Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. mars 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 57 - 23. mars 2010 kapping Saman við rætta kjóla­ num ­ og sjálvandi rætta bruðgóminum ­ so er hárið prikk urin yvir i’ið á stóra degnum Tað kann vera, at onkur heldur tað flotta brúðar hárið er nakað, ið bara er sett saman um morgunin sjálvan brúdleyps­ dagin, men sum tað er galdandi við brúðarkjólanum og smúkkunum, so krevur rætta brúðar hárið planlegging fyri at tryggja eina flotta og myndaklára brúður. Hugsa um tína hártypu Eitt tað fyrstu, sum brúðurin má hugsa um er, hvat slag hár hon hevur og so velja brúðarhárið út frá hesum. Er hárið tunt ella tjúkt, slætt ella krúllut – tað eru treytir, ið mugu takast við í avgerðinum um háruppsetingina. T.d. um krúlluta hárið verður væl og virðiliga slættað og tað regnar á brúdleypsdegnum, kann væl henda, at vætan ger hárið ývi so brúðarhárið verður oyðilagt. At fáa tað rætta brúðarhárið Tá tú hevur valt tær nakrar frisyrur, tær dámar, er næsta stigi at bíleggja rá leg g­ ing ar tíð hjá frisørinum. Her tekur tú nakr ar myndir við tær av uppsetingum, sum tær dámar og biðjur frisørin um ráð og uppskot. Ein góður frisørur sigur er ligt, hvat tær klæðir best og ikki, og eisi ni hvat riggar best at gera við tínum hár ið osv. So ansa eftir um frisørurin lov ar, at hon kann gera alt tað, sum tú ynsk ir tær. Hevur tú eina kenslu av, at tú og frisørurin als ikki eru á bylgjulongd , so mást tú melda klárt út hvørji ynskir tú hev ur og um tað ikki riggar, so bíleggja tær tíð hjá onkrum øðrum. Tað er ikki ráðiligt at brúka brúd­ leypsdagin til at royna seg fram, so trygg ja tær, at tú hevur funnið tann rætta at gera tær hárið og sum veit akkurát hvussu tú vilt hava tað at síggja út. Hendan dagin finna tit eisini eina tíð til at lita og/ella klippa hárið, so tað er púra klárt til sjálvan dagin. So er stóri dagurin her Endiliga kom stóri dagurin. Tú hevur bílagt tíðina hjá frisørinum og tú møtir minst tíggju minuttir ov tíðliga. Heilt erligt, ikki hugsa um at møta ov seint. Ja, tú hevur nógv á skránni hendan dagin, men at stytta um tíðina hjá frisøri num, fær hana bara til at skunda sær. Og tað verður sjálvdan væleydnað og harafturat er hon kanska vorðin í ring um lag av at bíða, so tað er sera um ráða ndi, at tú gevur frisørinum alla ta tíðina, hon hevur brúk fyri, so at tú fær júst tað hárið, ið fær teg til at kenna teg sum tann vakrasta í heiminum. Og eitt afturat, sum fær frisørin í gott lag: vaska hárið dagin fyri. Tað ber ikki so væl til at seta dýggjvátt ella reint hár upp. Turt, daggamalt hár hevur meira ”bit” í og er so nógv lættari at seta og held ur sær eisini betri. Eitt seinasta ráð á vegnum er at lata teg í eina knappa­blusu, tá tú fer at seta tær hárið sjálvan brúdleypsdagin. Mong ein brúður hevur ver ið noydd til at klippa í yndisblusu ella –troyggjuna hjá sær fyri at sleppa úr hen ni uttan at oyðileggja flotta brúðar hárið. Hár og kjóli mugu hóska saman At hava kjólan í huga, tá háruppsetingin verð ur vald, er enn ein máta at tryggja, at brúðurin sær so flott út sum gjørligt úr høvur í fót. Vel rætta brúðarhárið Er kjólin einkul riggar væl við einum (at síggja til) tilvildarliga elegantum hári. Ein lágur hártoppur – vanliga nevndur chignon – er stílfullur uttan at vera for nógv Er nógv pynt og glimmur á kjólanum er best við eini einklari frisyru so hárið ikki kappast við flotta kjólan um uppmerksemið Stroppaleysir brúðarkjólar koma best til sín rætt um hárið er sett upp, so royn ein eitt sindur innviklaðan stíl við defineraðum krúllum ella nøkrum penum fløkjum, so heildar myndin riggar væl ” ” Vaska hárið dagin fyri Minst til at lata teg í eina knappa blusu Kelda: knotforlife.com