leygardagur 16. januar 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 10 — 16. JANUAR 1999
Umbyggja
lastirnar
Í apríl og maí mánaði verða
trolararnir hjá JFK Trol um-
bygdir á skipasmiðjuni á
Skála.
Sundaberg og Skálaberg
vóru upprunaliga bygdir
sum kombineraðir saltfiska-
og flakatrolarar, men seinnu
árini hava saltfiskalastirnar
ikki verið nýttar, tí tað loysir
seg ikki.
JFK Trol hevur tí avgjørt
at umbyggja saltfiskalast-
irnar til frystilastir, so trolar-
arnir framyvir fara at taka
millum 900 og 1000 tons
av flaki hvør.
Umbyggingin fer at kosta
umleið tvær milliónir krón-
ur fyri hvønn trolaran.
Hanus Hansen, sum er
stjóri á bæði JFK Trol og
Kósini, sigur við lokalblað-
ið Norðlýsið í gjár, at
Skálaberg og Sundaberg í
framtíðini partvís kom at
landa á Kósini, og virkið
ætlar sær at gera royndir við
at víðariframleiða fisk frá
teimum báðum langfara-
trolaraunum.
JFK Trol hevur síðani tíð-
liga í fjør rikið Kósavirkið.
Sundaberg og Skálaberg
verða nú umbygdir á
skipasmiðjuni á Skála
tíðindablaðið :
UGJUVUU
John Petersen skuldi fåa
nærri boð i gjarkvoldið
Fótbóltur: Føroyski landslidsspælarin hevur seinastu
vikuna royndarvant vid schweiziska felagnum Yverdon
EmiL L. JACOBSEN
Í gjårkvøldid skuldi John
Petersen fáa at vita frá venj-
aranum hjá schweiziska fel-
agnum Yverdon, um áhugi
er fyri at fara undir nak-
að varandi samstarv
við tann føroyska
landsliðsspælaran.
— Eg havi eina
venjing eftir,
sum verður í kvgld, og aftan
á tað rokni eg við at fáa at
vita, hvussu verður, segði
John Petersen, tá vit tosaðu
við hann á døgurda í gjár.
— Tað hevur gingið hamp-
uligt, haldi eg. Eg havi
vant við og haldi eisini,
at eg hóski rímiliga væl
inn á liðið, segði John
í gjár.
B36-áleypar-
in hevur verið
í Schweiz
alla hesa
vikuna og
hevur vant
regluliga
við liðnum.
Týsdagin
var venjing
tvær ferðir,
mikudagin
einaferð, hós-
dagin høvdu teir
frí, og í gjár-
kvøldid var so
seinasta venjingin
hesa vikuna — og
tað var eftir hesa
venjingina, at
John roknaði við
at frætta nærri
frá venjaranum.
Um venjarin
tá enn er áhugað-
ur, fer John Peter-
sen við liðnum á
venjingarlegu í Mar-
okko.
— Eg tosaði við venj-
aran í gjár (hósdagin,
blåm.), og tá segði
hann, at hann fram-
vegis ikki hevði tikið
nakra avgerð, sigur
John Petersen við
Sosialin.
Venjarin hevði tá
sagt, at tað kunnu
John Petersen hevur seinastu vikuna verið og
royndarvant við felagnum Yverdon, sum í løtuni
spælir í næstbestu deildini í Schweiz
Mynd: Álvur Haraldsen
standast trupulleikar av
reglunum við útlendingum.
Í schweizisku kappingini
eru reglurnar soleiðis, at í
næstbestu deildini, har Yv-
erdon spælir, er loyvt at
hava upp til fimm útlend-
ingar á liðnum. I løtuni hev-
ur felagid fyra brasilskar
spælarar vid, og um John
fær såttmåla vid felagid,
verður hann sostatt fimti út-
lendingurin í hópinum.
Liðið liggur væl fyri til
uppflyting, og tað er her
trupulleikin stingur seg upp.
Um Yverdon kvalifiserar
seg til at skula spæla um
upp- og niðurflyting, hava
teir ikki loyvi til at hava
meir enn tríggjar útlending-
ar, og tað sama ger seg gald-
andi, um liðið flytir upp. Og
hetta greiddi venjarin John
frá hósdagin.
Stødid er høj
Annars sigur John Petersen,
at stødid er rættiliga høgt.
— Teir flestu eru góðir
teknikarar, og sum heild eru
spælararnir nokkso gðrvísi
her enn eitt nú í Noregi, har
tað er meira fysiskt betónað.
Um teir gera sáttmála við
meg, verður tað sum áleyp-
ari, og har rokni eg við, at
eg serliga kann gera meg
galdandi í luftspælinum, tí
spælararnir herniðri eru ikki
serliga høgir, sigur John.
Umstødurnar vóru ikki so
góðar fyrr í vikuni. Tá var
kalt, og vøllurin var frystur,
men seinni er tað blivið eitt
sindur heitari aftur, og vøll-
urin hevur verið betri. Hitin
hevur seinastu dagarnar lig-
ið um 2-3 hitastig.
— Um venjarin ikki gevur
mær boð í kvøld, fari eg
sjálvur at spyrja hann. Eg
havi ferðaseðil heim aftur í
morgin, so eg vil helst fáa
boð í kvgld, um teir eru á-
hugaðir ella ikki, segði John
Petersen í gjár.
GS> SANSIR TEL 355 355
Keypmannahavn í 3 nætur
Vikuskiftisferð við innivist
-frá fríggjadag til mánadag
Top Hotel Hebron...........
Copenhagen Star Hotel... 375. 3 475. r
Íroknað prisin er flogferð fram/aftur, ferdaavgjøld og uppihald í 3 nætur á dupult-
kamari við morgunmati.
nr sagi Fair
Reykjavík
"Gjugg í Borg"
-ferð frá fríggjadag . |
til mánadag Lej 1,-
Veljið millum 8 ymisk hotel:
Hotel Esja, Hotel Loftleiðir, Grand Hotel Reykja-
vík, Hotel Reykjavík, Hotel Saga, Hotel Ísland,
Hotel Óðinsvé og Fosshotel Lind.
í 3 nætur
Íroknað prísin er flogferð fram/aftur, ferdaavgjøld og uppihald i 3 nætur á dupult-
kamari við morgunmati.
Ferdirnar kunnu bileggjast
å øllum ferdaskrivstovum
kring landið.
Atlantic Airways
Tel 333 900 - Fax 333 380