Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. januar 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Yngd nr. 3 - 13. jan. 1999 Fyrst í næsta mánað fer ein nýmótans PC-Cafe at lata dyrnar upp í miðbýnum í Havn. Á cafeini verða ikki færri enn 18 teldur umframt tvær Play-Stations 8 = S ttan- " g eru køn inna ur. kenna fyribrigdið PC-Cafe Nóg slíkar cafeir finnast uttan g tær eru se æl umtókt 1 etólk í ollum heiminum Á eini vanligari PC-Caft finnast le e 4 r 10 ate "3 } ft g SP 5 e z i t il i internetinum. ella Jømis spæla okkurt spælið ímóti tnmum av vinfólkunum samstundis Í næstum fer so ein slík PC-Cafe at dyrnar upp í Havn. Caftin. sum r at hava navnið OrBits. fer at halda til á aðru hædd á Tinghusvegi har Rokkjallarin heldur til i veg- eddini eð pi personar og sum s tan fyri | Í nóevu elduarder hava 1 Caiema e ert samstarv eir fýra og so Formula Xer gg t møguleiki er fyri at lata B Hevdi Fom a Xerox kki verið við i tiltakinum, so hevði 3 Ogjørligt at gjørt OrBits til ruleika. siga stigtakararnir við Yng F X x stendur fyr bilegg- gim av teldum, telduspølum og standa aftan fyri OrBits, siga við Yngd, at teir hava arbeitt við hugskotinum síðani einaferð í september mánaða seinasta ár. Hug- skotið hava teir sjálvsagt fingið frá líknandi støðum í útløndum, og or- søkin til, at teir fóru at gera álvara burturúr hugskotinum, er, at teir allir fáast nógv við teldur í frítíðini, so hví ikki brúka hesa fritid til okkurt gagnligt við teldum Nógvar og stórar teldur Nýggja PC-Cafein fer at verða væl útgjørd. Einar tíggju teldur verða, sum fara at verða brúktar til inter- netið. Hesar fara at hava ein "pro- cessor', sum er antin 400 ella 450 Mhz, og tey, ið eru køn innan teldur, vita, at hetta ger teldurnar rættuliga skjótar. Haraftrat koma teldurnar at hava øll tey neyðugu forritini, sum hugsast kunnu. Spæliteldurnar fara at hava eitt lítið sindur minni "processor”, nevnliga ein við umleið 350 Mhz Spæliteldurnar verða átta í tali at byrja við, og tær verða settar so- leiðis upp. at fýra teldur eru savn- aðar við eitt stórt børð. So kunnu eitt nú fýra vinfólk fara og leiga sær hesar teldurnar, eg tann næsta tíman ber so til hjá teimum at sita og dyst- ast móti hvørjum øðrum í onkrum telduspæli, tí teldurnar verða saman- bundnar Tvær Play-Stations fara eisini at verða í hølunum hjá OrBits, og hes- ar eru serliga ætlaðar yngru gestun- um, sjålvt um tey eldru eisini eru vælkomin til at leiga hesar Onkur hevur kanska hug til at spyrja, hvat fyri spøl, ið møguleiki verður fyri at spæla á spæliteldunum hjá OrBits. Til hetta er at siga, at øll tey best umtóktu og nýggjastu spøl- ini verða á teldunum. Teir, sum standa aftan fyri OrBits, hava útveg- að sær Top 10 listarnar frá fýra donskum PC-Caftum. Á henda hátt ber til hjá teimum at síggja, hvat fyri spøl eru best umtókt í Føroyum, og tískil kunnu teir eisini bíleggja spøl eftir hesum listunum. Øll spøl- ini, sum eru á teimum fýra listunum, verða á teldunum hjá OrBits. Fyri at tey. sum sita vid teldurnar inni á OrBits. ikki skulu órógva hvønn annan, verða allar teldurnar útgjørdar við oyramikrofonum, so at brúkarin sjálvur kann hoyra ljóðið av spælinum ella av internetinum, meðan hini, ið eru inni í hølunum, einki hoyra til hetta. Tað skal eisini sigast, at teldurnar ikki bert verða leigaðar út til at “surfa" ella spæla við, tí stigtakarar- nir hava eisini í umbúna at skipa so- leiðis fyri, at teldurnar eisini kunnu brúkast til eitt nú skúlabrúks, skriva umsóknir ella annað privat, ið ein hevur tørv á. Skipa fyri ymiskum tiltókum Sum vit eisini kenna tað aðrastaðnis frá. so ber nýggja PC-Cafein við sær, at betri umstødur verða til at skipa fyri ymiskum óalmennum føroyameistaraskapum í ymiskum telduspølum, og er hetta eisini nak- að, sum stigtakararnir til OrBits hava í umbúna at skipa fyri. Hesar kappingar verða skipaðar á tann hátt, at luttakararnir kunnu spæl hver móti ødrum, og slíkt kann taka drúgva tíð, so ikki er óhugsandi, at ein slík kapping kann strekkja seg yvir eitt heilt vikuskifti, alt eftir hvussu nógvir luttakarar eru í kapp- ingini. At PC-Cafein fer at geva bæði ein- staklingum og fyritøkum góðar um- støður til at hava ymiskt skeiðvirk- semi er eyðsæð. OrBits fer væntandi bert at hava opið frá klokkan fýra seinnapartin til klokkan ellivu á kveldi. Tískil fer eitt stórt holi við 18 nýmótans teldum at standa tómt ein stóran part av arbeiðsdegnum og hetta gevur eitt nú vinnulívinum og almennum stovnum upplagda: møguleikar at skipa fyri ymiskum telduskeiðum fyri starvsfólki sínum Brúkararnir skulu verða limir Fyri at man skal kunna leiga sær eina teldu í ein tíma ella so í OrBits. krevst at man er limur. Hetta verður gjørt, ti at man á tann hátt hevur nógv betur eftirlit við, hvat ið fer fram í hølunum, og hetta fer eisini at gera tað møguligt hjá limunum at fáa avsláttur, tá ið teir hava leigað eitthvort so og so ofta. Stigtakararnir til OrBirs siga við Yngd. at teir ætla atseta eitt aldurs- mark á, so at ikkt altøv-ung børn sleppa fram at teldåmum; Hetta verður gjørt, tí at rættiliga nógv av telduspølunum eru ógvuslig. og hóast stigtakararnir ikki meta, at børn taka skaða av slíkum spølum, tí tey duga at skilja ímillum veru-