Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 4 - 8. januar 2004 Samábyrgd VALGREINAR Vinnulív og vinnulívs- politikkur Heðin Zachariasen valevni Fólkafloksins í Norðstreymoy Vit kunnu øll verða samd um, at best er, tá ið okk- ara vinnulív klárar seg sjálvt uttan almennan stuðul. Men hóast tað, so er neyðugt, at vit hava politikarar, sum eru til- reiðar at verja um okkara vinnulív og sum síggja álvarsemi í, at neyðugt er at leggja góðar karm- ar, fyri at okkara vinnulív kann virka væl her á landi. Vit hava ikki brúk fyri politikarum, sum bert sita og hyggja at og einki tora ella vilja gera, tá ið okkara vinna, eitt nú rækjuflotin verður fyri tí lagnu, sum vit hava verið vitni til í seinastuni og vit hoyra politikarar bert siga, at vit skulu ikki gera nakað sum helst, tí so er talan um stuðul til vinnuna og tað vilja teir ikki verða við til. Nei, tað er ikki ein ábyrdarfullur politikari. Tá er munur á einum politikara, sum sær veruleikan í eyguni og altíð er til dystin fús at taka fatt, hetta fyri at loysa trupulleikarnar, sum uppstanda í tí dag- liga degnum. Føroyar eru eitt lítið samfelag og tó ein partur av eini nógv størri heild. Okkara fiskivinna og alivinnan eru í harðari kapping við vinnur í øðr- um londum, bæði nær og fjar. Tí er neyðugt at vit føra ein virknan vinnu- politikk. Politikarar skulu ikki at spæla vinnulívsmenn, men ístaðin taka vinnuna við uppá ráð og laga okkara lógir til umstøðurnar, sum skulu verða so góðar og rúmligar, sum gjør- ligt. Tá noyðast vit eisini at hyggja eftir, hvussu treytirnar hjá somu vinn- um eru í teim londum, sum vit kappast við. Fólkaflokkurin hevur verið við til at gjørt týð- andi broytingar á vinnu- lívsøkinum, sum hevur verið til gagn fyri alt okkara samfelag. Eitt gott dømi er okkara væl- virkandi fiskidagaskip- an. Her vóru menn, sum tordu at taka stór tøk og fingu hesi viðurskifti uppá pláss. Hóast lógin nú óivað treingir til at verða endurskoðað, so er eingin ivi um, at okkara fiskivinnupolitikkur hev- ur verið við til at bygt okkara land uppaftur. Tað er umráðandi, at vit til løgtingsvalið 20. januar velja politikarar á ting, sum síggja veru- leikan í eyguni og eru til- reiðar at bróta upp ermar og broyta umstøðurnar, um tað gerst neyðugt. Tað er ein uppgáva, sum ein og hvør, sum bjóðar seg fram, eigur at taka á seg. Og tað ger Fólka- flokkurin. Jakob Holm Valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymi Vit í Sambandsflokkinum hava við okkara nýskipan- aruppskotið, valt eina fram- tíðarskipan innan Ríkisfe- lagsskapin. Sambands- flokkurin metir vælferðar- samfelagið og persónliga frælsið hjá tí einstaka meira virðismikið enn nationalist- iskar hugsjónir. Fullveldis- skútan hevur kollsilgt. Vit eru komin á eitt vega- mót, har tað er umráðandi at vit leggja ein miðvísan politikk fyri komandi árini. Sambandsflokkurin gongur inn fyri, at fáa fleiri og størri inntøkukeldur til samfelagið. Vit ynskja og vóna at Føroyar eisini kom- andi árini kunna roknast fyri at vera eitt vælferðar- samfelag, sum gevur væl- ferð og møguleikar til tann einstaka. Hetta kann eitt nú gerast við at skapa betri karmar hjá vinnuni. Hettar skapar eisini ein búskaparvøkstur, sum er ein fyritreyt fyri at fáa eina betri vælferð, so sum sjúkrahús, betri skúlar og eina betri eldraforsorg, sum eisini gevur eitt betri umhvørvi. Tað skal loysa seg, og fólk skulu vera glað fyri at arbeiða. Tað skal løna seg betri at arbeiða meira, og at skatturin av eyka arbeiði verður 40% í staðin fyri nú- verandi 60%. Eisini skulu fólk hava møguleikan at verða longri á arbeiðs- marknaðinum. Samfelagið hevur brúk fyri allari tøkari arbeiðs- megi. Eisini teimum sum hava nátt pensionist aldu- rin, um tey ynskja tað. Tað skal altíð loysa seg fyri ein pensionist at arbeiða, sjálvt um hann fær pensión. Fólk sum ynskja at arbeiða meira, skulu eisini hava meira eftir til egna nýtslu. Fleiri fólk á arbeiðs- marknaðinum, størri verður vælferðin. Vit hyggja frameftir X VIÐ LISTA B. Gott Val Annfinn Brekkstein valevni Sambandsflokksins í Suðurstreymoy At skerja blokkin við 366 mio.kr. var ábyrgdarleyst, og ein panikkavgerð sum als ikki var gjøgnum- hugsað, tí grundarlagið fyri minkingini var ikki til- staðar. Alivinann saman við rækjuflotanum hevur stórar trupuleikar at dragast við, og hesi bakkast fara at síggjast aftur á útflutnings- tølunum fyri rækjur og laks. Eisini at førir hetta við sær, at inntøkan hjá land- inum minkar og arbeiðs- láss koma í vanda. Við at skerja blokkin hevur fullveldissamgongan lagt óneyðugar byrðar á tann Føroyska búskapin, og harvið skapt ótryggleika sum aftur kann hava ó- neyðugar rembingar sum raka fólkið í landi okkara. Tá polittikarar taka av- gerðir, eiga og skulu av- gerðirnar tæna fólkinum og samfelaganum. Aftur eitt dømi um ráðaloysi, ódugnaskap og ábyrgdarloysi sum hevur verið felagsnevnarin hjá fullveldsissamgonguni. Vel sambandsflokkin, og tú velur ta tryggu loysnina. Vinjard Johansen Valevnið Miðfloksins í Eysturoy Útróður hevur gjøgnum øldir verið ein týðandi táttur fyri okkara samfelag. Menn hava trúðliga róð út við smábátum og borið miklan fong til lands. Henda vinna er enn lika týdningarmikil og tí er um- ráðandi at skapa henni góð- ar karmar. Góðskan á hesum fiski er vanliga fyrsta floks og tí væntast eisini góður prísur. Uppboðssølan hevur hjálpt munandi um at fáa prísin upp, men týdningar- mikið er at tað ikki steðgar her. Tað má arbeiðast víð- ari. Eitt sum ræður um tá hugsa verður um hægri prísir er at flutningsviður- skiftini gerast betri, so fiskurin kann fara út um alt Evropa, so feskur sum tilber. Tað er á teimum fesku maknaðinum, at okk- ara útróðarfiskur fær best prís. Miðflokkurin og undir- ritaði vilja tryggja fram- haldandi trygg kor fyri útróðurin, so hann fær frítt at fiska og harumframt kann seljast so dýrt sum tilber Útróður hevur stórum týdning úti á okkara bygdum runt um, og tað má hann framhaldandi verða, um lív skal verða laga úti um í Føroyum. Tað skal loysa seg Sambandsflokkurin segði nei at skerja blokkin - tí tað var ábyrgdarleyst Útróður ein skynsom vinna! Petur Egholm Poulsen valevni Miðfloksins í Sandoy Heilt frá byrjanini av hevur tann kristna hugsjónin staðið sentralt hjá Mið- flokkinum. Tann kristna hugsjónin í politikki má vera at seta ein høgan etiskan og moralskan standard, tó ikki sum eitt krav. Tí tvingsul førir onga leið. Næstakærleiki er eitt lyklaorð, tá íð tað kemur til moralskar og etiskar spurn- ingar. Í hesum sambandi kan ein og hvør læra av søguni um samverjan, sum ikki hugsaði um sín egna tryggleika. Miðflokkurin vil framvegis arbeiða fyri at sjuk, gomul og brekað fáa trygg og góð livikor. Og fyri okkum, sum hvørki eru sjúk, gomul ella brekað, er tað allneyðugt, at vit hugsa tvørtur í móti tíðarandan- um. Tvørtur ímóti einari einsporaðari hugsjón um at fáa nøkta mín matrialist- iskan tørv. Heimið er grundastein- urin í samfelagnum, og tað er fyrst og fremst har socialiseringin av einum barni fer fram. Soleiðis var tað í stórfamiljunum fyrr og soleiðis eigur tað at vera í kjarnufamiljunum í fram- tíðini. Socialiseringin í ein- um heimi er avbera um- ráðandi, tí tað er har eitt barn finnur sín samleika, tað er har grundalagið fyri hvussu væl tey skullu eydnast seinri liggur. Hetta grundalagið er avgerandi fyri hvussu tey klára lívið, tá íð tað fer harðliga við einum. Ì sundurknústum familjum hava vit fingið børn við sundurknústum sálum. Hesi eru og vera vaksin ein dag. Í børnunum liggja, arbeiðismøguleikar, hugskotini, ja øll framtíðin. Tí vil Miðflokkurin arbeiða fyri, at lóggávan er hjúna- bandsvinarlig og verjir heimið. Her kundi bara nevnast nøkur fá ting, um hví tað er skilagott at stuðla Mið- flokkin. Eg vil heita á øll, sum ynskja at varveita tann krisna siðararvin við einum høgum, etiskun og moralskum standard í Føroyum, serliga til tað trúgvandi fólkið. Vís sam- ábyrgd/solidaritet og lat tína samkenslu røkka yvir alt landið, vel Miðflokkin! AUTO AUTO 311234 311234 AUTO -Dag & nátt- Vilt tú bil hýra - ring 311234 Nú fáast eisini Talutíðarkkort BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 Føroya Tele Kall Mat- seðilin Hósdagin 8. jan: Roykt medistarpylsa & Høsnarungi Fríggjadagin 9. jan: Ræst kjøt Leygardagin 10. jan: Lambasteik Mánadagin 12. jan: Hamburgarryggur & Gjørd hara Týsdagin 13. jan: Fiskafrikadellir & Revelsbein Mikudagin 14. jan: Hakkibúffur & Saltkjøt *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 22,00 Maxiburgari ella Búffsandwich 30,00 Matstovan í Hoyvík C M Y K 33 32