hósdagur 8. januar 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 8. januar 2004
35
Fríggjadagin, 2. januar,
skrivaðu ÍSB og Skemm-
an undir sáttmála, sum
við gildi frá 1. januar ger
Skemmuna til høvuðs-
stuðul hjá sambandinum.
Skemman hevur ikki
verið høvuðsstuðul hjá
ÍSB áður, men teir hava
verið partur av stuðuls-
bólkinum, og eitt nú vóru
teir
millum
hollastu
stuðlarnar til Special
Olympics kappingarnar,
sum fóru fram í Írlandi
seinasta summar.
Hesi seinnu árini hevur
tað annars við LÍV, sum
hevur verið høvuðsstuðul
hjá ÍSB, men tó at teir
ikki longur eiga hetta
heitið, so merkir tað ikki,
at LÍV hevur slept end-
anum í so máta.
Framyvir
vera
teir
partur av bólkinum, Aðr-
ir stuðlar, sum eisini eru
stórur partur av grundar-
lagnum undir virksemin-
um hjá ÍSB.
-jm
Ein rumenskur hond-
bóltsleikari royndar-
venur í løtuni við
Kyndli, men enn er
ikki greitt, hvørt talan
verður um sáttmála
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Endaspælið í bestu hond-
bóltsdeildini hjá monnum
fer í gongd aftur um hálva
triðju viku, og nú landsliðs-
steðgurin hevur sett ein kíla
í, royna ymsu feløgini
sjálvsagt at fyrireika seg
sum best til týdningarmiklu
dystirnar.
Vit hava áður nevnt, at
Neistin til hetta verður
styrkt við Heina Hanusar-
son, men eisini grannarnir
úr Kyndli tykjast ganga við
ætlanum um at fáa styrk til
liðið.
Í øllum førum er hesa
vikuna ein rumenskur leik-
ari, sum venur við liðnum,
men sum skilst, so er tó enn
ikki avgjørt, hvørt talan
verður um at gera sáttmála
við leikaran.
Úr Kyndli frættist, at
hetta við at fáa útlendskan
styrk, var nakað, sum tey
tosaðu um við kappingar-
ársbyrjan, men at liðið síð-
ani hevur víst seg at standa
seg framúr væl, sum tað er.
- Eftirfylgjandi hevur
hesin leikarin so sett seg í
samband við okkum, og vit
hava so einki havt ímóti, at
hann hevur vant við okkum
hesa vikuna. Men hvørt tal-
an verður um sáttmála ella
ikki, er tó alt ov tíðliga at
staðfesta enn, sigur Jóannes
Dalsgarð, sum er ein av
teimum, sum tekur eina
hond við í felagsarbeiðin-
um í Kyndli.
- Fyrst og fremst er sjálv-
andi avgerandi, at leikarin
sýnir tær dygdir, sum eru
neyðugar, og tað í sjálvum
sær kann vera eitt sindur
ringt at meta um eftir so-
mikið stuttari tíð. Hartil
kemur so eisini tað, at um
vit ætla at knýta leikaran at
felagnum, so eru ein rúgva
av ymiskum formligum
viðurskiftum, sum skulu
avgreiðast, og so er spurn-
ingurin, hvussu langa tíð
hetta fer at taka, sigur hann.
Soleiðis tykist tað í løtuni
vera ivasamt, hvørt leikarin
fer at styrkja um hópin hjá
oddaliðnum seinasta helm-
ingin av kappingarárinum,
men hinvegin er tað neyvan
til stuttleikar, at leikarin
venur við teimum grønu, so
tað verður helst spennandi
at vita, hvussu hetta fer at
spæla av.
Seinasti dysturin í
EM undankappingini
í flogbólti í Luksem-
burg var nummar 100
hjá Marjun Kalsø.
Hetta varð hon heiðr-
að fyri týskvøldið í
býráðshøllini, har
borgarstjórin,
liðfelagar, familja,
vinir og mong onnur
tóku ímóti henni
100 LANDSDYSTIR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: – Mær vitandi er
tað ongin annar, sum hevur
leikt 100 skrásettar lands-
dystir fyri Føroyar áður, og
tí kann av sonnum sigast, at
Marjun Kalsø er eitt undan-
gongufólk – ikki bara í
Klaksvík, men eisini í øll-
um landinum, segði Stein-
bjørn Jacobsen, borgar-
stjóri millum annað í røðu
síni fyri Marjun í býráðs-
høllini týskvøldið.
Hann segði eisini, at ung
ítróttarfólk kunnu hava
Marjuna sum fyrimynd, tí
hon hevur givið ítróttinum
nógv hesi mongu árini.
Tá Steinbjørn var liðugur
við sína røðu, segði Vera
Larsen nøkur orð vegna
Mjølnir.
Vera segði, at Marjun var
so sanniliga ikki komin
sovandi til hetta. Og hon
greiddi frá, at tá Marjun
ikki var til venjingar, so
fingu tær ikki tað sama
burturúr, tí hon koyrir á
allatíðina.
Marjun fekk gávur frá
býráðnum og frá Mjølni
umframt fleiri blómutyssi.
Sjálv var hon púra mál-
leys, so bilsin hon var. Hon
visti av ongum áðrenn.
– Eg veit ikki, hvat annað
eg skal siga enn takk, segði
hon bilsin.
Móttøka á ferjuleguni
Ætlanin var upprunaliga, at
móttøkan
skuldi
vera
klokkan 19, men av tí at
Marjun var seinkað úr Vág-
unum, var hon sett at verða
hálvanannan tíma seinni.
Men hetta fingu ikki fólk at
setast aftur fyri tað.
Móttøkan byrjaði á ferju-
leguni, har eini 200 fólk
ella meiri stóðu og bíðaðu
til Dúgvan skuldi koma. Tá
Marjun kom í land, byrjaði
hornorkestrið at spæla, og
gingu tey á odda niðan í
býráðshøllina, har borgar-
stjórin tók ímóti.
Framvið vegnum stóðu
børn og vaksin við stjørnu-
kastarum, har tey gingu.
Veðrið var av tí besta, og
Marjun var sera bilsin og
glað.
Nú hevur hon rundað teir
100 landsdystirnar og enn
eitt mál er rokkið hjá henni.
Hvat hennara næsta mál fer
at verða hjá hesi virknu
ítróttarkvinnu, tað er ikki
gott at vita.
Ofta hevur hon fingið
spurningin, nær hon fer at
gevast, men so longi sum
hugurin og orkan eru til
tað, so er bara at halda
fram.
Marjun er undangongufólk
Marjun Kalsø saman við trimum av sínum liðfeløgum, Anna Müller Jacobsen, Berit Norðoy og Sonja Ravnsfjall Kjølbro
Mynd: Bárður Lydersen
Nýggjur høvuðs-
stuðul hjá ÍSB
Kyndil leitar sær rumenskan styrk
35
Nr. 4 • hósdagur • 8. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Hans Fróði Hansen
sigur seg ikki hava
skrivað undir
sáttmála við íslendska
Fram, og í løtuni
tykist málið átøkt
einum hurlivasa, har
torført er at finna
sannleikan í heildini,
og har serliga B68
man kenna seg eitt
sindur í villareið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Sum vit skrivaðu í blaðnum
í gjár, so var talan um
álvarsligt brot á bæði før-
oyskar og altjóða sáttmála-
reglur, um Hans Fróði
Hansen hevði skrivað sátt-
mála við Fram.
Felagið boðaði sjálvt á
heimasíðuni frá, at teir hava
gjørt trý-ára sáttmálar við
Hans Fróða Hansen og
Fróða Benjaminsen, men
sambært B68-formannin-
um, Niclas Davidsen, hevði
B68 so ikki leysgivið leik-
aran, og tó at samband
hevði verið millum B68 og
Fram, so var eingin semja
enn funnin í hesum.
Sigur seg einki skilja
Vit royndu bæði mánadagin
og týsmorgunin at fáa fatur
á Hans Fróða Hansen, at
vita, hvørjar viðmerkingar
hann hevði til málið, men
tað eydnaðist okkum ikki.
Men blekkið í blaðnum
mundi neyvan vera stadn-
að, áðrenn Hans Fróði
sjálvur setti seg í samband
við Sosialinum
- Eg kann bara siga, at
hetta kenni eg einki til.
Sjálvur havi eg so ikki
skrivað nakran sáttmála við
Fram, og eg visti ikki av
nøkrum, fyrr enn eg á døg-
urða týsdagin frætti, at eg
hevði gjørt trý-ára sáttmála
við felagið.
- Søgan er í stuttum tann,
at eg í eina tíð havi gingið
við ætlanum um at flyta til
Íslands. Tað hevur B68
eisini verið kunnað um, og
hetta hevur ikki havt nakað
við Fram at gera. Tann
áhugin er komin seinni, og
eg havi verið vitandi um, at
Fram hevur samráðst við
B68 um at keypa meg
leysan, men meira enn tað
veit eg ikki, sigur leikarin
sjálvur, og avvísir soleiðis
staðiliga, at hann skal hava
skrivað undir sáttmála, so-
leiðis sum felagið annars
boðar frá.
Torgreiddur sannleiki
Spurningurin tykist soleiðis
í løtuni vera, hvar í øllum
hurlivasanum
sannleikin
aftan fyri alt hetta liggur.
At síggja til, so átti talan
at verið um álítandi tíðindi
á heimasíðuni, sum er al-
menna síðan hjá felagnum.
Íslendsku
bløðini
hava
somuleiðis umrøtt tíðind-
ini, og enn er so eingin í
Fram, sum hevur havt nak-
ran hug at avsannað tíðind-
ini.
Tá Fram soleiðis meldar
út, at teir hava gjørt sátt-
málarnar, so vilja tey flestu
kanska eisini halda, at
nakað er um tosið. Hinveg-
in tykjast ikki øll tíðindini
frá felagnum at vera eins
álítandi. Sum Sosialurin
hevur skilt tað, so skal talan
í øllum førum ikki vera um
trý-ára sáttmála, sum Fróði
Benjaminsen hevur skrivað
undir, men ein sáttmála fyri
átta mánaðir. Og at undir-
skriftin á niðastu linjuna
heldur ikki er sett enn.
Nógvir spurningar
Í øllum førum bendir nógv
á, at Hans Fróði Hansen
hevur fingið tilboð um
sáttmála fyri nakað av tíð
síðani, og tað vil í øllum
førum siga, áðrenn Fram og
B68 eru vorðin samd um
nakað gjald fyri leikaran.
Eitt gjald, sum tey enn ikki
eru samd um.
Í Sosialinum tann 12.
november skrvaðu vit – við
tilvísing til íslendsku bløð-
ini - at bæði hann og Fróði
Benjaminsen høvdu fingið
tilboð um sáttmála, men ta
ferðina vildi Hans Fróði tó
ikki gera nakra viðmerking
til hetta yvirhøvur. Skrivað
varð eisini ta ferðina, at teir
báðir leikararnir høvdu ver-
ið í Íslandi fyri at kunna seg
um umstøðurnar. Nakað
sum íslendska morgunblað-
ið eisini hevði lagt til merk-
is, og teir skrivaðu tann 13.
november, at Fram í nakrar
vikur hevði verið í samráð-
ingum við teir báðar leikar-
arnar.
So í løtuni er eitt sindur
ilt at staðfesta, akkurát hvat
er hent í hvørjum sam-
bandi, men tað tykist í øll-
um førum víst, at tofta-
menn vilja hava nøkrum
spurningum svaraðum.
Er tað so, at Fram uttan-
um B68 hevur sett seg í
samband við leikara, so
hava teir í øllum førum
brotið tær reglur fyri leik-
araskifti, sum FIFA hevur
staðfest, og í so máta kann
B68 eisini krevja endur-
gjald fyri hetta.
Hevur talan eisini verið
um beinleiðis samráðingar
– og ikki minst undirskriv-
ing av sáttmála – so hevur
leikarin eisini sjálvur for-
brotið seg móti reglunum,
soleiðis sum vit greiddu frá
í blaðnum í gjár.
Triði møguleikin er so
sjálvandi eisini, at Fram við
hesum roynir at leggja trýst
á B68 við at skapa split
millum felagið og leikaran.
Ein taktikkur, sum eisini
hevur verið nýttur í aðra-
staðni runt í Europa. Hvørt
hetta so er nakað, sum hev-
ur stórvegis árin á stillføra
B68-formannin er so eitt
annað mál. Í øllum munnu
tey flestu við kunnleika til
felagsarbeiðið í føroyskum
fótbólti ásanna, at Niclas
Davidsen kann vera beist-
aktiga treiskur, tá á stendur,
og at tú ikki skalt lata teg
villeiða av spakliga lyndi
hansara annars.
Eingin sáttmáli skrivaður
Sjálvur sigur Hans Fróði Hansen seg einki kenna til, at hann skal hava gjørt sáttmála við íslendska Fram. Tað kennir B68 heldur einki til, men í Reykjavík sigur
felagið, at tey hava ein sáttmála…
savnsmynd
C
M
Y
K
34