Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 128 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 57 - 23. mars 2010 kapping Brúdleyp Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Óli Nolsøe er bóndasonur úr Dali, hann er yngstur og einasti drongur millum fimm systrar. Leingi lá tað í kortinum, at Óli skuldi taka yvir eftir pápa sín, og fór hann tí á land­bún­aðarskúla í Norra. - Har fann eg so útav, at mjólki­neyt tímdi eg ikki, sig­ur Óli. Eftir loknan lestur kom hann aftur til Føroya, og møt­t­i her fuglafjarðagentuni Eyð­bjørg í náttklubbanum Rex. - Vit høvdu ongantíð sæð hvønn annan fyrrenn tað kvøld­ið, vit komu saman, sig­ur Eyðbjørg. Hon hevði eisini verið uttan­lands og gingið á desig­n­araskúla. Tá tey høvdu funnið saman gekk alt skjótt, og tey fluttu sam­ an eftir fáum mánaðum. - Tað hevur bara fungerað væl, líka síðani vit møttust, sigur Eyðbjørg. 13. mai 2009 tóku tey ring uppá og avgjørdu skjótt aftaná, at brúdleypið skul­di standa í summar. Bæði eru lesandi - Nú eru vit bæði lesandi aft­ur, og eitt brúdleyp kost­ a­r. Tí hildu vit tað verða eitt gott hugskot at melda okk­ um til kappingina um at vin­na eitt brúdleyp, greiður Eyð­bjørg frá. Óli lesur nú til rørsmið og Eyðbjørg til náms­frøð­ ing. Tey búgva á Argjum, og sambært Eyðbjørg eru ong­ar ætlanir at flyta til Dals og gerast bóndakona. - Tað er virkuliga so dei­ ligt í Dali, men eg kann ikki hugsa mær at búgva har, sigur hon. Eyðbjørg misti mammu­ na, tá hon var bara fimm ára gomul, tá hevði hon tvær eldri systrar. Pápin gift­ist upp aftur, og hon fekk tvey systkin afturat. - Tað var sjálvandi hart, men eg havi havt tað gott, sig­ur hon. Brúdleypið Nú eru brúdleyps­fyri­reik­ ing­ar­nar í gongd. Ein vin­ kona frá design­ara­skúla­ num, Berit Heinesen, skal sey­ma kjólan, sum skal vera í ráhvítum silki við blond­um. Hárið er enn eitt spurn­ar­tekin, men Eyð­ bjørg dámar væl 20-tals­stíl­ in við bylgjum. Òli fer í føroysk klæði. Hann eigur búnan, men stór­ur partur av honum verð­u­r gjørdur av nýggjum til brúdleypið. - Mamma seymar nýggj­ an vest, omma bindir nýggj­ar hosir, og ein av systru­num bindur nýggja troygg­ju, so øll familjan er uppi í, sigur Óli. Litirnir til brúdleypið eru ráhvítt og grønt - brúð­ar­ køk­an skal konan hjá pápa Eyðbjørg gera, men restina má bíða, til parið veit hvus­ su gekst í kappingini um at vinna eitt brúdleyp. Væntandi vera tað eini 200-300 gestir í brúd­leypi­ num, sum er vælkomst. Eyðbjørg og Óli sum smábørn Allur Dal­ur kemur í brúdleyp 10. juli verður eitt rættuligt bygda­ brúdleyp í Dali. Tá skulu Óli Nol­søe og Eyðbjørg E. Antoniussen gift­ast, og allur Dalur kemur vænt­andi í brúdleyp Eyðbjørg E. Antoniussen og Óli Nolsøe skulu vígast í Dals kirkju. Tað er svágur Óla, Søren Sørensen, ið vígur parið. Hóast hann er dani, ætlar hann sær at halda vígsluna á føroyskum Mynd: Jens Kristian Vang Brúdleypskappingin: