týsdagur 23. mars 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 57 - 23. mars 2010
kapping
Brúdleyp
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Óli Nolsøe er bóndasonur
úr Dali, hann er yngstur og
einasti
drongur
millum
fimm systrar.
Leingi lá tað í kortinum,
at Óli skuldi taka yvir eftir
pápa sín, og fór hann tí á
land bún aðarskúla í Norra.
- Har fann eg so útav, at
mjólki neyt tímdi eg ikki,
sig ur Óli.
Eftir loknan lestur kom
hann aftur til Føroya, og
møt t i her fuglafjarðagentuni
Eyð bjørg í náttklubbanum
Rex.
- Vit høvdu ongantíð sæð
hvønn annan fyrrenn tað
kvøld ið, vit komu saman,
sig ur Eyðbjørg.
Hon hevði eisini verið
uttan lands og gingið á
desig n araskúla.
Tá
tey
høvdu funnið saman gekk
alt skjótt, og tey fluttu sam-
an eftir fáum mánaðum.
- Tað hevur bara fungerað
væl, líka síðani vit møttust,
sigur Eyðbjørg.
13. mai 2009 tóku tey
ring uppá og avgjørdu
skjótt aftaná, at brúdleypið
skul di standa í summar.
Bæði eru lesandi
- Nú eru vit bæði lesandi
aft ur, og eitt brúdleyp kost-
a r. Tí hildu vit tað verða eitt
gott hugskot at melda okk-
um til kappingina um at
vin na eitt brúdleyp, greiður
Eyð bjørg frá.
Óli lesur nú til rørsmið
og Eyðbjørg til náms frøð-
ing. Tey búgva á Argjum,
og sambært Eyðbjørg eru
ong ar ætlanir at flyta til
Dals og gerast bóndakona.
- Tað er virkuliga so dei-
ligt í Dali, men eg kann
ikki hugsa mær at búgva
har, sigur hon.
Eyðbjørg misti mammu-
na, tá hon var bara fimm
ára gomul, tá hevði hon
tvær eldri systrar. Pápin
gift ist upp aftur, og hon
fekk tvey systkin afturat.
- Tað var sjálvandi hart,
men eg havi havt tað gott,
sig ur hon.
Brúdleypið
Nú eru brúdleyps fyri reik-
ing ar nar í gongd. Ein vin-
kona frá design ara skúla-
num, Berit Heinesen, skal
sey ma kjólan, sum skal
vera í ráhvítum silki við
blond um. Hárið er enn eitt
spurn ar tekin, men Eyð-
bjørg dámar væl 20-tals stíl-
in við bylgjum.
Òli fer í føroysk klæði.
Hann eigur búnan, men
stór ur partur av honum
verð u r gjørdur av nýggjum
til brúdleypið.
- Mamma seymar nýggj-
an
vest,
omma
bindir
nýggj ar hosir, og ein av
systru num bindur nýggja
troygg ju, so øll familjan er
uppi í, sigur Óli.
Litirnir til brúdleypið eru
ráhvítt og grønt - brúð ar-
køk an skal konan hjá pápa
Eyðbjørg gera, men restina
má bíða, til parið veit hvus-
su gekst í kappingini um at
vinna eitt brúdleyp.
Væntandi vera tað eini
200-300 gestir í brúd leypi-
num, sum er vælkomst.
Eyðbjørg og Óli
sum smábørn
Allur Dal ur kemur
í brúdleyp
10. juli verður eitt rættuligt bygda
brúdleyp í Dali. Tá skulu Óli Nol søe og
Eyðbjørg E. Antoniussen gift ast, og allur
Dalur kemur vænt andi í brúdleyp
Eyðbjørg E. Antoniussen
og Óli Nolsøe skulu vígast í
Dals kirkju. Tað er svágur
Óla, Søren Sørensen, ið
vígur parið. Hóast hann
er dani, ætlar hann sær at
halda vígsluna á føroyskum
Mynd: Jens Kristian Vang
Brúdleypskappingin: