strúka og
pussa. Eiga børn, syrgja
fyri, uppdraga og verja.
Ein
annar
fyrimunur
verður, at tá hon aftur fer
at passa mann, hús og
heim, kunnu vit kanska
sleppa undan, at før-
oyskir menn noyðast at
leita sær útlendskar -
russiskar,
tailendskar
ellar fillipinskar - kvinn-
ur til at hita seg um nátt-
ina, tí eisini hetta fær
fyrrverandi flakakvinnan
aftur stundir til.
Er tað veruliga so lætt,
fara tær kinesisku at
gjalda fyri, at føroyskir
menn framvegis kunnu
sita á heitum skrivstov-
um á teimum ymsu
fjallatoppunum og út-
hugsa sín avskeplaða
s a m f e l a g s b y g n a ð ?
Flokkarnir kalla tað vist
familjuvinarligan poli-
tikk!!
Kvinna tú nyttar ikki
longur, teir skifta teg út,
við eitt bíligari og betri
modell. Ætlar tú at lata
tær hetta lynda, ella er
ikki tíð uppá, at vit fara
at hugsa um øll fólkini í
hesum landinum, ikki
bara menninar og teirra
ómettiliga
sjálvsókni?
Men um so skal verða,
mugu vit hava kvinnur, -
fleiri kvinnur enn menn -
til at smíðja landsins
lógir.
William Max Hansen
Valevni Javnaðarfloksins í
Eysturoyar valdømi
Ásannast má, at tørvur er
framhaldandi at viðgera
spurningin um, at seta
mark millum tað almenna
og tað privata.Spurningurin
um privatisering er av sera
stórum týdningi.
Áhugamálini, sum dentur
má leggjast á eru:
BETRI røkt av ognum
skattgjaldarans og inntjen-
ing landsins, harvið styrkja
ella betra mótstøðuføri
Landskassans til at basa
búskaparligum kreppum,
sum kunnu koma at hótta
føroyska samfelagið.
Betra
gagnnýtslu
av
búskaparligum tilfeingi og
størri virðisøking.
Tørvur á Politiskari
viðgerð:
Spurningurin um at áseta
tíðarhóskandi mark millum
alment og privat, harnæst
møguligar broytingar av
støðuni hjá tí almenna sum
størsti fyritøkueigarin í
landinum, hesi ting hava
avgjørdan
týdning
fyri
føroyingar. Eg meti, at tíðin
er búgvin til, at spurning-
urin verður tikin upp til
nágreiniliga viðgerð, og at
støða verður tikin til, hvør
kósin skal vera komandi
árini.
Týdningarmiklasta drív-
megin fyri privatisering má
vera, at tað almenna minkar
beinleiðis leiklut sín í
framleiðsluvirkseminum,
ynski um at draga út-
lendskar íløgur og vitan til
landið og lóggeva hareftir,
altjóðagerðing og tøkni-
menning.
Almennur leiklutur:
Tað almenna tók undan
kreppuni í fyrru helvt av
90-árunum á seg stóran
tapsvága í samband við
fíggjar- og framleiðslu-
virksemi. Landskassin bar
somuleiðis stórt tap í
samband við givin veðhald.
Kreppan hevði við sær, at
almenni parturin í ávísan
mun gjørdist leysur av tí
vága, sum hevði niður-
bundið hann undir krepp-
uni. Hetta byrjaði við, at
veðhaldslógir vóru avtikn-
ar.
Verður hugt nærri at, so
hevði kreppan tó eisini við
sær, at tað almenna varð
munandi meiri drigið inn i
vinnulívið. Hetta hendi við,
at stóru
føroysku
bankarnir
-
umframt týðandi partur av
fyritøkuvirksemi viðvík-
andi flaka og útflutnings-
handli - gjørdust almenn
ogn.
Við hesum gjørdist ogn-
arleikluturin í fyritøkum
hjá tí almenna størri enn
nakrantíð áður, spurning-
urin er so um ikki júst tann
loysnin var tann rætta, eg
hugsi hon var tann rætta,
tað var í øllum førðum ein
máti.
Støðan sum er, har tað
almenna bæði fær inntøkur
og hevur sínar ognir í
føroyska búskapinum, er
meira vági enn neyðugt,um
t.d. útflutningskreppa tekur
seg upp, minka skatta- og
avgjaldsinntøkur munandi
og sannlíkt er, at virðið á
ognum hjá tí almenna í
føroyska
búskapinum
minkar munandi.
Vit skulu víðari, nú má
peningurin loysast aftur,
tað almenna kann við at
selja fyritøkur loysa pen-
ing, sum síðani kann setast
í partabrøv og onnur virðis-
brøv vi tíð fyri eyga, at
spjaða vágan, og pening-
urin ber ávøkst.
Kristian Eli
Zachariasen
valevni sjálvsstýrisfloksins
í Norðoyggjum
Ta seinastu tíðina hevur
tann føroyski rækjuflotin
verið rættliga frammalaga á
breddanum hjá teimum
føroysku
fjølmiðlinum.
Hetta, tíanverri má ein
staðfesta, vegna heldur
vánalig útlit fyri flotan.
Ikki hevur verið hoyrt til
nakra ítøkiliga ætlan fyri at
hjálpa hesum partinum av
fjarfiskiflotanum og ger
hetta framtíðina hjá hesu
vinnu rættliga óvissa.
Um vit vilja varveita tey
umleið 300 ársverkini og
tey søguligu fiskirættindini
ið eru knýttt at hesu vinnu,
er alneyðugt at bráðfeingis
hjálp verður veitt flotanum.
Talan kann til dømis verða
um, at innlima rækjuskipini
í FAS í eitt styttri tíðar-
skeið, fyri síðani at taka
heildarstøðuna hjá flotan-
um til viðgerðar aftur.
Eitt er vist, lata vit støð-
una hjá rækjuflotanum fara
fram við borðinum, koma
vit at missa tey rættindi, ið
teir føroysku rækjumenn-
irnir hava vunnið við íðni.
- Rækjuflotin er ikki ó-
ynsktur hjá Sjálvsstýris-
flokkinum.
Ábyrgdarfullur fíggjar- og búskaparpolitikkur
Eldrapolitikkur - ein spennandi avbjóðing
Rækjuflotin – eitt óynskt barn?
C
M
Y
K
27
26