mikudagur 13. januar 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7 — 13. JANUAR 1999
tíðindablaðið
Karin Kjølbro:
— Hvi hava fiskavirki ikki
egnan dagstovn?
Månakvøldid skipaði Kvinnufelagið í Havn fyri væl
eydnaðum fundi í Mettustovu, har Karin Kjólbro millum
annað røddi um stóðuna viðvíkjandi løntum arbeiði hjá
kvinnum í Fóroyum í dag.
Vit hava í hesum sambandi hitt Karina, ið kann sigast at
vera ein kvinna við nógvum kasjettum; forkvinna í ALS,
leiðari á Kriminalforsorgini , fyrrv. politikari og
blaðstjóri og enn sum áður virkin innan kvinnurørsluna.
DAGFINN OLSEN
MYND: JENS KR. VANG
Karin Kjølbro situr vid ser-
merkta skrivaraborð sítt á
Kriminalforsorgini, eitt
eldri brúnt borð. ið ber brá
av at vera antikk. Ikki eitt
av hesum vanligu nýggju úr
ljósum viði, ið ongantíð sær
út til at hava verið brúkt
Úr vindeyganum sæst yvir
á Kongabrúnna henda regn-
tungamorgun, men her inn
an fyri vindeygað kennist
virkisfýsni
Tå vit trína innar og biðja
góðan morgun, er tað fyrsta
vit fáa at vita, at Karin hevur
sett hálvan tíma av til prátið
Ein hálvur tími. ið skal vísa
seg at gerast sera effektivur.
ti tað er ikki smávegis. ið
Karin veit at siga okkum um
evnid, ið vit eru komin at
hoyra nærri um: stødan hjá
kvinnuni á arbeiðsmarknað
inum, ella kanska uttanfyri
markaðin
Og væl er grundað og
undirbygt. Forkvinnan í
Als, leiðarin á Kriminalfor
sorgin! og kvinnufelags-
kvinnan Karin Kjølbro
greidir livandi frå og tad er
frå fyrstu stund greitt, at hon
veit hvat hon prátar um
Vón
- Kvinnurørslan hevur
sjálvsagt áhuga í, at Als,
Arbeiðsloysisskipanin, í
fjør boðar frå, at 2/3 av
teimum, sum fáa utgjald frå
ALS, eru kvinnur. Gongdin
er nakað tann sama á Al-
mannastovuni, greiðir Kar-
in Kjølbro frá.
- Tølini fyri januar í ár
eru nakað ødrvisi, men
gongdin er hin sama. Sjálv
er eg virkin innan kvinnu-
rørsluna og taki stødi í teim-
um seinastu 25 árunum - frá
1975, tá ST útnevnir 1975
til 1984 til kvinnu 10-ára-
skeið. Ljóskastarin skal set-
ast á støðuna hjá kvinnun-
um í samfelagnum og á ar-
beiðsmarknaðinum. Tá tann
rådstevnan er í Meksiko, fáa
allar kvinnur eina vón. Tá
sigur eisini stovnarin av
kenyanska = samfelgnum,
Jomo Kenyatta, at tå tú und-
irvísir eini kvinnu, so und-
irvísir tú einum heilum
fólki, tí tær leggja tað, tær
hava lært, í síni børn. Undir-
vísir tú einum manni, undir-
vísir tú einum einstaklingi.
- Føroyska kvinnurørslan
hevur verið við alla tíðina
og tá vit koma til 1985. so
eru vit í Nairobi og fáa tá
hagtøl at vita um hesi 10
árini. Heimsins kvinnur ar-
beiða 75% av heimsins ar
beiðstímum, tær vinna 10 %
av heimsins lønum og eiga
1% av heimsins ognum og
rákið heldur fram í hesum
sporinum, sigur Karin Kjøl
bro.
Bundnar av børnum
og eldri folki
- Fara vit so til 1998 i Før
oyum, har vit. tíbetur fyri
okkum oll. høvdu stórt løn
arútgjald og taka vit ein til
vildarligan mánað. so eru
300 milliónir útgoldnar
øn, tær 200 eiga menninir
75 av
kvinnum eru á arbeiðsmart
naðinum og
beidsføru mønnunum. Teir
eru 10 % fleiri.
tvær ferðir so nógv i løn
Her er ein Ojavni og ti
hevur kvinnurørslan åhuga
í at seta ljóskastaran á hetta.
Hvat kann gerast við hetta?
Ein arbeiðsgevari vísti fyri
tíð síðani á, at tá vit fáa ein
lista frá ALS um arbeidstøk,
so eru tey ikki tok - hóast
tað at vera tókur er fyritreyt
fyri at fáa gjald frá ALS.
Tað eru serstakliga kvinn-
urnar tað snýr seg um. Hann
segði enntá, at tað er bert 3.
ella 4. hver, sum er tøk, og
vit vita, at úti á smærru stød-
unum, so eru tær bundnar
av børnum ella eldri fólki.
Hetta er ein trupulleiki hjá
føroyskum kvinnum, greið-
ir Karin Kjølbro frá.
- Sera nógv hava mið-
námsútbúgvingar í Føroy-
um. Taka vit HF og student,
so eru flest gentur. So kundi
verið rímuligt, at tær komu
víðari. Taka vit mín gamla
årgang, so eru øll vit, ið
tóku studentsprógv komin
víðari, uttan so at sjúka ella
líknandi er komið ímillum.
Karin Kjølbro heldur við
um, at tey vóru so nóg
færri tá, men harfrá og bein-
leiðis at stranda er stórur
munur, heldur hon, og talið
er stórt.
og 85% dV UU
men faa
Prolitarisering
- 40% av teimum, ið fáa út-
gjald frá ALS. hava onkra
útbúgving. har eisini mið-
námsútbugvingar. Serligz
90'ini hava verið trupul. Ein
ætlaði kanska at taka eitt
fríár eftir loknan skúla, men
fekk einki arbeiði. ikki út-
gjald frá ALS, tí har skalt
tú hava arbeitt áðrenn, so-
leiðis, at útgjaldið kann set-
ast eftir, hvat ein hevur
vunnið árið fyri. Meðan
gentan kanska umhugsar.
hvat hon skal, gerst hon
kanska við barn. Soleiðis
hendir ein prolitarisering av
kvinnunum og gongdin
n einligar
kvinnur sum heild. so hevur
hevur verið tann vegin
Tosa vit u
ð verið so t hendi ein
I dag
vnunun
1111. UDUE VIN
nammui
nesar Eru SÓSA
Nógvar kvinur eru
strandaðar tessvegna. Fyrr
vóru góðar ommur ul
hjálpar, í dag gera tær karri
eru
- Á fundinum måna-
kveldið var ein kvinna, sum
segði, at tá hon hevði gingið
heima í 8 mánaðar, at nú
var nóg mikið, hon fór til
arbeiðis, nú átti maðurin túr
at ansa barninum. Hann var
heima í 3 dagar, so var tað
komið upp á pláss við tí
Eitt sjónarmið var, at ikki
fyrr enn tað er ábyrgd hjá
monnunum at fáa barnaans-
ing, kann roknast við, at tað
verður mett hægri í sam-
felagnum, sigur Karin Kjøl-
bro.
Als er tryggingar-skip-
an - ikki almannastova
Ein hálvur tími gongur
skjótt inni á skrivstovuni hjá
Karini Kjølbro, ið fegin
greiðir frá av fullum huga
og við breiðari vitan.
Millum annað vil for-
kvinnan i ALS av við søg-
urnar um, at ALS eigur so
nógvar pengar, at úgjaldið
kundi verið munandi hægri.
- ALS er ein trygging og
arbeidsåvising, ikki ein al-
mannastova. Tað hevur ver-
ið frammi, at ALS eigur
nógvan pening, men har eru
eisini nógvir fríggjarar,
flennir Karin Kjølbro, sum
fegin vil hava okkurt at
standa ímóti við, skuldi
samfelagið aftur verið fyri
bakkasti, ti hon dylur ikki
at mangan leikaði hart á.
Eisini heldur hon tað vera
væl klárað. at samfelagið
uppá 10 ár kláraði at koma
av botni og upp undan aftur.
Karin greiðir frá um virk-
semi hjá ALS og er sera
glað um tey tilboð, ið nú eru
til tey, ið eru inni í skipanini
í meira enn 6 mánaðir. Hon
metir tað vera umráðandi at
fáa fólk í gongd, og hon
nevnir skeið innan olju-
vinnu uttanlands, sum fólk
hava verið á. Eisini nevnir
hon vinnusålarfrøding og
teldukoyrikortið.
- Tað týdningarmesta fyri
kvinnur er útbúgving. Tær
hava rætt til fórleikagevandi
skeið. eftir 6 mánaðar í
ALS. Vit hava havt iblåst-
urskeið við 12 luttakandi,
harav 6 komu rættiliga
skjótt í arbeiði. Hesum stóð
vinnusålarfrødingur fyri.
- Fyrr hevdi ALS til upp-
gávu at hjálpa fólki at yvir-
liva. Nú er talið á viðskifta-
fólki so lítið, at vit kunnu
veita betri tænastu og eisini
eru vit tøkniliga betri fyri,
sigur Karin Kjølbro
Fiskavirki hava
dagstovn
Í pråtinum við Karina varð
farið víða, frá hvussu páp-
arnir eru komnir meira við
í ansing av børnum til javn-
stødulsg, og henda kvinna,
ið hevur drúgvar royndir á
so nógvum økjum í sam-
felagnum, hevur nógvar
kasjettar, ið hon kann seta á
høvdid í slíkum práti, men
at kvinnurørslan og arbeiðið
har liggur hjartanum nær,
tykist greitt.
Karin Kjølbro er væl
nøgd við fundin måna-
kveldið í Mettustovu, hóast
einki mannfólk var til stað-
ar. Eitt sindur skuffað er hon
tó yvir, at einki umboð frá
fakfelagsrørsluni vísti á-
huga og kvinnurnar hildu,
at hetta var ein trupulleiki
sum heild.
Karin Kjølbro ivast ikki
i, at um t.d. fiskavirki fingu
egnan dagstovn, so høvdu
tey havt støduga arbeiðs-
megi, og hetta gerst neyð-
ugt, nú krøvini til okkara
utflutningsvøru harðna. T.d.
heldur hon, at Býráðið í
Havn og aðrastaðni vid, 6-
ivad høvdu stuðlað slíkum
tiltaki
Eisini kom fram á fund
inum, at neyðugt er við ein
um barsilsgrunni, ið kann
g) alda løn, tå ein arbeiðari
gerst vid barn, so at arbeids-
gevarin ikki skal hugsa um
tað. Hetta hava vit ikki fing-
ið enn, hóast nógv hevur
verið prátað um hann, sigur
Karin Kjølbro.
Karin Kjølbro heldur, at
vit hava verið fyri stórum
rembingum í 90' unum.
- I '91 áttu vit ikki eina
arbeiðsloysisskipan og vit
eru farin frá einum arbeiðs-
loysi uppá 25% og niður á
9%. Tá arbeiðsloysið var so
stórt, so var ikki brúk fyri
dagstovnum, so vit mugu
geva kommununum ein
møguleika at koma fyri seg
aftur, heldur Karin Kjølbro.
sum hóast núverðandi ætt-
arlið av kvinnum ikki eru
so virknar í kvinnurørsluni,
sær ljóst uppá framtíðina
- Okkara døtur hava
javnstødu sum nakað sjálv -
sagt og harafturat er so hart
at verða småbarnafamilja í
dag, at eg haldi ikki fólk
makta at hava nógv annað
at hugsa um, metir Karin
Kjølbro.