týsdagur 23. mars 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 128 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 57 - 23. mars 2010
Við at skifta tvær 25 watt
perur út við 7 watt spari
perur, fimm 40 watt perur
út við 11 watt spariperur og
tríggjar 60 watt perur út við
15 watt spariperur, so sparir
tú 396 krónur upp á eitt ár,
um hesar lýsa í tveir tímar
um samdøgurið.*
Tá
langu
og
myrku
dagarnir eru, lýsa fleiri per
ur sjálvsagt longri, og við
at fara meira víðgongt til
verka er uppaftur meira at
heinta her eisini.
Køliskápið
Eins og við frystiboksini
eru pengar at heinta við at
skifta køliskápið út.
Dømi: Eitt 116 litrar
stórt Gram køliskáp, sum
varð selt millum 1994 og
1997, brúkar fyri 448
krónur um árið í streymi.
Keypir tú hinvegin eitt
nýtt køliskáp frá Gram,
sum er 388 litrar til stødd
ar, og hevur A+ sparimerk
ið, so nýtir tað fyri 221
krónur um árið í streymi.
Sostatt kann tú, við at
keypa eitt nýtt køliskáp,
køla tríggjar ferðir so
nógva vøru fyri helvtina av
kostnaðinum.
Uppaftur eldri køliskáp
nýta sjálvsagt meira, og er
tá uppaftur meira at spara,
serliga um talan er um eitt
stórt, eldri køliskáp.
Standby nýtsla
Øll húsarhald í dag eru fylt
við tólum, sum standa á
Standby, meðan tey ikki
verða nýtt. Men hesi tólini
brúka streym, sjálvt um tey
eru sløkt.
Mett verður, at okkurt
um 10 prosent av orku
nýtsluni í einum vanligum
húsarhaldi, er til tól, sum
standa á standby. Hetta
svarar til umleið 600 kWh
um árið, sum við dagsins
prísum kosta líka omanfyri
900 krónur um árið.
Tekur
tú
eina
Play
Station2, so nýtir brúkar
hon 23,65 kWh um árið,
um hon stendur á standby.
Ein fartelefonløðari, sum
stendur í kontaktini meðan
hann ikki verður brúktur,
brúkar í miðal 20 kWh um
árið.
Ein ISDN/ADSL beinari
(routari) nýtir vanligt upp
til 88 kWh um árið, um
hann bara stendur tendrað
ur, og ikki verður sløktur, tá
hann ikki verður nýttur –
eitt nú um náttina.
Soleiðis kundu vit hildið
áfram, bæði við stereoan
leggum,
DVD-spælarum,
sjónvarpsmóttakarum,
løðarum til borimaskinur,
tannbustir og so framvegis.
Tilsamans loypir henda
óneyðuga nýtslan skjótt
upp í nógvar krónur um
árið.
Tó eru ráð fyri tí. Í dag
fáast sokallaðir spariskinn
arar til teldur og sjónvørp,
sum sjálvir merkja, nær tú
sløkkir
sjónvarpið
ella
telduna, og sjálvir sløkkja
restina tá.
Við at seta ein spari
skinnara til sjónvarpið og
alla ta tilhoyrandi útgerðina,
so sum parabolmóttakara,
dvd-spælara og surround-
anlegg, sparir tú umleið
150 krónur árliga.
Við at seta ein slíkan til
borðtelduna kann tú spara
upp í 180 krónur árliga.
Ein slíkur skinnari kostar
í Føroyum umleið 125
krónur, og sparir sostatt seg
sjálvan inn aftur innan eitt
ár.
Sjónvarp
Nógv halda, at ein av teim
um nýggju sjónvarps flat
skíggjunum er nógv meira
orkusparandi enn gomlu
sjónvørpini. Men soleiðis
er tað ikki neyðturviliga.
Og í hesum førinum kann
tú við vissu siga, at størri er
ikki altíð betri.
Royndir við sjey ymisk
um flatskermum frá 32
tummum upp til 40 tummar
vísa, at orkunýtslan sveig
gjar úr 85 wattum um tíman
upp í 287 watt um tíman.
Hetta seinasta er fyri ein 40
tumma plasmaskerm, sum
eru veruligir streymslúkar
ar.
Sambært MedieStatistik
Banken í Danmark ein
miðal dani tveir tímar og
trý
korter
frammanfyri
sjónvarpsskíggjanum. Tí er
ikki óvanligt, at ein slíkur
sjónvarpsskíggi
stendur
tendraður í 6 tímar um
samdøgurið.
Samanbera vit 32 tumma
LCD sjónvarpið omanfyri,
sum nýtti 85 watt, við 40
tumma
plasmaskermin,
sum nýtir 287 watt, og lata
hesar koyra í seks tímar um
samdøgurið í eitt ár, so er
munurin úr 284 kWh upp í
838 kWh um árið. Hetta
svarar til eina meirnýtslu av
streymi fyri 893 krónur um
árið fyri.
Og hetta er bert fyri ta
eina sjónvarpið í húsar
haldinum.
Farteldu fyri
borðteldu
Tað er heldur ikki óvanligt
at fleiri teldur eru í einum
miðal føroyskum húski.
Ofta er í minsta lagi ein av
hesum ein borðtelda.
Hevur tú eina borðteldu
við einum av gomlu, stóru
skíggjunum, vísa kanning
ar, at tú kanst spara heilt
upp í 600 krónur um árið
við at skifta hana út við
eina nýggja og orkusparandi
farteldu.
Fleiri túsund krónur
Tekur tú øll omanfyri
standandi dømini og leggur
tey saman, kemur tú upp
um 4.600 krónur, sum tú
kann spara um árið.
Ger
tú
hinvegin
eitt
sindur meira burturúr, kann
tú koma upp um 5.000
krónur um árið, sum tú
sparir í streymi.
Hesin peningur kundi
passandi verið nýttur til at
gera nýggjar íløgur í fleiri
orkusparandi tiltøk í húsar
haldinum.
Ella sum eitt eyka ískoyti
til eina uttanlandsferð við
familjuni.
KELDUR:
Elsparefonden
SEV
DongEnergy
MedieStatistikBanken
*Hædd er tikin fyri at ein gløðipera livir í 1.000 tímar og kostar 12 krónur at keypa, og at ein
A-sparipera, sum livir í 10.000 tímar, kostar 55 krónur at keypa. Hetta er tó eftir donskum prísum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
BEST WESTERN
Helgolandsgade 4, 1653 København V, Tel.: +45 33 31 69 06 - www.hebron.dk - info@hebron.dk
nyd påsken i københavn
Familieværelse incl. påskeæg til børnene, fri parkering tæt ved hotellet
og stor morgenbuffet. kr. 845,-
Prisen er pr. nat Pris for standard dobbelt Kr. 750,- Tilbuddet gælder påsken 26/3 – 5/4 (begge dage incl.)
Í rættin við heilsutryggingini
Fleiri amerikanskir statir hava ilt við at góðkenna lógina um eina
nýggja heilsutrygging, og í 12 statum hava myndugleikarnir gjørt
av at royna málið í rættinum. Amerikanskir fjølmiðlar siga, at so
skjótt Barack Obama, forseti, hevur staðfest lógina, fara
myndugleikarnir í 12 statum at leggja hana fyri rættin við kravi um,
at lógin verður dømd at vera í stríð við amerikonsku grundlógina
og tí ólóglig. Teir 12 statirnir, sum fyrireika rættarmál ímóti nýggju
heilsutryggingini, eru South Carolina, Florida, Alabama, Nebraska,
Texas, Oklahoma, Pennsylvania, Washington, Utah, Virginia, North
Dakota og South Dakota.
Ísrael slakar ikki
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, gjørdi í
gjárkvøldið greitt, at Jerusalem er ikki eitt hersett øki,
men høvuðsstaður í Ísrael, og tí fer Ísrael at halda fram
við at byggja bústaðir har, segði hann í einari røðu í
Washington. Hann legði afturat, at tað jødiska fólkið
bygdi Jerusalem fyri 3.000 árum síðani, og at tað jødiska
fólkið byggir Jerusalem í dag. Benjamin Netanyahu
segði, at hansara stjórn rekur sama politikk sum allar
hinar ísraelsku stjórnirnar hava rikið síðani kríggið í
1967. Í Washington skal Netanyahu hitta Barack Obama,
forseta, sum er ímóti ísraelsku byggiætlanini.