týsdagur 23. mars 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 128 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 57 - 23. mars 2010
kapping
Saman við rætta kjóla
num - og sjálvandi
rætta bruðgóminum
- so er hárið prikkurin
yvir i’ið á stóra degnum
Tað kann vera, at onkur heldur tað flotta
brúðarhárið er nakað, ið bara er sett
saman um morgunin sjálvan brúdleyps
dagin, men sum tað er galdandi við
brúðarkjólanum og smúkkunum, so
krevur rætta brúðarhárið planlegging
fyri at tryggja eina flotta og myndaklára
brúður.
Hugsa um tína hártypu
Eitt tað fyrstu, sum brúðurin má hugsa
um er, hvat slag hár hon hevur og so
velja brúðarhárið út frá hesum. Er hárið
tunt ella tjúkt, slætt ella krúllut – tað eru
treytir, ið mugu takast við í avgerðinum
um háruppsetingina. T.d. um krúlluta
hárið verður væl og virðiliga slættað og
tað regnar á brúdleypsdegnum, kann
væl henda, at vætan ger hárið ývi so
brúðarhárið verður oyðilagt.
At fáa tað rætta brúðarhárið
Tá tú hevur valt tær nakrar frisyrur, tær
dámar, er næsta stigi at bíleggja rálegg
ingartíð hjá frisørinum. Her tekur tú
nakrar myndir við tær av uppsetingum,
sum tær dámar og biðjur frisørin um ráð
og uppskot. Ein góður frisørur sigur
erligt, hvat tær klæðir best og ikki, og
eisini hvat riggar best at gera við tínum
hárið osv. So ansa eftir um frisørurin
lovar, at hon kann gera alt tað, sum tú
ynskir tær.
Hevur tú eina kenslu av, at tú og
frisørurin als ikki eru á bylgjulongd , so
mást tú melda klárt út hvørji ynskir tú
hevur og um tað ikki riggar, so bíleggja
tær tíð hjá onkrum øðrum.
Tað er ikki ráðiligt at brúka brúd
leypsdagin til at royna seg fram, so
tryggja tær, at tú hevur funnið tann rætta
at gera tær hárið og sum veit akkurát
hvussu tú vilt hava tað at síggja út.
Hendan dagin finna tit eisini eina tíð
til at lita og/ella klippa hárið, so tað er
púra klárt til sjálvan dagin.
So er stóri dagurin her
Endiliga kom stóri dagurin. Tú hevur
bílagt tíðina hjá frisørinum og tú møtir
minst tíggju minuttir ov tíðliga. Heilt
erligt, ikki hugsa um at møta ov seint.
Ja, tú hevur nógv á skránni hendan
dagin, men at stytta um tíðina hjá
frisørinum, fær hana bara til at skunda
sær. Og tað verður sjálvdan væleydnað
og harafturat er hon kanska vorðin í
ringum lag av at bíða, so tað er sera
umráðandi, at tú gevur frisørinum alla
ta tíðina, hon hevur brúk fyri, so at tú
fær júst tað hárið, ið fær teg til at kenna
teg sum tann vakrasta í heiminum.
Og eitt afturat, sum fær frisørin í gott
lag: vaska hárið dagin fyri. Tað ber ikki
so væl til at seta dýggjvátt ella reint
hár upp. Turt, daggamalt hár hevur
meira ”bit” í og er so nógv lættari at
seta og heldur sær eisini betri.
Eitt seinasta ráð á vegnum er
at lata teg í eina knappa-blusu,
tá tú fer at seta
tær
hárið sjálvan brúdleypsdagin. Mong ein
brúður hevur verið noydd til at klippa í
yndisblusu ella –troyggjuna hjá sær fyri
at sleppa úr henni uttan at oyðileggja
flotta brúðarhárið.
Hár og kjóli mugu hóska saman
At hava kjólan í huga, tá háruppsetingin
verður vald, er enn ein máta at tryggja,
at brúðurin sær so flott út sum gjørligt
úr høvur í fót.
Vel rætta brúðarhárið
Er kjólin einkul riggar væl við einum
(at síggja til) tilvildarliga elegantum
hári. Ein lágur hártoppur – vanliga
nevndur chignon – er stílfullur uttan
at vera for nógv
Er nógv pynt og glimmur
á kjólanum er best við eini
einklari frisyru so hárið ikki
kappast við flotta kjólan um
uppmerksemið
Stroppaleysir brúðarkjólar koma best til
sín rætt um hárið er sett upp, so royn
ein eitt sindur innviklaðan stíl við
defineraðum krúllum ella nøkrum
penum fløkjum, so heildarmyndin
riggar væl
”
”
Vaska hárið
dagin fyri
Minst til at
lata teg í eina
knappablusu
Kelda: knotforlife.com