Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. januar 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið Nr. 7 — 13. JANUAR 1999 Tað eru ikki eiti á skotsmál, ið nýggju trollemmarnir hjá Helga Larsen úr Vági fáa. Skiparar, ið hava roynt hesar lemmar siga, at talan er um bestu trollemmarnar, ið finnast á marknaðinum í løtuni. JOHN JOHANNESSEN Vit hava royn hetta nýggja slagið av trollemm vist eru hetta lemmarnir, ið tíð hava roynt Zacharias Za sKipar: á troi Sæborg, id I nevol Zachariassen rkfrødingur, er maðurin, ið hevur tandi trollemmarnar NVSSju KOUVEL skjýtur teir avstað, eru eing- ir trupulleikar. — Teir passa seg sjålvar, sigur hann Hann leggur aftrurat, at trol- ið gongur nógv betri í sjó- num við teimum nýggju og lættari er tóga. Skiparin á g sigur, at um tað við nýggju lemmunum verður tógað við somu megi, sum tað varð við teimum gomlu, ur skipið I - 1,5 mil Hetta sigur hann ger, at til ber at spara eina rúgvu av olju, samstundis ikiskapurin verður betri. SKjOlarl SUM Bestu trollemmar á marknaðinum Tað serliga flogtókniliga sniðið ger saman við rennunum, at trollemmarnir hjá Helga Larsen eru serstakliga lættir at toga gjøgnum sjogvin Utiendsku einki afturimoti Zacharis Zachariassen sig- ur, at teir hava roynt ymisk sløg av trollemmum, bæði úr Íslandi, Fraklandi og Danmark. Hesir, sigur hann, hava havt sínar fyrimunir og sínar vansar, men hann heldur ikki, at nakrir av hesum kundu staðið seg í kapping við nýggju trol- lemmarnar hjá flogverk- frødinginum, Helga Larsen úr Vági. Skiparin á Sæborg sigur, at eftir at royndirnar hjá skipinum hava verið so góðar við nýggju trollemm- unum. hevur reiðaríðið av- gjørt at keypa sama slag av lemmum til hitt skipið hjá teimum, ið ber navnið Sjó- borg. Zacharias Zachariassen sigur, at hann ætlar sær heilt avgjørt at halda åfram at fiska vid hesum slagnum av trollemmum, um einki upp- aftur betri verdur uppfunn- ið. Hann sigur til endans, at hann einans hevur gott at bera lemmunum, og kann hann ikki seta ein fingur á nakað við teimum. Kunnu nýtast innan oljuvinnuna Helgi Larsen úr Vági, ið hevur uppfunnið nýggju trollemmarnar, sigur, at hes- ir eins væl kunnu nýtast í oljuvinnuni. Hetta, sigur hann. kemst av, at lemm- arnir væl kunnu svimja uppi í sjónum við stórari spíli- effekt, og er tað júst hetta, ið hevur stóran týdning fyri seismikkskip. Hóast tollemmarnir hjá Helga Larsen eru sera væl egnaðir til seismikkskip, eru eingir seldir slíkum enn. Hetta kemst tó av, at fram- leiðslan av lemmunum fyri- bils bert hevur koyrt á royndarstigi, og tí er lítið og einki gjørt við marknaðar- føring av lemmunum. — Hetta verður ikki gjørt fyrr enn vit eru farnir undir eina meira fasta framleiðslu av lemmunum, sigur Helgi Larsen. Hann leggur afturat. at ikki ber til at bjóða fram eina veru fyrr enn ein er vísur í, at til ber at útvega nóg stórar nøgdir av henni. Ætlanin hjá Helga Larsen og samstarvsfeløgum hans- ara er, at framleidslan av trollemmunum skal koma i eina meira fasta legu, nú í byrjanini av 1999. Helgi hevur við lemmum sínum fyribils húsast í leig- aðum høli í fyrrverandi Pol- arfrost í Vági. men neyðugt er at útvega sær annað holi, orsaka av, at ov lágt er til loftið. Higartil hevur Helgi havt einar fimm mans við í arbeidinum, ið hevur verið stuðlað av Føroya Banka og ymiskum føroyskum og donskum grunnum. Fyrstu gestirnir koma i april Væl hevur gingist vid byggingini av nýggja vallaraheiminum hjá Smyril Line. Gongst eftir ætlan, kunnu dyrnar latast upp 1. apríl JOHN JOHANNESSEN "já vall iyril Line 10 siduna av Ih teirra, skal klårt at taka i nytslu i år. Væl hevur ging- Vallara 11 = di Hava marknadarført Line sigur, at felagið hevur marknaðarfórt vallaraheim- ið kring heimin, í sambandi við summarsiglingina hjá Norrønu. Hann sigur, at úr- slitið av hesum hevur verið, at pláss longu eru umbiðin á vallaraheiminum. Fyrstu gestirnir hava bílagt pláss til einaferð í apríl. sé ná hald á HMAÁIGASt Góðar umstødur x må Ætlanin er, at nýggja vallaraheimið hjá Smyril Line skal verða klárt at taka í nýtslu 1. apríl nýggja vallaraheiminum. Kømurini verða góð og góður køkur verður, har gestirnir hava møguleika at matgera sum teir vilja. Tó hava gestirnir tann møgu- leikan, at um teir ynskja onkran leskiligan bita, so kunnu teir keypa sær hetta í grannahúsinum. nevniliga Hotel Føroyum. t bug 110 - 125 krónur fyri nátt- ina. Prisurin er 110 krónur um ein hevur vallarakort og 125 krónur um ein ikki hevur vallarakort. — Hetta er á leið sami prísur, sum í grannalondum okkara, Noregi og Íslandi, sigur Aki Jespersen frá Smyril Line Nýggj vallaraheimið rður mett at koma at kosta uml. 4 mió. krónur JOHN JOHANNESSEN hetta mál. Enn á byrjunarstigi Nevndin, ið av vinnumálastýrinum er sett at arbeiða við ætlanini um fast samband um Vest- mannasund heyði í seinastu viku sín fyrsta fund. Hesin fundurin gav sjálysagt ikki nakra loysn av málinum, orsaka av, at nevndin er nýggj og enn arbeiðir á byrjunarstigi. — Enn er ikki komið tann heilt stóra gongdin á nevndar- arbeiðið. Vit hava bert havt ein fund, og á hesum fundinum varð mest tosa um, hvussu vit skulu fara at leggja nevdararbeiðið til rættis. Hetta sigur Klæmint Veihe, ið er formaður í nevndini, ið skal taka sær av málinum um undirsjóvartunnil um Vestmannasund. Hann sigur víðari, at limirnir í nevndini ikki hava tann heilt stóra forkunnleikan til málið, og tískil nýtist teimum tíð at seta seg inn í tað tilfar, ið finnist um Klæmint Veihe sigur, at høvudsuppgåvan hjá nevnd- ini er at gera álit til Vinnumálastýrið um fyrimunir og vansar við undirsjóvartunnili um Vestmannasund. Hetta heldur hann tekur tíð at seta seg inn í, men sigur hann tó, at nevndin aftur hevur fund á skránni tann 28. januar, har skráin verður meira nágreinilig, enn hon var á tí fyrsta fundinum.