týsdagur 2. mars 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 42 - 2. mars 2010
Hýsti yvirgangsmonnum
Ein fyrrverandi polskur herovasti avdúkar nú, at Pólland hýsti
leiðandi palestinskum yvirgangsmonnum í 1980-árunum, og at
yvirgangsmenn sluppu at keypa vápn úr Póllandi. Millum
yvirgangsmenninar, sum kundu fjala seg í Póllandi, var Abu
Nidal. Hann stovnaði kollveltingarráðið hjá palestinsku rørsl-
uni Fatah, og hildið verður, at hann hevði ábyrgdina av fleiri
yvirgangsatsóknum, sum kostaðu næstan 1.000 mannalív.
Hann doyði í Irak í 2002. Fyrrverandi polski herovastin sigur,
at USA visti, at Abu Nidal fjaldi seg í Póllandi, og at
amerikanararnir kravdu hann koyrdan av landinum.
Stjórnin 47 prosent
Hevði altingsval verið í Íslandi í dag, hevði Sjálfstæð-
isflokkurin verið landsins størsti við 32 prosentum av
atkvøðunum. Tað vísir ein meiningakanning, sum
íslendska sjónvarpið kunngjørdi í gjárkvøldið. Kanningin
vísir, at av teimum báðum stjórnarflokkunum hevði
Vinstri Grøn verið tann størri við 25 prosentum av
atkvøðunum, meðan Samfylkingin hevði fingið 23
prosent. Framsóknarflokkurin hevði fingið 14 prosent, og
tey seinastu fimm prosentini høvdu valt aðrar flokkar.
Samanumtikið hevði stjórnin fingið 47 prosent av
atkvøðunum, skrivar Vísir.
Tjóðveldi ætlar
at ætlaðu útbygg
ingarnar av eldra
bústøðum skal
endurskoðast fyri
at vita, um verandi
ætlanir eru tær
mest hóskiligu, ella
dentur skal leggjast
á eitt nú eldradeplar,
trygdartelefonir
og útbygging av
heimarøktini
ELDRABÚSTAÐIR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Formaðurin í Trivnaðar-
nevndini, Jákup Mikkelsen,
hevur róð upp undir eitt
kjak um eldrabústaðir, og
nú kemur Tjóðveldi við
einum ujppskoti til sam-
tyktar, hesum viðvíkjandi.
»Løgtingið
heitir
á
landsstýrið um at leggja
frágreiðing fyri Løgtingið,
ið hevur til endamáls at
endurskoða ætlaðu útbygg-
ingingarnar
av
eldrabú-
støðum. Endurskoðast skal,
um verandi ætlanir er tær
mest hóskiligu ella um eitt
nú eldradeplar, trygdar-
telefonir og útbygging av
heimarøktini hevði verið
hóskiligari og meiri tíðar-
hóskandi«.
Soleiðis ljóðar uppsklotið
í sínum heila líki. Sagt
verður í viðmerkingunum
til uppskotið:
»Mong
fegnast,
nú
ætlanir eru um at fáa fleiri
eldrabústaðir bygdar kring
landið. Ætlanin er at nýta
smáar 100 milliónir av
fíggjarlógini frá 2009 –
2011. Umframt hetta koma
kommunurnar at rinda einar
150 - 200 milliónir aftrat.
Tilsamans verður talan um
eina upphædd, sum er 250
– 300 milliónir krónur. Øll
tykjast vera samd um, at
eldrabústaðir eru alneyð-
ugir, og at tørvurin á eldra-
bústøðum einans fer at
vaksa komandi árini«.
Víst verður í viðmerking-
unum á, at ivasamt er um
løgdu
ætlanirnar
innan
eldraøkið eru tær røttu.
»Tekin eru um, at frymi-
lin, landsstýrið hevur valt,
er sera ivasamur. Felags
boðskapurin
hjá
fleiri
serfrøðingum,
fakfólkum
og granskarum er greiður:
Steðgið verandi ætlanum
um røktarheimsbygging
Aðrastaðni verður farið
burtur frá slíkari bygging«,
sigur flokkurin í viðmerk-
ingunum.
Smá rúm
Hópurin av áhugaverdum
íblástri
um
framtíðar
eldrabústaðir hevur verið
seinastu mánaðirnar. Fyri-
lestrar, kjaksendingar, les-
arabrøv og greinar hava lýst
ivamálini við ætlanini væl.
Kortini tykist samgongan
kúrr í hesum máli. Vert er
at nevna at:
1. Eitt røktarheimspláss
kostar eina hálva millión í
rakstri árliga
2. Fleiri og fleiri eldri
fólk verða
3. Nærverkið gjørdi her-
fyri vart við, at tørvur fer
at verða á fleiri enn 700
starvsfólkum aftrat
komandi árini
4. Ábendingar eru um, at
nógv eldri fólk ikki halda
røktarheimspláss vera
eldrabústaðin, tey ynskja
og ímynda sær
5. Røktarheimspláss vísa
seg í stóran mun at gera
eldru fólkini óvirkin.
6. Røktarheimspláss í
túsundatali verða niðurløgd
aðrastaðni
7. Røktarheimspláss eru
dýrari at byggja enn aðrir
bústaðir
Sjálvandi skal væl av pen-
ingi nýtast og raðfestast til
eldrabústaðir – men tað tyk-
ist meir og meir ivingarsamt,
um
verandi
ætlan
hjá
samgonguni er hin rættasta.
Eingin ivi er um, at
okkum tørvar eldrabústaðir,
men kanningar vísa, at
allarflestu
eldru
fólkini
fegnast vilja verða verandi í
egnum heimi sum longst.
Tey vilja heldur vera fræls
menniskju í egnum heimi
enn klientar á stovnum,
sum Dennis Holm segði í
samrøðu við Dimmalætting
herfyri.
Røktarheimsplássini eru
vanliga kømur, sum eru um
20 – 25 fermetrar. Her
skulu fólk, sum eru von við
150 fermetrar og meir,
búgva, sigur Tjóðveldi í
viðmerkingunum.
Tørvur á 700 fólkum
Eisini hevur ergoterapeut-
urin Turið Jacobsen borið
fram, at hon ímyndar sær,
at hjá mongum kundi ein
rættari loysn verið eitt nú
trygdartelelefonir og ein
útbygd heimarøkt.
Nakrir av teimum spurn-
ingunum sum uppskots-
setararnir ikki halda eru
nóg væl lýstir eru:
• Hví verður peningur
einans settur av til røktar-
heimspláss?
• Kann tað oyðileggja
áhugan fyri at fara undir
alternativar eldrabústaðir?
• Er umhugsað at granska
í, hvønn tørv og hvørji
ynski eldru fólkini í Før-
oyum hava?
• Hvørjar eru visjónirnar
sum heild, tá talan er um
eldrabústaðir?
• Hevur samgongan um-
hugsað ístaðin at nýta
peningin til at byggja hósk-
andi eldramiðstøðir? Hetta
merkir: bústaðir knýttir at
ymiskum tænastum sum
aktivitetstilboð, hjálpartóla-
depot, sjúkrarøkt, heima-
hjálp, samdøgursvakt við
sambandi
við
trygdar-
telefon, matskipan v.m.
• Hevur samgongan um-
hugsað heldur at umskipa
økið og útbýggja tænast-
urnar til heimabúgvandi?
• Er umhugsað at lata
hægri stuðul til smærri
íbúðir enn til kømur?
• Hví eru røktarheimspláss
so nógv dýrari at bygja enn
aðrir bústaðir?
Ein kanning av Nær-
verkinum farna ár vísti, at
tørvurin á starvsfólkum hjá
Nærverkinum
økist
við
fleiri enn 700 fólkum kom-
andi árini.
Eisini er staðfest, at onnur
lond fara burtur frá og
niðurleggja
røktarheims-
pláss, tí tey ikki halda, at
tey eru hóskandi og helst
eisini ov dýr. Hetta átti at
fingið okkum at sett spurn-
aðartekin við, um ætlanirnar
um røktarheimsbygging eru
tær skilabestu, sigur Tjóð-
veldi.
Leiðin ikki rættasta
Í kjaksending bleiv greitt
væl frá, hvussu stuðuls-
skipanir í Føroyum einans
eru til røktarheim og sam-
býlir, og at eingin áeggjan
tískil er til at fara undir
alternativ. Júst hetta áttu vit
eisini at endurskoðað. Sum
er, verða í mesta lagi 700
túsund krónur latnar til
hvørt røktarheimspláss og
50 túsund krónur til hvørt
pláss á eldrasambýli. Eingin
annar stuðulsmøguleiki er.
Tískil eggjar landið bert til
bygging av røktarheimum.
Øll ynskja vit eina trygga
ferð úr vøggu í grøv. Upp-
skotssetararnir
eru
ikki
sannførdir um, at leiðin, vit
ganga júst nú á eldraøkinum,
er hin rættasta. Undir øllum
umstøðum halda uppskots-
setararnir, at øll vitanin, vit
hava fingið seinastu mán-
aðirnar, eigur at fáa okkum
at steðga á og endurskoða
ætlanirnar, umframt at fáa
greiðu á ivamálunum, sigur
Tjóðveldi í viðmerkingun-
um til uppskotið.
Endurskoða eldrabústaðir
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen er
framsøgufólk
hjá Tjóðveldi í
eldramálum