týsdagur 2. mars 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 2. mars 2010
Tjaldur skrivar á heima
síðu sínari, at nýggir sátt
málar eru skrivaðir við
Adinu Petrea og Cornelia
Rimbu
Tær báðar høvdu síni avgerandi orð
at siga, tá Tjaldur í fjør vann sítt
fyrsta FM-heiti í kvinnuhondbólti.
Ikki minst var tilgongdin av Adinu
sera týðandi, og fult uppiborið vann
hon eisini heiðurin sum ársins spæl
ari í føroyskum kvinnuhondbólti.
Cornelia Rimbu kom til felagið í
fjør heyst, eftir at kappingin var byrj
að, og hon hevur eisini styrkt sera
væl um hópin.
Undan vikuskiftinum longdi Tjald
ur sáttmálan við Bogdan Burcea,
sum er venjari hjá kvinnunum, og
við at leingja sáttmálarnar hjá tveim
um av heilt stóru profilunum hevur
Tjaldur undirstrikað, at tey eisini
vilja spæla ein leiklut í føroyska
hondbóltsoddinum komandi kapp
ingarár.
Klokkan 18.30 í kvøld
spæla kvinnuliðini hjá
Neistanum og VÍF
Við sigrinum á StÍF sunnudagin sta
ðfesti VÍF, at tær ikki ætla sær nakran
sum helst veg niður úr Sunset-deild
ini, tá hetta kappingarárið er av.
Seinastu nógvu umførini hevur
VÍF eisini givið ábendingar um stóra
potentialið, sum býr í liðnum, og á
heimavølli móti Neistanum bragdaði
eisini hjá teimum, tá tær heldur
óvæntað vunnu tvey sera týðandi
stig.
Tann dysturin er avgjørt nakað,
sum Neistakvinnurnar vilja hevna.
Tað er eingin ivi um, at Neistin
stendur við bronsumerkjunum, tá
kappingin er av, men dysturin móti
VÍF er samstundis eitt høvi at prógva,
at Neistin uttan nakran sum helst iv
hevur uppiborið bronsumerkini. Og
ivaleyst er tað hetta, sum tær bláu
ætla sær at prógva í dystinum.
Hondbóltur
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
16
14
-
1
-
1
468
320
148
29
2 Tjaldur
17
14
-
1
-
2
499
382
117
29
3 Neistin
16
9
-
0
-
7
421
391
30
18
4 VÍF
16
5
-
0
-
11
386
447
-61
10
5 StÍF
16
4
-
0
-
12
379
477
-98
8
6 VB
17
2
-
0
-
15
361
497
-136
4
Atlantic Airways-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Neistin
16
13
-
0
-
3
519
423
96
26
2 KÍF
16
7
-
1
-
8
412
433
-21
15
3 Kyndil
16
7
-
1
-
8
383
432
-49
15
4 VÍF
16
7
-
0
-
9
470
460
10
14
5 H71
16
5
-
3
-
8
429
442
-13
13
6 StÍF
16
6
-
1
-
9
418
441
-23
13
Neistin skal staðfesta bronsuna
Profilar hjá Tjaldri
halda fram
Ársins spælari í fjør verður uttan iva toppskjútti í
føroysku kappingini í ár. Og longu nú er greitt, at
Adina Petrea eisini verður at síggja hjá Tjaldri, tá
farið verður undir nýtt kappingarár í heyst
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Elspa gjørdi bart
Elspa Mørkøre, sum nú hevur tikið sess við
árarnar, var sterkasta kvinnan av øllum, tá Havnar
Róðrarfelag skipaði fyri kapping í inniróðri
Kappast varð í Eysturskúlanum í Havn, og hóast kappingin eitt skifti
var í vanda vegna ov lítla undirtøku, so sótu kortini heilt nógv fólk við
maskinurnar leygardagin.
Og hesi kundu staðfesta, at tað vóru tvey spildurnýggj andlit, sum
vunnu seg á tindarnar í teimum báðum sterkastu bólkunum.
Í opna bólkinu hjá monnum var tað bara 16 ára gamli Sverri
Sandberg Nielsen úr Miðvági, ið endaði fremstur. Og tað væl og
virðiliga eisini, tí munurin aftur til næsta rógvaran var ikki minni enn
13 sekund.
Hjá kvinnunum var fyrrverandi elitusvimjarin, Elspa Mørkøre,
stinnasti rógvarin. Hon hevur nú tikið ein steðg frá svimjingini, men
fáur man ivast í, at venjingarstøðan framvegis er betur, enn hon er hjá
teimum flestu, tó at hon fekk harða kapping frá Ránnvá Lava Olsen úr
kappróðrarfelagnum NSÍ.
-mørk