leygardagur 16. januar 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: | Marknadardeiid:
Jan Múller | Jonhard Hammer
Blaðstjóri: | Dagbjørt S. Hansen
Eirikur Lindenskov |
Fíggjarleiðari: | Blaðfólk:
Internet: www.sosialurin.fo
Bygda-Foroyar
í fokus í næstu old
Oddagrein
MONG eru lyftini og ynskini rundan um eitt
ársskifti - og uppaftur fleiri og storri vilja tey
vera kring eitt aldarskifti. Vit hava júst sett hol
á seinasta árið í ikki bert hesi oldini, eisini í
hesum ártúsund. At kunna vera vitni og eyg-
leiðari til hesa stórhending má sigast at vera
ein kærkomin gáva - og ikki minst hetta, at vit
við hesum vera við til at seta út í kortið kósina
nn í nýggja ártúsund.
HOAST tað er avmarkað, hvat vit hava ávirk-
an á - nú heimurin er vorðin so nógv minni og
harvið eisini samantvinnaður - so eru tað
kortini vit sjálvi, sum í stóran mun hava og
kunnu hava ávirkan á okkara egna gerandis-
dag. Og eisini tá vit tosa um gerandisdagin
eftir ár 2000.Síggja vit her burtur frá spurn-
inginum um meiri sjálvstýri/fullveldi, sum longu
er komið á dagsskránna, so eru onnur mál,
sum eftir okkara tykki eiga at fáa hægsta
prioritet eftir aldarskiftið. Og fyri at hetta kann
verða tikið í fullum álvara, eiga vit longu nu at
byrja fyrireikingarnar
EF
r einum „Bygda-Foroyar“ at fáa fyrsta
TIR okkara tykki eigur tað vit kunnu nevna
no
rioritet í nýggju oldini. Vit eiga i 99 at skipa
8 S
“
yri fundum, ráðstevnum og annars einum
mennandi, breiðum og sakligum almennum
orðaskifti við hetta hesum sama fyri eygað:
hvussu skipa vit samfelagið Foroyar eftir ár
2000 sæð frá bygdunum - sæð frá utoyggj -
sæð frá plássunum uttan fyri Havnina.
NU skal hetta ikki skiljast sum at vit við hesum
vilja reka eina kampanju móti Havnini og
undirmeta hennara virði. Havnin skal nokk
klára seg - utviklingurin her skal nokk koma
av sær sjálvum. Men vilja vit varðveita mongu
plássini. sum liggja uttan fyri hovuðsstaðin,
nær ella fjar, so mugu vit eisini vera við til at
skipa og mynda útviklingin. Bara at lata standa
til og lata útviklingin koyra uttan uppilegging,
fer at hava við sær, at Havnin gerst storri og
torri og bygdirnar smærri og færri. Við oðrum
rðum mugu vit til at orða ein „Bygda-Foroyar“
olitikk, sum inniheldur alt møguligt, frá sam-
til mentan og vinnuliv, ja entå eisini
evur nakað við eina framtíðar oljuvinnu at
e
TAD ber sjålvandi til at siga, at vit eru ikki
harrar yvir utviklinginum. At vit kunnu ikki
steðga einum einum „nátúrligum“ útviklingi.
Vit kunnu ikki trylla fram virki i smábygdunum,
vit kunnu ikki tvinga fólkið at vera har osfr.
Hetta er eisini spurningar, sum vit sjálvandi
eiga at hava við í orðaskiftinum.
POLITIKARAR, mentanarstovnar og -fólk og
fjølmiðlar eiga longu nú at leggja upp til eitt
orðaskifti um hesi viðurskifti. Latið hetta verða
ynski og lyfti vit geva komandi ættarliðum, nú
vit skjótt fara um eitt nýtt aldarskifti. Vit mugu
gera okkum greitt, umog eisini hvat vit vilja
og kunnu hava ávirkan á, hvussu Føroyar
skulu síggja út í næstu old.
Sosialurin
Sveinur Tróndarson
Dagny Joensen,
Aki Bertholdsen,
Vit hava fingið nýggja stýr-
isskipanarlóg, sum ger
greiðan skilnað millum lóg-
gevandi valdið, logtingið.
og útinnandi valdið, lands
stýrið. Skilnaðurin til tað
dømandi valdið var longu
áðrenn hesa nýggju stýris-
skipan
Vit hava eisini fingið eitt
nýtt lið av fólki. sum nú í
nøkur ár hava skrivað álit
og frágreiðingar og givið
politisk ráð út frá bert tí eina
letsunum: greitt åbyrgdar
byti
Vit hava fingið eitt upp-
skot um nytt løgtingshus.
sum bæði í stødd og reypi
ger tað verandi løgtingshus-
ið ul láturs
Vit hava fingið eitt upp
skot um at hækka ting-
mannalønirnar.
) it hava fingið eina vidk
i løgtingsskrivstovu
Vit hava fingið nýggjan
venað í miðfyrisitingini i
Tinganes!
Vit hava fingið eitt upp-
skot til nýggjan kommunu-
bygnað
Rákið er eins einfalt og
D ér tann einasti
1 á lívsins klar
ælast, er eitt
ud
Geva vit hesum omanfyr
inevndu uppskotum og ti
tey eru smíðað eftir,
kjøt og blóð, so stendur eitt
orð eftir: bardagar.
Setningurin er, at hver
skal berjast móti øðrum
Løgtingid skal berjast móti
landsstýrinum og landsstýr-
ið móti løgtinginum. Hesi
skulu tí hava hvor sín her
við soldatum, sum við
pennum. juridiskum snild-
um o.9. skulu berjast hvor
móti øðrum. til minst annar
liggur eftirá
Hendan bard: iga hava vit
longu sæð í praksis. td i
sambandi vid virksemid hjå
Framtaksgrunninum i sein
asta valskeiði
Hesin leistur er
okkum higar til lands utt
anífrá heimi, har væl stórri
samfelog skipa slíkar herar
og slíkar bardagar til tess at
letsti.
borin
Samskipan ella bardagar?
i Turið Kjølbro
Niclas Johannesen
Dagfinn Olsen
John Johannessen
ítróttarskrivari:
Emil L Jacobsen
tryggja. at vitan og upplys-
ingar sleppa at brýna hvort
annað. til tann sterkasta
loysnin vinnur.
Í slíkum bardøgum hava
ymiskir partar sín leiklut
Vit kunnu nevna lóggevandi
tingið. stjórn, lærdir skular,
fakfeløg, arbeiðsgevarafel
og, branchufelog. áhugafel
og. fjølmiðlar o.m.o. Hvor
av hesum pørtum hevur sítt
apparat og sítt bakland. sum
skapar argumentini fyri
teirra søk ella sum lýsir eina
søk frá ymsum sjónarvinkl
um
Ut frá teim bardøgum.,
sum fara fram, kunnu tey.
sum skulu taka itøkiliga
avgerðir, serliga stjórn og
lóggevandi ting, taka sina
støðu
Ein ráðharri. sum nýtt
hendan *bardaga -leistin í
serligan mun. var fyrrver
andi danski undirvísingar
málaráðharrin Bertel Haar
der. Hann kastaði eitt upp
skot út í fjølmidlarnar og
bíðaði so, til hann helt at
bardagin millum áhugapart-
arnar var komin somikið á
leiðis. at ein stóða kundi
takast
Hendan skipan er helst
skilagóð í mongum sam
bandi. Í fyrsta lagi tryggja
hon. at málið verður lýst frá
mongum sjón miðum. Í
ødrum lagi tryggjar hon. at
málið verður lagt á eina fak-
liga vágskál og í triðja lagi
tryggjar hon, at málið verð-
ur lagt á eina demokratiska
vágskál
Alt hevur sín prís. Eisini
hesir bardagarnir kosta
bæði pening. fakligt hegni
og menniskjalig evni. I ein-
um størri samfelag eru
mong fólk at bera kostnaðin
og skipanirnar hava oftast
ítokiligar uppgávur í ødrum
sambandi enn júst í hesum
bardøgunum. Td. skulu
branchuteløg upplýsa lim-
um sinum um gongdina i
branchuni aðra staðni
heimi og innanlands um
framt mangar aðrar uppgár
tir
Royna vit at eftirgera slik
Greinarnar úr
frumskóginum
Vegna plásstrot slapp greinin hjá Jóannes Hansen
úr frumskóginum í Venezuela ikki við í blaðið
hesaferð - men hon verður at lesa í blaðnum komandi
leygardag
blaðstjórin
Fimm ferðir um vikuna
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting og prent:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir:
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post Gsosialurin.fo
ar skipanir, so eri eg stórliga
bangin fyri, at vit fara púra
burtur av kós.
Vit hava helst ráð til eitt
nýtt tinghús og til hægri
tingmannalønir og til stórri
løgtingsfyrisiting og kanska
enntá til storri miðfyrisiting
og til stórri kommunala fyr-
isiting. Men tá er leiðin ikki
hálvgingin. Tástani skulu
vit til at uppbyggja fakligu
mótspælararnar í fak-
feløgum, á Fróðskaparsetr-
inum, í arbeiðsgevarafelog-
unum. í Havbunadarfelag-
num. í Felagnum Rækju-
skip. í Utvarpi Føroya, í
Sjónvarpi Foroya o.s.fr.
Vit skulu í tí sambandi
hava í huga, at um vit ikki
rokka málinum at skapa tor-
treytir fyri hesum bardøg-
um. so fáa vit reint diktatur.
har tann eini parturin við
maktsnaring 0.0. pettar
samfelagið sundur i småbit-
Ti er neyðugt. at politisku
myndugleikarnir gera sær
hesi viðurskifti greið í sam-
bandi við so mangt, sum
kemur á dagsskránna í hes-
um døgum.
Tann politiska skipanin
má gera sær greitt, hvussu
hon vil fáa ta nýggju stýris-
skipanina at virka í praksis.
Tí hesir bardagar eru ikki
tann einasti møguleikin.
Samskipan er eisini ein
møguleiki.
Sum skipan í einum stór-
um samfelag eru bardagar-
nir helst betri enn samskip-
an av mongum orsøkum.
M.a. tí tað heilt einfalt er
trupult at samskipa so ym-
isk sjónarmið í stórum sam-
feløgum.
Í einum so lítlum, við-
kvæmum samfelag sum tí
føroyska er lítil ivi um, at
samskipanin hevur væl
fleiri fyrimunir við sær enn
bardagarnir. M.a. tí tað, sum
lýst omanfyri. er trupult at
manna liðini, sum skulu
berjast. Havast skal eisini í
huga, at í hvørjum bardaga
eru tað einstaklingar. sum í
ti týdninginum "liggja eft-
irá“. altso ikki vera tøkir til
tann næsta bardagan.
Í sambandi við tær
mongu bygnaðarligu broyt-
ingarnar í føroyska samfel-
agnum í dag haldi eg tað ti
vera av t dningi, at politiska
skipanin stingur út í kortið,
hvort vit fyrisitingarliga
skulu liva í einum bardaga-
samfelag ella vit skulu liva
í einum samskipandi sam-
felag.
Signar P. Heinesen
Vit vilja við hesum takka ollum ið sýndu samkenslu,
mintust og veittu okkum hjálp á ymiskan hátt tá
okkara elskaði sonur og beiggi
EYÐFINN WINTHER HANSEN,
Argir
doyði og bleiv jarðaður.
Ida, Bjørn, Svenning, Bjarni og Andra