Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 5 - 9. januar 2004 Nr. 5 - 9. januar 2004 9 Vit skulu gjalda minni í skatti, tí so tíma vit betur at arbeiða, vit tjena meira, og landskassin fær eisini meir í sín part – og tí betur ráð til skattalætta. Flokkurin hevur lagt fram valskrá í sjey punktum LØGTINGSVAL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo • Yvirtøkulógin skal sam- tykkjast • Skatturin skal niður, serliga á seinastu tjentu krónu • Eitt sterkt vinnulív og sjalvberandi búskap • Einskilja almennar fyri- tøkur at gjalda skuld niður • Leggja tænastu nærri borgaranum og tillaga almennu umsitingina • Lógarfesta øllum føroy- ingum eftirlønartrygging • Yvirtaka útlendingamál at fyribyrgja trupulleik- um Hesi eru tey sjey boðini í valskránni hjá Fólkaflokk- inum til løgtingsvalið 20. januar. Yvirtøkulógin, ella Tvør- oyrarskjalið, sum hon eisini verður nevnd, er komin undir land, sigur Anfinn Kallsberg, formaður Fólka- floksins. – Hon er klár til politiska viðgerð. Við henni fáa vit sjálvi rættin at yvirtaka, tá tað passar okkum – øll mál, uttan tey, ið eru tengt at suverenitetinum, so sum uttanríkismál. Áðrenn hesi mál kunnu yvirtakast, skulu tey til fólksins dóm við eini fólkaatkvøðu. Fólkaflokkurin vil kortini hava størri ávirkan á uttan- ríkispolitikkin, og hann vil yvirtaka útlendingamál beinanvegin. – Hetta til tess at fyri- byrgja trupulleikum, sum onnur lond hava havt av hesum málum í ólukkumát, sigur Anfinn Kallsberg. Hann nevnir t. d. at vit bert skulu geva fólki ar- beiðs- og uppihaldsloyvi, ið vit hava brúk fyri. Hann tók dømi um sveisarar á Tórs- havnar Skipasmiðju, lækn- ar, ítróttarfólk og nú eisini fólk at arbeiða í fiskiídnað- inum á landi. Fólkaflokkurin ynskir eisini, at vit skulu hava ein sjálvberandi búskap – við herrópinum, at »vit skulu gjalda har vit valda«. Fólkaflokkurin vil styrkja og skapa tryggar karmar fyri familjuna, flokkurin byggir á kristna siðaarvin, og hann heldur, at tann einstaki skal hava rásarúm til sjálvur at leggja sær lívið til rættis eftir evnum og dugnaskapi. Garanturin fyri skattalætta Fólkaflokkurin er garantur- in fyri skattalætta – einasti garanturin. Tað sigur Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, og vísir á, at flokkurin hevur lækkað skattin 300 mió seinastu árini, og at tað ikki var framt, var tað ikki vegna Fólkaflokkin. Av teimum seinastu 30 árunum hevur Fólkaflokk- urin sitið í landsins stjórn í tey 22 – ofta við fíggjar- málaráðharra, og í sløk átta ár við løgmanni. Fólkaflokkurin hevur á nýggjárinum fingið marginalskattin niður frá 57% til 56% – nú er málið hjá Fólkaflokkinum at fáa allan skattin niður – men serliga á seinast tjentu krónu. – Tí tað skal loysa seg at arbeiða, sigur Anfinn Kallsberg. Vit trúgva uppá, at um meira er eftir av seianst tjentu krónuni, so fara fólk at arbeiða nógv meira, tjena nógv meira og soleiðis verður nógv meira eftir til almennu kassarnar, sum so hava ráð at geva fólki skattalætta, sigur Anfinn Kallsberg. Hjálp til teirra ið tørva Forðingar skulu burtur, so- leiðis at øll við førleika hava møguleika at klára seg sjálv. – Og harvið hava veit møguleika veruliga at hjálpa teimum, ið treingja – tí bara tey, sum hava brúk fyri hjálp, skulu fáa – so hava vit ráð at hjálpa teim- um, sum veruliga tørva, sigur Anfinn Kallsberg. Fólkaflokkurin sigur, at eitt sterkt vinnulív er hornasteinurin í einum góðum samfelag. Selja fyri skuld Flokkurin vil einskilja al- mennar fyritøkur at gjalda skuld niður. Hann vil eisini endurskoða karmar fyri alivinnuna og rækjuflotan, og skipa karmar at loysa ósemjur á arbeiðsmarknað- inum. Fáa vit ikki eina smidlig- ari skipan á hesm øki, er so skjótt at bróta niður kapp- ingarføri og marknaðar- atgongd, heldur Fólka- flokkurin. Almanna- og heilsuverk- ið skal kjølfestast við støði í einum burðardyggum bú- skapi. Tænastustigið skal betrast og tænastur skulu leggjast nærri borgarum. Alemnna umsitingin skal tillagast – gerast smidligari og brúkaravinarligari. Barsilsskipanin skal í samráð við arbeiðsmarkn- aðin leggjast út til partarnar sjálvar, og eftirlønartrygg- ing skal logarfestast øllum føroyingum. Fólkaflokkurin heldur, at vit skulu hava eftirlønar- skipanir, sum byggja á arbeiðslívi hjá hinum ein- staka – fólk skulu sjálvi spara upp. Síðani skal vera ein almenn skipan til tey, ið ikki hava hendan møgu- leika. Niður við skattinum – Vit eru einasti garanturin fyri skattalætta. Vit hava lækkað skattin 300 milliónir – uttan okkum, so var eingin skattalætti, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður og formaður Fólkafloksins Mynd: Jens Kristian Vang Økta virksemið, eitt nú opinleikin í fyri- sitingin, krevur eina stóra almenna fyri- siting. Men kortini er hon ov stór, heldur Fólkaflokkurin LØGTINGSVAL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað var gamalt, at Fólka- flokkurin helt, at almenna umsitingin er alt ov stór. Tað heldur flokkurin enn. Men eftir at hava sitið í landsins leiðslu í nógv ár, ásannar Anfinn Kallsberg, at tað er ikki bara sum at siga tað at minka almennu umsitingina. – Vit mugu hava í huga, at nógvar uppgávur eru lagdar á umsitingina. Vit hava fingið lógina um al- ment innlit, um løgtingsins umboðsmann og aðrar við, sum krevja nógv av um- sitingini. Hetta snýr seg um opinleikan, sum vit skulu hava, men tað kostar, ásannar Anfinn Kallsberg. Men umsitingin skal altso minkast kortini. Falna samgongan tók eina milli- ón frá hvørjum stýri við næstseianstu fíggjarlóg, og hesaferð hevur einki stýri fingið hægri játtan, enntá okkurt fingið lægri játtan, sigur Anfinn Kallsberg. Men hann spældi eisini bóltin til lóggevararnar – til løgtingsmenn. Hann tók eitt dømi: – Løgtingið samtykti, at allir bátar undir 15 tons bert fáa fiskiloyvi eitt hálvt ár í senn. Hetta merkir, at allir teir 1.400 bátarnar skulu søkja um fiskiloyvi tvær ferðir umárið – ella 2.800 umsóknir um árið, sum skulu viðgerast. Hetta krevur nógva arbeiðsorku í Fiskimálaráðnum. Um ar- beitt verður á henda hátt, so ber ikki til at minka al- mennu umsitingina, segði løgmaður. Hann vildu tó ikki vera við, at tað var samgongan, sum arbeiddi soleiðis í ting- inum – bert partar av samgonguni. Men Fólkaflokkurin hev- ur havt konkretar ætlanir við at miðspjaða almennu umsitingin fyri at lætta um og gera hana bæði smidlig- ari og bíligari. Til hetta kravdist P/F Postverkið – at postverkið gjørdist eitt alment partafelag. Vinnumálaráðið hevur arbeitt við at skipa snar- skivur á øllum posthúsum soleiðis, at 80% av øllum almennum ørindum hjá borgarum kundu avgreiðast har. Hetta datt eisini niður- fyri, nú valið varð skrivað út, men verður tikið fram- aftur. Almenn umsiting ov stór Søtur musikkur… Duldi skattalættin hjá Sambands- flokkinum og uppskot frá fak- felagsleiðara um trípartssamráð- ingar á arbeiðs- marknaðinum eru søtur musikkur í fólkafloksoyrum LØGTINGSVAL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fullveldi varð ikki tik- ið á tungu á tíðinda- fundinum hjá Fólka- flokkinum hósmorgun- in. Tað tykist, sum sjógvur er lagdur mill- um Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, og Anfinn Kallsberg nýtti nógv orð at greiða frá trupula fýradimensión- ella politiska spektrin- um í Føroyum við høgra/vinstrapolitikki og loysing/-sambands- politikki. – Tað sigur seg sjálvt, at tað er trupult hjá borgarliga Fólka- flokkinum at arbeiða saman við sosialistiska Tjóðveldisflokkinum, sum á norðulendskum plani samstarvar við uttasta vinstra, segði Anfinn Kallsberg. Fólkafloksformaðuri n fegnaðist um, at Sambandsflokkurin nú tekur undir við Fólka- flokkinum at lækka skattin. – Bert spell, at Sam- bandsflokkurin ikki vil siga, hvussu hetta skal gerast, tí tað kundu vit hugsað okkum at vitað. Hetta er søtur musikk- ur í okkara oyrum, segði Anfinn Kalls- berg. Tað var týðuligt, at Fólkaflokkurin eisin er fegin um útsagnirnar hjá formanninum í Havnar Arbeiðsmanna- felag, sum hevur tosað um trípartssamráðingar á arbeiðsmarknaðin- um, har onnur viður- skifti, so sum skatta- lætti, verða tikin við í lønarsamráðingarnar. Tað var eisini søtur musikkur, segði Anfinn Kallsberg. Fólkaflokkurin er ikki samdur við vinnu- politikkinum hjá Tjóðveldisflokkinum. Flokkurin heldur ikki, at alt tað, sum ikki megnar standa, skal treytaleyst falla. Fólkaflokkurin vil veita kreppuraktu rækju- og alivinnuni eina hjálpandi hond LØGTINGSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fólkaflokkurin heldur lítið um kúvendingina hjá Tjóð- veldisflokkinum á vinnu- politiska økinum. Søguliga hevur Tjóðveldisflokkurin altíð ligið á vinstra vongin- um, men Tjóðveldisflokk- urin hevur kúvent á vinnu- økinum. Flokkurin vil hava eitt frælst vinnulív, har politiska stýringin av vinnulívinum skal steðga. Hugsjónarliga átti nýggi vinnupolitikkur Tjóðveldis- floksins at hóska væl til borgarliga búskaparpolit- ikkin hjá Fólkaflokkinum. Men so er ikki. Fólkaflokk- urin heldur, at nýggi vinnu- politikkurin hjá Tjóðveldis- flokkinum er veruleika- fjarður. Fólkaflokkurin heldur at tað er í tøkum tíma at endurskoða karmarnar fyri bæði rækju- og alivinnuna, sum hesar vinnur framhald- andi verður partur av før- oyska búskapinum. Frelst tjóðveldi Formaður Fólkafloksins, Anfinn Kallsberg, heldur, at nýggi vinnupolitikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum ber brá av at vera í so frelst- ur, sum hann málber seg. Fólkaflokkurin vil ikki úti- hýsa at geva kreppuraktum vinnum eina hjálpandi hond, tá á stendur. – Beinleiðis stuðul til vinnulívið kemur ikki upp á tal, men vit ætla okkum at endurskoða karmarnar fyri bæði rækju- og alivinnuna. Vilja vit framhaldandi varðveita rækjuskipini og framhaldandi vera í kapp- ingini við hini londini, so er neyðugt at endurskoða karmarnir, sum hesar vinn- ur virka undir, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður heldur, at tað er ómetaliga týdningarmik- ið, at søguligu veiðurætt- indini hjá rækjuvinnuni ikki gleppa føroyingum av hondum. Fyri at tryggja tað ikki hendur, vil Fólkaflokk- urin virka fyri, at rækju- vinnan fær eina serliga skipan, so vinnan megnar at hóra undan. Anfinn Kallsberg nevndi DIS og FAS skipanirnar sum møguligar skipanir fyri rækjuvinnuna. Undir DIS og FAS skipanini eru hýrurnar skattafríar, men lønin er tá samsvarandi minni, um skattur hevði verið á lønini. Fólkaflokkurin vil ikki læsa seg fastan til eina ávísa skipan, men er opin fyri teimum møguleikum, sum eru fyri at hjálpa rækjuvinnuni. Spurdur um Fólkaflokk- urin ikki var ov seinur á sjóarfallinum at veita rækjuvinnuni stuðul, tá eitt nú Hvilvtenni longu er far- in av landinum, svaraði Anfinn Kallsberg fyri, at undanfarna samgongu hevði fingið hópin av upp- skotum um at hjálpa rækju- vinnuni, men alt varð feið- að av borðinum. Hann segði, at Fólka- flokkurin fór at gera tað hann var mentur fyri, at fáa vinnuna á føtur aftur. Um- boð fyri flokkin løgdu kort- ini enn einaferð dent á, at talan varð undir ongum umstøðum at veita rakstar stuðul. Fegnast Ikki heilt óvæntað er her- rópið, skattin niður, í val- skráini hjá Fólkaflokkin- um. Fólkaflokkurin lovar í komandi valskeiði at virka fyri, at skatturin á teimum seinast vunnu krónunum lækkar. Fólkaflokkurin fegnast um, at Sambands- flokkurin eisini hevur ítøki- ligar ætlanir um at lækka sonevnda marginal skattin. – Tað passar okkum sjálvsagt væl, at Sambands- flokkurin ætlar at lækka skattin. Vit undrast bara á, at Sambandsflokkurin ikki vil út við teirra framrokn- ingum, tí eingin grund eig- ur at vera til, at alt skal vera so hemmiligt, vísir Anfinn Kallsberg á. Sambandsflokkurin lovar í valskránni, at marginal skatturin skal lækka frá verandi 56% til 40%. Flokkurin hevur kortini einki boð upp á, hvussu nógv føroyska samfelagið skal rinda fyri henda skatta- lætta. Spurdur, um uppskotið hjá Sambandsflokkinum er realistiskt, svarar Anfinn Kallsberg, at hann royndi á einum valfundi mikukvøldi á Fossanesi at fáa umboðið hjá Sambandsflokkinum at greiða frá, hvussu nógv skattalættin fór at kosta, men umboðið hjá Sam- bandsflokkinum hevði einki svar. Anfinn væntar sjálvur, at skal marginal skatturin lækka heilt niður á 40%, verður talan um eina upp- hædd fyri fleiri 100 tals mio. krónur. Løgmaður heldur at spurningurin um at fíggja ein skattalætta snýr seg sum øðrvísi rað- festingar í føroyska samfel- agnum. Hann sigur seg vænta, at verður marginal skatturin lækkaður, verður viljin hjá fólki at arbeiða nógv størri og meir er eftir í almennu kassunum. Tað sum ikki kann standa nýtist ikki at falla Anfinn Kallsberg heldur, at nýggja vinnupolitiska kósin hjá Tjóðveldisflokkinum er í so frelst, sum hann málber. Fólkaflokkurin heldur tað er rætt at veita rækjuvinnuni og alivinnuni eina hjálpandi hond Mynd: Jens K. Vang C M Y K 9 8