Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 57 - 23. mars 2010 Umsíðir kemur Tróndur í Gøtu Seinnapartin í morgin kemur Tróndur í Gøtu til Føroya. Ætlanin er, at skipið skal leggja at í Runavík til eina móttøku, sum verður klokkan 17. Skipið hevur nú verið leingi ávegis, tí fleiri ferðir er fráferðin úr Skagen, har skipið er bygt, útsett. Seinasta orsøkin til seinkingina var, at skipið bakkaði inn í grótkastið í Skagen og fekk stóran skaða á skrúvuna. Men nú er endiliga líkt til at nýggjasta farið í føroyska skipaflotanum verður í Føroyum seinnapartin í morgin. Fyrrapartin kom ein aldargomul sonevnd schnellpressa til landið, sum nú verður sett upp á Steinprent, ið sottatt fær heilt nýggjar prentmøguleikar List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað var ein sera fegin Jan Andersson, leiðari á Stein­ prent, sum um døgurðatíð tók ímóti eini heilt ser­ merktari gávu frá donsku blaðfyritøkuni Aller. Talan er nevniliga um eina fimm tons tunga so ­ nevnda Schnellpressu frá 1877, sum júst er komin til landið við Norrønu. »Heilt fantastiskt« – Hetta er heilt fantastiskt og eg eri ómetaliga glaður fyri, at hetta fekst at bera til, sigur Jan Andersson, sum hevur úr at gera í løtuni við at fáa maskinuna uppá pláss. Jan Andersson greiðir frá, at Steinprent fekk bjóðað pressuna í fjør. – Sjávandi vildu vit sera fegin hava pressuna, men tíverri máttu vit siga nei takk, tí vit høvdu ikki peng­ ar til at fáa hana til landið og seta hana upp. Vit høvdu tá júst flutt verkstaðið hjá okkum yvir á Skálatrøð, og høvdu nógvar útreiðslur í tí sambandi, sigur Jan Anders­ son. Men tá Prentarafelagið og Prentsmiðjufelagið komu upp í leikin bar til. – Feløgini játtaðu at gjalda útreiðslurnar til trans port og uppseting, og tað eri eg ótrúliga glaður fyri, tí hetta er ein heilt eina standandi gáva, og alternativið var, at pressan bleiv skrottað, sigur Jan And ersson. Hóast pressan er gomul, er hon í sera góðum standi, tí hon er nýliga umvæld fyri heilt nógvar pengar. Gamla pressan var leingi brúkt til at prenta vikubløð og avísir, men seinni árini hevur hon verið brúkt at prenta grafisk listaverk. Og tað er eisini tað, hon skal brúkast til á Steinprent. – Hendan pressan gev ur okkum møguleika at prenta munandi størri grafisk verk og arbeiðsgongdin verður skjótari og góðskan betri. Hetta er fyrsta pressan av hesum slag í Føroyum, og listafólk eru sera áhugað í at sleppa at arbeiða við henni, sigur Jan Andersson. Føroyska málið hevur uppiborið, at vit vísa tí áhuga og stimbra til kjak um tað, tí málið endurspeglar okkum sjálvi, staðfestir lands stýriskvinnan í Mentamálum, nú Dagur Málsins verður hildin á fyrsta sinni Dagur MáLsins Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hósdagin verður føroyski máldagurin, Dagur Málsins 25. mars, hildin á fyrsta sinni, tá eitt nú fyrsta mál­ røktarvirðislønin verður latin. Spurd um vit hava brúk fyri einum slíkum degi sigur Helena Dam á Neysta­ bø, landsstýriskvinna í menta málum, at dagurin ikki er skipaður út frá tí fatan, at føroyska málið er hótt. – Men eg haldi, at okkara mál hevur uppiborið at vit vísa tí áhaldandi áhuga, tí málið er so ómetaliga nógv annað enn bara ein máti at samskifta. Málið er eisini nakað heilt unikt, tí onki kann sum málið skapa øsing, gleði, øði, undran og ikki minst endurspegla, hvørji vit eru sum menniskju og tjóð, landsstýriskvinnan. Ársins málrøktari veljast Fyrst og fremst vónar lands­ stýriskvinnan, at Dagur málsins kann vera við til at seta móðurmálið í mið dep­ ilin og skapa tilvit um nýtslu og menning av máli­ num. – Um myndugleikar, skúl ar, stovnar, feløg, fjøl­ miðlar og almenningurin taka undir við at hátíðar­ halda 25. mars, er góður møguleiki fyri at skapa størri málsligt tilvit og at lýsa, viðgera og kjakast um málslig fyribrigdi ella evni á fjølbroyttan hátt og úr yms um sjónarhornum, sig­ ur hon Sum lið í at varpa ljós á málið hendan dagin verður eisini latin ein Málrøktar­ virðisløn á 40.000 krónur til ein persón ella eitt virki, ið hevur verið við til at ríka føroyska málið. Nógv bendir á, at virðis­ lønin hesuferð verður latin onkrum, sum hevur lagt áralangt arbeiði eftir seg til frama fyri málið. – Eg havi hugsað hetta við virðislønini sum ein máti at takka fyri væl útint verk. Onki kemur jú av sær sjálvum, sigur lands stýris­ kvinnan. Hon vísir tó ikki aftur, at onnur kriteru kunnu verða brúkt eina aðru ferð, mál­ røktarvirðislønin skal latast. Eitt nú kann tað væl hugs­ ast, at virðislønin okkurt árið verður latin fyri til dømis eitt genialt málsligt avrik ella átak, sum tó ikki er meta sum eitt lívsverk. Nógv veldst eisini um, hvat er at velja í, og tí er held ur ikki vist, at mál­ røktarvirðislønin verður lat in á hvørjum ári. Á fyrsta Degi málsins verður Málrøktarvirðislønin handað á almennum tiltaki í auluni í Studentaskúlanum í Hoydølum 25. mars 2010 kl. 09.30. Umframt sjálva virðislønarhandanina fevnir skráin um kvøður og tón­ leik. Tey, ið fara at halda røður, eru Helena Dam á Neystabø, lands stýris­ kvinna, Guðrun Gaard, studentaskúlalærari, og Rógvi Róin, stjóri á ung­ dómsblaðnum Mess. Rútm­ iska kórið í Hoydølum fer at syngja nøkur løg. Tiltakið er alment, og øll eru væl­ komin. Tað eru Føroyska mál­ nevndin og fyrrverandi Mál stevnunevndin hava mælt landsstýriskvinnuni til at skipa hesi átøk, sum skulu varpa ljós á føroyska málið. Steinprent fingið aldargamla pressu Føroyskt uppiborið áhuga Tað var ikki sum at siga tað at fáa fimm tons tungu schnellpressuna av trailaranum og inn í Steinprent Nú verður ljós varpað á føroyska málið úr ymsum sjónarhornum