Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. januar 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

DP 16 itrottar Nr. 8 — 14. JANUAR 1999 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tif 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til itréttin: emil Gsosialurin.fo Petur Ludvig, formaður i VB: Vit taka so avgjørt undir við uppskotinum Fótbóltur: VB hevur fyrr havt trupulleikar við fólki. og hóast hetta ikki sær út til at gerast stoðan í ár. so fer VB sambært formanninum at taka undir við uppskotinum hjá B68. sum vit umrøddu í blaðnum í gjár I e Cist IKK i€ Jats s styrkti sitt lið við jugoslav- SK spæl: ein tattur, sum ein lið síðani hava tikið upp. Tað 1996. tå Tomislav Sivic og Zoran Mancic komu til Vågs at VB er eisini eitt av feløgunum. sevur havt nevur navit Destu rovndirnar v utlendskum spælarum. fyrst við Sivic og Mancic og seinni eisini við Milan Milanovic, Milan Culjic og seinast Krzystof Popczynski Teir fyrstu fýra av hesum eru úr Jugoslavia, meðan tann seinasti, sum er spælandi venjari í dag. er úr Póllandi Petur Ludvig, formaður í Vágs Bóltfelag. sigur, at VB fer at taka undir við uppskotinum hjá B68, sum vit umrøddu í blaðnum í gjár, um at hækka mest loyvda talið av útlendingum úr tveimum upp í fýra Tað hevur verið tosað um hetta fyrr. bæði í VB og millum telogini á árliga fundinum. sum FSF hert i, Sigur Petur Ludvig Hann sigur. at hóast VB í løtuni hevur nóg nógvar spælarar. og at elagið ikki fer at leita eftir fleiri útlendskum spælarum. hóast so verður. at uppskotið hjá BOS8 vinn- ur frama á FSF-aðalfundinum tann 30. januar. so fer VB at at kvoða fyri uppskotinum Eisini ein spurningur um pengar VB hevur í løtuni tveir útlendskar spælarar. sum er tað mesta, núver- andi reglurnar loyva á vellinum Isenn - Hóast uppskotið skuldi vunnið frama, so fara vit ikki at royna at fáa fleiri útlendskar spælarar til VB. sigur Petur Ludvig. - Tað er jú eisini ein spurningur um pengar. Men eg sigi ikki, at vit ikki fara at fáa nakran afturat, um tað eydnast at útvega honum arbeiði her, sigur VB-formaðurin. I fjør var Milan Milanovic venj ari hjá VB fram til summarsteðg in. tá sáttmálin við hann varð sagdur upp við tí grundgeving. at fíggjarstøðan ikki var nóg góð til at halda fram við samstarvinum Petur Ludvig vísir annars á. at tað hjá einum felagi sum VB. ið liggur í útjaðaranum av landinum, er tað sera trupult at lokka toroy ingar úr meginøkinum til VB at spæla. Tí kemur ein lógarbroyting sum tann, ið nú verður skotin upp. eisini væl við hjá vágbingum. Liðið styrkt Hóast VB eftir ollum at dóma ikki fer at fáa sær fleiri útlendingar á liðið í ár, so verður liðið styrkt í mun til í fjør. Tórður Holm, sum hevur spælt við TB. er komin til VB í ár, og Elian Hansen, sum fyrr hevur spælt við NSI, men sum eisini hevur verið at sæð á VB-liðnum fyrr, fer at spæla fyri vágbingar í ár. Og harumframt er Búi Dahl eis- ini komin heimaftur. Hann er vág- bingur, men hevur verið í Dan- mark seinastu árini. Nú er hann komin heim og gongur á lærara- skúla í Havn, og hann skal spæla við VB. har hann helst fer at vera í verjuni. men eisini kann brúkast á miðjuni. Vælmannadir Tad stóð illa til hjá VB um hesa tíðina fyri einum ári síðani. Tað vóru bert 10-12 mans til venjing hvørjaferd, og tað var ov lítið til eitt 1. deildarlið og eitt 3. deildar- lið. Í ár sær betri út. Umleið 20 mans hava verið til venjing, síðani byrjað varð aftur í síðstu viku. Krzystof Popczynski er fram- vegis spælandi venjari, og hann hevur tvey ár eftir av sáttmálan- um. Hin útlendingurin, Milan Culjic úr Jugoslavia, verður eisini við aftur í ár. Hann kom til VB í fjør, og har er sáttmálin galdandi fyri eitt ár ísenn. — Eg rokni ikki vid, at vit í HB eru so nógv ímóti hesum uppskotinum, sigur Gunnar Mohr. HB var í fjør einasta 1. deildarlid, sum ikki hevði útlendskar spælarar á liðnum & Gunnar Mohr, formaður i HB: Ein millumloysn hevði kanska verið betri Fótbóltur: Gunnar Mohr sigur, at HB helst ikki fer at seta seg ímóti uppskotinum hjá B68, men heldur sjálvur, at tríggir útlendingar kanska hevði verið meira hóskandi enn fýra EMiL L. JACOBSEN — Hetta er heilt nytt, men i fyrstu atløgu dugi eg ikki at siggja, at HB fer at seta seg ímóti uppskot- inum um fleiri útlendskar spælar- ar. Tað sigur Gunnar Mohr, sum er formaður hjá HB. Í fjør var HB, sum bleiv føroyameistari, einasta lið í |. deild, sum bert brúkti før- oyskar spælarar. Tí eru fyritreyt- irnar hjá HB heilt ødrvisi enn hjá eitt nú B68, sum hevur lagt upp- skot fram fyri aðalfundin hjá FSF um at hækka mest loyvda talið a útlendskum spælarum á liðnum úr tveimum upp í fýra. Gunnar Mohr sigur, at hetta als ikki hevur verið til umrødu i nevndini hjá HB, og at hann tí ikki kann siga so nógv annað. enn hvat hann sjálvur heldur. — Tað eru ting, sum tala fyri, og eisini ting, sum tala ímóti. Men eg rokni ikki við, at vit í HB eru so nógv ímóti hesum uppskotin- um, sigur HB-formaðurin. Hann heldur, at ein millumloysn kanska hevði verið frægast — eitt nú at hækka talið upp í tríggjar útlendingar í staðin fyri fýra, sum B68 skjytir upp. — Hinvegin er tað mennandi fyri føroyskan fótbólt, at útlendskir spælarar koma upp i kappingina. Eg eri ikki so vísur i, at tað kann gerast ov nógv av tí góða, um talið verður hækkað, sigur Gunnar Mohr, sum leggur dent á, at nevndin í HB als ikki hevur tosað saman um uppskotið, tí tað er so nýtt. — Tað kann vera, at onkur annar í nevndini kemur við onkrari grundgeving fyri, át vit skulu vera ímóti, sum eg ikki havi hugsað um sjálvur, sigur HB-formaðurin, sum altso sjálvur ikki sær nakað í vegin fyri, at HB ikki kann taka undir við uppskotinum hjá B68. Lesið eisini itrottin á Internetinum www.sosialurin.fo 19 útlendingar i bestu deildini i 1998 Filsamans 19 útlendingar spældu í føroysku 1. deild í 1998. Nærum helmingurin av teimum — niggju í tali — vóru úr Jugoslavta: B36 Ninoslav Milankovic. Jugoslavia Tomislav Sivic, Jugoslavia B68 Serghéy Kréksjin, Russland Andréy Stakhánov. Russland GÍ Søren Skov Jørgensen, Danmark Eingin IF Jazek Jaarlaczek, Pólland Piotr Krakowski, Pólland“ Mariniak Maciej. Pólland KÍ Zoran Mancic, Jugoslavia Marek Wierzbicki, Pólland NSI Kasper L. Jacobsen, Danmark Dejan Milanovic, Jugoslavia Sumba Spasojé Biberdzic, Jugoslavia Thomas Birch, Danmark TB Zoran Pavlovic, Jugoslavia Sasha Radosavljevic, Jugoslavia VB Milan Culjic, Jugoslavia Milan Milanovic, Jugoslavia Krzystof Popczynski, Pólland *) Piotr Krakowski hevur nú verið í Førovum so leingi, at hann í fót- bóltshopi er at rokna sum fóroy- ingur. HB hevði sum einasta 1. deildarlið ongan útlendskan spælara við í kappingini 1998, men teir høvdu kortini útlendskan venjara — lon Geolgau úr Rumenia. Hann var samstundis einasti útlendingur, ið ikki virkaði sum spælari, men bert sum venjari. Tríggir útlendskir spælarar — Milan Milanovic (VB), Zoran Pávlovic (TB) og Andréy Stak- hånov (B68) — fóru av aftur land- inum, áðrern kappingin var liðug. meðan tveir — Ninoslav Milankov- ic (B36) og Krzystof Popczynski (VB) komu til sini feløg, eftir at kappingin var byrjað. Marek Wi- erzbicki úr KÍ var tann einasti av teimum 19 útlendingunum, sum spældi allar teir 18 landskapping- ardystirnar fyri sítt lið. Tann elsti útlendingurin var 41 ára gamal (Piotr Krakowski). meðan tann yngsti var 20 ár (Ninoslav Milankovic). Kelda: Fótbóltur '98 LL