týsdagur 2. mars 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 42 - 2. mars 2010
viðmerkingar
Tað er ikki altíð líka huga
ligt at fylgja við í politiska
orðaskiftinum í Føroyum.
Ikki minst seinastu tvey
árini, nú tingið er valt eftir
eini “kommunuvalskipan”
hevur tað víst seg, at ting
menn (og landsstýrismenn)
tala hvør í sína ætt. Ringt
er at skilja ímillum, hvør ið
situr í stjórnarmeiriluta, og
hvør ið situr í andstøðu.
Nú um dagarnar sá eg
eina viðtalu í Sosialinum
við Katrin Dahl Jakobsen,
javnaðarkvinnu, sum eisini
er formaður í Løgtingsins
vinnunevnd. Hon hevði
funnið útav, at týðandi
partur av trupulleikunum í
Føroyum kom av eini
skandalu. Og skandalan
var tann, at Fólkaflokkurin
í nærum út í eitt hevði
umsitið fiskivinnu poli
tikkin seinastu tjúgu árini.
Nú havi eg ikki luttikið í
føroyskum politikki sein
astu 1516 árini, men eftir
førimuni havi eg roynt at
fylgt við, og tað ber væl til
við nútímans tøkni, sjálvt
um eg fysiskt havi búð
uttanlands í eini 56 ár. Eg
skal koma eitt sindur inn á
hennara útsagnir um
“skan daluna” og um tað,
hon heldur vera trupul
leikin í fiskivinnupoli
tikkinum, men fyrst fari at
siga nakað um, hvønn lut
ymisku flokkarnir hava
havt á førda politikkin
seinastu tjúgu árini. Fyrst
havi eg kannað, hvør hevur
umsitið landsstýrisøkið
fiskivinnumál seinastu 20
árini.
Fara vit 21 ár aftur í tíð
ina kunnu vit byrja í 1989
og síðani nevna røðina av
fiskivinnuráðharrum upp
til í dag:
Januar – juni 1989
Anfinn Kallsberg, Fólkafl.
Juni 1989 – jan. 1991
Jógvan I. Olsen,
Sambandsfl.
Jan. 1991 – apríl 1993
John Petersen, Fólkafl.
Apríl 1993 – sept. 1994
Thomas Arabo, Javnaðarfl.
Sept. 1994 – juni 1996
Ivan Johannesen,
Sambandsfl.
Juni 1996 – des. 1998
John Petersen, Fólkafl.
Des. 1998 – febr. 2003
Jørgen Niclasen, Fólkafl.
Febr. 2003 – febr. 2004
Jacob Vestergaard, Fólkafl.
Febr. 2004 febr. 2008
Bjørn Kalsø, Sambandsfl.
Febr. 2008 – sept. 2008
Torbjørn Jacobsen,
Tjóðvfl.
Sept. 2008
Jacob Vestergaard, Fólkafl.
Sostatt hevur Fólka flokk
urin umsitið fiskivinnumál
í um leið 11 ár, meðan
Sambandsflokkurin hevur
gjørt tað í um leið sjey eitt
hálvt ár og Javnaðar
flokkurin og Tjóðveldis
flokkuri í ávikavist 1½ og
½ ár. Rætt er, at Fólka
flokkurin hevur havt hetta
málsøki í ca. helminginum
av tíðarskeiðinum uppá 21
ár. Men harfrá og so at
siga, at flokkurin í nærum
út í eitt hevur umsitið
máls økið, er at lúgva
næstan helvtina. Leggjast
skal afturat, at Fólka
flokkurin ikki hevur verið í
samgongu alla tíðina tey
seinastu 20 árini, men
annars hava allir flokkar
meira og minni verið í
samgongu hesi 2021 árini.
Leggjast skal afturat, at tey
4 árini undan 1989 hevði
Javnaðarflokkurin fiski
vinnu mál, tá Atli Dam
umsat málsøki.
Hvar er skandalan?
Men so er at leita eftir
skandaluni. Eitt slíkt heiti
er jú ógvisligt. Hava teir
ymisku fiskimála ráðharr
arnir forbrotið seg og har
við oyðilagt alla ta før
oysku fiskivinnuna? Ikki
eri eg vitandi um nakað
brotsverk. Gott nokk fór
ein fiskimálaráðharri frá í
ótíð, men tá var orsøkin
meira politisk opportun
isma. Hinvegin veit eg, at í
1989 byrjaðu vit at um
leggja fiskivinnupoltikkin
rættiliga radikalt. Øll skip
anin við studningsveitan
var niðurlagað yvir eitt
rættiliga stutt tíðarskeið, og
sum frá leið kom nýggj
lóggáva um vinnuligan
fiskiskap. Uttan at minnast
tað heilt nágreiniligt meini
eg eisini, at bøtt er um
hesa lóggávu við tíðini.
Harafturat hava vit fingið
eina fiskidagaskipan fyri
heimafiskiskapin. Eina
skipan sum flest øll meta
at vera betur enn tann
meiri kenda kvotaskipanin.
Fiskidagaskipanin verður
eisini viðgjørd á hvørjum
ári og neyðugar justeringar
gjørdar. Møguliga áttu
hesar justeringar at veri
nakað neyvari, men eftir
míni uppfatan hevur eingin
útloyst nakra skandalu.
So vítt eg kann meta er
orsøkin til útsagnirnar hjá
Katrin Dahl Jacobsen tann,
at nakrir bretskir keyparar
nokta at keypa føroysk
hýsuproduktir, tí veiðan
ikki skal vera burðardygg..
Hetta er í fyrsta umfari
ikki ein politiskur spurn
ingur, tí politiskt verður
hon mett burðardygg, men
ein spurningur millum
keyparar og seljarar. Tí
heldur eingin skandala.
Hinvegin eigur politiski
myndugleikin, sum hevur
lóggivið um fiskiskapin, at
hjálpa vinnuni (seljarun
um) at greiða keyparunum
frá tí burðardygga í skip
anini. Her kemur Katrin so
inn á høvuðsmeinbogan í
skipanini, nevniliga ICES
og Havstovuna. Ikki so at
skilja, at hetta nýtist at
vera ein meinbogi, men
soleiðis sum hon setir
málið upp, so sigur hon
beinleiðis, at Havstovan og
fiskifrøðin hevur allan
definitiónsrættin. Og í
staðin fyri fiskifrøðina skal
politiska skipanin bara
“makka rætt”. At hon so
eitt sindur seinri mótsigur
sær sjálvum og heldur, at
tað heldur ikki ber til at
gevast at fiska nakað sum
helst, er ein onnur søk.
So leingi sum politiska
skipanin og vinnan og
Havstovan ikki tala sama
mál koma vit at hava
trupulleikar. Men tað
hjálpir einki, at Havstovan
er ein statur í statinum og
skal vera eina avgerandi
fyri fiskiskapin uttan at
sita við øllum sannleik
anum. Tað finst nevniliga
nógv tilfar, sum aðrir hava,
sum lýsir í øllum førum
ein part av sannleikanum.
Tá Havstovan so við síni
“betrivitan” greiðir ICES
frá sínum sjónarmiðum og
hesi koma sum tilmæli frá
ICES fara umhvørvis
felagsskapir og útlendskir
keyparar í gongd við at
“blacklista” føroyskar
vørur.
Neyðugt er tí, at nógv
betur dialogur verður
millum Havstovuna, vinn
una og politisku skipanina
um veiðuproblematikkin.
Eitt samskifti har allir lurta
eftir øllum og alt tilfar og
øll vitan verður brúkt.
Samstundis má Havstovan
gera sær greitt, at um
stuttskygd (og møguliga
skeiv) vísindalig ráðgeving
verður gjørd til eitt
tilmæli, sum fer um allan
heimin, so kann tað enda
við eini ólukku.
Fiskivinnureformur
Nú verður nógv tosað um
ein komandi fiski vinnu
reform, tí fari eg at loyva
mær, nú eg kortini eri farin
í telduna, at seta ein fyri
spurning til Kaj Leo
Johannesen, løgmann.
Tað hevur ikki verið
nógv ítøkiligt um ein
slíkan reform, men Høgni
Hoydal hevur upp í saman
tosað og skriva um
tilfeingis gjald og tilfeingis
búð. Men nú ein dagin sá
eg, at løgmaður eisini er
farin at tala um tilfeing is
gjald, sum nakað, sum
bæði skal bjarga fiski
vinnuni og landskassanum.
Spurningur mín til løg
mann er tí:
1. Hvør skal gjalda eitt
tilfeingisgjald?
2. Hvussu mikið skal eitt
slíkt gjald kosta?
3. Skal landskassin hava
hesar inntøkur, og
hvussu stórar verða tær
mettar at verða?
4. Um tað snýr seg um
stórar upphæddir, hjápir
tað so vinnuni fíggjar
liga at bera hesi
avgjøld?
5. Um tað ikki snýr seg um
stórar upphæddir, loysir
tað seg so at skipa fyri
slíkum gjøldum?
Tað hevði verið gott at
fingi hetta avklárað, tí tað
er jú búskaparligan og
vinnuligan vøkstur før
oyska samfelagið hevur
fyri neyðuni.
26.02.2010
Jógvan
SundStein
Katrin Dahl Jakobsen og Fólkaflokkurin
Yvirlýsing
Yvirlýsing frá fundi millum kommunu stýrini í
Kommunusamskipan Føroya í Klaksvík fríggjadagin
26. februar 2010
1 Tíðarætlan
• umskipanin eigur ikki at verða sett í verk fyrr enn 1.
januar 2013
• tíðarætlan fyri umskipanina eigur sum skjótast at verða
samtykt av løgtinginum soleiðis, at talan er um skipaða
heildartilgongd
• løgtingssamtyktin er prinsippiell politisk avgerð um
høvuðstættirnar í umskipanini soleiðis, at landsstýrið
og kommunurnar greitt vita,
o hvørjar uppgávur skulu leggjast til kommunurnar,
o hvussu hesar skulu fíggjast, og
o hvussu kommunali bygnaðurin skal skipast
2 Bygnaður
• Kommunusamanlegging skal fara fram sjálvboðin
• Tó skal freist setast á eitt evsta mark, har kommunur
skulu hava skipað seg í burðardyggar eindir
3 Fígging
• Afturberingarskipan, sum verður mælt til í kommunu
álitinum, er saman við broyttum skattabýti millum land
og kommunur fyrsta stig,
• Ein millumkommunal javningarskipan, ið fevnir bæði
um inntøkujavning og útreiðslujavning, verður gjørd.
Men fyrst er neyðugt at gera ein neyvari lýsing av fyri
munum og vansum við einari slíkari skipan, har eisini
skuldarspurningurin hjá kommununum verður tikin
við.
Krøv til skipanina
o skipanin eigur at vera einføld og gjøgnumskygd
o skipanin má ikki at darva framburði og vøkstri
o skipanin eigur í fyrsta lagi at verða sett í verk, tá ið
kommunali bygnaðurin er komin uppá pláss,
samstundis sum fyrsta stóra málsøkið verður lagt til
kommunurnar
• Kommunurnar taka ikki undir við blokkskipan
4. Málsøki
o Farið verður undir at fyrireika eitt greiðari uppgávu
– og ábyrgdarbýti á fólkaskúla og eldraøkinum
o Til tess at kommunurnar skulu verða eins førar fyri
at yvirtaka málsøki, skal metti útreiðslu tørvurin hjá
kommununum komandi 10 árini gerast upp, og
peningur fylgja við, við støði í verandi virksemi og
ætlaðum menningarátøkum ella broytingum.
5 Avgerðarrætturin
avgerðarrætturin eigur at fylgja við málsøkinum – bæði
fíggjarligt og fyrisitingarligt
o lógarverkið eigur tí at virða kommunala sjálvræðið
soleiðis, at lógarkravd tilboð og rættindi borgarans
kunnu skipast og tillagast eftir staðbundna tørvin
um og umstøðunum
o kommunurnar eiga framhaldandi at varðveita rættin
til sjálvar at áseta egið skattastig og
inntøkugrundar lag annars, eitt nú í mun til
brúkaragjøld
o kommunurnar eiga framhaldandi sjálvar at áseta sítt
egna rakstrar og íløgustøði
6 Tilgongdin
o Øll umskipanartilgongdin eigur at verða gjørd í
neyvum samstarvi og samráðing millum land og
kommunur
o Kommunurnar skulu vera við í allari tilgongdini –
ikki bert sum hoyringspartur, men politik
formulerandi, tvs sita við borðið, har loysnirnar
verða tilevnaðar og avgerðirnar verða tiknar
o Tilgongdin og umskipanin skal grundfestast væl
politiskt, so at grundarlagið fyri fyrisitingarligu
verksetingini er greitt
o onnur málsøki, sum kunnu leggjast til kommun
urnar, eiga eisini at verða tikin við í tilgongdina
o Komið skal verða á mál við fyrireikingunum av
kommununalu umskipanini í inniverandi
kommunuvalskeiði
Klaksvík, 26. februar 2010
Heðin Mortensen,
Gunvá við Keldu,
formaður
næstforkvinna
Tórshavnar kommuna
Klaksvíkar kommuna
Magnus Rasmussen
Kristin Michelsen
Runavíkar kommuna
Tvøroyrar kommuna
Sigurd S. Simonsen
Kirstin Strøm Bech
Fuglafjarðar kommuna
Vágs kommuna
Brandur Sandoy, Sands kommunu
BÍBILSK ÆVINTÝR: Í
útvarpssending (áhugaverd
sending) spurdi útvarps
maðurin tvær ferðir, um
bíbliusøgur ikki bara vóru
ævintýr.
Forvitnislig sjónarmið,
ikki minst tí hesin sami
útvarpsmaður í øðrum
útvarpssendingum hevur
greitt frá, at ymsar »spirit
uellar« verur eru rundan
um okkum!?
JARÐSKJÁLVTI OG
FÓTBÓLTS
SAMBANDIÐ: Í tíðinda
sending í Útvarpinum
segði ein útvarpsmaður, at
jarðskjálvtin í Kili er mill
um teir harðastu jarð
skjálvtarnar, sum hava
verið.
Næstan í sama andadrátti
fór hann at tosa um risting
ar, sum vóru í Fótbólts
sam bandinum í sambandi
við sokallað forsetaval!?
Summir føroyingar kalla
okkurt »útringsfríheit«.
Talifrælsi er gott, men
viðmerkingar skulu vald
ast!?
Við miðlakvøðu
Á Borg á Argjum
1. mars 2010
Útvarpssending og bíbilsk ævintýr
Jarðskjálvti og Fótbóltssambandið
eyðun
á Borg