mikudagur 13. januar 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Talið av føroyskum fløguåtgåvum í 1998
man helst verda methøgt. Serliga eru tad
tvinnir åtgevarar, ið standa aftan fyri tað
mesta av føroyskum tónleiki, ið kemur á
marknaðin í dag
Terji Nielsen
Neyvan hevur tann føroyski
fløgumarknadurin verið úti
yri, at so nógvar føroyskar
fløgur eru komnar å marknadin
sum f 1998
Bæði kendir og ókendir tón
leikabólkar hava givið fløgur
ut, og somuleiðis hava eisini
bæði kendir og ókendir ein-
staklingar sent fløgur á markn-
aðin.
Tað er hugvekjandi at líta aftur
á føroyska tónleikamarknaðin í
farna ári og síggja, hvussu
gongdin hevur verið har.
Trýarin og Tutl
Tað eru serliga tveir útgevarar,
ið standa aftan fyri tað mesta
av ti, sum kemur í handlarnar
av fóroyskum tónleiki. Hetta
eru gamla plátufelagið-Tult,
sum heldur til niðri í Fúta-
stovu, og so er tað nýggi odda-
fiskurin innan útgávu av popu-
lerum tónleiki í Føroyum,
nevniliga Trýarin í SMS.
Tað er einki dulsmál, at tað er
Trýarin, sum stendur sumút -
gevari avæimum flestu "popu-
leru” føroysku fløgunum.
Nevnast kunnu fløgurnar hjå
Moirae, Jóannesi Jakobsen,
Pipar & Salt, Lenu og so best-
seljarin, ið var JOlafløgan.
Felags fyri allar fløgurnar, ið
Trýarin gevur út, at tær verða
koyrdar sum reint "business",
tað vil siga, at Trýarin neyvan
fer at blanda seg upp í eina
flóguútgávu, sum teir íkki
vænta fer at bera seg.
Hinvegin eru útgávurnar hjá
Tutl ikki so kendar, og ikki
kann sigast annað. enn at gam-
la plátufelagið arbeiðir ógvu-
liga "ideologiskt”. Nógvir púra
ókendir og rættuliga óroyndir
tónleikarar hava fingið sín
tónleik útgivnan av Tutl
Av tí at Tutl ikki gevur so
nógvan "populeran” tónleik út.
kann tað verða eitt sindur trup
ult at síggja. hvussu felagið
fær tað at mala runt reint
fíggjarliga.
Ein tónleikari. sum hevur gn
ið fløgu út gjøgnum Tutl, ið
Yngd hevur tosað við. sigur, at
plátufelagið langt frá bindur
seg til allar útreiðslurnar, tá
ið teir blanda seg upp í eina
útgávu, ogtískil seta teir ikki
so nógvar pengar upp á spæl.
Somuleiðis neyndi hesin tón-
leikarin, at Tufl selir heilt fitt
av førgyskum fløgum uttan-
landa; og serliga eru.sað ameri-
kanarar, ið keypa heilt fått av
førøyskum fløgum, sum selja
lítið og einki her heima.
Sjálvsagt hevíir tánn stuðul,
„sum bólkar og einstaklingar
fáa frá ymiskum almennum ag
hálvalmennum grunnum í sam-
liga stóran týdning fyri allar
hesar útgávur.
“Censurur"
Tíbetur er tað so, at bæði Trý-
arin og Tutl hava ein ávísan
kritikk, tá ið tað kemur til góð-
skuna á tí, sum verður útgivið,
men sum áðurneynt so eru tað
ikki bara hesa bæði, sum geva
tónleik út í Føroyum.
Hjá summum tónleikarum eyd-
nast tað ikki at fáa útgávufelog
Yngd nr. 2
13. jan. 1999
2. árg.
at standa aftan fyri einari út-
gávu av sínum tónleiki. Tískil
noyðast hesir tónleikarar sum
oftast at geva út á egnum for-
lag, um teir hava umstødur til
tess, og tað er ikki altíð so
heppið.
Nógv av tí tónleiki, ið verður
Sivid út á egnum forlagi, er
beint út sagt so vánaligt, at tað
var betur Ggjørt. Tað er ikki
trupult at skilja, hví útgávu-
feløgini ikki vildu standa aftan
fyri hesar tónleikaútgávur.
band við útgávur, eisini ómeta- %;Hverjar útgávur, ið sipað verð-
Þr til, skal ikki verða nevnt
her, tí at tað er ikki neyðugt.
Førøyskur sangur
Tað er stuttligt at síggja, at
nógv tafl størsti parturin av
teimum féroysku fløguitgåvu-
num verður framførdur á før-
oyskum máli.
Einastu undantakini í farna ári
av teimum kendu fløgunum
eru helst Lena, Visible Fish og
nýggja fløgan hjá Pæturi við
YNGD í dag:
- Dr. Bombay
kapping
- Nýggj PC-café
- Listarnir
Keldu. Lat tað verða sagt bein-
an vegin, at allar hesar tríggjar
neyndu útgávurnar eru stak
væl eydnaðar, og at tær eru á
enskum mål, ger avgjørt ikki
útgávurnar verri.
Hvor orsøkin til hesa gongd er,
er ikki lætt at spáa um.
Sjálvsagt liva vit í eini tíð, har
tjóðskaparkenslurnar eru sterk-
ar hjá einum rættuliga stórum
parti av føroyska fólkinum. >=
men eg trúgvi ikki, at føroyskir
tónleikarar hava hetta í huga,
tá ið teir gera tekstir til síni
løg. Helst er orsøkin tann, at
tað fellir teimum lættari at
skriva á føroyskum.
Tað er eisini stuttligt at síggja,
at tað ber til at geva fløgur tit,
har allir teir bestu føroysku
tónleikararnir savnast um eitt
verk. Her verður serliga hugs-
að um “Jólafløguna“", har so at
siga allir teir bestu og roynd-
astu føroysku tónleikararnir
taka lut. Tó skal útgávan
"Gråtføroyskt” heldur ikki
gloymast.
Henda útgávan við tónleiki frá
nøkrum av evnarikastu og dug-
naligastu tónleikarum, ið vit
eiga her á landi, er eisini av-
gjørd verd at lurta eftir og
standa á fløguhyllini heima við
hús.
Hvussu so verður og ikki. so
verður tað spennandi at síggja,
hvat fer at koma á marknaðin
av føroyskum tónleiki í hesum
nýggja árinum. Vælvitandi
keldur hava upplýst, at Visible
Fish er á veg við onkrum
nýggjum, og somuleiðis
gongur onkur annar kendur
bólkar við útgávutonkum.
Tað er so einki at taka seg
aftur í, at við tí virksemi, ið er
innan føroyskan tónleik í løt-
uni, kunnu vit vænta okkum
nógv nýtt og gott frá okkara
nógvu og dugnaligu tónleik-
arum.