Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 4 - 8. januar 2004 Nr. 4 - 8. januar 2004 29 Karl Olgar Joensen valevni Sambandsfloksins í Norðoyggjum Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin hava nú úr at gera við at greiða fólki frá, hví fullveldisskútan ikki náddi á mál, men mátti setta upp. Tað var á sumri í 2002, at fullveldisskútan aftur legði frá landi. Skútan hevur van- liga verið eitt seksmanna- far, men nú var brúk fyri einum áttamannafari. Full- veldið skuldi røkkast, og oljan skuldi fáast upp. Tí var neyðugt við góðari manning. Henda skútan var kostnaðarmikil fyri land og fólk, tí allir 9 landsstýris- mennirnir umborð, skuldu hvør í sínum lagi hava nógv fólk afturat sær. Kostnaðurin hevði tó ongan týdning, tí áðrenn lagt var frá landi, boðaði tjóðveldisbassúnin frá at : "Oljan er funnin!!!" At fullveldissamgongan hevði frásagt sær 360 mill. kr. um árið, av stuðlinum úr Danmark, hevði heldur ongan týdning, tí at pen- ingastreyminum frá olju- vinnuni fór at vera øgiligur. Hjá fullveldislandsstýr- inum var oljupeningurin lívsneyðugur, tí botnurin í landskassanum var sum eitt sold, og allir føroyingar vita, at tað altíð hevur gingið upp og niður við fiskivinnuni, sum enn er okkara høvuðsvinna. Tíverri vísti tað seg, tá ið frá leið, at eingin olja varð funnin. Tað er ikki heilt rætt, tí eitt sindur var funn- ið, uppí eina hálva pøs ella so, men hvat munar tað? Nú vóru góð ráð dýr. Peningurin fossaði úr landskassanum sum ongan- tíð fyrr, men ov lítið kom í. Manningin á fullveldis- skútuni var tó ikki ráðaleys, teir fóru at taka inn aftur tann skattalætta teir áður høvdu givið. Rentustuðulin skuldi lækkast, barnapen- ingurin lækkast og avgjøld leggjast á ymiskar vørur. Fólk sum noyddust at fara í viðgerð uttanlands sluppu ikki avstað, men máttu bíða í fleiri mánaðir o.s.f. Orðatakið sigur, at tá ið krubban er tóm, bítast hest- arnir. Tað hendi eisini á landstýrisskútuni. Áralagið gjørdist verri og verri, og menn vóru við at maktast. Roynt var at skifta onkrar av manningini út, men tað hjálpti ikki. Veðrið versn- aði, tað fór at bróta í bæði borð, og siglingin gjørdist vandamikil. Sum eitt skot brendi hann á við ódnarveðri. Ein brota- sjógvur tók seg upp aftan fyri skútuna og hvølvdi beint niðuryvir løgmann, sum sat og stýrdi. Skútan fyltist við sjógv. Tjóð- veldismennirnir gjørdust í øðini, reistust og róptu, at teir høvdu mist álitið á róðursmanninum. Kravið er, at løgmaður fer frá róðr- inum í stundini, søgdu teir. Men róðursmaðurin lurtaði ikki eftir, snaraði skútuni í stýriborð og stevndi beint inn ímóti landi, skútan fór á land og endaði langt uppi í mælargrótinum. Fullveldismenn skeldast nú um, hvør hevði skuldina av, at túrurin gjørdist so endaleysur. Eg hugsi, at hin meinigi føroyingurin, sum brúkar vit og skil, varð ikki skakkur, tá ið tíðindini bórust um, at fullveldis- skútan ikki vann á mál, men mátti seta upp. Skuld- ina hevur fullveldispoli- tikkurin, hann er snøgt sagt skaðiligur og niðurbrótandi fyri okkara samfelag. Sambandsflokkurin hevur staðiliga ávara ímóti full- veldispolitikkinum, og alt bendir á, at vit fingu rætt. Vit eiga tí sum skjótast at leggja á annan bógv, áðrenn skaðin verður enn størri. Val stendur fyri durum. Mín áheitan á veljaran skal vera: Gevið fullveldis- manningini frí í nøkur ár. Hon hevur brúk fyri tíð til at hugsa seg um og koma á betri tankar. Sambandsflokkurin bjóð- ar seg fram at taka róður í hond tey komandi 4 árini. Vit fara ikki at nýta orku uppá fullveldið, men vit fara, í góðum samstarvið við restina av ríkinum, at nýta alla orku til frama fyri vælferð og framburði á øllum økjum - øllum føroy- ingum at gagni. VALGREINAR Sjálvstýrissáttmálin: Lykilin til tjóð- skaparliga semju í sjálvstýrismálinum Kári Mortensen Heimastýrislógin hevur verið í gildi í í næstan 60 ár. Føroyska samfelagið hevur ment seg sera nógv í hesum skeiði. Føroy- ingar sjálvi í góðum sam- starvi við Danmark eiga allan heiður av hesi menning. Sama heima- stýrislóg hevur tó eisini verið kelda til eina djúpa ósemju í føroyska fólkin- um. Vit kenna hana sum stríðið millum samband og loysing. Í tí føroyska gerandisdegnum trívist ósemjan alt ov væl. Hon fær eisini alt ov nógv pláss í fjølmiðlunum og tekur alt ov nógva orku, sum er tiltrongd til annað politiskt virksemi. Sein- astu tvær samgongurnar hava prioriterað sjálv- stýrismálið frammarlaga. Tað, sum í dag stendur greitt, er, at teirra fram- ferðarháttur í mesta lagi fær undirtøku frá helvtini av fólkinum. Hóast tað eru nærum allir politisku flokkarnir samdir um, at munandi broyting má henda í formella sam- bandinum millum Føroy- ar og Danmark. Her er sjálvstýrissáttmálin, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt fram, eitt gott am- boð. Vit skulu í friði og náum arbeiða okkum fram til ta tjóðskaparligu semjuna, ið skal verða grundarlagið undir ein- um sáttmála, sum skal koma ístaðin fyri heima- stýrislógina. Høvuðs- málið í hesum sáttmála er at skapa ein felags- skap, har javnstøða er millum londini í ríkinum. Tað ber væl til at saman- sjóða sjónarmið, ynskir og krøv hjá øllum flokk- um í sáttmálan og tað ber eisini væl til at undir- skrivað sáttmálan við Danmark við altjóða gildi. Okkum tøvar eina haldgóða loysn í sjálv- stýrismálinum,sum røkk- ur langt inn í framtíðina. Javnaðarflokkurin er lykilin. (Sí eisini www.javnadarflokkurin.fo Tjóðskaparlig semja í sjálvstýrismálinum) Bjarti Thomsen valevni sambandsflokksins í Suðurstreymi. Føroyar verða miðdepil fyri fullari sólarmyrking í 2015. Hetta setir Føroyar á heimskortið og gevur góðar møguleikar fyri marknað- arføring. Tann 20. mars 2015 verður sólarmyrking yvir Europa, men full myrking sæst bert í Føroyum og á Svalbard. Miðdepilin fyri myrkingini verður stutt norður úr Føroyum kl. 0945 og varir 2 minuttir og 49 sekund. Á alnetinum (www) eru longu nú nógvar heima- síður, sum seta Føroyar í samband við sólarmyrking- ina í 2015. Tilvísingarnar til Føroyar fara at vaksa í tali, so hvørt vit nærkast hesi stórhending. Fyri at fáa sum mest burturúr framleiðslu og sølu av vørum og tænastum er neyðugt at vera kapp- ingarførur. Skilagott er at leggja seg eftir økjum, har vit hava fyrimunir í mun til aðrar veitarar. Sólarmyrk- ingin í 2015 er ein náttúru- givin møguleiki fyri føroy- ingar, har eingin kann kappast við okkum. Hetta gevur tí ein einastandandi møguleika at gera vart við land okkara og skapa áhuga fyri øllum tí, sum vit eru før fyri at bjóða útlend- ingum. Ikki bert kann hetta brúkast til marknaðarføring í útfluttningsvinnuni, men góðir møguleikar eru at geva ferðavinnu okkara eitt skump framá í samband við sjálva hendingina. Hóast hetta kann tykjast at liggja langt frammi, eiga tilrætta- leggingar at byrja nú. Í politikki er neyðugt at síggja møguleikar, sum liggja í framtíðini. Tað er umráðandi at leggja til- rættis og skipa okkum, so at vit fáa sum mest burturúr givnum møguleikum. Vit hava alla tíðina brúk fyri nýhugsan, so vit støðugt hava eina fjølbroytta menn- ing í øllum samfelagnum. Undirritaði bjóðar seg fram at leggja soleiðis tilrættis, at allir møguleikar verða troyttir til mesta gagn fyri føroyska samfelagið. Tann 20. januar hevur tú møguleika at stuðla mær við hesi ætlan. Sí meira á www.samband.fo Hvør hevði skuldina? Sólarmyrking Jógvan Arge Valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi Hetta valið snýr seg um at taka ábyrgdina av okkum sjálvum og okkara landi. Í einum alt meiri globali- seraðum heimi er tað um- ráðandi, at vit sjálvi ráða fyri og taka støðu til tey grundleggjandi málini. Vit mugu sjálvi definera okkum í alheiminum, sum vit eru ein óloysiligur part- ur av. Valið snýr seg samstund- is um at sleppa burturúr heimastýrissugguni, har ábyrgdarviðurskiftini eru ein fløkja. Vit sleppa at spæla fólk í húsi, men eiga ikki avgerð- irnar, tá til skarpskeringar kemur, og uttan veruligan avgerðarrætt búnast ongin ábyrgdarkensla. T j ó ð ve l d i s f l o k s i n s stevna er, at føroyingar stjórna øllum sínum við- urskiftum. Liður í hesum er at fáa á føroyskar hendur mál, sum føroyingar ikki ráða fyri í dag. Rættarskipan og løgregla eru so avgerandi í einum heilstoyptum samfelag, at ongin uttanfyristandandi kann ráða fyri teimum. Kirkjumálini eru so týdn- ingarmikil í okkara dagliga lívi, at tað er púra natúrligt, at tey eru á okkara hondum og verða grundað á før- oyskt virðisgrundarlag. Karmurin um føroyska samfelagið verður okkara egna grundlóg. Tjóðveldisflokkurion hevur sett hana á dags- skránna. Løgtingið hevur við lóg sett nevnd at gera uppskot til grundlóg. Setn- ingur hennara er at koma við uppskoti um føroyska grundlóg til flaggdagin 2004. Lógin stendur við. Tjóð- veldisflokkurin leggur á- herðslu á, at grundlógar- arbeiðið verður framt, at fólkið verður tikið við í viðgerðina og at tað fær endaligu avgerðina við fólkaatkvøðu. Í grundlógini skulu vit semjast um virðisgrundar- lagið í okkara samfelag - um rættindi og skyldur hins einstaka og samfelagsins. Grundlógin verður okk- ara vegvísari í heiminum, og við henni lýsa vit, hvørji vit eru, hvat vit vilja og hvagar vit fara sum sjálv- støðug tjóð. Tann føroyska grundlógin VALGREINAR Íbúðarmøguleikarnir skulu betrast Elin Lindenskov valevni Javnaðarfloksin í Suðurstreymoy www.lindenskov.com Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at íbúðar- møguleikarnir hjá fólki gerast nógv meira fjøl- broyttir. Vit vilja virka fyri, at lóggávan verður broytt, soleiðis at íbúðar- feløg verða javnsett við sethúsaeigarar. T. v. s. at eitt íbúðarfelag skal fáa sama rentustuðul, sum privat sethús og verða frítikin mvg. Vit vilja varðveita rentustuðulin á sama støði sum nú. Á henda hátt vilja vit gera tað meira áhugavert hjá kommunum, almennum felagsskapum, fakfeløg- um, eftirlønargrunnum, lívstrygging o.ø., at byggja leiguíbúðir. Sam- stundis skal nýggj leigu- lóg gerast, sum tryggjar rættindini hjá leigarunum um alt landið. Í dag hava vit eina leigulóg, sum bert er galdandi fyri Tórshavnar kommunu. Íbúðarpolitikkurin skal føra til, at vit fáa bústaðir til: lesandi, støk, familj- ur, eldri, sálarsjúk, menningartarnað o. o. Herundir eisini vardar íbúðir, har slíkar hóska best. Vilt tú hava ein nýggj- an íbúðarpolitikk, so vel Javnaðarflokkin. Vilt tú vita meira um hvat eg havi tikist við seinastu 4 árini, so vitja mína heimasíðu www.lindenskov.com Har liggja 100 tals grein- ar, røður o. a. frá hesum tíðarskeiði. Alivinnan og arbeiðsloysi Eddie Joensen valevni Javnaðarfloksins í Norðstreymoy Alivinnan er í kreppu, og arbeiðsloysi er ein veru- lig hóttan í teimum økjum, har alivinnan er ein týðandi partur. Í Norðstreymoy eru nógv arbeiðspláss tengd at alivinnuni, og kann kreppan í hesi vinnu hava arbeiðsloysi við sær. Hetta er ein verulig hótt- an og ikki nøkur ræðu- mynd. Treytirnar fyri aling í Føroyum mugu broytast, soleiðis at man eftir al- ment útboð letur aliloyvi við umhvørvistreytum og framleiðslutreytum, ið eiga at kunna latast til ein og hvønn við neyðugum fíggjarligum og fakligum førleika, sum vit kenna tað frá øðrum vinnum. Letur man tíðaravmarkað loyvi við framleiðslu- skyldu, so er ikki so um- ráðandi, um útlendskur kapitalur er uppi í ella ikki, tí framleiðslan og ikki minst arbeiðspláss- ini verða føroysk. Um onkur ikki vil uppfylla framleiðsluskylduna ella brýtur umhvørvisáset- ingarnar, so fella loyvini aftur til landið, ið so kann bjóða tey út enn einaferð. Frívilligar skipanir sum til dømis skiftis- økini, ið vórðu ásett í 1993 vísa seg ikki at rigga, tí menn gerast ov grammir og ala á øllum økjum í senn. Arbeiði til allar hendur er ikki nøkur sjálvfylgja, og verða karmarnir fyri alivinnuna ikki broyttir, so er vandi fyri mistum arbeiðsplássum, ikki minst í Norðstreymoy. Títt arbeiðspláss kann verða í vanda. Tryggja teg við at seta kross við lista C. John Johannessen valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Politikkur við innihaldi: Tað er neyðugt at fáa innihald í politikkin. At brúka orku uppá at føra veruligan politikk og finna breiðar semjur um politisku álvarsmálini, ið skulu til, fyri at fáa gerandisdagin hjá okkum øllum at hanga saman. Tað er tí eisini neyðugt at finna eina breiða semju um tjóðskap- arliga spurningin. Pláss fyri øllum: Eitt sjálvbjargið samfelag er eitt samfelag, har tað er liviligt hjá øllum samfelagsbólk- um. Eitt samfelag, har tú ikki hevur fólkið við, er ikki og kann ikki gerast eitt sjálvbjargið samfelag. Fyri- treytin er fyrst og fremst at fáa eitt væl virkandi sam- haldsfast samfelag. Eitt samfelag, har øll hava somu borgarligu rættindi, óansæð átrúnað, sosialan status og kynsliga sann- føring. Betri ungdóms- og familjupolitikkur: Tað er neyðugt at gera tað liviligt hjá ungum føroyingum at seta búgv og eiga børn. Eis- ini einligir uppihaldarar skulu hava sømilig livikor. Tí er hetta neyðugt: Ein væl virkandi barsilsskipan. Gera tað bíligari at hava børn á ansingarstovni. Lækka prísin á mjólk. Skapa ein fjølbroyttan íbúðarmarknað við lægri leiguprísum. Tryggja rætt- indini hjá leigarum við einari greiðari leigulóg. Varðveita rentustuðulin, til onnur hóskandi skipan er funnin. Gera eina greiða og rættvísa brúkaralóg, fyri bæði keypara og seljara. Rein orka og reint um- hvørvi: Orkupolitikkur skal vera ábyrgdin hjá løg- tingi og landsstýri. Vit skulu gera eina greiða ætlan um eina reinari orku- framleiðslu. Tað vil siga, at løgtingið við lóg skal gera av, hvussu stórur partur av orkuni skal framleiðast burtur úr vindi, vatni, ald- um, motorum og so fram- vegis. Kyoto-sáttmálin, um at avmarka útlátið av veð- urlagsgassum, skal setast í gildi. Agenda 21-ætlanin, um umhvørvisvinarligari hugburð í øllum samfelag- num, skal setast í verk. Vit skulu í størri mun leggja dent á endurnýtslu og skiljing av ruski, og forða fyri, at burturkastið frá skipum fer fyri borð. At taka ábyrgd av orku- og umhvørvispolitikkinum er at taka ábyrgd saman við altjóða samfelagnum. Greið og opin fyrisiting: Almenna fyrisitingin er til fyri borgaran. Tí er umráð- andi at hava eina greiða fyrisiting, sum borgarin hevur álit á. Ein fyrisiting, sum setir rættartrygd og opinleika í hásæti. Vit skulu hava eina fyrisiting, har øll eru líka fyri lógini. Javnaðarflokkurin ætlar sær at samskipa fyrisiting- ina og savna kreftirnar, ið har arbeiða, fyri at fáa eina greiðari og betri virkandi fyrisiting. Javnaðarflokk- urin fer at virka fyri, at vit fáa seks aðalráð í staðin fyri níggju. Betri útbúgvingar: Gera umstøðurnar betri hjá ung- um í miðnámsskúlunum. Millum annað við at lata ókeypis lærubókur á ávísum økjum, samstundis sum tryggjað verður, at talan er um dagført undir- vísingartilfar. Hægri út- búgvingar t.d. Fróðskapar- setrið, Læraraskúlin og aðrir lærustovnar skulu mennast til at vera millum teir fremstu í altjóða høpi. Øll ung undir útbúgving - ikki bert ung undir aka- demiskum útbúgivngum, skulu eggjast til at taka partar av útbúgvingini uttanlands, soleiðis at tey betur gerast før fyri at taka móti avbjóðingunum frá altjóðagerðini. Í hesum sambandi skulu øll av somu sømdir (sama stuðul frá ÚSUN) sum akademiska ungdóminum nú standa í boði. Nýgg vinna og gransk- ing: Vit skulu brúka dugna- liga tilfeingið av væl út- búnum fólki í samfelagnum at leggja eina ætlan fyri at menna nýggjar vinnur og nýggjar marknaðir. Eisini er neyðugt at stimbra hóttar vinnur av samfelagsligum týdningi, uttan beinleiðis at lata vinnuni rakstrarstuðul. Alivinnuni eiga vit at hjálpa við at enduskoða lógargrundarlagið, millum annað soleiðis, at størri møguleiki verður hjá útlendskum íleggjarum at seta pening í vinnuna. Tryggur aldurdómur: Vit skulu tryggja eldru borgarunum góða eftirløn, sum skal byggja á tríggjar súlur. Fólkapensjónina, Samhaldsfasta og Fakfe- lagspensjónir. Tað skal bera til at fara smidligari av ar- beiðsmarknaðinum, sam- stundis sum møguleiki eisini skal vera fyri at vera á arbeiðsmarknaðinum, eft- ir at tú ert fyltur 67. Heima- røktin, sambýli og røktar- heim skulu samskipast í eina heildarloysn, so hetta økið fæst at virka. Og pen- ingur skal aftur fáast í bjálvingargrunnin, so skip- anin aftur fer at virka, sum hon skal. Júlian J. Thomsen Valevni Fólkafloksins í Sandoynni Gott Nýggjár øll somul. Fyrsta stóra avgerðin alt Føroya fólk og ikki minst Sandoyarfólk skulu taka í tí nýggja árinum, er at velja hvørji fólk skulu umboða tey á Løgtingið tey næstu 4 árini. Hvat eru okkara fólka- valdu umboð vald til ? Eru tey vald at sita og einki at gera? Ella kanska at klandrast? Nei, tey eru vald at arbeiða fyri alla Sand- oynna, fyri trivnaðin, fólkið og fyri vinnuna sum bú- leikast í Sandoynni. Vegurin sum Sandoyggin hevur inn til meginøkið steingir frá Skopun kl 18.30 vetrar tíð, og kl. 19.15 av Gomlurætt. Er tað nakað at bjóða einum fram- tíðar samfelag? Hvar eru okkara røddir, sum skuldu tosa okkara søk? Ikki havi eg hoyrt tær. Tað ber altíð væl til at geva øðrum skylduna, sum t.d. Lands- stýrismanninum í Vinnu- málum. Minnist til góði veljari, at tað eru tykkara umboð frá Sandoynni, sum skulu rópa til hesi viður- skifti eru komin uppá pláss. Gera teir ikki tað, so ger eingin tað. Sjálvandi skal Teistin sigla seinni um kvøldarnar, soleiðis at fólkið kann fara inn á meginøkið at gera tey ørindir eftir arbeiðstíð. Ungdómurin skal hava møguleikan at fara í bio- graf, kvøldskúlar, bowla og o.a. Umframt at vinnulívið skal hava møguleikan at kappast meiri við vinnurnar í hinum oyggjunum. Eg eri klárur yvir at rutan Gamlarætt-Skopun gevur undirskot, men okkurt má og skal gerast. Hvat við at kalla inn til fundar? At tosað við manning, vinnu- lív, pendlarar og onnur, sum nýta hesa rutu vanliga. Tá tú so einaferð er komin á land, antin tað er á Gomlurætt ella Skopun so stendur tú oftani á berum - eingin bussur. Eg kann taka Gomlurætt fyrst. Líkist tað nøkrum at hava ein túr við ferðafólkið og ta ikki slepp- ur víðari til Havnar ? Nei og so slett ikki á Gomlu- rætt. Tað kunnu t.d vera familjur við børnum, gomul fólk ella einsamøll børn. Har standa tey einsa- møll á bø-landinum, tað líkist einfalt ongum. Men enn havi eg einki hoyrt frá okkara umboðum fyri Sandoynna - men kanska tað kemur. Tá tú kemur á land í Skopun kemur tað eisini fyri at eingin bussur er, hvørki tá tú skal heim eftir, ella tú skal niðan í bygdina. Um tú skal heim eftir, er einki hús at fara í, um tú má bíða til næsta buss. So gesta blíðnir Skopuningar nú eru, so verða ferðafólk oftani bjóða til hús í bygd- ini. At bussur ikki koyrur niðan í Skopunar bygd er mær óskiljandi, hví skal hann nú ikki tað, tá hann koyrur ígjøgnum allar aðrar bygdir í oynni? Ferðafólk, sum skulu til Skopunar mugu drassa sínar taskur niðan í bygdina í øllum veðri og tað sama er gald- andi fyri tey, sum skulu við bátinum. Heldur ikki her hevur verði nakað at hoyrt frá okkara umboðum í Sandoynni - men kanska tað kemur. Bussar skulu verða til allar túrar, og bussar skulu koyra til allar bygdir í oynni. Ikki bara hálvan veg ella als ikki. Um Sandoyggin skal skal verða ein partur av tí før- oyska samfelagnum, so er tað ein treyt at hesi tingin verða framd í verki. Tað skal takast í eygnan barm og fáa hesi tingini gjørd. Fái eg tín stuðul tí kom- andi Løgtingsval 20. jan- uar, so er hetta eitt av teimum málum, sum eg skal fáa framd í verki. Gott Sandoyarval sett Kross við Lista A Sjálvbjargni fyri øll »Onki samband við Sandoynna í løtuni – vinarliga royn aftur« C M Y K 29 28