leygardagur 16. januar 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 10 — 16. JANUAR 1999
tíðindablaðið
„Le Grand Serre Valiere“ býður 250 km av tryggum skidbrekkum, 70 bláar. 130 reyðar
og 50 svartar.
Fullsett flogfar
til fronsku alpurnar
Fyrst í februar fara 92 førovingar til fronsku alpurnar at
standa á skíð. Undirtókan hevur aldri verið so stór sum
nú
TURIÐ KJØLBRO.
MYNDIR: HJØRDIS
ZACHARIASSEN
Veðrið í Føroyum er vanliga
ringt og keðiligt hesa ársins
tíð. Vindur. regn og í
gjárkvoldið stormur og ódn.
82 føroyingar, ið ganga
okkara millum til dagligt og
10 í Danmark hava tó eitt
at gleða seg til. Og tað er at
sleppa niður í sól og kava.
Hesa ferð í fronsku alpur-
nar.
Hetta er trettanda árið á
rað, at skipað verður fyri
skíðferð til kend skidstød
uttanlands. Upprunaliga
byrjaði Viðski í tí smáa,
nakrir og tjúgu útisetar tóku
seg saman og fóru av stað
úr Danmark. Nógv teirra
eru komin heim aftur at
búgva, og fyri at savna fólk-
ini saman er uppgávan í ár
at skipa fyri ferðini latin
yvir til Flogfelag Føroya.
Sum nakað nýtt og eftir
ynski frá fleiri limum í
Viðski verður í ár flogið all-
an vegin suður í alpurnar.
Undanfarnu ár hava hesi
skíðglaðu flogið til Dan-
markar og síðani koyrt
nógvar tímar til skíðstaðið
eina staðni í Evropu.
Gott skíðstað
Og fyrst í februar heldur
ferðalagið av stað. Farið
Dagsins avrik, bragd ella
brølari verður lønt við
einum serligum hatti, sum
viðkomandi skal hava á
høvdinum dagin eftir á
skíðbrekkuni. Á myndini
Malan Johansen
verður til tann lítla býin
Briancon, sum er partur av
franska økinum Serre
Chevalier. „Le Grand Serre
Valiere“ býður 250 km av
tryggum skidbrekkum, tað
sum eisini verður rópt pistir.
Har eru 70 bláar, 130 reyðar
og 50 svartar skidbrekkur,
tær bláu eru lættast. Hægsta
fjallið er 2800 m høgt og
ferðalagið fer at búgva 20
metrar frá skíðlyftini í fýra
og seks mansíbúðum. 30 úr
ferðalagnum fara til Alpe
d huez.
Føroyingar í Føroyum
flúgva beinleiðis við At-
lantsflog 30. jan. til Gren-
oble og koyra síðani víðari
í bussi til býin Briancon.
Busstúrurin tekur tveir og
ein hálvan tíma. Føroyingar
í Danmark flúgva við chart-
erflogfari úr Kastrup til
Grenoble. Heimferðin
verður 6. februar.
Omakaleyst
Flogfelag Føroya hevur
samband við eitt danskt
skíðfelag, sum hevur fólk á
staðnum. Hesi eru ferða-
leiðarar og kenna skidsøki0
væl og virðiliga. Undanfar-
in ár eru tað limir í Viðski,
sum hava lagt ferðina til
rættis. Og ein teirra er
Hjørdis Zachariassen, sum
hevur verið við í fleiri ár.
- Tað er ótrúliga deiligt at
fara av stað um hesa tíðina,
tá tað er so myrkt í Føroy-
um. Í alpunum er altíð ljóst,
luftin er frísk, sólin skínur
alla tíðina og tað gevur ein-
um eyka mátt at koma á ein
slíkt stað.
- Tað er eisini so ómaka-
leyst at fara av stað í ár, nú
vit flúgva beinleiðis, og tað
er eisini orsøkin til, at undir-
Undirtókan hevur ongantíð verið so stór sum í ár, og tað er uttan iva tí, at flogið
beinleiðis til fronsku alpurnar
11
erour
av føroyingum
tøkan er so stór. Nógvir ny-
byrjarar eru vid hvørt år,
men eisini négv sum duga
sera væl og hava verið við
oll árini. Møguleiki er at
læra at standa skíð á stað-
num og tey flestu koma
skjótt eftir tí. Tú verður
bitin av tí, sigur Hjørdis
Zachariassen.
Afterski
Skíðararnir standa á skíð frá
tíðliga á morgni til seint
seinnapartin. Tað krevur at
fólk eru væl fyri, tá ið tey
fara, tí ikki so sjáldan bróta
nøkur seg sundur. Dømi eru
eisini um, at fólk hava ligið
í seingini alla tíðina, tí tey
ikki tola turru luftina.
Tá ið skíðararnir hittast
aftaná ein langan dag á
brekkunum fara tey til
afterski, tey kalla. Tað er á
eini barrstovu, har tey práta
um, hvat er hent um dagin
og hvor hevur gjørt eitt
bragd ella kanska tað øv-
ugta. Dagsins avrik so ella
so verður lønt við einum
serligum hatti, sum viðkom-
andi skal hava á høvdinum
dagin eftir. Og hetta er ein
tradisjón, ið verður hildin í
hevd við stórum álvara.
= -
- Tú verður bitin av at
standa á skíð, sigur
Hjordis Zachariassen, ið
hevur verið við í fleiri ár.
Arliga útferðin hjá Viðski
er altíð til ymisk skidstød
Tey hava verið í Eysturriki,
sum er væl umtókt. Italia,
og í fjør gekk leiðin til
sveitisku alpurnar. Ferða
lagið undanfarin ár hevur
talt úr 20 upp í 60. Nøkur
plåss eru eftir til ferdina i
år