Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 2. mars 2010 13 So eru vit enn einaferð mong, ið standa púra spyrj­ andi yvirfyri, hvat fleiri føroysk fótbóltsfeløgini vilja við føroyskum fót­ bólti og FSF. Júst sum hurðin inn til FSF tóktist gloppað, so frísk luft kundi streyma inn og basa innikleimda luktin­ um ­ samstundis sum nak­ að av tí óhumsku, ið hevur blettað felagskapin og føroyska fótbólt í altjóða samanhangi, kundi renna út ­ vilja fleiri feløg blaka hesa hurð í aftur. Tað er snøgt sagt ófati­ ligt og óskiljandi, at hesi fótbóltsfeløg ikki vilja geva sitandi FSF­forseta, Høgna í Stórustovu, møgu­ leikan at heysta fruktirnar av tí risa upptaki og stóru uppgerð, hann hevur átikið sær innanveggja í FSF, síðan hann tók við sum forseti. Høgni í Stórustovu hevur víst neyðuga dirvið til at taka eina uppgerð við nógv at tí, ið vit eru mong sum hava eftirlýst at fingið broytt í nógv ár, men sum eingir av hansara undan­ gongumonnum hava havt dirvið til at rørt. Eitt dømi er aðal skriv­ arin, ið var sloppin at gera FSF til sítt egna kongaríki, uttan at tað fekk nakrar avleiðingar. Sjálvt ikki, tá aðalskrivarin varð avdúk­ aður við aðrari hondini niðri í kakueskjuni og hinari fullari at køkum, tí hann hevði selt atgongu­ merkir, ætlað fótbólts­ áhugaðum, við egnum vinningi fyri eyga, ynsktu nógv fólk innan føroyskan fótbólt ikki at lata tað fáa nakra avleiðing. Sjálvt ikki, um tað merkti, at føroyskur fótbóltur, FSF og Føroyar vóru í stórum vanda fyri at verða revsað hart av UEFA fyri at góð­ taka svik. Men Høgni í Stórustovu setti hart móti hørðum, fyri at málið ikki skuldi sleppa at glíða afturvið borðinum. Hann tvíhelt um, at málið var so álvarsamt, at tað skuldi fáa avleiðingar, og tað fekk tað eisini. Tískil er tað ótrúliga margháttligt, at fleiri feløg nú, oman á tað heila, ynskja at seta sak før­ aran hjá fyrrverandi aðal­ skrivaranum í starvið sum FSF­forseti. Tað er vert at minnast til, at tær rembingar og upp­ gerðir, ið Høgni í Stóru­ stovu sum FSF­forseti hevur verið partur av hesi árini, hann hevur sitið, eru allar ein beinleiðis avleið­ ing av strembanini eftir at gera FSF til ein álítandi og væl virkandi felagsskap ­ føroyskum fótbólti og feløgum at frama. Ein liður í royndunum at lúka út í undirhondsavtalum og skuggaspælinum, ið alt ov leingi er sloppið at ráða í FSF, og ístaðin innføra gjøgnumskygni, opinleika og rættvísar, lógarfestar og felags mannagongdir fyri øll. Í evsta føri, so er FSF eisini ein felagskapur, ið skal umboða og arbeiða fyri áhugamálunum hjá føroyskum fótbólti. FSF, og forseti tess, skulu mynda føroyskan fótbólt mótvegis almennu Føroyar og umheiminum. Men hvussu skal tað vera, tá maðurin, ið fleiri feløg nú peika á sum forseta, ikki vildi vísa seg í 3­2 mána­ kvøldið? Ikki vil møta upp og fortelja okkum, ið veru­ liga brenna fyri føroyskum fótbólti, hvussu hann, um hann verður forseti, ætlar at menna okkara høgt elskaða ítrótt? Hvat hevði hann í grundini at missa við at stilla upp í 3­2? Hví ganga og goyma seg? Hevur hann kanska nakað at goyma? Hetta politiska skugga­ spælið, ið gongur fyri seg í føroyskum fótbóti, er ábyrgdarleyst. Heldur enn at hugsa um menningina av føroyskum fótbólti, tykist alt ganga upp í fótbólts­ politiskar­rossahandlar, ið eru beinleiðis skaðiligir. Hví vóru so nógvir limir í FSF­nevndini í grundini so trekir at røra aðalskrivaran, sum varð tikin í fíggjar­ ligum sviki, ið kundi fáa álvarsligar avleiðingar fyri føroyskan fótbólt? Hvat høvdu hesir nevndarlimir at missa við at gera tað rætta? Tað er heldur ikki komin nøkur grundgeving fram alment frá teimum feløg­ um, ið ikki ynskja at Høgni í Stórustovu skal sleppa at halda fram sum FSF­for­ seti, um hví tey hava hesa støðu. Hvat er tað í grund­ ini, feløgini eru ónøgd við? Hevur Høgni í Stórustovu ikki avgreitt skitnu vaskik­ læðini, ið eingin av undan­ gongumonnum hansara vildi røra? Standa vit ikki tískil á markinum til eitt nýtt og betri tíðarskeið fyri føroyskan fótbólt? Eftir mínum bestu sann­ føring, so átti Høgni í Stóru stovu at verið heiðrað ur fyri at stríðast so heilhjartað fyri at skapa álit á FSF og kveikja nýggjan áhuga og nýtt lív í føroyskan landsliðsfótbólt. Hevði Høgni í Stórustovu ikki áhaldandi tvíhildið um eina ikki­danska­loysn á landsliðsvenjara spurningin, høvdu vit nevyan fingið Brian Kerr sum landsliðs­ venjara, og harvið neyvan fingið sigurin á Slovakia. Tað krevur dirvið at halda fast í eini visión og at gera tað rætta fyri føroyskan fót bólt. Um ikki øll tey, sum sita úti í føroysku fótbólts­ feløgunum og veruliga vilja føroyskum fótbólti tað besta, taka seg saman og steðga hesari tilgongd, so er líkt ti, at Høgni í Stórustovu ­ garanturin fyri einum nýggjum og meira álitisvekjandi FSF ­ kann verða offraður á FSF­ aðalfundinum í morgin. Onkursvegna, so virkar tað eins og at í FSF verða bandittarnir gjørdir til hetjurnar, meðan hetjurnar, ið veruliga brenna fyri at gera tað rætta fyri føroyska fótbólt, verða gjørdar til bandittar og síðan skolaðir út saman við skitan spillvatninum. Er tað tað, vit ynskja fyri føroyskan fótbólt? Tað, ið er undir upp sigl­ ing til FSF­aðalfundin í morgin, verður ein brá og óskiljandi uppbremsing av tí góðu tilgongd, ið hevur peikað móti at gera FSF til ein góða felagsskap fyri fótbóltin, fótbólts leikar­ arnar og fótbóltsfeløgini. Tað má ikki henda. FSF­ aðalfundurin í morgin er ein gyltur møguleiki hjá fótbóltsfeløgunum at gera tað rætta fyri føroyskan fótbólt og lata Høgan í Stóru stovu sleppa at arbeiða víðari, so vit kunnu fáa eitt FSF, ið byggir á álit, gjøgnumskygni og trúðvirði. Skúladepil í Klaksvík! Norðoya Sjálvstýrisfelag heitir á tingmanning floksins um at leggja fram uppskot. Leggið fram verklagslóg um UNIKLAX. Føroyum og Norðoyum tørva íløgur í bókliga og andaliga undirstøðukervið ­ fleiri útbúgvingar, fleiri vællønt størv og meira framburð í útjaðaranum. Norðoya Sjálvstýrisfelag ásannar, at stórur tørvur er á menning av samferðslukervinum Norður um Fjall. Soleiðis hevur Norðoya Sjálvstýrisfelag síðani mið skeiðis í 70'unum mælt til at bora nýggjan tunnil norð um fjall. Undirtøkan fyri hesum hevur tó verið sera lítil, til nú loksins løgtingsumboðini í norðurøkinum aftur sóu botnin í landskassanum. Vit staðfesta tíverri, at neyðugu ábøturnar á Viðar­ eiðisvegin aftur eru forsømdar. Norðoya Sjálvstýrisfelag fegnast um, at sjófólk, verkafólk og fiskivinna hava verið búskaparliga álit okkara. Vit undrast tó á, at tey skaptu virðini hvørki koma vinnuni, landinum ella norðurøkinum til góðar, tí vit enn ikki hava nøktandi útbúgvingar fyri sjóvinnu, útgerðarvirksemi og atknýttar vinnur. Hvørja ferð íløgur verða gjørdar, forsøma vit útbúgvingarkervið ­ og serliga forsøma vit, at tryggja øllum landinum lut í menningini. Tá ið vit loksins gera íløgur í skúlaverkið, røkka ambisjónir og visjónir ikki longur enn til miðnámsskúlar í Havn. Serliga fyri Norð oyggjar er vónbrótandi at síggja, at meðan Mið økið aftur fær ein stóran skúladepil við 100­tals føst um arbeiðsplássum fyri útbúgvin fólk, so fáa Norð oyggjar ­ kanska ­ tveir paralellar tunnlar og nøkur fá skrivstovuarbeiðspláss at umsita heilsutrygd. Norðoya Sjálvstýrisfelag staðfestir, at gongdin higar til í inntøku­ og bústaðarmynstri er ræðandi. Fólkatalið í høvuðsbýnum her norði er í dag minni enn fyri 25 árum síðani. Undirsjóartunnil er ikki nóg mikið, vit mugu eisini hava størv og ungdóm her norði, skal vøkstur heldur enn stagnasjón verða úrslitið. Norðoya Sjálvstýrisfelag er errið av, at kommunan við varaborgarstjóra okkara í oddanum hevur fingið javnvág á fíggjarætlanina. Men vit mugu ikki gloyma, at landið hevur millum 800 og 1.000 milliónir í undir skoti, sum fyri stóran part fara at stimulera búskapin í Miðøkinum. Vit fegnast um kokkaskúla, sjómansskúla og tekniska skúla, sum allir virka saman við vinnuni ­ vinna og skúli eru fortreytir hvør fyri øðrum. Men nú er tímin komin at økja virksemið 'Norðan (Leirvíks)Fjørð' munandi! Vit mæla til íløgu, sum skal skapa arbeiðspláss­ undir bygging, sum skal varveita og savna ungdóm í Norðoyggjum, sum skal geva støðug vællønt størv, sum skal geva vinnuni førleika ment fólk og sum skal vera tann drívmegin, ið sum fráliður kann gjalda fyri neyðugar íløgur, sum betran av samferðslukervinum. Norðoya Sjálvstýrisfelag staðfestir, at Føroya Løgting hevur samtykt verklagslóg fyri Norðoyggjar upp á 252 milliónir krónur – sum mundi verið 316 milliónir krónur. Samstundis sigur samgonguskjalið, at maritimar útbúgvingar skulu savnast og styrkjast. Felagið fegnast um, at tingmanning longu hevur boðað frá, at Vinnuháskúlin skal flytast til fiskivinnuhøvuðsstað okkara. Tí heitir felagið á tingmanning sína um at leggja fram uppskot um, at samtykta upphæddin fer til Skúladepil í Norðoyggjum ­ Universitets­ Miðnáms­ og Førleikaskúladepil í Klaksvík, styttur UNIKLAX, umframt neyðugar bráðfeingis ábøtur á virðareiðis­ vegin. Rætta tunnilsloysnin norð um Fjall má koma, tað vita allir føroyingar, men vit mugu ikki leypa norðøkið um í skúlamenningini, tí má projektering halda fram av tunnlum, men mest átrokandi samtyktin er at stað festa Klaksvík sum skúlabý og síðani taka ferðsluna frá røttum enda av: fyrst viðareiðisvegin, so mest hóskandi tunnilsloysnina. Norðoya Sjálvstýrisfelag vil við hesum aftur seta framburð ígjøgnum førleikamenning í hásætið í tí økinum, sum hýsti fyrsta háskúlan og sum náttúrliga fer at hýsa føroyska altjóða vinnu­universitetinum. Jan A. Joensen, form. Norðoya Sjálv StýriSfelag FSF-hurðin verður smekkað í aftur Nú hevur ein meiriluti í løgtinginum tikið ta av ­ gerð, at nakrar hundrað milli ónir skulu nýtast til at leingja og bøta um verandi flogvøll. J&K Petersen hev ur lægsta boð, og alt er greitt til at fara til verka. Men er hetta rætt at gera? Nú alt kórið fer í gongd við at syngja halleluja, skal eg loyva mær at siga, at hetta er ein illa umhugsað avgerð. Vansurin er ikki, at tað ikki ber til at nýta flog vøll­ in, tí tað kunnu vit gera sum er, og eitt sindur batn­ ar hann, um hann verður longdur. Tað eru tvey problem við flogvøllinum. Annað er, at flogførini noyðast at snúgva seg millum fjøll, sum eru alt ov nær. Hitt er, at hann ikki kann gerast so langur, at tað verður áhuga vert hjá øllum flog­ førum at seta seg har. Hesi bæði problemini gera, at bert flogfeløg við serkunnleika kunnu nýta flogvøllin. Samstundis er marknaðurin fyri tí tæn­ astu, sum flogveiting er, so mikið lítil, at tað er óreal­ istiskt at ímynda sær, at tað ber til hjá meir enn einum flogfelag at hava regluliga flúgving til og úr Føroyum. Við at leggja nakrar hundrað milliónir afturat í verandi flogvøll koma vit sostatt at binda okkum til at hava eina monopolflúgv­ ing við øllum teimum bágum, sum av tí stendst. Tann størsti vandin við monopolum er sum kunn­ ugt, at framleiddar vørur og tænastur gerast verri, og prísurin verður hægri. Tað okkum tørvar er júst tað øvuta. Vit vilja helst at framleiðslan gerast betri og at prísirnir falla. Men hetta letur seg bert gera um so er at vit fáa kapping í lag. Tað vit kunnu krevja av okkara løgtingi, er at tað sær til, at tað fer at bera til at kappast um marknaðin fyri flúgving til og úr Føroyum. Men løgtingið tekur nú ta avgerð, at soleiðis skal ikki verða. Hetta fer at loysa seg væl fyri partaeigararnar í Atlantic Airways. So skjótt løgtingið hevur samtykt hesa útbygging, gerast partabrøvini í hesi mono­ polfyritøku gullrandaði, og skjótt fara tað at vera útlendingar, sum eiga tey, tí teir, ið pengar hava, vita sjálvandi, at einki loysir seg so væl sum at reka monopol. Líka leggja teir í tey, sum skulu gjalda prísin fyri teirra vinning. Hesi eru vit øll. Tað er nógv fyri, at ein avgerð sum henda ikki verður løgd fyri fólkið at taka støðu til. Her er talan um hvørt vit vilja liva í einum framkomnum sam­ felag ella sjálvboðin velja at fara í ørmundahúsið. Nú verða vit av nøkrum fáum løgtingsmonnum og partaeigarum í flogfelag­ num riknir hagar, vit ikki vilja. Flogvøllur og ørmundahús ZakariaS WaNg viðmerkingar Birgar larSeN