týsdagur 2. mars 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 42 - 2. mars 2010
Sosialurin
Náttúrukreftirnar
gera um seg
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he-
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Jaspur
Langgaard jaspur@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.00-20.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Ikki kann sigast annað enn at hesir báðir fyrstu mán-
aðirnir av fyrsta árinum í komandi nýggja 10 árinum
hava verið serstakliga ótespiligir fyri ikki at siga
oyðileggjandi fyri mong.
Tann ringa síðan av náttúrumegini hevur ver ið
frammi í øllum sínum veldi. Fyrst varð Haiti rakt av
einum oyðileggjandi jarðskjálvta. Hundrað túsundtals
menniskju doyðu og enn fleiri vórðu skadd og mistu
hús og heim. Bert stutt eftir hesa vanlukku gjørdu
náttúrukreftirnar aftur vart við seg. Hesaferð í Suður-
amerika. Chile varð rakt av einum tí herviligasta
jarðskjálvtanum, sum er máldur á jørðini nakrantíð.
Mong hava latið lív, og skjálvtin hevur lagt í oyði stór
íbúðarøki serstakliga úti við strondina.
Í Europa hava náttúrukreftirnar eisini gjørt um seg.
Herviligt ódnarveður hevur leikað í í Spania, Fraklandi
og Týskalandi og liggja bygdir og bústøð undir í
vatni. Eisini hevur ringa veðrið tarnað ferðsluni í
hesum londum.
Hesir báðir fyrstu mánaðirnir av 2010 lova tí alt ann-
að enn gott. Um okkara leiðir hava vit ikki merkt
nakað til tær almáttugu náttúrukreftirnar. Her hevur
tvørturímóti valdað sonn friðsæla. Veðurgudarnir hava
verið við okkum, sum tikið verður til. Og tað eiga vit
sjálvandi at fegnast um. Hóast Norðuratlantshavið
hevur fostrað manga ódnina, so kunnu vit gleðiliga
staðfesta, at vit hava verið spard fyri tær heilt stóru
ódnirnar í mong mong ár. Og í eini árstíð har illveður
oftani herjar hevur verið liggjandi kavi og góðveður.
Spurningurin mong seta sær er, um heimurin eru
farin inn í eina øld við vaksandi náttúruvanlukkum.
Jarðskjálvtar, ódnir og glopraregn hava staðið ovast á
breddanum í altjóða miðlum í eina tíð. Òtti er eisini
fyri, at fleiri av »sovandi« vulkanunum kring heimin
vakna aftur úr dvala og fara at goysa. Mangar av
yvirskiftunum geva upphitingini skyldina fyri fleiri av
oyðandi náttúrukreftunum.
Náttúruvanlukkur er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Tær
eru afturvendandi. Tøkniligu framstigini á eitt nú
samskiftisøkinum hava gjørt, at ein náttúru van-
lukka í einum parti av heiminum bráddliga kennist
so »heimlig« fyri okkum øll. Ikki meira enn hevur ein
jarðskjálvti ella ódn rakt ein part av knøttinum fyrr
enn vit øll eru eygleiðarar inni í okkara egnu stovum.
Samskiftis- og miðlaøldin vit liva í ger, at vit uppliva
tað nógva, sum hendir í fjarskotnum londum, nærum
beinanvegin.
Vit kenna tað tí sum, at náttúrukreftirnar nú meira
enn fyrr gera um seg. Men spurningurin er eisini, um
ódnirnar veruliga eru fleiri í tali ella talan heldur er
um, at tíðindini røkka so langt og koma so skjótt fram.
Tó skulu vit ikki undirmeta ávirk anina frá økta CO2
útlátinum, hóast fleiri hava ilt við at góðtaka tað sum
ein av orsøkunum til broytta veðurlagið.
Tað hepna við tøkniligu framstigunum er, at vit kunnu
fáa neyðhjálpina fram skjótari og harvið minka um
skaðan. Og her standa føroyingar avgjørt ikki aftan-
fyri. Soleiðis sum vit hava verið spard fyri oyðandi
náttúrukreftum, so er tað ikki so løgið heldur, at vit
standa í fremstu røð, tá aðrir partar av heiminum
verða raktir.
Víst verður til ”uppskot til
løgtingslóg um einkarætt
til at byggja, reka og fíggja
undirsjóartunnil undir
Skála fjørð og Tangafjørð”,
sum er sent Kommunu
sam skipan Føroya til
hoyringar.
Fyrst skal kommunan
viðmerkja, at ein hoyrings
freist á einans er 6 dagar
(frá 18. til 24.) als ikki
kann góðtakast fyri eitt
lógaruppskot av so grund
leggjandi týdningi.
Yvirskipað er Tórshavn
ar positiv mótvegis hesum
lógaruppskoti og ætlanini
at gera tunnil millum
Eystur oy og Suður streym
oy. Kortini eru ítøkiligar
greinar í uppskotinum og
onnur viðurskifti, ið ikki
eru nøktandi fyri kommun
una, og sum kommunan
noyðist at gera viðmerk
ingar til.
Í sambandi við § 9 vil
kommunan vísa á, at tørvur
er á ásetingum um trygdar
liga tilbúgving, reinsan av
vegavatni o.l., so at Tórs
havnar kommuna fíggjar
liga á henda hátt kann vera
skaðaleys av hesum viður
skiftum.
Í mun til § 9, stk. 1, nr.
6, so vil kommunan mót
mæla, at landsstýrismað
urin einsamallur skal góð
kenna endaligu tunnils
verkætlanina og tunnilin,
áðrenn hann verður tikin í
nýtslu. Kommunali byggi
myndugleikin tykist heilt
settur til viks í hesum máli,
har kommunan ikki so
frægt sum er hoyrings
myndugleiki. Kommunan
metir ikki, at hetta lógar
uppskotið samsvarar við og
kann seta til viks tær heim
ildir og skyldur sum
kommunan hevur sambært
Ll. Nr. 13 frá 21. mai 1954
um býarskipanir og byggi
samtyktir við seinni
broytinum.
Á sama hátt vil komm
un an vísandi til § 12, stk. 1
og stk. 2, mótmæla, at
landsstýrismaðurin fær sær
tær heimildir sum ásettar
eru í Ll. Nr. 51 frá 25. juli
1972 um landsvegir við
seinni broytingum, sam
tundis sum staðfest verður
í lógaruppskotinum, at
tunnilin er ikki partur av
landsveganetinum. Komm
unan metir, at rættartrygdin
kann verða álvarsliga
skeikla við slíkari lógar
áseting.
Í mun til § 12, stk. 5,
skal partafelagið í sam
bandi við íbinding í lands
vegin ”gera og avhalda
útreiðslurnar fyri møguliga
umlegging av lands vega
netinum”. Ongin orsøk er
til, at partafelagið, sum fær
einkarrættin, ikki eisini
skal rinda kommununi fyri
møguligar útreiðslur í
sambandi við íbinding í
kommunalan veg, soleiðis
at kommunan í hesum
sam bandi hevur javnbjóðis
rættindi at verða hildin
fíggj arliga skaðaleys, sum
landið við hesum lógar
upp skotið vil tryggja sær
sjálvum.
Kommunan saknar eisini
meira ítøkiligar ætlanir um
íbinding í Skálafjarðar
tunn ilin enn tað, sum fram
gongur av § 13 við við
merk ingum. Víst verður í tí
sambandi til býráðs samtykt
frá 2006, har kommunan
vísandi til § 5, stk. 3, litra
6, í løgtingslóg um býar
skipanir og byggi samtyktir
krevir av P/F Skála fjarðar
tunnlinum og Landsverk at
fáa til góð kenningar tekn
ingar og nærri upplýsingar
um, hvussu veganetið á
Kal baksvegnum og til
havnina á Sundi verður
broytt í sambandi við
tunnils verk ætlanina hjá P/F
Skála fjarðartunnilinum. Á
sama hátt verður víst til
somu samtykt, har komm
unan ynskir at fáa neyvar
tekn ingar og upplýsingar
um, hvørjar kommunalar
og privatar jarðarognir, ið
verða ávirkaðar av broyt
ingunum av veganetinum á
Kalbaksvegnum og til
havn ina á Sundi. Viðmerkj
ast kann, at kommunan
hevur verið í samskifti við
Vinnumálaráðið, Inn lendis
málaráðið og Landsverk
um hesi viðurskifti.
At enda vil Tórshavnar
kommuna gera vart við, at
tað er neyðugt í samband
við hesa verkætlan, at ein
endalig loysn verður funn
in viðv. nýggja innkomu
vegnum til Havnar, og at
løgtingið ikki útsetir hesa
vegagerð longur, eins og
gjørt hevur verið seinastu 2
árini. Kommunan hevur nú
í áravís arbeitt fram ímóti
at fáa eina semju við
landsvegamyndugleikarnar
um nýggja innkomuvegin,
men enn er ikki komið á
mál. Royndirnar frá bæði
Vágatunnlinum og Norð
oyatunnlinum vísa, at tað
verður eitt sokallað
”ferðslu lop” tá slík tunnils
sambond eru gjørd. Sum
flestum kunnugt er trýsti á
innfallsvegirnar til Tórs
havn og á veganeti inni í
Havnini longu í dag sera
stórt. Kommunan gjørdi
avtalu við landsstýrið um
loysn á ferðslutrupul leik
unum við verandi inn
komu vegin (Hvítanes
vegin) longu tá Kald baks
tunnilin varð gjørdur, men
landið hevur onki gjørt fyri
at loysa ferðslutrupul
leikarnar har. Ongin ivi er
um, at Skálafjarðartunnilin
vil økja uppaftur meira um
ferðslutrýsti á innfalls veg
irnar til Havnar og á
kommunala veganetið. Tí
er avgjørt neyðugt, og ein
treyt frá einum samdum
býráðið, at nýggi inn komu
vegurin verður gjørdur í
samráð við ynskir komm
ununar beinanvegin, og
undir øllum umstøðum
áðrenn Skálafjarðartunnilin
verður opnaður. Tað átti at
verið eyðsæð fyri ein
hvønn, at tað nýttar lítið at
fáa eina skjóta farleið
undir Skálafjørðin til
Havnar, fyri so at standa í
eini bilarøð við íbdind ing
ina í kommunala vega
netið. Og tað vil verða
úrslitið, um hesin trupul
leikin ikki verður loystur.
Boðast skal at enda frá,
at hesin teldupostur verður
eisini sendur Innlendis
mála ráðnum sum borið
bræv í morgin, hin
25.02.2010
Vegna Tórshavnar
kommunu
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Jákup Egholm Hansen
tekniskur stjóri
Viðvíkjandi uppskoti til lóg um undirsjóartunnil
undir Skálafjørð og Tangafjørð