Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 42 - 2. mars 2010 Hýsti yvirgangsmonnum Ein fyrrverandi polskur herovasti avdúkar nú, at Pólland hýsti leiðandi palestinskum yvirgangsmonnum í 1980-árunum, og at yvirgangsmenn sluppu at keypa vápn úr Póllandi. Millum yvirgangsmenninar, sum kundu fjala seg í Póllandi, var Abu Nidal. Hann stovnaði kollvelting­arráðið hjá palestinsku rørsl­ uni Fatah, og hildið verður, at hann hevði ábyrgdina av fleiri yvirgangsatsóknum, sum kostaðu næstan 1.000 mannalív. Hann doyði í Irak í 2002. Fyrrver­andi polski herovastin sigur, at USA visti, at Abu Nidal fjaldi seg í Póllandi, og at amerikanararnir kravdu hann koyrdan av landinum. Stjórnin 47 prosent Hevði altingsval verið í Íslandi í dag, hevði Sjálfstæð­ isflokkurin verið landsins størsti við 32 prosentum av atkvøðunum. Tað vísir ein meiningakanning, sum íslendska sjónvarpið kunngjørdi í gjárkvøldið. Kann­ingin vísir, at av teimum báðum stjórnarflokkunum hevði Vinstri Grøn verið tann størri við 25 prosentum av atkvøðunum, meðan Samfylkingin hevði fingið 23 prosent. Framsóknarflokkurin hevði fingið 14 pro­sent, og tey seinastu fimm prosentini høvdu valt aðrar flokkar. Samanumtikið hevði stjórnin fingið 47 prosent av atkvøðunum, skrivar Vísir. Tjóðveldi ætlar at ætlaðu útbygg­ ingarnar av eldra­ bústøðum skal endurskoðast fyri at vita, um verandi ætlanir eru tær mest hóskiligu, ella dentur skal leggjast á eitt nú eldradeplar, trygdartelefonir og útbygging av heimarøktini ELDRABÚSTAÐIR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Formaðurin í Trivnað­ar­ nevndini, Jákup Mikkelsen, hevur róð upp undir eitt kjak um eldrabústaðir, og nú kemur Tjóðveldi við einum ujppskoti til sam­ tyktar, hesum viðvíkjandi. »Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja frágreiðing fyri Løgtingið, ið hevur til endamáls at endurskoða ætlaðu útbygg­ ingingarnar av eldra­bú­ støðum. Endurskoðast skal, um verandi ætlanir er tær mest hóskiligu ella um eitt nú eldradeplar, trygdar­ telefonir og útbygging av heimarøktini hevði verið hóskiligari og meiri tíðar­ hóskandi«. Soleiðis ljóðar uppsklotið í sínum heila líki. Sagt verður í viðmerkingunum til uppskotið: »Mong fegnast, nú ætlanir eru um at fáa fleiri eldrabústaðir bygdar kring landið. Ætlanin er at nýta smáar 100 milliónir av fíggjarlógini frá 2009 – 2011. Umframt hetta koma kommunurnar at rinda einar 150 - 200 milliónir aftrat. Tilsamans verður talan um eina upphædd, sum er 250 – 300 milliónir krónur. Øll tykjast vera samd um, at eldrabústaðir eru alneyð­ ugir, og at tørvurin á eldra­ bústøðum einans fer at vaksa komandi árini«. Víst verður í viðmerk­ing­ unum á, at ivasamt er um løgdu ætlanirnar innan eldraøkið eru tær røttu. »Tekin eru um, at frymi­ lin, landsstýrið hevur valt, er sera ivasamur. Fel­ags boðskapurin hjá fleiri serfrøðingum, fak­fólkum og granskarum er greiður: Steðgið verandi ætlanum um røktarheimsbygging Aðrastaðni verður farið burtur frá slíkari bygging«, sigur flokkurin í viðmerk­ ingunum. Smá rúm Hópurin av áhugaverdum íblástri um framtíðar eldrabústaðir hevur verið seinastu mánaðirnar. Fyri­ lestrar, kjaksendingar, les­ arabrøv og greinar hava lýst ivamálini við ætlanini væl. Kortini tykist samgongan kúrr í hesum máli. Vert er at nevna at: 1. Eitt røktarheimspláss kostar eina hálva millión í rakstri árliga 2. Fleiri og fleiri eldri fólk verða 3. Nærverkið gjørdi her­ fyri vart við, at tørvur fer at verða á fleiri enn 700 starvsfólkum aftrat komandi árini 4. Ábendingar eru um, at nógv eldri fólk ikki halda røktarheimspláss vera eldrabústaðin, tey ynskja og ímynda sær 5. Røktarheimspláss vísa seg í stóran mun at gera eldru fólkini óvirkin. 6. Røktarheimspláss í túsundatali verða niðurløgd aðrastaðni 7. Røktarheimspláss eru dýrari at byggja enn aðrir bústaðir Sjálvandi skal væl av pen­ ingi nýtast og raðfestast til eldrabústaðir – men tað tyk­ ist meir og meir iving­ar­samt, um verandi ætlan hjá samgonguni er hin rættasta. Eingin ivi er um, at okkum tørvar eldrabústaðir, men kanningar vísa, at allarflestu eldru fólkini fegnast vilja verða verandi í egnum heimi sum longst. Tey vilja heldur vera fræls menniskju í egnum heimi enn klientar á stovnum, sum Dennis Holm segði í samrøðu við Dimmalætting herfyri. Røktarheimsplássini eru vanliga kømur, sum eru um 20 – 25 fermetrar. Her skulu fólk, sum eru von við 150 fermetrar og meir, búgva, sigur Tjóðveldi í viðmerkingunum. Tørvur á 700 fólkum Eisini hevur ergoterapeut­ urin Turið Jacobsen borið fram, at hon ímyndar sær, at hjá mongum kundi ein rættari loysn verið eitt nú trygdartelelefonir og ein útbygd heimarøkt. Nakrir av teimum spurn­ ingunum sum uppskots­ setararnir ikki halda eru nóg væl lýstir eru: • Hví verður peningur einans settur av til røktar­ heimspláss? • Kann tað oyðileggja áhugan fyri at fara undir alternativar eldrabústaðir? • Er umhugsað at granska í, hvønn tørv og hvørji ynski eldru fólkini í Før­ oyum hava? • Hvørjar eru visjónirnar sum heild, tá talan er um eldrabústaðir? • Hevur samgongan um­­ hugsað ístaðin at nýta peningin til at byggja hósk­ andi eldramiðstøðir? Hetta merkir: bústaðir knýttir at ymiskum tænastum sum aktivitetstilboð, hjálpar­tóla­ depot, sjúkrarøkt, heima­ hjálp, samdøgursvakt við sambandi við trygdar­ telefon, matskipan v.m. • Hevur samgongan um­­ hugsað heldur at umskipa økið og útbýggja tænast­ urnar til heimabúgvandi? • Er umhugsað at lata hægri stuðul til smærri íbúðir enn til kømur? • Hví eru røktarheimspláss so nógv dýrari at bygja enn aðrir bústaðir? Ein kanning av Nær­ verkinum farna ár vísti, at tørvurin á starvsfólkum hjá Nærverkinum økist við fleiri enn 700 fólkum kom­ andi árini. Eisini er staðfest, at onnur lond fara burtur frá og niðurleggja røktar­heims­ pláss, tí tey ikki halda, at tey eru hóskandi og helst eisini ov dýr. Hetta átti at fingið okkum at sett spurn­ aðartekin við, um ætlanirnar um røktarheimsbygging eru tær skilabestu, sigur Tjóð­ veldi. Leiðin ikki rættasta Í kjaksending bleiv greitt væl frá, hvussu stuðuls­ skipanir í Føroyum einans eru til røktarheim og sam­ býlir, og at eingin áeggjan tískil er til at fara undir alternativ. Júst hetta áttu vit eisini at endurskoðað. Sum er, verða í mesta lagi 700 túsund krónur latnar til hvørt røktarheimspláss og 50 túsund krónur til hvørt pláss á eldrasambýli. Eingin annar stuðulsmøguleiki er. Tískil eggjar landið bert til bygging av røktarheimum. Øll ynskja vit eina trygga ferð úr vøggu í grøv. Upp­ skotssetararnir eru ikki sannførdir um, at leiðin, vit ganga júst nú á eldraøkinum, er hin rættasta. Undir øllum umstøðum halda uppskots­ setararnir, at øll vitanin, vit hava fingið seinastu mán­ aðirnar, eigur at fáa okkum at steðga á og endurskoða ætlanirnar, umframt at fáa greiðu á ivamálunum, sigur Tjóðveldi í viðmerking­un­ um til uppskotið. Endurskoða eldrabústaðir Bergtóra Høgnadóttir Joensen er framsøgufólk hjá Tjóðveldi í eldramálum