Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 8 — 14. JANUAR 1999 — Tað var eitt mistak Páll Wiberg Joensen, leiðari á internetdeildini hjá Føroya Tele, sigur tað vera eitt mistak, at tað mánadagin varð sagt í útvarpinum, at internetbrúkarar sjálvir hava ábyrgdina av, at teir ikki altíð sleppa inn á netið. JOHN JOHANNESSEN — Tað var ikki tann rætti persónurin, ið úttalaði seg í útvarpinum mánakveldið. Vit hava sjálvandi ábyrgd- ina av, at internetsambandið er í lagi, og hava vit í sam- bandi við viðmerkingina í útvarpinum sent teimum eina rætting, sigur Páll Wi- berg Joensen, leiðari á internetdeildini hjá Føroya Tele. Páll Wiberg Joensen sigur tó, at tað í nøkrum fórum kunnu vera mótaldini hjá brúkarunum, ið gera sam- bandið vánaligt, men leggur hann afturat, at telekaðal- arnir hjá Føroya Tele ávirka hesi mótald. — Tað er so- leiðis, at koparkaðalarnir hjá okkum, ið eru ætlaðir til vanliga telefoni, verða trýstir til tað allar ytsta, av internetnýtsluni. Á hesum kaðalum kann vidhvørt vera eitt sindur av órógv, og er tað hetta, ið nøkur av teim- um mest følnu mótaldunum ikki góðtaka. Tey seta ferð- ina niður, tá tey merkja, at órógv er á linjuni, og eisini kunnu tey finna uppá at bróta av, sigur leiðarin av internetdeildini hjá Føroya Tele. Nýggja útgerð Páll Wiberg Joensen sigur, at Føroya Tele hevur bilagt nýggja útgerð, fyri at basa trupulleikanum hjá fólki at koma inn á internetið. — Or- søkin til, at tað í seinastuni ikki altíð hevur borið so væl til at koma inn á internetið er, at vit fingu so nógvar nýggjar kundar um jólini. Hetta hevur ført við sær, at tá td. einki hevur verið í sjónvarpinum, so hava so nógv leitað sær inn á in- ternetið, at mótaldsskipanin hjá okkum ikki hevur kunn- að klárað tað. Tískil hava vit avgjørt at seta upp ein nýggjan mótaldspult við 240 mótaldum, ið geva møguleika fyri 2.400 brúk- arum afturat. Hetta skuldi so gjørt, at ikki er upptikið, tá ein roynir at koma inn á internetið hjá Føroya Tele. — Nýggja útgerðin hjá okkum gevur kundanum teir møguleikar, at hann kann ringja inn við gllum verandi v-protokollum og tíðindablaðið Pall Wiberg Joensen, leiðari á internetdeildini hjá Føroya Tele, lovar, at eftir 1. februar verða eingir trupulleikar við at SKJÁ fáa samband við internet ambætaran hjá Føroya Tele ISDN. — Tá príspolitikkurin hjá Føroya Tele um ISDN er klårur, ber til hjå kundanum at tekna seg til eitt ISDN hald, Sigur Påll Wiberg Joensen. Hann lovar, at út- gerðin verður tikin í nýtslu 1. februar, men sigur tó, at príspolitikkurin viðvíkjandi ISDN skipanini ikki er hansara borð, og kann hann tískil ikki lova, at ISDN skipanin verður klár 1. Nordisk Goodtemplaråd fundir i Føroyum Friggjadagin 15. januar vitja umbod frå Nordisk Goodtemplarråd i Føroyum. Sigrid Søderholm, Svøriki, skrivari hjå NGR og Are Eriksen, stórtemplari IOGT's í Noregi Tey fara at greiða frá Good- templarargrsluni, sum hon arbeiðir í dag og annars at kunna seg um støduna i Før- oyum. Skråin fyri vitjanina er henda: Friggjakvøldid 15. januar 1999: kl. 21: Samkoma í Losjuni í Havn. Høvi verður at hitta tey vitjandi. Drekkamuður. Leygardagin 16. januar 1999: Kl. 10-12: Rúsdrekkalóg- gávan. Niels O. Joensen, Hendrik Rubeksen og Ás- bjørn Jacobsen, Føroya Frá- haldsráð. Kl. 12: Matsteðgur. Kl. 14-16: Sigrid Søder- holm og Are Eriksen: Broytingar og arbeidi fram- yvir. Sunnudagin 17. januar 1999: Utferð. Mánadagin 18. januar 1999: Kl. 09: Vitjan á Felagsskriv- stovuni. Kl. 16: Felagsfundur - Stór- losjuráðið - Felagsnevndin - feløgini. Kl. 20: Losjufundur í Havn. februar. Ikki upptikið aftur Páll Wiberg Joensen sigur, at eftir at nýggja útgerðn er sett upp, fer tað ikki at henda seg aftur, at ein ikki sleppur inn á internetið or- saka av, at linjan er upp- tikin. Hann sigur, at tá tørv- urin fyri fleiri mótaldum aftur fer at vísa seg, verða 120 nýggj mótald sett upp afturat, og soleiðis er ætl- 4 anin at halda áfram so hvert brúk er fyri tí. Føroya Tele hevur í løtuni um 2.500 brúkarar, ið nýta uppringt samband, so nýggja útgerðin, ið gevur møguleika fyri 2.400 brúk- arum afturat, skuldi helst nøkta tørvin eina tíð fram- yvir. Leidarin å internetdeild- ini sigur, at trýstið á útgerð- ina hjá teimum helst ikki skal koma upp um 80 pro- ARA sent. Hann sigur, at miðal- trýstið liggur um 50 pro- sent, men um kvøldarnar hendir tað seg ofta fyri tíð- ina, at trýstið fer upp um tey 80 prosentini. — Men tá nýggja útgerðin er tikin í nýtslu, verður eingin trupulleiki við trýstinum á útgerðina hjá okkum, sigur Páll Wiberg Joensen at enda.