Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 42 - 2. mars 2010 if Gaard, stjóri á Hav­ stovuni Hjalti avkláraður Vit spurdu eisini Hjalta í Ják­upsstovu, hvussu tað kennist at fara úr starvinum, sum hann hevur røkt í samfull 22 ár? - Hetta er sjálvandi nakað, eg havi hugsað um leingi. Nú havi eg vant meg við tankan, og í dag eri eg púra avslappaður og avkláraður um tað. Spurdur um størsta fram­ brot hjá Havstovuni í hans­ ara tíð sum stjóri, sigur Hjalti, at tað var, tá stovn­ urin fekk Magnus Heinason og byrjaði regluligar kann­ ingar við skipinum. - Eitt annað stórt fram­ brot, sum hevur havt stóran týdning fyri metingina av grundarlagnum undir okk ­ ara fiskastovnum, er gróð­ur­ kanningarnar. Hjalti í Jákupsstovu sigur, at tann vitan, sum teir fingu við regluligu kanningunum við Magnusi Heinasyni, hev­ur verið óvurderilig fyri Havstovuna, sum hann tek­ ur til. - Men henda vitan má alla tíðina haldast við líka. Tí síggi eg eisini fram til, at Havstovan helst áðrenn langt um líður fær eitt nýtt skip fyri Magnus Heina­ son. Góður stjóri Vit spurdu eisini Hjalta í Ják­upsstovu, um hann hevur nøkur góð ráð til eftirmannin, Eilif Gaard. - Nei, tað vildi verið púr­ asta burturvið av mær at givið honum góð ráð. Hann noyðist sjálvur at finna síni bein, og síðan virka út frá hesum. Men eg ivist onga løtu í, at Eilif Gaard verður ein góður stjóri, og honum nýtist ikk i ráð frá mær til hesa uppgávu, sigur Hjalti í Jákupsstovu. t. Fakligi førleikin er størri, enn hann hevur verið. Gróðurkanningarnar eru eitt av reiðskapunum, sum vit brúka og fara at brúka meiri aktivt Mynd: Vilmund Jacobsen Pamela eftir kópinum Tann amerikanska filmskvinnan Pamela Anderson hevur sent kanadiska forsætisráðharranum, Stephen Harper, bræv við einari inniligari áheitan um, at Kanada gevst at veiða kóp. Pamela Anderson var í Vancouver um vikuskiftið og koyrdi brævið í ein postkassa har, meðan ein fjøld av tíðindafólki og myndamonnum fylgdu við. Kanadiskir veiðimenn veiða umleið 275.000 kópar um árið, men Pamela Anderson vil hava Kanada at banna øllum handli við kópaúrdráttum, eins og ES hevur gjørt. Bannið skal tó ikk i umfata upprunafólkið, sigur hon. Hesa vikuna hava línuskip og trolbátar landað í Klaksvík, og væntandi koma partrolararnir Safir og Smaragd inn at landa seinni í vikuni Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tvey línuskip landaðu í Klaksvík í gjár. Klakk ur hevði 90.000 pund av brosmu og longu, og Kvikk hevði sløk 80.000 pund, meginpart­ urin var hýsa. Trolbáturin Fiskaklettur landaði eisini í Klaksvík í gjár. Teir høvdu sløk 54.000 pund tilsamans, harav vóru 29.000 pund av upsa og sløk 10.000 pund av hav­ tasku. Í morgin kemur línu­skip­ ið, Jákup B, undan Íslandi og trolbáturin Varðin und­ an Føroyum, men á land­ ingarmiðstøðini í Klaksvík vistu tey ikk i í morgun, hvussu gingist hev­ur hjá teimum hendan túrin. Seinni í hesi vikuni vænta tey partrolararnar Saf­ir og Smaragd til land­ ingar í Klaksvík. Partrolararnir, Nón­ham­ ar og Fjalshamar, sum herfyri skiftu eigara, fóru út á triðja túrin leyg­ar­dag­ in, so teir eru ikk i væntandi aftur hesa vikuna, um alt gongur sum ætlað. Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík verður sagt, at útróðurin hjá bátunum, ið royna við línu, er mis­javn­ ur. - Summir dagar eru rætti­liga góðir, og aðrir roynast minni væl. Høgættin er ikk i hin besta norðanfyri, men tá royn­andi er, eru bátar eisini á útróðri. Higartil í ár hava bara útlendsk skip landað til Havsbrún í Fuglafirði. Talan er serliga um tvey írsk systirskip og nakrar norskar bátar Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Aftur í dag landa írsku trolararnir Father Mc-Kee og Brendelen í Fuglafirði. Hetta er fimtu ferð í ár, at hesi bæði skipini landa í Fuglafirði. Veiðan hjá teimum lítla fiskaslagið havgøltur, og skipini plaga hava millum 1200 og 1300 tons í part hvønn túrin. Í løtuni roynir Havsbrún at fáa onkran norskan bát, sum fiskar lodnu í norska partinum av Barentshav­in­ um, at leggja leiðina inn á Fuglafjørð við veiðini. Hartvig Joensen, sum starvast á Havsbrún, sigur, at samlaða ráfiskanøgdin hjá virkinum higartil í ár er farin um tey 30.000 tonsini. Spurdur, hvussu stórur útlendski parturin av land­ ingunum er, sigur hann, at virkið bert hevur fingið fisk frá útlendskum skip­ um í ár. - Eingi føroysk skip hava landað í Fuglafirði hig­ar­til í 2010, sigur Hart­ vig Joensen. Í 2009 vóru írsku systir­ skip­ini tey, sum førdu størstu nøgdirnar av pelag­ isk­um fiski lands í Fugla­ firði og vóru soleiðis ein týðandi partur av ráfiska­ grundarlagnum hjá Havs­ brún. Klaksvíkingar landa línufisk Havsbrún keypt góð 30.000 tons