Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 5 - 9. januar 2004 Nr. 5 - 9. januar 2004 3 Hjá IRF er so illa statt í løtuni, at teir í næst- um fara at siga sjey fólkum úr starvi. Hetta fer at spara felagsskapinum eini tvær milliónir um ár- ið, men tað er verri enn so ikki nóg mik- ið. Poul Andrias Joen- sen, stjóri á IRF, sigur, at nýggju umhvørvis- krøvini krevja, at nógvar íløgur skulu gerast í framtíðini BRENNISTØÐ Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo So illa gongur hjá IRF, at teir nú verða noyddir til at siga sjey fólkum úr starvi. Tað starvast 70 fólk hjá felagsskapinum, so talan er um heili 10 prosent av ar- beiðsfólkunum. – Vit hava gjørt innan- hýsiskanningar og aðrar kanningar, og hugt og kannað eftir, hvar tað ber til hjá okkum at rationalisera og spara, men vit verða tí- verri noydd til at siga fólk- unum úr starvi, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF. Hann sigur, at tað hevur verið greitt í fleiri ár, at um IRF ikki fekk fleiri pengar, so koma teir at vanta í framtíðini. Og nú sær tað út til, at felagsskapurin hevur rent seg inn í ein múr. Talan er um fýra fólk í ruskinnsavningini, eitt fólk á verkstaðnum og tvey í rotingarskipanini. Uppsagnirnar koma at spara felagsskapinum um hálva aðru millión í ár, men uppá sikt væntar stjórin, at teir fara at spara tvær milli- ónir um árið. Alt roynt – Allar aðrir møguleikar eru kannaðir, men hetta er nakað, vit eru noydd at gera, um brennistøðin skal drívast effektivt. Ein av orsøkunum til mongu sparingarnar hjá IRF er, at nýggju krøvini um umhvørvisgóðkenning eru so mikið strong, at ein íløga uppá einar 15-30 milliónir krónur liggur bert tvey ár burturi. Byrjað verður longu í ár uppá til- rættisleggingarnar, og tað fer at kosta eini seks til sjey milliónir krónur. Her verð- ur sipað til umbyggingar, soleiðis at IRF lýkur krøv- ini í umhvørvisgóðkenn- ingini, og hetta arbeiðið byrjar helst í 2005, men til- rættisleggingarnar byrja longu í mars mánaði í ár. – Vit hava sagt fyrr, at samfelagsgongdin er jøvn við rusknøgdirnar. Nú hava vit minkandi rusknøgdir, og tað er minni at gera. Umframt at siga fólkum upp, so verða eisini tveir bilar settir innan heilt langa tíð. Haraftur er neyðugt at slaka uppá aðrar íløgur sum til dømis at keypa nýggjar bilar og bingjur. Poul Andrias Mohr sigur, at sparingarnar uppsagnir- nar føra við sær, eru verri enn so ikki nóg mikið. Tí skal sparast aðrastaðni eis- ini, slakast uppá íløgur, og hann væntar eisini, at tá stóra íløgan verður gjørd um tvey ár, so verða teir eisini noyddir at lána pen- ing. Samlaða skuldin hjá 15 ára gamla IRF er í dag 85 milliónir krónur. Gongur lort hjá IRF Tað er so illa statt hjá IRF, at teir í næstum verða noyddir til at siga sjey fólkum úr starvi Savnsmynd Donsku serfrøðingar- nir eru nú farnir í gongd við at kanna orsøkina til herviliga eldsbrunan í Sig- mundargøtu mána- náttina ELDSBRUNI Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Tveir menn frá kriminal- teknisku deild hjá ríkis- politiovastanum og ein maður frá Dansk Brand- og Sikringsinstitut komu miku- dagin upp til Føroya fyri at finna møguligu orsøkina til stóra eldsbrunan í Sig- mundargøtu mánanáttina. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at arbeitt varð allan mikudag- in og arbeiðið helt fram hósdagin. Enn ber tó ikki til at siga nakað neyvari um, nær eitt greitt úrslit er klárt, men hann væntar, at tað fer ikki at ganga so long tíð. Sjálvt arbeiðið á staðnum skuldi eftir ætlan enda hós- dagin og síðani skuldu menninir niðuraftur til Danmarkar fríggjadagin um onki serstakt kemur fyri. Kanningararbeiðið byrjað Danskir serfrøðingar kanna nú orsøkina til herviliga eldsbrunan í Sigmundargøtu í Havn mánanáttina Mynd: Álvur Haraldsen Seinnapartin miku- dagin hvarv eitt áttamannafar á Nólsoyarfirði. Politiið hevur sett stórt leitingarar- beiði í verk, men hósmorgunin høvdu teir framveg- is onki funnið. Við bátinum var ein 65 ára gamal maður LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Ein 65 ára gamal maður fór um 14.15 tíðina mikudagin av Nólsoy. Hann setti kós móti Havnini. Upplýst verður av politistøðini í Havn, at fólk stóðu í Nólsoy og eygleiddu hann, til hann var komin út á hálvan fjørðin. Veðrið var eitt sindur illfýsið, men sagt verður, at maðurin var ikki ókendur á sjónum. Tá maðurin miku- kvøldið framvegis ikki var komin fram, varð leitingararbeiði sett í verk. Skip og bátar á sjónum og tyrlan leitaðu eftir Hellu, sum er ein frambygdur glastrevja- bátur. Hella er reyð og hevur gult stýrhús. Brimil og Triton hava í nátt og fyrrapartin leitað á Nólsoyarfirði, eystan- fyri Nólsoynna og Sand- oynna. Skip og bátar vóru eisini við í leitingini fyrrapartin hósdagin. Tvær tyrlur hjá Atlants- flog hava eisini verið og leitað. Onnur hevur leit- að í økinum eystanfyri Streymoynna, framvið fjøruni, í Heystfirði, runt Hestoynna og Koltur. Hin tyrlan hevur leitað í Nólsoyarfirði og Tanga- firði. Umframt hetta hevur tyrlan hjá donsku sjó- verjuni leitað framvið norðara parti av Sand- oynni og í Skopunarfirði. Umleið klokkan 11 fyrrapartin í gjár skuldi Golfstream flogfarið hjá donsku marinuni kanna eitt vítt havøki eystanfyri og vestanfyri Føroyar. Fyrrapartin í gjár vóru onkrir lutir funnir og latnir politinum til eyð- merkingar, men tá blaðið fór til prentingar, var framvegis hvørki maður ella bátur funnin. Áttamannafar framvegis saknað MÓTTØKA Í sambandi við at Landingarmiðstøðin á Tvøroyri verður tikin í nýtslu, verður boðið til almenna mót- tøku mánadagin 11. januar frá 13.00 - 16.00. P/F Landingarmiðstøðin á Tvøroyri TALFRØÐI Jákup Mørk Fíggjarmálastýrið finst at útrokningarháttinum í eini frágreiðing frá grannskoð- anarfelagi, sum sigur før- oyska skattatrýstið vera hitt hægsta í Europa Fyri stuttum staðfesti grannskoðanarfelagið, Ras- mussen & Weihe, at før- oyska skattatrýstið er hitt hægsta í Europa, og tað vóru sjálvandi tíðindi, sum bæði kundu nýtast og mis- nýtast í valstríðnum, sum nú er um at koma í hæddina. Ymsir roknihættir Í síni frágreiðing staðfestir Rasmussen og Weihe, at føroyska skattatrýstið er 40,1%, tá tosað verður um eina inntøku á 250 tkr. 48,1% fyri eina inntøku á 500 tkr., og 50% tá inn- tøkan er 750 tkr. Orsøkin til, at Fíggjar- málastýrið nú finst at hes- um tølum, er sum so ikki, at tey eru skeiv, men tí tey meta, at skattatrýstið ikki einvíst sýnir, í hvønn mun tað almenna krevur inn frá borgaranum. Ivaleyst eitt sjónarmið, sum mong ikki eru so heilt ósamd í, men sum hinvegin ikki hevur tað stóra at gera við arbeiðin- um hjá eini grannskoð- anarfyritøku, har útrokn- ingar av skattskyldugari inntøku og skatturin av hesi eru týðandi partar av ar- beiðsøkinum. Fíggjarmálastýrið hevur í so máta helst onnur fyrilit at taka, og í teirra viðmerk- ing verður ført fram, at tá skattatrýst í ymiskum lond- um verður sammett, verður aloftast roknað soleiðis, at samlaðu skattirnir og av- gjøldini verða settir sum lutfall av bruttotjóðarúr- tøkuni. Í tíðindaskrivi staðfestir fíggjarmálastýrið, at hesin útrokningarhátturin gevur fylgjandi úrslit, um Føroyar verða samanbornar við nøkur av ES-londunum fyri inntøkuárið, 2000. Land % av BTÚ Svøríki 54 Danmark 49 Finland 47 Føroyar 46 ES tilsamans 42 Týskland 38 Stórabretland 37 Skattatrýst valdast C M Y K 3 2