hósdagur 14. januar 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild:
Jan Miller | Jonhard Hammer
Blaðstjóri: i Dagbjørt S. Hansen
Eirikur Lindenskov
Figgjarleidari: Blaðfólk:
Internet: www.sosialurin.fo
Valið stóð millum lands-
verkfroðing og samgongu
Oddagrein
MALIÐ um samanlegging av LVF og SL og upp-
søgnin av landsverkfroðingum er skúladomi um,
hvussu man íkki eigur at bera seg at hvorki í
politikki ella í gerandislívinum annars. Landsstýris-
maðurin í vinnumálum hevur so dyggiliga prógvað,
at hann manglar politiskt tev fyri ikki at siga, at
hann er vánaligur mannakennari. Bara tað at siga
upp manni og trumla igjøgnum so stórar og kol-
veltandi broytingar beint fyri jól sigur ikki so lítið.
Mannagongdin í hesum máli er nóg mikil avdúking
í sær sjálvum av manglandi evnum til at kunna
taka mål upp, viðgera tey og avgreiða tey. Lat tað
vera sligið fast her, at vit á ongan hátt halda tað
vera skeivt at viðgera samanlegging av stovnum,
og er tað eisini ein náttúrlig sak, at bæði embætis-
fólk og teir stýrandi vilja vita, hvussu stovnar og
tess leiðslur arbeiða. Men heldur enn at taka málið
egnar hendur og trumfa okkurt igjøgnum, áðrenn
prosessin hevur fingið ioyvi til at koyra og sodna,
áttu avvarðandi í landsins leiðslu at sett út í
kortið á ein meira professionellan og menniskjans-
gan hátt. Finnbogi Arge og leiðslan í Vinnumála-
stýrinum áttu saman við teimum impliseraðu port-
unum at viðgjort málið frá A til Z. Talan átti at verið
um ein dialog heldur enn um ein monolog, sum
júst var tað vit sannaðu, tá landsstýrismaðurin so
avgjørdur móti endanum av seinasta ári gav boð
um, at so og so skuldi tað nú verða.
so
oO
TÆR reaktiónirnar, sum hava verið í málinum
frá fakfeløgum, starvsfólki, politikarum og frá fjøl-
miðlunum tala allar sama mál - uttan mun til
politiskan lit. Tær siga greitt, at landsstýrismaðurin
hevur ikki sett fingurin í jørðina, áðrenn hann fór
undir slíkt stórt og kolveltandi uppruddingararbeiði.
Hann hevur als ikki hugsað um meguligu avleið-
ingarnar av einvísu og fyri so vítt „diktatorisku“
framferð síni. Ein skuldi annars trúð, at ein polit-
ikarari sum FA, sum áður hevur sitiå í samgongu
og á tingi, kendi spælireglarnar - var maðurin,
sum út frá sínum royndum á tingi nettup visti,
hvussu nógv tað hevur at siga at gera forarbeiðið
væl og virðiliga. Hetta snýr seg um menniskju og
arbeiðspláss og ikki bert um at fremja rational-
iseringog samanlegging. Hetta er ikki reinur og
skerur handil út frá orðunum >take it or leave it<.
FYRI at hetta ikki skal vera misskilt og skilt sum
persånligt ålop á FA skal hann vita, at vit mangan
hava mett hansara uttalilsi um buskap og sam-
felag sum skilagóð, og at hann mangan hevur
dugað at borið mål fram sakliga og sidiliga. Men í
hesum máli heldur umrødda skoðsmál ikki. Ti
nærum alt, sum hann hevur fyritikið sær, er vorðið
víst aftur, og vit mugu byrja heilt av nýggjum.
Maðurin fekk eina nos, spurningurin er, um ikki
FA átti at tikið avleiðingarnar av hesum og takka
fyri seg. Veruligi taparin í ollum hesum er fråkoyrdi
landsverkfroðingurin. Eftir okkara tykki átti ikki at
verið helmað í í hesum stríði, fyrr enn hann aftur
sat í sínum sessi. Ti tá FA saman við løgmanni og
samgongu annars hava tikið alt aftur og viðgingið
fatalar feilir í mannagongdini, so átti uppsegnin
av LVF eisini at verið tikin aftur. Men tað skilst, at
kom slíkt krav frá eitt nú tjóðveldisflokkinum, so
hevði tað fort til samgonguslit. So her mátti veljast
millum LVF og samgongu. Sum fjølmidil hava vit
roynt at lýsa sjónarmiðini hjá ti åkærda, tí útstoytta,
tí dømda. Tað hevur harafturímóti ikki borið til at
dekka sjónarmiðini hjá ákærara og dómara, tí hesir
rætt og slætt hava noktað at útalað seg.
Sosialurin
Sveinur Tróndarson
Dagny Joensen,
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
| Niclas Johannesen
Dagfinn Olsen
John Johannessen
| ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting og prent:
Sp/t Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn |
| Telefon: 311820 |
| — Telefax. 314720 |
| email:
| — postØsosialurin.fo
Boðberin
Harra blaðstjóri, hýs mær hesi viðmerking í samband við
sendingina »A Vetrarbreytini« mánadagin 11. januar
1999 i utvarpinum
Sendingin vidgjørdi >Boð-
berarastøduna« hjá = fjøl-
miðlunum.
I hesum sambandi varn-
aðist eg, at stødan hjá ti,
sum átti bodini, als ikki varð
lýst í sendingini.
Eg skal í hesum sambandi
gera vart við. at eg í egnum
persóni, við fullum navni,
gjørdi nýtslu av boðberara-
stødun: hjá blaðstjóranum á
Oyggjatíðindum. Dan
Klein.
Hetta var á sumri 1992,
eftir at danski staturin heyði
tiltraðkað artikkul 10 í ST-
samtykini um mannarætt-
indi. Danski staturin til-
traðkaði artikkul 10 á vári
1992, og er tað hesin ar-
tikkul, ið gevur talifrælsi
við ábyrgd hjá einkulper-
sóni. og sum í hesum føri
setti blaðstjóran í boðber-
arastøðuna.
Eftir at eg heyði úttalað
meg í blaðnum, um tann 6-
rætt, ið eg, saman við min-
ari familju heyði verið fyri
av rættinum, og av advokat-
um, eisini av egnum advo-
kati, Dánjali Magnussen,
meldaði sorenskrivarin, Jo-
en H. Andreassen, skeivan
persón.
Hann valdi at melda boð-
beran, nevniliga blaðstjóran
á Oyggjatíðindum, Dan
Klein.
Hetta gjørdi eg beinan-
vegin vart við, og fekk hetta
blaðstjóran á Sosialinum at
fáa sorenskrivaran at gera
viðmerkingar til støðuna í
blaðnum.
Viðmerkingarnar hjá sor-
enskrivaranum dekkadu
tríggjar síðir. har soren-
skrivarin svínaði bæði meg
og blaðstjóran á Oyggjatíð-
indi niður í sand og osku í
Sosialinum.
Av somu orsøk kravdi eg
at fáa pláss í Sosialinum til
tær »sjoflu« skuldsetingar-
nar, sum sorenskrivarin.
mót betri vitan, hevði sett
fram.
Men Sosialurin noktaði
mær at svara sorenskrivar-
anum aftur, og sostatt breyt
blaðið artikkul 10 í manna-
rættindakonventiónini, tå
blaðstjórin bert eigur roll-
una sum boðberi.
Seinni, tá Dan Klein blað-
stjóri, skuldi skuldsetast,
møtti eg upp á politistødini,
saman við blaðstjóranum,
og kravdi av kriminalpoli-
tistinum Georg Otthamar, at
hesin skuldsetti meg fyri tær
skuldsetingar, eg hevði sett
fram í Oyggjatíðindum, tí í
veruleikanum vóru tað míni
orð. blaðstjórin varð skuld-
settur fyri at hava sagt.
Men eg varð avvístur fyri
aðru ferð.
Tá so Dan Klein - gjøgn-
um rættin verður åkærdur,
fór eg vegna blaðstjóran við
eini kæru til rættin, har eg
gjørdi vart vid, at soren-
skrivarin, Joen H. Andreas-
sen var inhabilur, samstund-
is sum eg kravdi, at ákæran
ímóti bladstjøranum, eisini
kom at umfata meg, tá tað
vóru míni orð, ið ákæru-
valdið nú kravdi, at blað-
stjórin á Oyggjatíðindum
skuldi mortifisera.
Eitt krav, sum tað tekn-
iskt ikki letur seg gera, tí
blaðstjórin onki átti í hes-
um skuldsetingum í móti
sorenskrivaranum.
Tá sorenskrivarin så meg
i Føroya rætti, bleiv hann
»totalt = svakur<. Hann
>sjinkaneraði< meg niður í
sand og øsku, og fortaldi
mær hvussu lítil persónur eg
var, og at eg als ikki var
greiðir yvir hvørjum eg stóð
upp í móti o.s.v., 0.S.V.…
Seinni hevur sorenskriv-
arin yvirfyri >tí serliga klag-
urættinum< viðurkent, at
hann sá svart fyri sær, og
væl kundi havt sagt tað sum
hann varð endurgivin fyri at
siga, tí hann var so illur, at
hann visti onki til sín.
T.v.s., at sorenskrivarin
soleiðis viðurkendi, at hann
var meira ella minni svakur.
Fyrst tá hetta mál kom
fyri rættin í 1994 viðurkendi
sorenskrivarin, at hann var
inhabilur í øllum málum
viðvíkjandi mær.
Tá hevði hann eisini
kunnað verið dómari í øll-
um mínum viðurskiftum i
tvey ár, og soleiðis heyndi
hann seg inn á meg.
Í hesari sakini í móti mín-
um boðbera, Dan Klein,
blaðstjóra. fekk eg sum
kelda fyrihildið vitniåbyrgd
í staðin fyri rættindini hjá
einum ákærdum, ti tað var
eg sum átti at sitið á ákæru-
beinkinum ikki blað-
stjórin.
I staðin fyri varð eg a
rættinum niðurgjørdur sum
vitni, uttan at eg fekk mog-
uleika fyri verju.
Blaðstjórin bleiv dømdur
40 dagar í fongsul sum mín
boðberi, men bleiv hetta
mál skotið inn fyri Lands-
rættin. Tá tók eg og kravdi
av rættinum, ákæranum og
verjanum, at mín mentala
stóða varð kannað, sum ein
avleiðing av at boðberin
bleiv dømdur.
og
Men tå hetta krav ikki
varð eftirlíkað av rættinum,
fór eg sjálvur út á psykiatr-
isku deild á Landssjúkra-
húsinum, har August Gabr-
iel Vang, sålarfrødingur,
gjørdi innleiðandi kanning-
ar av mínum persóni: síðani
gjørdi Arni Olsen restina av
kanningini, sum staðfesti, at
eg var egnaður til revsing.
Hesa psykiatrisku váttan
sendi eg til verjan, ákæru-
valdið og rættin, og royndi
soleiðis at gera mítt til, at
blaðstjórin kundi fridømast,
tí hann bert var boðberin.
Aftur í Landsrættinum
varð eg innkallaður sum
vitni. Tá fór eg fram til
skrankan og handaði lands-
rættar formanninum, Jens
Lung, hesa psykiatrisku
váttan.
Landsrættarformaðurin
sprakk nærmast upp undir
loftið í illsinni og vildi ikki
síggja slíka váttan í sínum
rætti.
Síðani dømdi hann blað-
stjóran 60 dagar í fongsul,
sum ein annar mannarætt-
indabrotsmaður.
Tað er nevniliga soleiðis,
at hevði blaðstjórin á
Oyggjatíðindum nýtt eina
keldu, sum var óegnað til
reysing, so átti hann at verð-
ið ákærdur í eini heilt aðrari
revsisak, har revsingin var
nógv harðari.
Líka mikið hvør hevði
verið verji hjá blaðstjóran-
um, so skuldi hann dømast,
ti eg heyði nomið við nøkur
ógvuliga grundleggjandi
viður-skifti í teirri donsku
rættargangslógini, nevniliga
teir kollegialu- og advokat-
orisku spælireglarnar, sum
sambært rættargangslógini.
paragraf 126 ganga fram
um åhugamålini hjá klienti.
Somu reglur mátti verjin hjá
blaðstjóranum ganga undir.
tí var munurin av dómsvið-
gerðini í Føroya Rætti og í
Bergur Wardum
Landsrættinum so ymiskur,
og komst hetta av, at verjin
hevði fingið átalu frá Advo-
katráðnum.
Hetta eru viðurskiftir,
blaðstjórin á Oyggjatíðind-
um hevur verið noyddur at
liva við og undir, tá hann
hevur fingið sínar sakir
domsvidgjørdar. Bert ein
góð fyrireiking kann fyri-
byrgja slikum.
Ein veruleiki er tad, at
rættarkervið hjá okkum er
tannleyst.
Hetta er dómi um einastu
sak um boðberan, sum hev-
ur verið roynd í Føroyum,
har keldan ongan áhuga
heyði fyri ákæruvald ella
dómsvald. sum hver í sínum
lagi, heldur valdu ikki virða
mannarættindakommissión-
ina.
At enda skal upplysast,
hetta lesarabræv verður sent
til: Dimmalætting, Sosialin,
Oyggjatíðindi og Dagblaðið
fyri at fáa staðfest, um vit,
sum keldur óbeinleiðis eru
undirlagdir >berufs-verbot-
en<.
Var eg ikki farin út í
Oyggjatíðindi við mínari
stóðu, so sótu vit - eins og
móður mín, ikki í egnum
húsi, vegna tær revsirætt-
arligu gerðir okkara fyrrver-
andi advokatur, Dánjal
Magnussen o.a. hava framt
í móti okkum.
Við vón um, at føroyski
fjølmidlaheimurin virðir
kelduna, eins og tað
danska ákæru- og dóms-
valdið eisini virðir kelduna
og bodberarastøduna.
Tórshavn 11.01.1999
Bergur Wardum
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum gleddu okk-
um á gullbrúdleypsdegnum 10.01.99.
Ein serstøk tøkk til Sólju, Bárð og Biggu
fyri at tit fyrireikaðu alt so væl.
Harrin signi tykkum oll.
Hanna og Jens Lisberg