hósdagur 8. januar 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 4 - 8. januar 2004
Nr. 4 - 8. januar 2004
31
VALGREINAR
Økt avgjald
á grønar keks…
– og plastikkposar,
økja ikki um fólka-
heilsuna, nei, ein mið-
vísur heilsupolitikkur
skal til, um fólka-
heilsan skal varð-
veitast.
Joan Ziskason
Valevni hjá Suður-
streymoyar Javnaðafelag
Tað líkist ongum, at
grønnmeti,
frukt
og
mjólk, eru so kostnaðar-
mikil. Børnini læra í dag
frá foreldrum, pedagog-
um, lærarum, og lesa um,
hvussu neyðugt tað er at
eta nógv grønnmeti og
frukt, og at drekka mjólk.
Men tá farið verður til
handils at keypa inn,
hevur peningapungurin
mangan ikki ráð til hesa
neyðuga vøru. Kræftens
Bekæmpelse gjørdi eitt
átak fyri nøkrum árum
síðani, um at hvør og ein
skuldi eta 600 gramm av
grønnmeti og/ella frukt
um dagin, um ein vildi
verða við til at fyribyrgja
krabbamein hjá einum
sjálvum. Orsøkin til at vit
skulu eta so nógv grøn-
meti og frukt er sera ein-
føld: Grønnmeti og frukt
taka krabbameinskyknir
úr kroppinum, tá vit út-
skilja tey. Tað kann gott
vera, at fleiri av teimum
eldru lesarnum hugsa og
siga, at hatta er nakað
møsn, tí einki er betri fyri
fólk, enn at eta føroyskan
mat. Alt í lagið við tí, tí
føroyskur matur smakkar
best, men vit eru noydd
til at broyta okkara kost-
vanar, í mun til hvussu
nógv vit røra okkum.
Støðan er tann í dag, at
tey nógvu hava sitandi
arbeiðið, tey røra seg ikki
so nógv, sum fyrr, og tí
skulu
matarvanarnir
broytast, í mun til tað.
Ein
fyribyrgjandi
heilsupolitikkur
er
átroðkandi at fáa settan í
verk. Heilsusystrar og
onnur gera eitt megnar
arbeiði hesum viðvíkj-
andi, men tey megna ikki
alt.
Kvinnur í Suðuroy
og almenn
arbeiðspláss
Finnleif Guttesen
Valevni fyri Suðuroy
Grundgevingin fyri ikki
at flyta arbeiðspláss er, at
embætisfólk í miðstaðar-
økinum mæla frá hesum,
tí eingin er til at manna
hesi størv og er hetta
sjálvsagt nakað tvætl.
Tað er eingin ivi í mín-
ari sál um, at kvinnur í
Suðuroy kunnu manna
øll almenn arbeiðspláss,
sum blíva flutt suður.
Um tit vilja hava
arbeiðspláss suður, skulu
tit velja fólk á ting, sum
alment fara at krevja, at
almennir stovnar í Tórs-
havn blíva fluttir til Suð-
uroy og tað skal ikki bert
verða fimm ella tíggju
arbeiðspláss.
Nú flokkar siga, at tey
almennu arbeiðsplássini
skulu skerjast, kemur
ikki eitt arbeiðspláss til
Suðuroy við politikarum
úr fráfarandi samgongu,
tí teir vóru stýrdir í høvd
og reyv, av embætisveld-
inum.
Johan Dahl
valevni Sambandsfloksins í
Suðuroy
Fullveldistimburmennirnir
eru nú av álvara byrjaðir .
Fíggjarlógaruppskotið
sum bleiv lagt fram boðaði
frá einari samgongu ,sum
hevði vassað nógv longur
út í fíggjarligt óskil enn
hon grynti og sum nú ,uppá
ein máttleysan ,ússaligan
máta royndi at vinda eitt
sindur meir burtur tí longu
sperda føroyska skattgjald-
aranum
At fara so langt út, sum at
tosað um, at hetta var í
fólkaheilsunnar navnið tað
sigur ikki so lítið um
markleysa frekleika teirra.
Teir tordu ikki at kalla
ein spaka fyri ein spaka,
líka lítið sum teir tordu at
geva Føroya fólkið lovaðu
fólkaatkvøðuna.
Nù er stundin komin at
fáa kollsigldu skútna aftur á
rættkjøl
Tað er uppá hægstu tíð at
Føroya fólk aftur fær flokk-
ar í landsins leiðslu sum
fyrst og fremst hugsa um
føringin og dagligdagin hjá
okkum øllum ,- at tryggja,
at hesin verður so góður og
tryggur sum gjørligt.
Ein nýggj byrjan er
neyðug og hana vil Sam-
bandsflokkurin bjóða før-
ingum at standa á odda fyri.
Sambandsflokkurin
ynskir at Føroyar eisini
komandi árini aftur kann
roknast fyri at vera eitt væl-
ferðarsamfelag sum gevur
vælferð og møguleikar til
tann einstaka.
Hetta kunnu vit einans
gera um vit eru før fyri at
skapa vøkstur.
Búskaparvøkstur
er
treytin fyri at vit kunnu fáa
m.a. betri sjúkrahús, skúlar
og eldraforsorg.
Sambandsflokkurin kem-
ur at fremja eina langsikt-
aða ætlan, ein reform av
teimum
viðurskiftunum
sum eru avgerandi fyri
okkara framtíðar vælferð.
Mál Sambandsfloksins
er nevniliga at Føroyar
framhaldandi skal vera
millum bestu londini í
verðini at arbeiða, búgva og
liva.
Føroyingurin skal hava
ein góðan og tryggan ger-
andisdag.
Føroyar er komið á eitt
vegamóti har neyðugt er at
leggja ein miðvísan poli-
tikk fyri komandi árini.
Við niðurskurðinum í
blokkstuðulinum,
við
ótálmaða
vøkstrinum
í
útreiðslum
landskassans
seinastu 7 árini og við nú
minkandi inntøkum lands-
kassans, er neyðugt at reka
ein miðvísan politikk, sum
leggur seg eftir at skapa
inntøkur til Føroyska sam-
felagið.
Sambandsflokkurin
er
trygdin fyri einum vælvirk-
andi framtíðar Føroyum
fyri øll.
Við at velja Sambands-
flokkin tann 20 Januar
2004 er TÙ við til at
tryggja vælferðarsamfelag-
ið Føroyar í komandi
tíðum.
Malan Johansen
valevni hjá Sjálvstýris-
flokkinum í Suðurstreymi
At verða ein sjálvstøðug
tjóð er sjálvandi málið. At
klára seg sjálvan gevur eina
góða kenslu og ein stolt-
leika.
Sjálvstýrisflokkurin fer tí
framhaldandi at arbeiða
fyri, at Føroyar verða ein
sjálvstøðug tjóð. Men vit
skulu hava fólkið við
okkum. Tí skulu vit arbeiða
málrættað móti, at føroyski
búskapurin verður sjálvber-
andi. Hetta merkir eisini, at
føroyingar stigvíst skulu
yvirtaka øll málsøkini frá
Danmark. Tá vit eru komin
so langt, skal endaliga av-
gerðin, um Føroyar skulu
loysa frá samveldinum, av-
gerast á eini fólkaatkvøðu.
Avgerðin hjá hvøjrum ein-
støkum føroyingi, verður tá
ikki tengd at teimum bú-
skaparligu viðurskiftunum.
Útlitini at røkka málun-
um eru góð. Búskapurin er
væl fyri. Tekin eru um
niðurgongd í búskapinum,
men vit koma ikki út í
nakra álvarsama kreppu,
sum í 90’unum. Búskapur-
in er munandi sterkari.
Netto uttanlandsskuldin er
minkað frá 7 mia. í 1990 til
eina ogn í útlandinum uppá
4 mia. Eingi veðhald hanga
yvir landskassanum, stórir
partar av vinnulívinum
hava lítla ella onga skuld,
peningastovnarnir eru væl
fyri og gjaldførið bæði hjá
landskassanum og pen-
ingastovnunum er gott.
Hetta gevur okkum mun-
andi betur fíggjarligt rása-
rúm at arbeiða okkum fram
til ein sjálvberandi búskap.
Finnur Helmsdal
tjóðveldisflokkurin
Tørvurin á einari væl
mannaðari
barnapsyki-
atriskar deild í Føroyum
veksur dag frá degi. Hetta tí
ein alsamt vaksandi bólkur
av føroyskum børnum og
ungum hava tørv á psyki-
atriskari viðgerð. Hetta tí
ein alsamt vaksandi bólkur
av føroyskum børnum og
ungum hava tørv á at fáa
staðfest orsøkina til trupul-
leikar sínar og síðan hvussu
hesir skulu viðgerast.
Tað kann einfalt ikki
góðtakast longur, at børn
og familjur teirra skulu
ganga í áravís og bíða eftir
einari
staðfestin,
sum
skuldi verið ásett mest sum
beinanvegin, trupulleikin
bleiv sjónligur. Nøkur fáa
enntá ongan tíð staðfesting-
ina. Bíðitíðin er ræðulig og
niðurbrótandi fyri allar
partar. Ikki minst tí tað
mangan verður gitt um
orsøkir og diagnosir og
arbeitt út frá tí. Úrslitið er tí
mangan, at børnini og tey
ugu antin onga viðgerð fáa
ella ta skeivu. Lívsleiðin
hjá barninum er hótt og
ringasta føri oyðiløgd, og
bæði barn og familjan sum
heild fáa eina lítið tespiliga
tilveru.
Hetta ljóðar kanska sum
tann reini heilaspuni, men
tað er tíverri satt. Ein
barnapsykiatrisk
deild
hevði sjálvsagt ikki loyst
allar slíka trupulleikar, men
hon hevði tikið broddin av
trupulleikanum og væl tað.
Eisini tí hon kundi ráðgivið
og vegleitt tey, sum dagliga
eru um hesi børn og ung.
Ein nýggj byrjan er neyðug
– aftan á fullveldisrúsin
Sjálvstýrið sjálvandi !
Set kross við lista D
Barnapsykiatriska deild beinanvegin
VALGREINAR
Javnaðarflokkurin
torir
Edvard í Skorðini
Joensen
valevni Javnaðarfloksins
i Vágum
Javnaðarflokkurin er ein-
asti flokkur sum alla
tíðina
hevur
meldað
greitt út, at rækjuflotin
skal hjálpast úr kreppuni
Kreppurakti
rækju-
flotin skal hjálpast undan
hóttafallinum, sum í løt-
uni er.
Hetta eigur at gerast í
samstarvi millum vinn-
una sjálva, fíggingar-
stovnar
og
politisku
leiðslu landsins.
Javnaðarflokkurin hev-
ur alla tíðina, síðan vinn-
an fór at tosa um trupul-
leikarnar, boðað greitt
frá, at hann er fyri at
hjálpa vinnuni.
Aðrir flokkar hava
roynt at gjørt hesa hjálp
til banniorð, men eru nú
komnir á aðrar tankar og
hava sannað, at leiðin hjá
Javnaðarflokkinum
er
tann rætta.
Tað er Guðs barn, ið
batnar, og saman kunnu
vit hjálpa vinnuni aftur á
føtur.
Latið Javnaðarflokkin
standa á odda fyri land-
sins leiðslu. Tað hava
hinir flokkarnir sannað at
vera tað besta.
Tað gera vágafólk eis-
ini tann 20 januar.
Gott javnaðarval
Framtíðar ferða-
samband til
Suðuroynna
Jacob Vestergaard
valevni Fólkafloksins í
Suðuroy
Tá nýggi vegurin millum
Havnina og Gomlurætt
alment var tikin í nýtslu
áðrenn jól, segði formað-
urin í Vinnunevndini,
sum eisini er tingmaður
fyri Suðuroynna, at nú
var næsta stigið at hugsa
um eystanbygdirnar á
Sandoynni.
Sjálvtsagt skulu eyst-
anbygdirnar á Sandoynni
hava gott vegasamband,
men suðuroyartingmað-
urin átti at havt hugflog
til at hugsað longur fram.
Fyri undirritaða og
mong onnur, er vega-
strekkið millum Havnina
og Gomlurætt byrjanin til
fast samband suðureftir,
fyrst til Sandoynna og
upp á longuri sikt til Suð-
uroynna.
Hetta liggur sjálvtsagt
nakað frammið í tíðini,
og er tengt at fíggjar-
viðurskiftunum í landin-
um, men arbeitt eigur at
verða miðvíst við hesi
ætlan.
Aftan á Norðoyatunn-
ilin, sum vantandi verður
liðugur í 2006, eigur
næsta stóra verkætlanin
at verða ein Sandoyar-
tunnil.
Hóast stórur avstand-
urin er millum Sand-
oynna og Suðuroynna,
ber tað til í dag at gera
slíkar tunnlar, í hvussu so
er uppi á landi, og við tí
tøknuligu
framgongd,
sum er í dag, verður hetta
ikki nakar trupuleiki um
nøkur ár.
Framtíðar vega- og
tunnilsarbeiði á Sand-
oynni og í Suðuroynni
má leggjast soleiðis til
rættis, at tað passar til
ætlanina um fast sam-
band frá Streymoynni,
um Sandoynna, til Suð-
uroynna.
Hendan ætlan má ger-
ast skjótast, so komandi
Løgting miðvíst kann
arbeiða eftir henni.
Suðringar eiga sam-
stundis at velja umboð á
Løgting, sum hugsa um
Suðuroynna
fyrst
og
fremst.
Veljið Fólkaflokkin.
Kristian Magnussen
løgtingsmaður og valevni
Javnaðarfloksins í
Suðurstreymi
Eitt av aðalmálunum hjá
Javnaðarflokkinum er at
hjúkla um tað einstaka
menniskjað og at varðveita
og bøta um menniskjans
tørv, trivnað og vælferð.
Samgonguflokkarnir síðan
98 hava bert havt eina
órealistiska loysingarætlan
sum mál. Hóast lítið annað
er komið burturúr, so hava
teir víst í verki, at teir eru
til reiðar at offra fólksins
vælferð fyri at náa málin-
um.
Ikki bert gerandisdagurin
hjá tí einstaka er vorðin
ótryggari, men so sanniliga
eisini
umstøðurnar
hjá
vinnuni. Teir halda hánt
um, at fólksins vælferð og
umstøðurnar hjá vinnuni
eru avgerandi fyritreytir
fyri samfelagsligari menn-
ing.
Skulu vit hava nakað at
deila, so er neyðugt at virð-
ir verða skapt. Skulu virðir
skapast, so er neyðugt at
fólkið trívist og at familjan
og einstaklingurin hava tað
gott.
Javnaðarflokkurin
vil
menna fólkaræðið, sosialu
ábyrgdina og møguleik-
arnar fyri privatum fyri-
takssemi. Tey ágrýtnu og
virkisfúsu skulu sleppa at
royna seg, tó uttan at hin
veiki, fátæki ella illa menti
verður við skerdan lut.
Latið okkum á valinum
20. januar standa saman
um norðurlendsku javn-
aðarhugsjónina, ið hevur
prógvað sítt virði, sum
besta samfelagsskipanin í
heiminum. Latið okkum
standa saman um at røkja
hana og útbyggja hana.
Bjørn Kalsø
valevni Sambandsfloksins í
Norðoyggjum
Tað loysir seg at flyta al-
mennar stovnar úr høv-
uðsstaðarøkinum, og íløgur
í útjaðarin løna seg eisini.
Stendur útjaðarin sterkur,
fer tað við tíðini at spara
landinum útreiðslur, um-
framt at hetta vil ríka
samfelagið á annan hátt.
Gongdin seinastu árini
sigur okkum, at miðstaðar-
økið av sær sjálvum dregur
fólk og virksemi at sær.
Hetta ger, at stórsti parturin
av peningarenslinum endar
í
høvuðsstaðarøkinum.
Kappingin við miðstaðar-
økið gerst ov hørð, og
fyritaksemi, so sum handlar
og smáídnaður úti um land-
ið heldur uppat.
Vit føroyingar hava stórt
sæð bara ali- og fiski-
vinnina at líta á umframt
ríkisveitingina. Og tað er
serliga fólkið í útjaðaran-
um, sum beinleiðis livir av
hesum vinnum. Ein møgu-
lig kreppa merkist tí altíð
fyrst í útjaðaranum. Tí kann
eitt ávíst alment virksemi
og skilagóðar almennar
íløgur í útjaðarinum virka
stabiliserandi í búskapar-
ligum niðurgangstíðum
Velja norðoyingar eitt
umboð á sambandslistan-
um á ting, fer viðkomandi,
umframt at føra ein skila-
góðan fíggjar- vinnu- og
familjupolitik
fyri
alt
landið, eisini at gera alt fyri
at skapa karmar, soleiðis, at
Norðoyggjar framhaldandi
koma at mennast á sama
hátt, sum restin av landin-
um.
Á tingi fara vit m.a. at
arbeiða fyri:
• At anlegg innan lands-
vegakervið
í
Norð-
oyggjum, sum annahvørt
standa í hálvum gekki,
ella ikki eru tíðarhósk-
andi, verða gjørd. So-
leiðis at vegakervið í
Norðoyggjum líkur somu
trygdarkrøv, sum í mið-
staðarøkinum.
• At ferðasambandið mill-
um oyggjarnar verður
betra.
• At fiski- og útróðrar-
menn fáa tryggar karmar
at virka undir, bæði tá
talan er um arbeiðsum-
støður, veiðumøguleikar
og inntøkutrygd.
• At Klaksvíkar Sjúkrahús
og heilsuverkið í Norð-
oyggjum, fær rúmari
karmar.
• At barnaansingar- og
eldraøkið verður priori-
terað og betrað.
• At ungdómurin fram-
haldandi fær betri og
mennandi lestrarmøgu-
leikar í góðum lestrarum-
hvørvi.
• At ítróttur og mentan
annars fáa gróðrarlíkindi.
Stutt sagt, Klaksvíkin skal
mennast til sannan mið-
depil í norðasta parti av
landinum nú fasta sam-
bandið við meginøkið um
stutta tíð gerst veruleiki.
Tað loysur seg fyri eitt land
at hava sterkar eindir í
útjaðarinum. Veljið tí sam-
bandsflokkin á valinum 20.
januar.
Kom og bygg land
Útjaðarin skal mennast
fyri at gera Føroyar ríkari
Heðin Mortensen
Ikki hissini gleps, Páll á
Reynatúgvu gevur frá sær,
nú hann eftir øllum at døma
roynir at endurskapa øsing-
arherferðina hjá tjóðveld-
isharkaliðnum frá undan-
farna løgtingsvali.
Fyrrverandi landsstýris-
maðurin hjá tjóðveldinum
skjýtur mær í skógvarnar,
at eg upp undir valið í 2002
brúkti mín sess sum ÍSF-
forseti til »at reka persón-
ligt og partapolitiskt val-
stríð við«. Enn eina ferð
eru hetta ósannindi úr enda
í annan!
Eg ætli mær als ikki at
viðgera
IOC-spurningin
ella nakað annað ávíst
ítróttarmál í valstríðnum,
og tað havi eg heldur ikki
gjørt.
At so tjóðveldismenn
royna at gera tað, bæði við
og uttan høvi, er nakað
heilt annað. Teir máttu havt
lært, at leitar tú eftir lægsta
felagsnevnara, finnur tú
hann oftast hjá tær sjálv-
um!
Undan síðsta vali vóru
tað júst tjóðveldismenninir,
sum ein fyri og annar eftir
royndu
at
spinna
sær
politiskt gull burtur úr
føroysku royndunum at
vinna sær olympiska viður-
kenning, og teir um tað!
Eg má bara staðfesta, at
Páll á Reynatúgvu óivað
hevur roynst munandi betri
sum ítróttarmaður, enn
hann hevur sum politikari.
Tó undrar tað meg, at hann
eftir øllum at døma ikki
hevur lært, at farast skal
eftir bóltinum og ikki
manninum…
Tann øsingarherferðin,
tjóðveldismenninir løgdu
so stóra orku í undan síðsta
løgtingsvali, staðfesti so
dyggiliga, at júst í greinini
rukkulív verða teir ikki
tiknir! Meira kemur ikki frá
mær um hetta á hesum
sinni, annað enn ein áheitan
á Páll á Reynatúgvu um at
vera sakligur, hóast tað
helst er í seinna lagi at biðja
um tað nú.
Segði nakar rukkulív…
C
M
Y
K
31
30