Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 5 - 9. januar 2004 Nr. 5 - 9. januar 2004 5 Føroysk nótaskip seta vónir til enn eitt gott ár fyri veiði eftir svartkjafti - aftan á kvotufrítt metfiskarí í 2003 FISKIVINNA Búi Tyril / PRnewsMedia.com Meðan tað frættist víða at føroyingar eru bestir av øllum í Norður Atlantinum at fiska svartkjaft, hevur tann pelagiski parturin av okkara fiskivinnu góðar vónir um enn eitt ár við rokfiskiskapi, ikki minst orsakað av at eingin mill- umtjóða semja er í eygsjón viðvíkjandi kvotering av veiðini eftir svartkjafti. 2003 gjørdist eitt metgott ár fyri svartkjafta fiski- skapin. Fyrra árið høvdu tey føroysku skipini eina felags kvotu upp á 200 000 tons sum gjørdi at skipini, við undantak av Næraberg, máttu leggjast langt áðrenn árið var umligið. Men vaks- andi ósemja millum londini í Norður Atlantshavi um meginreglur í sambandi við áseting av kvotum fyri hesa veiði gjørdi at í praktikk- inum varð eingin verulig kvotering í fjør. Og støðan er óbroytt nú vit eru komin inn í eitt nýtt ár. Í pelagisku háborgini Gøtu har reiðarí sum Vinn- an, Varðin, Krossbrekka og Driftin vara av skipum sum Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Jupiter, eru vónir- nar eisini góðar hvat tí nýggja árinum viðvíkur. Hetta sæst ikki minst í glampanum av Finni Fríða, tí nýggja flaggskipinum í flotanum, ein íløga upp á 150 milliónir krónur. – Okkara íløga dylir ikki fyri at vit trúgva upp á góðan fiskiskap, staðfestir ‘Dunga’ Jákup Jacobsen, stjóri í Vinnuni. Dóttir- felagið hjá Vinnuni, Varðin, eigur suksess-skipið Trónd í Gøtu meðan eitt annað dóttirfelag, Krossbrekka, eigur nýggja Finn Fríða. Tróndur í Gøtu fiskaði í fjør fyri so mikið sum 62 milliónir krónur, harav svartkjafturin umboðar bróðurpartin. Lodna, makrelur og sild eru hini fiskasløgini sum tað kom- bineraða nóta- og trolskipið roynir eftir. Formaðurin í felagnum Nótaskip, Atli Hansen, stjóri á reiðarínum hjá Jupiter, Driftin, sær somu- leiðis ljóst upp á tað nýggja árið. – Sum vit skilja tað er støðan óbroytt í mun til í fjør hvat svartkjaftinum viðvíkur, sigur Atli Hansen við Sosialin. – Vit vóna og vænta at 2004 verður eitt líka gott ár sum 2003. Nakað av ekka er tó um eitt ov stórt veiðitrýst á svartkjafta stovnin í Norður Atlantinum, eftirsum at ongar kvotur eru ásettar. Men umboðini fyri ta pelagisku vinnuna seta sínar vónir til at tað fer at hjálpa stovninum at Barentshavið fyribils er stongt fyri veiði eftir svart- kjafti. Í løtuni verður annars leitað eftir svartkjafti við Føroya Banka, Ytra Banka og vestan fyri Mykines, upplýsir Atli Hansen. Krúnborg ovast – Eingin slær føroyingar í kappingini um svartkjaftin, skrivar tað norska blaðið Fiskaren tann 3. januar. Í einari stórt uppsettari høvuðssøgu undir heitinum "Krúnborg fiskaði heili 72.000 tons" listar Fiskarin upp 30 tey dugnaligastu svartkjafta fiskiskipini í Norður Atlantshavi fyri árið 2003. Føroyingar dominera listan saman við íslendingum, langt framm- an fyri norðmonnum. – Norskir fiskimenn hava tjent væl av peningi upp á svartkjaft, men tað er í Íslandi og í Føroyum teir veruligu svartkjafta barón- arnir halda til, skrivar Fiskaren. Blaðið heldur fram: – Bara í fjør fiskaði før- oyska ‘Krúnborg’ 72.000 tons. Tað er yvir tríggjar ferðir meira enn besti norski bátur. – Vit eru nøgdir við veiðina eftir svartkjafti í fjør, sigur Petur H. Jacob- sen, stjóri á reiðarínum Ísborg, við Fiskaren. – Hóast prísirnir lógu um 15 prosent lægri enn árið fyri, høvdu vit eina góða øking í veiðini. Sum tað sær út nú, vænti eg eisini at 2004 verður eitt gott ár. Eg rokni við at veiðinøgdirnar komma at liggja á umleið sama stigi sum í fjør. Krúnborg er ovast á list- anum við 72 000 tonsum, nummar tvey er Christian í Grótinum við 69 000 tonsum; íslendski Börkur er nummar trý við umleið 62 000 tonsum og nummar fýra er Tróndur í Gøtu við umleið 60 000 tonsum; á níggjunda og tíggjunda plássið liggja Næraberg og Høgaberg við hvør sínum 35 000 tonsum, meðan Norðborg og Jupiter liggja nakað niðari. Sum skilst er tað rættiliga avgerandi fyri tey pelag- isku skipini at hava nógvar hestakreftir og stóran lastikapasitet. Krúnborg hevur nevniliga eisini ligið ovast í flotanum hvat hesum viðvíkur; men nú er lagt upp til kapping við nýggja Finn Fríða sum hevur meira enn 10 000 hestar og lastar yvir 2000 tons. Svartkjaftur klingar í kassan Finnur Fríði, nýggja flaggskipið í flotanum – ein íløga upp á 150 milliónir krónur Fólk hava sett spurnartekin við í hvønn mun skelti kunnu verða við til at órógva ferðsluna. Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd, vísir til eina kanning, sum varð gjørd í Keyp- mannahavn, har tað týðuliga verður stað- fest, at rulluskelti órógva ferðsluna SKELTING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Í hesum døgum har val- stríðið leikar á, eru nógv skelti og nógvar lýsingar at síggja ymsastaðni, og tað fer bara at økjast so hvørt sum valið nærkast. Spurn- ingurin er so í hvønn mun hesi skelti órógva ferðsl- una. Eitt skelti í høvuðsstaðn- um, sum kann verða nevnt í hesum sambandinum, er skeltið, sum stendur við krossin til Eystara Ringveg. Hetta skeltið hevur staðið har í mong ár, og mong hava fleiri ferðir havt fyri, at tað órógvar ferðsluna. Nevnast kann eisini, at hetta vegamótið helst er eitt av teimum, har mest ferðsla er í øllum landinum. Júst í omanfyrinevnda vegamóti, kann tað órógva ferðsluna, um eitt skelti hongur har. – Talan er her um eitt kompliserað vegamót, sigur Jón Kragesteen. Og hann leggur afturat, at tá eitt ting so kemur afturat umframt nógvu ferðsluna, sum bil- førarar fyrihalda seg til, so er ongin ivi um, at tað ikki ger støðuna betur á hesum vegamótinum. Hinvegin sigur hann, at tá talan er um eitt øki, har ljóskurvar eru, er tað ikki heilt tað sama. – Tá standa bilarnir still- ir, og tá tú fært koyrt, er tað ongin annar, sum kann koyra, so tá er tað avgjørt minni kompliserað, sigur hann. Kanning staðfestir vandan Í Danmark eru kanningar gjørdar um hetta vanda- málið. Jón Kragesteen vísir til eina kanning, sum varð gjørd á fýra vegamótum í Keypmannahavn. Kanningin staðfestir týðuliga vandan við skelt- um á hesum vegamótum. Kanningin fevndi um seks dagar á fýra vegamótum við rulluskeltum og seks dagar á sama vegamóti bara við ongum skeltum. Kanningin fór fram á tann hátt, at ferðslan varð eygleitt hesar dagarnar og kannað varð, hvussu ofta bilførarar komu óvilliga í eina vandamikla støðu í ferðsluni. Og niðurstøðan var greið. Talið av vandamiklum støðum øktist munandi í teimum tíðarskeiðunum, har rulluskeltini stóðu uppi. Munurin var serliga stórur á tí eina vegamótinum fyri seg og øllum tilsamans. Samlað økist talið á vandamiklum støðum við 48 %, har rulluskeltini standa uppi í mun til, tá tey ikki eru har. Hetta er sostatt ein týðu- lig staðfesting av, at skelti órógva ferðsluna. Áður- nevnda skelti hevur sum sagt staðið har í fleiri ár, men tað kundi kanska verið áhugavert at gjørt eina líkn- andi kanning, sum varð gjørd í Keypmannahavn við tað vegamótið og fingið staðfest, um tað órógvar teir mongu bilførararnar, sum koyra har hvønn dag. Um ein fer í holt við at kanna, hvørjar reglur eru galdandi viðvíkjandi skelting, so tekur tað ikki langa tíð, til ein finn- ur útav, at tað eru fleiri ymisk viður- skifti, sum gera seg galdandi, tá tað kem- ur til skelting. Og sum eisini tykjast heldur fløkt SKELTING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Tað eru fýra viðurskifti, sum kunnu koma upp á tal, tá tað kemur til skelting. Fyrst og fremst skal eitt byggiloyvi til frá kommun- uni at seta eitt skelti upp. Um ein lendiseigari søkir um loyvið til at seta eitt skelti á sítt lendi, so skal ein byggisamtykt til frá kommununi. Ferðslunevndin viðger so málið og kemur við einum tilmæli um tað skal verða loyvi ella ikki. Men í síðsta enda er tað so løgreglan, sum ger av, um skeltið kann setast upp, ella um tað órógvar ferðsluna ov nógv. Har eru trý ymisk viður- skifti, sum gera seg gald- andi. Men so er eitt fjórða, sum eisini kann gera seg galdandi. Og tað er náttúru- friðingarlógin, sum sigur, at onki má byggjast á frið- aðum lendi. Í hesum førin- um er tað serliga skelti, sum standa langt frá vegn- um, sum eru upp á tal. Til dømis stendur eitt stórt skelti, tá ein kemur til Hós- víkar norðanífrá. Onkur hevur havt fyri, at náttúrufriðingarlógin átti at banna hesum, tí har víking- ar í fornu tíð komu grulv- andi á land, stendur í dag ein stór Jolly fløska. Greiðari reglur Jan Christiansen, borgar- stjóri, sigur, at býráðið hev- ur samtykt greiðari reglur um júst hesi viðurskiftini, men tær eru ikki kunn- gjørdar enn. – Skelting er so ræðuliga nógv. Og tí er tað torført at koma við neyvum reglum. Eitt lítið skelti úti á Reyni kann til dømis verða til nógv størri ampa í ferðsluni enn ein stór lýsing í mið- býnum, vísir borgarstjórin á. Hann sigur tó, at ongin kann bara seta eitt skelti upp, og so vísir hann til omanfyrinevndu reglur og sigur, at so vítt sum hann veit, er onki rullandi skelti sett upp í býnum uttan loyvi. – Um ein ætlar at seta eitt skelti upp, skal ein søkja um loyvi til tað. Tað er høvuðssakin í hesum her, sigur Jan Christiansen. Hann leggur afturat, at í hesum valdøgum hevur kommuna sent út skriv til politisku flokkarnir og biðið teir vísa fyrilit og ikki heingja valplakatir upp á privatar ognir. Eisini sigur hann, at løgreglan hevur ofta tikið valplakatir niður av ljóskurvunum, tí tær verða mettar at órógvar ferðsluna ov nógv. Skelti órógva ferðsluna Óneyv reglugerð viðvíkjandi skelting Fleiri fólk hava í mong ár tosað um, í hvønn mun skelti ella lýsingar við vegamót órógva ferðsluna Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4