fríggjadagur 9. januar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 5 - 9. januar 2004
Nr. 5 - 9. januar 2004
7
– Vit hava byggja
virkið á Tvøroyri út
fyri tíggjutals
milliónir og tað gera
vit ikki við eitt virkið,
sum ætlanin er at lata
aftur, sigur leiðarin á
Fiskavirking á
Tvøroyri
FISKAVIRKING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hatta má vera okkurt slag
av valagni.
Bjarni Hansen, virkis-
leiðari hjá Fiskavirking á
Tvøroyri skilir lítið og onki
av tí, sum John Nielsen,
leiðari á Fiskamarknaði
Føroya,
førir
fram
í
Sosialinum mikudagin um
Fiskavirking á Tvøroyri.
– Orsøkin kann bara bera
tann, at John Nielsen er
farin at royna at styrkja seg
uppundir valið, nú hann er
uppstillaður fyri miðflokk-
in, tí tað man heldur verða
politikarin John Nielsen
sum tosar, framum vinnu-
lívsmannin.
– Men so skuldi hann
kortini hildið seg verið ov
góðan til at borðreitt fyri
suðuroyingum við bein-
leiðis ósannindum og leys-
um uppáhaldum um Føroya
Fiskavirking á Tvøroyri,
leggur
Bjarni
Hansen
afturat.
Hann sigur, at tað er
nevniliga onki í tí, sum
John Nielsen førir fram um,
at virkið á Tvøroyri bara er
ein kleppur um beinið á
Fiskavirking tí tað er so
fjarskotið og at Fiskavirk-
ing alla tíðina minkar um
virksemið á Tvøroyri.
John Nielsen førdi fram,
at virkið á Tvøroyri hóskaði
ikki saman við restini av
Fiskavirking og at virk-
semið á Tvøroyri nú er bara
ein viðfáningur av tí, sum
tað hevur verið.
– Veruleikin er, at av
øllum
virkjunum
hjá
Fiskavirking, er virkið á
Tvøroyri tað virkið, har
virksemið er størst og sum
tískil eisini betalir mest í
lønum til arbeiðsfólk.
– Veruleikin er eisini, at
aftaná
Sjúkrahúsið,
er
Fiskavirking tað virkið í
Suðuroy, sum betalir mest í
lønum. So tann týdning-
urin, sum virkið hevur havt
fyri Suðuroynna, skal ikki
undirmetast, tí hann hevur
verið stórur hesi árini,
Fiskavirking hevur verið til.
Bjarni Hansen sigur, at í
fjør var arbeiðið á virkinum
á Tvøroyri til umleið 100
fólk og gott tað, at kalla
hvønn einasta dag, uttan
sjálvandi í verkfallinum og
einum øðrum lítlan steðgi
upp á hálvaaðru viku í
sambandi við útbyggingar,
og so onkran hendinga dag
afturat.
– Og at kalla virkið á
Tvøroyri fyri ein klepp um
beinið á Fiskavirking, haldi
eg í grundini er ein niður-
gerðing av okkara arbeiðs-
fólki, sum hvønn dag
leggur alla sína orku í fyri-
tøkuna, skoytir hann upp í.
Útbygt fyri tíggjutals
milliónir
Bjarni Hansen sigur, at hesi
seinastu árini hevur Fiska-
virking bygt virkið á Tvør-
oyri út fyri tíggjutals milli-
ónir, bæði innan og uttan.
Eitt nú er allur bygning-
urin klæddur av nýggjum,
umframt at nýggj útgerð og
arbeiðstól eru keypt, bæði
trukkar,
flakamaskinur,
kongafiskalinjur, rávøru-
skiljari og aðrar maskinur.
Og í løtuni verður nýggj-
ur frystari settur upp so at
møguleiki verður fyri at
gera meiri við vøruna, eitt
nú at pakka fiskastykki í
smáum. Samstundis er eis-
ini ætlanin at byggja virkið
nakað væl størri enn tað er
í dag, eins og nýggjar linjur
til reinskering eisini koma í
næstum.
– Og tað sigur seg sjálvt,
at so stórar íløgur ger ein
fyritøka ikki í eitt virki,
sum ætlanin er at lata aftur.
Virkisleiðarin á Tvøroyri
sigur, at hetta vísir tvørtur-
ímóti, at Fiskavirking rað-
festir virkið á Tvøroyri
rættiliga høgt.
Hann
vil
ikki
siga,
hvussu nógvum tonsum,
virkið á Tvøroyri hevur
tikið ímóti.
– Tonsatalið sigur ikki so
nógv. Tað, sum er avger-
andi, er, hvussu nógv fisk-
urin, sum kemur á virkið,
verður virkaður og her tala
lønarútreiðslurnar fyri seg,
sigur Bjarni Hansen.
Uppáhaldið
frá
John
Nielsen um at virkið á
Tvøroyri gevur hall, hevur
virkisleiðarin heldur onga
viðmerking til, tí hann vil
ikki siga nakað um rokn-
skapartøl.
– Men tað er við virk-
inum á Tvøroyri sum við
øllum øðrum, at tað gongur
upp og niður. Men tað at
Fiskavirking ger so stórar
íløgur í virkið merkir sjálv-
sagt, at hetta er sanniliga
eitt virkið, sum ætlanin er
varðveita.
Hann heldur eisini, at
Fiskavirking hevur dugað
væl at umsitið tað fíggjar-
ligu innspræning, tað hevur
fingið frá tí almenna og nú
fær Fiskavirking ongan
stuðul.
– Tað er í veruleikanum
meiri enn tað ber til at siga
um fyritøkuna, sum John
Nielsen er stjóri á, tí Fiska-
marknaðurin er einasta
fyritøka í landinum, sum
fær lógarfestan stuðul.
– Tað fær Fiskamarknað-
urin við tað, at ein løgtings-
lóg sigur, at hvørt skip skal
selja minst 30 % av veiðini
um uppboðssøluna, sigur
Bjarni Hansen.
Suður-
pólur á
Tvøroyri
Hetta til valið
hava tjóðveldis-
fólk nógv tiltøk í
Suðurpólinum á
Tvøroyri, sum er
beint yvirav grill-
voginum. Tiltøk-
ini eru almenn og
tað er ikki bara
politikkur á
skránni
VALSTRÍÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað
hevur
vundið
meiri og meiri uppá
seg
at
teir
ymsu
politiskur flokkarnir
finna sær høli, har teir
skipa fyri tiltøkum og
royna at savna fólk
sum eitt lið í valstríð-
num.
Til hetta valið hava
tjóðveldisfólk í Suður-
oy fingið sær høli á
Tvøroyri,
sum
tey
nevna Suðurpólunum
við ávísing til Norð-
pólin, sum er hølið hjá
tjóðveldisflokkinum á
Gamla Apoteki í Havn.
Suðurpólurin
er
beint yvirav grillvogn-
inum á Tvøroyri og
har verða ymisk tiltøk
á skránni.
Í kvøld verður polit-
iskt kjak, har allir
flokkar verða umboð-
aðir. Men ætlanin er
ikki, at tað vera val-
evnini, sum skulu føra
orðið,
men
onnur
umboð fyri flokkarnar.
Tó eru valevni eisini
vælkomin at leggja
uppí kjakið, tá ið hini
hava sagt sítt.
Leygarkvøldið vísir
Leivur Nygaard gaml-
ar myndir og greiðir
frá og mánakvøldið
eru
valevnini
hjá
tjóðveldisflokkinum í
Suðuroy at hitta.
Týskvøldið heldur
Dennis Holm frá økis-
granskingardeplinum
fyrilestur um komm-
unusamanlegging og
um økismenning og
hóskvøldið fer Tór-
bjørn Jacobsen at hitta
suðuroyingar.
Næstan leygarkvøld
fara
vísusangararnir
Birgir og Jònsvein frá
Gjógv at syngja.
Suðurpólurin letur
upp klokkan sjey og
tiltøkini byrja klokkan
átta.
S u n n u k v ø l d i ð ,
mikukvøldið
og
fríggjakvøldið 16. jan-
uar, er stongt, annars
er opið hvørt kvøld.
Fiskavirking letur ikki
virkið á Tvøroyri aftur
Tøl um Fiskavirking
Betala yvir 20 milliónir í lønum
Hesi seinastu árini hava lønarútreiðslurnar hjá
Føroya Fiskavirking á Tvøroyri verið hesar:
1999: 16 milliónir krónur
2000: 18 milliónir krónur
2001: 21,4 milliónir krónur
2002: 23,1 milliónir krónur.
Lønarútreiðslurnar fyri 2003 eru ikki gjørar upp
enn, men tær eru ikki lægri enn í 2002, hóast
verkfall legði virkið lamið í fleiri vikur.
Bjarni Hansen sigur, at hóast sáttmálalønirnar eru
hækkaðar nokk so fitt hesi fýra árini, er vøksturin í
lønarútreiðslunum størri enn so og hetta vísir, at
virksemið hjá Fiskavirking á Tvøroyri hevur verið
veksandi hesi seinastu árini og ikki minkandi, sum
John Nielsen førir fram.
Bjarni Hansen, virkisleiðari á Fiskavirking á Tvøroyri, greiðir
livandi frá nýggja frystaranum, sum í løtuni verður settur upp
á virkinum. Tað er bara sjúkrahúsið, sum betalir meiri í
lønum enn Fiskavirirking á Tvøroyri, so virkið hevur havt
ómetaligan týudning fyri suðuroyingar, sigur hann
Í næstum er eisini ætlanin at
byggja virkið úr vestureftir.
Virkið, sum nú er , gongur til
áleið har, sum trukkurin
stendur, við tað innaru
hurðinum. Alt, sum er
frammanfyri, er
uppíbyggingin, har kølirúm
skal vera
Eftirgjørd mynd: Leivur Nygaard
Skúlabókagrunnunin
hevur givið út upp-
gávuhefti til Bókhald
og ársroknskap og
Kostnaðarlæru
ÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Føroya Skúlabókagrunnur
hevur givið út tvey upp-
gávuhefti eftir Olav Absa-
lonsen til bøkurnar Bók-
hald og ársroknskap og
Kostnaðarlæru. Heftini eru
partur av røðini í virkisbú-
skapi, sum er ætlað til
undirvísing í handilsskúla
og øðrum miðnámsskúlum,
men eisini til sjálvlestur.
Tvær aðrar bøkur eru í røð-
ini. Tær eru Virkið og Fyri-
skipan eftir Heðin Samuel-
sen. Uppgávuhefti til tær
útgávurnar koma fyrst í
hesum árinum.
Bókhald og ársroknskap-
ur er ætlað til lærugreinina
virkisbúskap stig B í hægri
handilsútbúgving
og
í
Fiskivinnuskúlanum. Inni-
haldið er skipað soleiðis, at
tað gevur lesaranum natúr-
liga framgongd í lærugrein-
ini. Uppgávurnar fylgja
kapitlunum í bókini.
Kostnaðarlæra er somu-
leiðis ætlað til nýtslu í
handilsskúla og øðrum
miðnámsskúlum. Í handils-
skúlanum er hon ætlað til
undirvísing í virkisbúskapi
í hægri handilsútbúgving.
Innihaldið í bókini er í
høvuðsheitum fastur og
broytiligur kostnaður, inn-
tøka, marknaður og kostn-
aðarbýti.
Uppgávuheftið til Bók-
hald og ársroknskap er 52
síður og kostar 68 krónur.
Uppgávuheftið til Kostnað-
arlæru er 30 síður og kostar
48 krónur.
Uppgávur um tøl
Næsta mállærubókin
í røðini, Eg skrivi, er
júst givin út
ÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Føroya Skúlabókagrunnur
hevur givið út Eg skrivi 2
eftir Gunnvá Dam, lærara,
sum er skrivligt føroyskt til
miðdeild
fólkaskúlans.
Hetta er onnur bókin í eini
røð av mállærubókum við
skrivligum uppgávum til
miðdeild fólkaskúlans. Eg
skrivi 1 kom út í summar.
Mállæruheftini kunnu nýt-
ast úr 4. flokki upp í 7.
flokk, so sum lærarin held-
ur vera hóskandi.
Í hesari bókarøðini eru
mállæruuppgávur,
fyri-
sagnir, uppgávur til fyri-
sagnir, aftursagnir og ym-
iskar stuttligar uppgávur.
Fyrisagnirnar eru eisini
gjørdar sum innskrivingar-
fyrisagnir á ymiskum tor-
leikastigi og eru í einum
serstøkum hefti lagdar hjá
útgávuni.
Vegleiðing er skrivað í
hvørjari bókini sær. Í veg-
leiðingini verður greitt frá,
hvussu høvundurin hugsar
sær, at arbeiðast kann við
teimum ymisku síðunum.
Endamálið við EG SKRIVI-
heftunum er at stuðla og
eggja næmingunum til at
kunna seg væl og virðiliga
um tað føroyska málið, so
tað fellur teimum lætt og
raðið at orðbera seg á góð-
um og tíðarbærum máli,
bæði í talu og í skrift.
Eg skrivi 2 eftir Gunnvá
Dam hevur Edward Fuglø
myndprýtt. Hestprent hevur
havt umbróting, reproar-
beiði og prentumsiting um
hendur. Kápuuppsetingina
hevur Grafik Studio staðið
fyri.
So er at skriva
Eg skrivi 2 saman við Útfyllingarfyrisøgnum
løgdum hjá útgávuni kostar 68 krónur
Tvey nýggj uppgávu-
heftir til lærugreinina,
virkisbúskapur B, eru
júst komin út
C
M
Y
K
7
6