leygardagur 16. januar 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 16. JANUAR 1998
tíindablabíe) ; 19
Frålik svensk krimi á føroyskum. Skortleysir manndráparar er spennandi á
fleiri stigum: sum krimisøga, sum persónlýsing og sum samfelagslýsingm
skrivar Jógvan Ísaksen millum annað í hesum ummæli
ví neggjaði ryssan ikki?
ÚR
ro
Jógvan Isaksen
Henning Mankell: Skort-
leysir manndråparar. Jákup
í Skemmuni týddi bókina
eftir >Mørdare utan an-
sikte«. Forlagið Sprotin
1998, 278 s. kr.180
Sviin Henning Mankell er
seinnu árini vorðin eitt gitin
krimisøguhøvundur. Hann
hevur skrivað fitt av ðrum
bókum, men tað er serliga
við bókunum um Kurt
Wallandar, at hann av álvara
hevur gjørt vart við seg eis-
ini uttan fyri Svøriki. Mong
hava ivaleyst sæð tann
rúgvismikla Rolf Lassgárd
spæla Kurt Wallander í
sjønvarpsrødum yvir nakrar
av bókunum og har varnast
líkleikarnar við tær sosial-
realistisku krimisøgurnar
hjá Sjøwall á Wahløøð.
>Skortleysir manndráp-
arar< leggur fyri 8. januar
1990 í Skáne, har ein gamal
bóndi vaknar á miðjari nátt,
tí ryssan hjá grannanum ikki
hevur neggjað sum vant.
Tað plagar hon, tá ið tann
javnaldrandi
grannin fer
upp at kasta sær á vatninum.
Bóndin fer yvir til granna-
húsini og kemur fram á líkið
á manninum og tað næstan
deyðu konuna. Bæði eru
blivin illa pínd.
Boð verður sent eftir løg-
regluni í Ystad, og kriminal-
politisturin Kurt Wallander
verður settur leiðari av
kanningini. Stutt eftir doyr
tann illa viðfarna konan, og
hennara einasta og seinasta
orð er: »Utlendskur«. Til
Ystad kemur nógv flótta-
folk, tí tað siglur ferja til
Polen. og í sunnara parti av
Skáne eru nógvar flótta-
fólkalegur. Nú fryktar løg-
reglan fyri, hvat ið fer at
henda, um almenningurin
fær at vita, hvat ið konan
segði. og tað verður tí gjørt
av, at einki má koma út.
Men sjálvandi lekur tað út,
og so er fanin í pappírinum.
>Skortleysir manndrápar-
ar« er ein spennandi krimi-
søga, har tað verður latin ein
neyv mynd av Svøriki við
ófriði og fremmandahatri.
Umhvørvid í Skåne, lands-
lagið, tað strævna og keði-
liga arbeiðið hjá politinum
og so tann góða lýsingin av
høvudspersoninum Kurt
Waliander gera í felag eina
frålika krimisøgu.
Operaelskarin
Kurt Wallander er nøkur og
fjøruti, konan er farin frå
honum, dótturina sær hann
at kalla einki til, påpan
skeldast hann vid, og so
drekkur hann ov illa. Hans-
ara liv er at vera kriminal-
maður og harumframt
opera. sum hann lurtar eftir,
tå ið høvid býðst. Hóast
skumsutur og eitt sindur
snarsintur, so hevur Wall-
ander ta styrkina, at hann
ikki gevst á hondum. Ein
arbeiðsfelagi sigur við
hann, at hann er >ein mein-
vitis góður løgreglumadur«,
tí hann drívur á. Men eisini
Wallander er tíðum í iva. I
sambandi við seinasta orðið
hjá tí eldru kvinnuni, spyr
hann seg sjálvan: »Hvørja
áskoðan havi eg?< og svar-
ar: >Ég havi als onga á-
skodan«.
At Kurt Wallander er
uppvaksin millum vanligt
fólk kemur fleiri ferðir til
sjóndar í skaldsøguni: m.a.
í tí, at hann vil ikki biðja
onnur um at gera nakað fyri
seg: >Tað vóru bara tey ríku
og tað betra slagið, sum
bóðu onnur um at gera tað
ótespiliga arbeiðið<. Høv-
undurin dugir sum heild væl
at avmynda grundir til hesar
ella hasar gerðir ella tankar.
Eitt dómi er, har Wallander
nettupp hevur verið inni í
eini køkubuid og etið ein
kanelbolla, og tá ið hann
kemur aftur til bilin, hevur
hann fingið eina parkerings-
bót. Sigast skal eisini, at
hann er skotin í tí nýggja
kvinnuliga ákæranum:
»Rindi eg ikki, verður átala
sum frá líður reist ímóti
mær. hugsaði hann. So fer
ákærin Anette Brolin at
noyðast at reisa seg í
býrættinum og fáa meg at
standa til svars. / Hann
tveitti bótina inn í hands-
karúmið og hugsaði aftur
um, hvussu vekur hon var
Vøkur og freistandi. Síðani
hugsaði hann um bollan.
hann júst hevði etið.
Tankasambandið frá bót um
Brolin til bollan er full
komiliga logiskt
Málmoy og Geytaborg
Svenski tittulin er >Mørdare
utan ansikte«, sum er van-
ligt mål, meðan føroyski
tittulin »Skortleysir mann-
dråparar« valla kann sigast
at vera tað. Spurningurin er
eisini, um ikki føroyski
tittulin merkir nærum tað
øvuta av ti svenska? At vera
uttan skort er at vera
fyriuttan masku, tvs. tú sært
andlitið, meðan uppruna-
tittulin nettup leggur dent á,
at vit ikki kenna andlitini.
Málið í týðingini hjá
Jákupi í Skemmuni er í høv-
uðsheitum lætt og råmandi,
og í støðum dugir hann 6-
metaliga væl at taka til. Við-
hvert fer hann kortini av
kósini og brúkar orð, sum
als ikki hóska til restina av
týðingini. Malmø verður í
meginpartinum av skald-
søguni - men ikki allatíðina
- nevnt Málmoy, Geytaborg
verður brúkt fyri Gøteborg,
Trælaborg fyri Trelleborg,
somuleiðis kot fyri
øverrock, sum í vanligum
máli eitur vvirfrakki ella
frakki. Spaningsmøte verð-
ur í fyrstu atløgu umsett við
njósnarafundur, sum tað als
ikki er, men seinni við tað
nógv frægari karningar-
fundur
Fyri wienarbrevd verður
stavsetingin vinarbreyð
brúkt, sum hon
stendur í nýggju føroysku
orðabókini
soleiðis
Tað er bara tað.
at navnið hevur við býin
Wien at skaffa, og hesin
bakstur hevur ivaleyst fing-
ið sítt navn frá sonevndum
wienar-bakaríum. Føroyska
stavsetingin ger tað til breyð
millum vinir. og tú fert at
hugsa um Jesus við
Genesaretsvatn. har hann
gav fleiri enn fimm túsund
fólkum at eta við tveimum
fiskum og fimm breyðum
Hetta mugu hava verið
vinarbreyð.
Villuvavstur
Tað er rættiliga nógv av vill-
um í tekstinum, ikki van-
ligar stavivillur, men so-
vorðið sum kemur fyri. tå
ið teksturin ikki er rættlisin.
Einstøk orð mangla. onku-
staðni ein setningur, aðra-
staðni skilur tú ikki rættiliga
samanhangin, tí eitthvørt er
komið skeivt fyri i føroyska
tekstinum. Beinleiðis týð-
aravillur koma eisini fyri,
sum tá ið svenska mil, ið er
10 km verður umsett við
fjórðing.
Tað, sum eg havi funnið
fram til av feilum ella skein
leikum í týðingini er ikki
úrslit av einum nágreinilig
um samanburði við upp
runatekstin, men bara so-
vorðið sum eg hava stúrsað
yvir og tí eftirkanna i
svensku útgávuni. Ivaleyst
er heilt fitt farið framvid
uttan at eg havi sansað tað
Nidurstødan er. at týðing-
in hjá Jákupi í Skemmun
sum heild er góð og løtt at
lesa - málsliga liggur tað
væl fyri hjá honum - mer
tað er heilt greitt. at eingin
hevur gjøgnumgingið tekst-
in. og tískil er umframt vill-
urnar ymiskt ósamsvar her
og har. Soleiðis er tað at
kalla altíð, tá ið tú hevur
skrivað ella týtt ein tekst.
og eingin kann vera ein
gløgglan rættlesara fyriutt-
an. Her hevur hann gloymt
at vitja, og tað er synd
Lesið kortini føroysku út-
gávuna av >Mørdare utan
ansikte«, ti hon er spenn-
andi å fleiri stigum: sum
krimisøga, sum persón-
lýsing og sum samfelags-
lýsing. Og takið so útyvir.
at tað í stóðum hevur verið
skjótt atborið frá forlagið og
týðara
At enda vil eg nevna. at
Sherlock Holmes ikki hevur
livad til fånytis, ti júst hetta.
at rossið ikki gneggjar er
kjarnin i søguni »Silver
Blaze<, sum Watson doktari
sigur frå.
Vit hava fingið tango í blóðið...
Komandi vikuskiftið verður tangodansiskeið í Studentaskúlanum í Hoydølum. Hetta er
triðja skeiðið seinastu mánaðirnar - og fyrireikararnir vilja fegnir hava fleiri fólk við
Eirikur Lindenskov
Komandi vikuskifti - 22. til
24. januar - verður aftur
høvi hjá dansihugaðum i
Føroyum at læra at dansa
tango.
I studentaskúlanum í
Hoydølum verður skipað
fyri skeiði.
Tað eru tær báðar Siri
Eysturoy og Gunnhild á
Rógvu Olsen sum hava tik-
ið stig til dansiskeiðið - og
hetta er triðja skeiði av hes-
um slag.
Tær lata sera væl at und-
irtøkuni, sum tangodansurin
hevur fingið.
— Tangodansurin er kom-
in fyri at vera, siga tær báðar
við ein munn. Tær siga frá,
at tá tær skipaðu fyri tí
fyrsta skeiðinum í august í
tjør var luttøkan sera stór.
- Vit høvdu roknað við,
at eini 25 por fóru at tekna
seg, men tá avtornaði høvdu
heili 120 fólk teknað seg.
Eins og ta ferðina, er tað
Gunner Svendsen, sum
kemur frå Tangoakademiet
i Arhus, sum fer at undir-
VISa.
Okkum dåmar
so væl at dansa…
Eitt av teimum pørunum,
sum hava verið við alla tíð-
ina, eru Marjun og Arni
Svartafoss í Havn.
— Okkum dámar ødiliga
væl at dansa - eisini gamlan
dans og fólkadans, sigur
Arni Svartafoss við Sosial-
in.
— Tí var beinanvegin á-
hugi fyri tangodansinum, tá
vit frættu um dansiskeiðini.
Arni sigur, at hetta var
sera spennandi, og rættuliga
ødrvisi, enn tað. tey kendu
til.
- Hetta er ju ein nyggjur
dansur her herma. Musikkin
hava vit sjálvandi hoyrt fyrr
onkra hendinga ferð í
dansinum. uttan at vita, hvat
vit skuldu gera við tað, sigur
hann.
- Fyrr i tíðini hevur tango
helst verið dansað meira - í
Sjónleikarhúsinum við
Gogguni, men tað, sum her
er talan um, er argentinsk-
ur tango - og hann hevur
so ikki verið dansaður her
fyrr.
Hann sigur eisini, at tey
bæði tí máttu rista allar fyr-
istillingar um dans, sum tey
høvdu, av sær og byrja heilt
av nýggjum.
— Tað var eitt sindur trup-
ult at fáa taktina í mergin,
men tá hon er komin, er tað
ikki so ringt at koma runt á
gálvinum.
Arni sigur, at tú lættliga
kann klára teg uttan tær
heilt stóru >krúllurnar.<.
— Vit hava verið á tveim-
um week-end-skeiðum og
hava sjálvandi nógv eftir at
læra, men vit hava fingið
tango í blóðið og ætla av-
gjørt at halda fram
Hann sigur, at av tí at
hetta er so nýtt, eru øll á
nøkulunda sama stødi - á
byrjunnarstødi. Aftur at ti,
at tað er stuttligt at dansa,
so sær tango eisini sera flott
út, heldur hann, so um onk-
ur vil imponera á dansigólv-
inum, so er at leggja í vað-
ið...
Arni roknar við, at tango
fer at gerast meira vanligt -
eisini í almenna dansinum,
tí tað er so gott at fáa vari-
atión í dansin, heldur hann
- og leggur afturat:
— Vit eru glad fyri, at vit
fóru við...
Vilja eisini
hava nýbyrjarar
Siri og Gunnhild siga, at tær
fegnar vilja hava, at fleiri
nýbyrjarar koma við hesa-
ferð.
- Skeiðið verður skipað
soleiðis, at nakað verður til
oll - bæði tey nýggju og tey,
ið hava verið á báðum und-
anfarnu skeidunum. so
eingin skal halda seg aftur
av hesi orsøk, sigur Siri
Tær báðar leggja annars
dent á. at tað altid er nakað
til øll - og til allar aldurs-
bólkar. Luttakararnir hava
verið frá 14 - 70 ár.
Dansað verður tvær ferðir
um mánaðin, og tey eru eini
20-30 fólk. ið dansa av álv-
ara.
Til ber at tekna seg til
skeiðið á telefon 310506
310761(Siri) ella 318706
(Gunnhild)
Tey. ið vilja vita meira um
tango. kunnu leita sær á ir