týsdagur 2. mars 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 2. mars 2010
15
viðmerkingar
Sjálvt um CTD kanningin
sum var sett í verk, var eitt
sera stórt framstig, og ser
liga tá hugsað verður um,
at einki var gjørt í 15 ár, so
má tó ásannast, at tað Før
oyska Heilsuverkið ikki er
gott nokk. Øll sum í dag
ynskja eina CTD kanning,
hava sama møguleika til at
fáa tikið eina blóðroynd,
fyri at staðfesta um ein
hevur sjúkuna CTD ella
ikki, og tað er so tað. Um
so er, at læknin metir, at
talið er so mikið lágt, at
vandi er fyri at persónurin
hevur sjúkuna CTD, so
verður viðkomandi per són
ur innkallaður til nýggja
blóðroynd. Og tað er bara
ikki gott nokk.
Øll hini, sum hava fingið
eina kanning, fáa einans at
vita hvussu lágt ella høgt í
teirra tal er, og tað er so
avgjørt ikki gott nokk,
eingin, sum ikki tekur eina
genkanning veit, um tey
eru bererar ella ikki, og tí
er kanningin ikki góð
nokk. Teir í stýra fyri tí
Før oyska Heilsuverkinum
vita, at hendan kanning
ikki er góð nokk, menn tey
skulla spara pening, og tá
tey nú hava sett eina kann
ing í verk, so skulla vit
onnur bara vera glað fyri
tað, líka mikið um so
kann ingin kann brúkast
ella ikki.
Ein loysn kunndi verið,
at tann polittiski myndug
leikin kom við tí uppskoti,
at játtaði peningurin uppá
50. mill. kr. til eina um
bygging av teimun fornu
bygningunun úti í Tinga
nes, var skorin niður til
einar 35. mill. kr. Og so
kundi tær 15. mill. kr.
verið nýttar til eina gen
kanning av øllum teimun
Føroyingun sum hava fyri
neyðini at fáa eina gen
kanning, tað vildi givi
Føroya fólki eina tryggari
framtíð, í hvussu so er, væl
meiri enn nakrir gamlir
bygningar úti í Tinganesi
kunna gera tað.
Tað er átrokandi neyðugt
fyri øll tey sum skulla hava
børn saman, at tey vita um
tey eru berarar ella ikki, og
tí skulla øll hesi fyrr ella
seinri, hava gjørt eina gen
kanning, so sjálvandi
skuldi hendan genkanning
verið tikin samstundis sum
tann vanliga carnitin kann
ingin. Tað er beinleiðis
skeift, tá læknar gera sína
egnu meting um nakað,
sum teir ikki kunna stýra,
eingin lækni kann útfrá
eini vanligari carnitin blóð
roynd, bara gera eina
meting um, at ein er bereri
ella ikki, hettar er nakað
sum vit dagliga hoyra um,
ein lækni kann (ongantíð)
siga við vissu, at ein
persónur sum hevur eitt tal
uppá 810 ella 1018, er
berari ella ikki. (Líka
mikið hvørja útbúgving
hann ella hon so hevur).
Tað er í dag prógva á,
University of Minnesota, at
allir berarar kunna hava
onkran feil, onkur sjúku
eyðkenni á sama hátt sum
ein í hevur sjúkuna CTD,
so sum hjartatrupuleikar,
sum ger at tey ikki eru líka
frísk/røsk sum ein ikki
berari, tað sigur seg sjálvt,
at ein berari sum hevur eitt
carnitn sum liggur niðri á
810. ikki er frískur, tá
talið skal liggja millum 24
64, hesin persónur (skal)
hava carnitin, eg havi sum
berari, sjálvur havt stórar
trupuleikar við hjartanum,
sjálvt um mítt carnitin
liggur á 38.
Tann 14. feb. 2010,
kundu vit lesa á Portal
inum. At Landslæknin
hevur nú kunnað danska
heilsustýrið um álvar
somu CTDsjúkuna. Tað
sigur, Aksel V. Jóhannesen,
landsstýrismaður í heilsu
málum. Tað fyrsta ein
hugsar um er, hví kemur
Landslæknin ikki sjálvur
og sigur okkum øllum frá
hesi (stórhending), hvat
við, at kunna føroyingar
um deyðiligu sjúkuna
CTD. Tað er harmuligt, at
Landslæknin fyri Føroya
Land, ikki kann koma við
onkrum meiri uppbyggj
andi, okkurt frá tí veruliga
lívinum, okkurt sum vit øll
kunna brúka til nakað.
Ein kann ikki annað, enn
taka hettar fyri tað sum tað
er, skemt, og ein háan
ímóti tí Føroyska sam
felag num, allir Føroyingar
minnast greinina í Dimmu
fyri einum árið síðan, “Eitt
makaburt roknistykki
um Lív”, har Landslæknin
nágreiniliga sigur frá
hvussu trupult tað verður
at seta eina kanning av
CTD í gongd, (menn, at
hann hevði gjørt eitt til
mæli til Sundheds styrel
sen), sum so tók fleiri
mánaðir at svara, og sum
endaði við, at tað ikki
kundi brúkast kortini.
Danska heilsustýri
(Sund hedsstyrelsen), hevur
kent til lívshættisligu
sjúkuna CTD, frá fyrsta
degi av líka síðan 1995, og
líka leingi sum Lands
læknin eisini hevur kent til
hesa sjúku. Á sama hátt
sum allir læknar og yvir
læknar í Føroyska Heilsu
verkinum hava kent til hesa
sjúku síðan 1995. Og á
sama hátt sum, professarar
og gengranskarar á Ríkis
sjúkrahúsinum í Danmark,
eisini hava kent til hesa
sjúku síðan 1995. Teir
læknar sum vit hoyra mest
til í Danmark eru, yvir
lækni Flemming Skovby
og yvirlækni Alland Lund,
sum øll árðini hava havt
sjúklingar úr Føroyum til
kanningar og viðgerar á
Ríkissjúkrahúsinum hvørt
ár síðan 1995. Tá ein tosar
vi hesar yvirlæknar og
granskarar á Ríkissjúkra
húsinum, so royna hesir
ikki uppá nakran máta, at
dilja teirra vitan um hesa
sjúku, og als ikki á sama
hátt sum teir føroysku
læknarnir gera tað.
Tá ein so hugsar um teir
fimm føroysku yvir lækn
arnar, sum brúktu 10 ár,
líka frá 19952005, til at
granska hesa lívshættisligu
sjúku, fyri síðan at útgeva
teirra vitan, í Ugeskrift for
Læger í 20042005, har
teir greiniliga lýsa út í
æsir, hvussu vandamikil
henda sjúkan CTD í veru
leikanum er, fyri okkum
Føroyingar, so kann ein
ikki annað enn harmast.
Samstundis gera somu
læknar nógv burtur úr, at
greiða frá hvussu vanda
mikið pencilin og annað
medisin er fyri teir sjúk
ling ar sum hava sjúkuna
CTD, heldur ikki tað
meintu hesir læknar, var
nakað sum vit Føroyingar
skuldu hava nakra vitan
um. Hettar er so ræðuligt,
at eg ikki eigi orð fyri tí.
Tá ein so spyr somu
læknar hví teir ikki eisini
samstundis upplýstu allar
Føroyingar um hesa vanda
miklu sjúku, so møtir ein
bara undanførslum. Og ein
fær kensluna av, hvussu
somu læknar bagatellisera
hesa deyðiligu sjúku, so
ein kann ikki annað enn
harmast um, at hesir somu
læknar royna at rættvísgera
teirra avgerðir.
Hvat var endamálið við
at útgeva eina so víðfevnda
gransking fyri útlend
ingum?
Eingin lækni kann rætt
vísgera, at teir ikki upp
lýstu okkum Føroyingar
um hesa deyðiligu sjúku,
sum teir vita, og sum teir
hava kunngjørt í fjølmiðl
unum, hevur tikið lívi av
fleri børnum, ungum og
vaksnum, á sama hátt sum
eingin politikkari kann
rættvísgera, at einki var
gjørt fyri at upplýsa okkum
Føroyingar um hesa
vandamiklu sjúku.
Fyri at finna út av
hvussu Patientklagenævnet
arbeiðir, so vóru sendar
kærur inn um hesar læknar,
eisini var send kæra inn
um, Jesper Fisker, Stjóra
fyri Sundhedsstyrelsen,
hesar kærur vóru allar sum
vænta avvístar, tá ein so
kannar eftir hvør tað er
sum stýrir hesum stovnum,
so eru tað somu nøvnini
sum ganga aftur í, Sund
hedsstyrelsen, Patient
klagenævnet og Statens
Serum Institut. Í hesum
sambandi kann nevnast, at
Statens Serum Institut
hevur ein árligan umsetn
ing uppá ca. 1.4 milla. kr.
og hava ca. 1400 fólk í
starvi.
Eitt nú var tað, lækni,
Peter Saugmann Jensen,
sum svaraði mínum brævi
til, Stjóran fyri Sundheds
styrelsen, Jesper Fisker,
sum eisini er at finna sum
formaður í Statens Serum
Institut, í brævinum til mín
sum kann lesast á míni
heimasíðu, www.johndk.dk
, sigur hann millum annað.
(Husk i den forbindelse, at
i altid har mulighed for at
klage til Sundhedsvæsnets
Patientklagenævn, hvis der
er noget vedrørende diag
nostikken eller behand
lingen i mener, burde være
gjort anderledes). Hettar
sær sjálvandi gott út á
pappírinum, eitt annað er
verðuleikin, sjálvandi fara
teir ikki at góðtaka eina
kæru ímóti sær sjálvum,
heldur ikki ein kæra ímóti
Landslæknanum kann
góðtakast, tá Landslæknin
í Føroyum er í starvi hjá
Sundhedsstyrelsen.
Fyri einum góðun árið
síðan tá vit kannaðu eftir
hvussu PKUkortini verða
brúkt, kundu vit lesa á
netinum (alnótini), at blóð
royndir tiknar av børnum
(nýføðingi), ikki kunna
brúkast í kanningini fyri
sjúkuna CTD, grund gev
ingin var tann, at hevur
barni sjúkuna CTD, so fær
fostri alt karnitini frá
mammuni og hevur tí full
an kapasitet av carnitin tá
barni verður føtt, bert í
teimun føri tá mamman
eisini hevur sjúkuna er ein
broyting í, hettar vita
læknar sjálvandi, ella
rættari, hettar eiga læknar
at vita.
Sum vit øll vita, so var
játta 1. mill. kr. til, Statans
Serum Institut, fyri at
kanna øll PKU kort síðan
1986, sjálvt um mann visti,
at kanningin var til onga
nyttu. Heldur ikki tók
mann av einum nógv betri
tilboðið frá føroysku
fyritøkuni í Odense.
Tann 23.2.2010, kundu
vit í Degi & Viku hoyra
týska læknan greiða frá, tí
sum vit hava vita í meir
enn eitt ár, at PKU kortini
eru óbrúkulig til eina
kanning av sjúkuni CTD,
tað sama sum ein og hvør
kann lesa um á netinum.
Aksel V. Johannesen, er tó
ikki heilt samdur, tí mann
kanska kann finna eini 6 %
, sum tó kortini vera funnin
við eini blóðroynd.
Sannleikin um PKU kortini
er tann, at tað nú ikki er
møguligt at steðga kann
ingini sum er sett í gongd,
og so kann tað verða líka
mikið við, at 1. mill. kr. fer
fyri bakka, sum sjálvandi
skuldi verið brúkt sum
ískoyti til eina genkanning
fyri sjúkuna CTD.
Sum læknin, David
Hovgaard, á Statens Serum
Instetut sigur, so hevur
hann altíð møguleikan fyri
at gera eina Genkanning
sum er 100 % sikkur, um
hann er í iva. Sannleikin er
tann, at um hendan
milliónin var brúkt til at
gera eina genkanning av
øllum PKU kortunum, so
var tað ein meining við
kanningini, tá vildi prísurin
sjálvandi verið hægri, og
hvat so, tað er fullkomiliga
meiningsleyst, at gera eitt
arbeiði sum kortini ikki
kann brúkast til nakað.
John Jensen
Esbjerg tann. 28.2.2010
www.johndk.dk /
jojendk@yahoo.dk
mobil: 61 69 22 18
Er Føroyska Heilsuverkið gott nokk?
Eru CTD, kanningarnar góðar nokk?
John Jensen
Ikki tí eg veit tað, men eg
havi trupult at ímynda
mær, at ráðharrar í øðrum
londum fara út í alment
banalt lesarabrævklandur,
sum okkara landsstýris
menn gera.
Fólkaflokkurin garantur
fyri øktum almennum
útreiðslum
Sum vanligt er, hvørja ferð
onkur klókur sigur, at
almenni sektorurin er ov
dýrur at reka, so stormar
Fólkaflokkurin fram við
sínum propaganda um, at
nú má vend koma í.
Hesuferð slapp tað tó ikki
at standa ósvarað, kanska tí
Jørgen Niclasen sjálvur
hevur flest alment lønt á
sínum lønarlista. Fleiri eru
tey, sum hava gjørt vart
við, at um Fólkaflokkurin
so gjarna vil minka um
almenna sektorin, hví
hevur so sami
Fólkaflokkur, sum hevur
sitið við valdið øll hesi ár
og staðið á odda fyri
vøkstrinum í almenna
sektor inum, ikki handlað
hareftir? Hugaligari hevði
sjálvandi verið, um
Fólkaflokkurin hevði havt
okkurt ítøkiligt at víst á,
men nei, tølini tala, øll
árini Fólkaflokkurin hevur
sitið við valdið, hevur
almenni sektorurin staðið
fyri stórum vøkstri.
Kostnaðarmikil
almennur sjónleikur
Almenni sjónleikurin, sum
í løtuni verður framførdur
fyri Føroya fólki, millum
landsstýrismannin í
fíggjar málum, Jóannes
Eidesgaard og Jørgen
Niclasen,
uttanríkisráðaharra, er í
veruleikanum syrgiligur. Í
øðrum londum eru
ráðharrasessir sum hesir,
merktir av tign, ábyrgd og
valdi. Í Føroyum, ja her
fara okkara egnu út í
alment blaðkjak, um hvør
hevur fleiri ella færri
starvsfólk á sínum
lønarlista. Báðir eru tó
púra samdir um, at
almennu útreiðslurnar eru
ov høgar, men bara ikki
almennu útreiðslur teir
sjálvir varða av.
Rópa upp og klandrast,
men einki verður gjørt
Sjálvandi er tað eitt
álvarsmál, at føroyski
búskapurin druknar í
vaksandi almennum
útreiðslum, men klandri
vættini Jørgen Niclasen og
Jóannes Eides gaard, sum
eru landsins ráðandi menn,
skuldu heldur komið við
veruligum loysnum, tí
meiri tíð teir brúka upp á
klandur, tess meira vaksa
almennu útreiðsl urnar.
www.hedindp.com
heðin D.
Poulsen
Banalt klandur millum landsstýrismenn