Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. januar 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 16. JANUAR 1998 Nr. 10 - 16. JANUAR 1998 — Eg så kristindómin sum tað reina hyklarí, tey trúgvandi søgdu eitt og gjørdu annað. Eg trúði á hvorki Gud ella Satan, men eg provokeraði tey trúgvandi við at kalla meg satanist og við at gera guds- spottandi tónleik, sigur Gulli Johansen »Eg var langt úti< — Eg kallaði meg satanist fyri at provokera tey trúgvandi. Nú haldi eg tað var vera eitt undur, at eg havi broytt meg so nógv, sigur Gulli Johansen, sum júst hevur givið út andaliga rockfløgu Orð og myndir: Eyðun Klakkstein Telduskíggin bleiktrar út í kamarið. Stendur miðskeið- is í einum meldri av tøkni, knøttum, leidningum, ljóð- førum og fløgum, og sær so einaráðandi ut. Ein mikro- fon er stilla upp máti ti svarta Marshall-forstyrkj- aranum, og frammanfyri knappaborðið til telduna stendur ein mixpultur. Mitt í tí heila situr Gulli Johansen. Hann skrivar tón- leik og tekur upp — á kamar- inum hjá sær. Hesin skansin av nútím- ans tøkni liggur á Upp- salagøtu í Klaksvík. Har er alt sum skal brúkast til tón- leikaupptøkur, og fyri kort- um kom ut fløga, sum fór beinleiðis úr telduni hjá Gulla og til framleiðslu í Danmark A fløguni Darkside of the Truth er harður andaligur rocktónleikur. So harður, sum hann ikki áður er spældur í Føroyum. Gulli larmar illa við sínum Ljóð- førum og síni rødd — ikki minst tå hann tekur til at brøla, sum er vanligt í hes um slagi av tónleiki Gulli Johansen spælir oll ljóðfórini, hevur gjørt allan tónleikin og syngur sjálvur á fløguni við Internal Heal- ing, sum hann kallar seg. Tutl gav fløguna út beint áðrenn ársskiftið, og tað er ein greið avbjóðing til tey føroysku oyruni. Eg var ein kaldur persónur Søgan um Gulla er ein soga um, hvussu nógv eitt menniskja kann broyta seg eftir stuttari tíð. Til fyri fimm árum síðani gjørdi Gulli tónleik, sum var gudsspottandi. Tað passaði væl til hansara upp- fatan av kristindóminum og til tann tónleikin, sum hann lurtaði eftir. — Eg så kristindómin sum tað reina hyklari, tey trúgv- andi søgdu eitt og gjørdu annað. Eg trúði á hvorki Gud ella satan, men eg provokeraði tey trúgvandi við at kalla meg satanist og við at gera gudsspottandi tonleik, greiður Gulli frá. Eg drakk, roykti og royndi onnur rúsevni. Eg var ein kaldur persónur uttan kærleika, og fólk hildu ivaleyst, at eg var so langt úti, at har gjørdist einki. Men fyri fimm árum síð- Gulli Johansen í sínum væl útgjørda kamari, har hann hevur gjørt alt arbeiði við nýggju floguni hjá sær ani hendi nakað. Tað byrjaði við, at ein vinmaður gav Gulla nakrar fløgur við hørðum andaligum rocktón- leiki. Tá merkti eg fyri fyrstu ferð, at kanska hevði eg eina skeivu uppfatan av teimum trúgvandi. Eg merkti eina stóra gleði í tónleikinum og boðskapinum hjá hesum kristnu bólkunum, og tað var byrjanin til, at eg varð umvendur. Gulli hevur síðani tá gingið í samkomuni Solo Deo Gloria í Klaksvík, og hann skipar fyri ungdóms- metunum har eina ferð um vikuna. Hann spælir og talar javnan, og hevur nú givið eina fløgu út vid andaligum rocktónleiki. Til tey sum ikki tíma MC Og hesi fimm árini hava broytt Gulla nógv, so nógv. at hann heldur tað vera eitt undur. Nú kann hann ikki gera annan tónleik enn andaligan, og hann er eisini broyttur sum persónur - Eg drekki ikki longur, royki ikki, fáist ikki við rús- evni, eg gangi ikki og bann- ist alla tíðina, sum eg gjørdi fyrr, og so haldi eg meg nú hava kærleika, sigur hann Eg ferðist eisini í einum heilt øðrum umhvørvi nú, enn eg gjørdi fyrr. Eg havi skift allar mínar vinir uttan ein út, og har eg nú komi, eru fólk glað og hjálpsom Og vid fløguni hjá Inter nal Healing roynir Gulli at náa fólki, sum ikki hava hug at lurta eftir MC Restorff og ødrum liknandi andaligum tónleiki — fólki, sum vil hava harðan rocktónleik. brøl og hvínandi gittaravrik Eftir Prix Føroyum og nýggju fløguni Grétføroy- skt at døma, er ein vissur áhugi fyri tí harða rocktón- leikinum, og tað er til fólk ini, sum dáma hetta slag av tónleiki, at eg geri mín tón leik, sigur Gulli Hann vónar at selja eini 200 eintøk av fløguni, og um hann ger tað. ætlar hann sær at geva eina fløgu aft urat út. Utgerdin, sum hann hevur havt standandi å kamarinum hjå sær seinastu trý árini, verður framvegis dúgliga brúkt til upptøkur av nýggjum sangum Og tá innleiðandi umfarið í Prix Føroyum verður í Klaksvík leygarkvoldið 6 mars, verður Internal Heal- ing ein av luttakarunum Um fólk ikki hava fing ið við. at eg spæli harðan rocktónleik, so finna tey út av tí tá. lovar Gulli Og hann fer brøla, soleiðis sum hann ger €IsINI á fløguni hjá sær Onkur hevur sagt, at tú skalt drekka nógv kaffi fyr at fáa réttu røddina til at brøla, og tað royni eg so at gera. sigur Gulli Hann hevur broytt seg nógv upp á stutta tíð. men tónleikurin enn amboðið Nú er tað andaligur tónleik ur. Og hann brølar!