Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 42 - 2. mars 2010 Í Grønlandi er eisini ein óvanligur vetur við nógvum kava. Kári við Stein greiðir frá: 20. februar Í dag eru 0 stig og lot av eystri. Lómur kom inn í kvøld. Har var alt fult hjá teimum. Øll kørini og rækjupavnurin var eisini fullur. Teir byrjaðu fiskarí mikudagin. Teir høvdu smábrek við maskinuni so at siga allan týsdagin. Vektin liggur um 145-150 tons, óført. Skipari henda túrin er mín góði vinur ein kramarhúsbóndi úr Porkeri Jákup Eli Bech, sum er óførur at fiska. Hann hevur veri skipari í 4 ár á krabba- bátinum Artic Wolf, fyrr- verandi Ilimasaq, sum KGH átti. Eg ørminnist, at hann var á føroyskum hondum eina tíð. Eisini har var sama rokið. Hann fekk nógvar krabbar eisini tá. 21. februar Í dag er vindur av suðri við regni. Teir vóru lidnir um- borð á Lómi í morgun kl 10 at fáa allar rækjur í kør. Móðir og troyttir tørnaðu teir inn har umborð í morg- un eftir ein langan dag. 22. februar Í dag er stilli og 0 stig í morgun, – 2 stig seinni á degnum. Lómur loysti nýggjan túr seinnapartin. Frætt er úr Eysturgrøn- landi. Fiskaríið kundi verið betri. Onkrir dagar eru brúkiligir hjá teimum. Har eru beint nú Ocen Tiger, Artic Viking, Olympos Prawns, Taurus, Eldborg og Remøy Viking. Polar Amaroq og Polar Qassiut eru á veg vestur um aftur. 25. februar Natarnaq kom inn at landa í morgun, gott 300 tons. Fiskaríið kundi verið betri, verður sagt. 26. februar Natarnaq loysti á midnátt í gjárkvøldið til nýggjan túr. Frætt er úr Kanada frá Markus. Teir hava gott fisk- arí, fáa um 80-85 tons niður um samdøgrið. Teir hava fiskað í gott 5 samdøgur og hava knapt 500 tons inni. 27. februar Í dag eru -8 stig og stilli. Lómur kom inn um kl 6 í morgun við knapt 130 tonsum av ísaðum rækjum. Tað brendi á við kavaroki í kvøld. Ein øgilig mongd av kava er komin niður. 28. februar Tað kavar framvegis, og nú er kolandi stormur av suðri. Lómur loysti í morgun nýggjan túr. Frætt er frá einum trolara úr Eysturgrønlandi. Teir lógu í nógvun ísi, men høvdu trolið úti. Men lítið bar til, 800 kilo í síðsta háli. Krabbabáturin Natoralik, sum roynir um Frederiks- håb leiðina hevði 15 tons inni fríggjadagin. Teir vóru farnir inn í Arsukfjørðin at umvæla krabbaspælið. Har vóru betri likindir at um- væla enn úti á. Teir kundu kortini ikki draga fyri ringun sjógvi. Grønlandstíðindi Kári við Stein Óvanliga nógvur kavi Skiparin á Lómi Jacob Eli Bech úr Porkeri Fult av rækjum hjá Lómi Bókadeildin gevur nú út eitt serlig slag av ræðusøgu til ung, sum eisini er ætlað teimum, sum ikki tíma so væl at lesa Bøkur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Sum nakað nýtt gevur Bókadeildin nú út eina sokallaða ‘graphic novel’, ið er eitt eitt bland av skaldsøgu og teknirøð, har tað ofta eru myndirnar, ið bera søguna. Talan er um kendu ungdómsbókina Dagar eg havi gloymt, ið flytir seg millum tankar og veruleika á ein hátt, har lesarin sjálvur má gera av, hvat er hent í veruleikanum. Tað ræðuligasta Bókin snýr seg um dagar, tú átti at minst, men ikki vil minnast. 15 ára gamli David droymir um at spæla í einum rock-bólki, helst AC/DC, og sum rock-stjørna hevur man ikki brúk fyri eini dámu, sum hann sigur. Men David verður forelskaður í Lisu, og tað er vinmaðurin Tom eisini. Hað- ani fer bókin fram tað summarið, tá alt tað besta og tað ringasta hendir i senn. Saman við vinfólkunum fara tey inn í skógin, har tey drekka, lúgva og reypa. Tað byrjar væl, men sum summarið líð- ur, hendir nakað avgerandi, sum spreið- ir ótryggleika og ræðslu. Dagar eg havi gloymt er søgd út frá tankunum hjá David. Tú veist frá fyrstu síðu, at okkurt er heilt galið og sum frá líður bendir alt á, at ein ræðulig hending er farin fram. Hví er Lisa knappliga horvin? Spakuliga gongur tað upp fyri lesararnum, hvat tað er, David ikki vil minnast, men tá er kanska tað ræðuligasta longu hent. Lítið av teksti er í bókini, men myndirnar eru beiskar og ráar. Tí er hetta eisini ein bók til tannáringar, sum ikki tíma serliga væl at lesa bøkur. Arne Svingen hevur skrivað bókina. Mikael Nogushi myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi. Ræðusøga í myndum Norski høvundrin Arne Svingen hevur fingið fleiri virðislønir fyri sínar ofta beisku og ráu ungdómsbøkur Enn eru nøkur pláss eftir Stakskeið í løgfrøði – »Mannarættindi og revsirættur í Føroyum« Stakskeiðið í løgfrøði ber heitið »Mannarættindi og revsirættur í Føroyum« og telur 10 námsstig á master­ støði, og ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi masterútbúgving í lóg. Undirvísingin byrjar fríggjadagin 9. apríl 2010. Munn­ lig próvtøka verður 21. og 22. juni 2010. Lærari verður Kári á Rógvi, PhD, lektari. Eisini verða gestafyrilesarar. Endamálið við skeiðnum er at veita innlit í týdning fyri og ávirkan á revsirætt av mannarættindum, serliga Europeiska Mannarættindasáttmálanum. Tey lesandi skulu fáa nøktandi innlit í revsing og mannarættindi til tess at kunnu eyðmerkja og greina trætur, har hesar rættarreglur fáa týdning í senn og tí bæði møtast og skulu avvigast. Skeiðið kannar bæði almennar og serstakar spurningar á mótinum millum revsirætt og mannarættindi. Megin­ reglur sum legalitetsprinsippið í § 1 í verandi donsk­ føroysku revsilóg og forboðið móti afturvirki í grein 7 í EMRS verða viðgjørd. Harumframt verður hugt at tulkingarstíli og venju hjá bæði norðurlendskum dómstólum og Europeiska Mannarættindadómstólinu m. Evni sum framsøgufrælsi og trúarfrælsi í samvirkan við revsirætt eru somuleiðis sera týðandi. Skeiðið er serliga viðkomandi, nú ætlanir eru at yvirtaka revsirætt sum føroyskt sermál. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilestrarhaldarum – ætlandi dómarum og lærdum úr grannalondum og Føroyum. Eisini verða studentaframløgur. Próvtøkuformur: Skrivlig avrik telja 1/3 av próv­ talinum, munnlig próvtøka 2/3. Uttanseturs próv­ døming Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið er útbúgving á bachelorstigi við nóg mikið av løgfrøði ella javnmettum fakum eitt nú grundskeiði í lóg. Skeiðið kostar 5.500,00 kr. Lesandi innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya ella við annan hægri lærustovn fáa tó skeiðið ókeypis. Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu­ og samfelagsdeildina, J. Broncks gøta 25, 4.h., Tórshavn, tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www. setur.fo Avmarkað luttøka. Umsóknarfreistin er sett til fríggjadagin 19. mars 2010. Tikið verður tó upp, til skeiðið er fullsett. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Søgu- og SamfelagSdeildin bjóðar í vár út Stak maSterSkeiði í løgfrøði ”mannarættindi og revSirættur íføroyum”. Skeiðið kann eftir umSókn geraSt partur av maSterútbúgving.