hósdagur 14. januar 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+ SAS ILR
Nr. 8 — 14. JANUAR 1999
ítróttar
17
Luttøkan á komandi
oyggjaleikum setir met
Oyggjaleikir: Allar 22 limaoyggjarnar í altjóða Oyggjaleikasamtakinum
verða umboðaðar, tá komandi Oyggjaleikir verða settir á Gotlandi 26. juni
í ár. Ikki færri enn 2.200 ítróttarfólk verða við á leikunum
SOFUS JOHANNESEN
Nú fer tíðin at nærkast til 8.
Oyggjaleikirnir.
Leikirnir verða settir í
Visby á Gotlandi leygardag-
in 26. juni, og longu nú er
greitt, at luttakaratalið verð-
ur met høgt, nevniliga
2.200.
Freistin fyri at boda frå
luttøku var úti nå um jólini,
og allar 22 oyggjarnar, ið
eru limir í Island Games
Association, hava boðað
frá, at tær fara at luttaka á
komandi leikunum, sum
verða nevndir NatWest Is-
land Games 1999.
NatWest er ein stórur al-
tjóða banki, sum er høvuds-
sponsorur hjá IGA, og í
teirri sponsoravtaluni er felt
niður, at leikirnir skulu upp-
kallast eftir hesum bankan-
um, so leingi tann sponsor-
avtalan varar.
Ivi um bowling
Fyrireikararnir å Gotlandi
hava bjóðað fram 14 ítrótt-
argreinir at kappast í. Tað
eru fyrst og fremst svimj-
ing, flogbóltur, súkkling,
frælsur ítróttur, skjóting og
badminton.
Hetta eru ítróttargreinar
ið liggja fastar, t.e. skulu
vera á øllum Oyggjaleikum.
Harumframt kunnu fyri-
reikararnir skipa fyri upp til
átta øðrum ítróttargreinum,
og tær, ið gotlendingar hava
bjóðað fram, eru: Boga-
skjóting, kurvabóltur, borð-
tennis, bowling, fótbóltur,
golf, sigling og tennis.
Nú er endaliga greitt, at
sjey av hesum ítróttargrein-
um verða við, meðan tað
enn er vist, um bowling
verður á skránni.
Reglurnar hjá IGA siga,
at minst 6 oyggjar skulu lut-
taka í einari ítróttargrein fyri
at hon skal vera á skránni,
og enn hava bert fimm
oyggjar sagt seg vilja lut-
taka í bowling.
Harafturat er eisini Óvissa
um kvinnufótbólt, har
somuleiðis 5 oyggjar hig-
artil hava boðað frá luttøku,
meðan ongin ivi er um
mansfótbóltin, hóast Føroy-
ar ikki hava tikið av inn-
bjóðingini til fótbóltin.
Hvussu støden verður,
um tað ikki eydnast got-
lendingum at fáa eina oyggj
afturat at luttaka í bowling,
er ikki greitt enn. Føroyar
skutu upp longu síðsta
summar, at um bowling ikki
verður á skránni, so at taka
antin judo ella fimleik á
skránna í staðin.
Foroyingar hava klárað
seg stak væl bæði í judo og
fimleiki á Oyggjaleikunum.
men hvørgin av hesum ítr-
óttargreinunum vóru mill-
um tær, ið gotlendingar av
fyrstan tíð søgdu seg vilja
fyriskipa.
Súkklararnir Rógvi
Johansen, Bogi Krist-
iansen og Gunnar Dahl-
Olsen vóru allir við á
oyggjaleikunum seinast,
á Jersey í 1997. Myndin
er frá kappingini Statoil
Kring Føroyar í fjør
Oyggjarnar
Fyribils talið av luttakarum, ið koma frá teimum
ymisku limaoyggjunum, er hetta:
Gotland 252
Jersey 203
Guernsey 185
Isle of Man 166
Gibraltar 159
Isle of Wight 150
Alderney 142
Aland 142
Rhodos 119
Falklandsoyggjarnar 105
Ynys Mon 101
Hetland 99
Føroyar 89
Saareema 84
Grønland 81
Orkneyoyggjarnar 72
Frøja 51
Hitra 38
Prince Edwardoyggjarnar 24
St. Helena 10
Cayman Íslands 6
Sark 5
Cayman Íslands og Rhodos eru nýggir limir í altjóða
Oyggjaleikafelagsskapinum, og hetta er fyrstu ferð
hesar oyggjarnar luttaka.
Ítróttargreinirnar
Fyribils tilmeldaðu tølini á luttakarum í teimum ymsu
ítróttagreinunum er hetta:
Fótbóltur 311
Flogbóltur 292
Frælsur ítróttur 288
Svimjing 193
Kurvabóltur 170
Skjóting 166
Badminton 112
Golf 94
Tennis 86
Súkkling 81
Bowling 63
Bogaskjóting 61
Borðtennis 58
Sigling 33
Av hesum verður føroysk luttøka i bogaskjóting.
badminton, flogbólti, sikkling, frælsum ítrótti. svimj-
ing, tennis og bordtennis, medan ongin føroyingur
fer at royna seg i kurvabólti, bowling. fótbólti, golf,
sigling og skjóting
Føroyska ferðalagið, ið fer til Gotlands, verður um-
leið 160 fólk tilsamans. íroknað áskoðarar.
Grand Prix
i badminton
Badminton: Sunnudagin varð enn eitt umfar í Grand-
Prix kappingini í badminton leikt
Hesa ferð varð leikt í Havn,
og kappast varð í einmans-
leiki hjá vaksnum og ung-
lingum
Nøkur av úrslitunum
vort
Kvinnuunglingar
1. Hjørdis Klein. HBF
2. Annbritt Jensen. HBF
Stødan:
1. Hjørdis Klein, HBF
900 stig
2. Bjøre Lamhauge, HBF
790 stig
3. Annbritt Jensen, HBF
4. Elisabeth Iversen, HBF
700 stig
Kvinnur
1. Gudrun Jacobsen, HBF
2. Ingun Hansen, Strålan
Stødan:
Í. Gudrun Jacobsen, HBI
970 stig
1. Ingun Hansen, Strálan
970 stig
3. Annika Berg, HBF
905 stig
Mansunglingar
I. Aksel Poulsen, HBF
2. Bjartur Lamhauge, HBF
Stødan:
1. Aksel Poulsen, HBF
600 stig
2. Bjartur Lamhauge, HBF
550 stig
on
Hergeir Staksberg, HBF
t
50 stig
Menn
I. Erland Poulsen. HBF
2. Ragnar Rasmussen, HBF
Stødan:
I. Erland Poulsen, HBF
1000 stig
2. Ragnar Rasmussen, HBF
940 stig
3. Regin Hammer, HBF
825 stig
Hjørdis Klein år HBF
er å odda i Grand Prix-
kappingini hjå
kvinnuunglingum