fríggjadagur 9. januar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 5 - 9. januar 2004
Nr. 5 - 9. januar 2004
11
Rógvi á Rógvu
John Johannessen tosar um
at menna tónleikin eitt nú
við at stuðla og markn-
aðarføra føroyskan popp
tónleik
til
útlendskan
marknað, tað haldi eg at vit
skulu lata plátufeløg taka
sær av. Tað er rætt at brúk
er fyri meira stuðuli til at
menna tónleikin og tón-
leikaumstøðurnar, men skal
tað gerast rætt, skal tað
stuðlast her heima. Tón-
listin skal stuðlast, og má
tann skapandi listin verða í
hásæti og hava frælsi til at
mennast til tað hon vil,
uttan nakra politiska ávirk-
an, so fáa vit eina serstaka
og fjølbroytta tónlist á ein-
um høgum støði sum er til
gagns
fyri
øll,
eisini
politikarar.
Tað hevur stóran týdning
at góðar arbeiðsumstøður
verða skaptar fyri tónleik-
arar her heima, fleiri venj-
ingarhølir fyri bólkar og
einstaklingar, ein enn betri
musikkskúla, og ikki minst
tónleikapallar (konserthús
og arbeiðspláss fyri tón-
leikarar), har tónleikarar og
áhoyrarar kunnu mennast.
Hettar er ein breið og
effektiv loysn sum fer at
geva stórt listarligt avkast,
og tá kunnu vit saktans
reypa
um
eina
ríka
tónleikamentan.
Eitt útlendskt orðatak sigur, at eitt tap er for-
eldraloysingur, meðan ein sigur hevur hundrað
pápar. Hvussu ofta sær man ikki troðkan at taka
sær heiðurin av onkrum væleydnaðum, og eina
tilsvarandi troðkan við hondvaskið, tá ábyrgdin
av einum mistaki skal finnast.
Loysnin, har Føroya Fiskavirking var stovnað,
var ein djørv, kollveltandi og ikki minst væl-
eydnað loysn, ið gjørdi sítt til at vit komu so
væl fyri okkum eftir kreppuna. Sum við teim-
um flestu djørvu og kollveltandi loysnunum, so
vóru borgarligu afturhaldsflokkarnir Fólka-
flokkurin og Sambandsflokkurin ímóti.
Fólkaflokkurin var so mikið hart ímóti, at hann
sleit samgonguna uppá málið um Fiskavirking.
Enn eitt dømi um, hvussu hesin flokkur kann
skara framúr við at taka feil, tá um vinnu ræður.
Tá var tað ryggurin í samgonguni undir Maritu
Petersen sálu sum løgmanni, ið tryggjaði loysn-
una við Fiskavirking. Høvdu Javnaðarflokk-
urin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýris-flokk-
urin ikki tá víst dirvi til at fremja hesa loysn, so
var einki Fiskavirking í dag, og tað hevði verið
betýðiligt tyngri at komið úr kreppuni. Hetta
vildi snøgt sagt verið ein vanlukka fyri støð
sum Vestmanna, Miðvág, Runavík og Toftir.
Ironiskt nokk eru hesi støð sambandsháborgir,
hóast Sambandsflokkurin vísti sítt vanliga
afturhaldni í verki við at atkvøða ímóti tí loysn,
ið tryggjaði 10 ára framgongd í hesum økjum.
Tíðirnar vóru sera ringar, og tí var tað harður
kostur, ið skuldi til at venda gongdini. Hetta
hevði Fólkaflokkurin ikki rygg til tá, men tað
forðar honum eftir øllum at døma ikki í at taka
heiðurin fyri Fiskavirking. Tað eru guds børn,
ið batna, og er tað gott, at Fólkaflokkurin nú
viðgongur, at teir slitu táverandi samgongu á
skeivum grundarlagi.
Fiskavirking var ein neyðug loysn fyri fiski-
ídnaðin á landi. Tað var ongantíð uppá tal at
knýta skipaflotan til hesa loysn, og tí er tað
einki annað enn skuggaboksing, tá Bjarni Djur-
holm sigur hetta í valgrein. Fólkaflokkurin
roynir í valretorikki at pynta seg við læntum
fjaðrum í málinum um Fiskavirking. Stutt kann
minnið verða, men máti skal verða við øllum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein sigur hevur
hundrað pápar …
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Yvirdosis av C-vitaminum
Vegna grein hjá John Johannessen (gev tónleikinum c-vitaminir)
TÍÐINDASKRIV
Neyðin er stór kring heimin
og Reyði Krossur Føroya er
við í fleiri hjálpartiltøkum.
Leygardagin 10. januar
kl. 10-14.30 fer Reyði
Krossur at hava loppu-
marknað til frama fyri
hjálpararbeiði, marknaður-
in verður í húsum felagsins
í Vágsbotni í Havn. Reyði
Krossur hevur roynt hetta 3
ferðir og undirtøkan hevur
verið góð. Ætlanin er at
hava hetta tiltak nakrar
ferðir um árið og næstu
ferð verður leygardagin 6.
februar.
Tikið verður móti smá-
lutum fríggjadagin kl. 17-
19.
Loppumarknaður og neyðstødd
Jón Tyril
Eftir at fleiri hava vent sær
til mín, sum ikki skiltu hvat
eg meinti við, at Øssur
Winthereig var »løddur«
politiskt, kenni eg meg
noyddan at útdýpa tann
pástandin. Besti máti at
gera tað, er at samanlíkna
við vælkendu Watergate
Gøluna.
Teir báðir tíðindamennin-
ir Bernstein og Woodward
avdúkaðu
gøluna,
sum
førdi til, at Nixon forseti
legði frá sær. Um vit hugsa
okkum at forsetaval bleiv
útskrivað minni enn tveir
mánaðar eftir at gølan var
avdúkað. At Nixon sjálvur
skuldi vera við í valdyst-
inum. Og at partamenn
Nixons alment høvdu lagt
teir báðar undir at arbeiða
við eittans endamáli, at
sverta
Nixon.
Og
vit
ímynda okkum, at bert
eittans sjónvarpsrás var í
USA, eins og hjá okkum.
So er tað tó ógjørligt hjá
mær at ímynda mær at
Bernstein ella Woodward
høvdu verið bidnir at vera
vertir fyri eftirfylgjandi
valdystinum í sjónvarpi.
Hetta tí, at hóast teir báðir
vóru framúr góðir tíð-inda-
menn, og hava verið mong-
um fyrimyndir síðan av-
dúkingarnar, so høvdu teir
verið alt ov "løddir", ladað-
ir politist, til at tað hevði
verið forsvarligt at givið
øðrum av teimum leiklutin
at stýra amerikanska valin-
um. Fólk høvdu havt ilt við
at sæð ígjøgnum teirra
leiklutir undan valinum.
Teir høvdu verið litaðir í
fólksins eygum og sjálv-
andi serliga í eygunum hjá
partamonnum Nixons. Teir
høvdu verið løddir við
politikki. Og fólk høvdu
hildið teir runnið ørindi fyri
mótstøðumenn
Nixons,
hóast teir ikki gjørdu tað. Tí
vildi tað verið sera stutt-
hugsað og óheppi av sjón-
varpsrásini at sett annan av
teimum í starv sum vert
fyri valstríðnum. Bæði fyri
trúvirði sjónvarpsins, fyri
trúvirði hjá tídindamonn-
unum sjálvum og fyri allan
valdystins skuld. Á júst
sama hátt meti eg, at Øssur
Winthereig, hóast framúr
journalistiskar dygdir, er alt
ov politist løddur til at stýra
føroyska
valkjakinum
2004. Hetta var tað mítt
bræv snúði seg um fyrst og
fremst.
P.S. Eg skuldi ikki havt
byrjað mítt skriv við at
finnast at øðrum viðurskift-
um við sendingunum, so
sum stoppuri og øðrum.
Tað hevur ørkymlað fleiri
og forða teimum at sæð
hvat eg meinti við.
Watergate og Frostgate
(ískoyti til viðmerking mína um SVF og valstríð)
VIÐMERKINGAR
Heri Mohr
Í bókahandlunum er komin
nýggj bók um einaræðis-
harran Jósef Stalin, skrivað
av rithøvundanum Hanusi
Kamban, sum telist millum
okkara bestu pennar.
Í formælinum til bókina
(síðu 10) lesa vit m.a., at
Jan Müller hevur givið
bókina út, og at Valdemar
Dalsgaard hevur stavsett
persónsnøvn, staðarnøvn
og einstøk russisk orð. Í
formælinum verður eisini
sagt, at bókin snýr seg um
Jósef
Vissarionovitsj
Dzugasjvil, tann fátæka
drongin úr Gori í Georgia,
sum tíðliga gjørdist koll-
veltingarmaður og limur í
tí lítla russiska, sosial-
demokratiska
flokkinum.
Hann fekk størri vald enn
nakar valdsharri í heim-
inum nakrantíð hevði havt.
Vit fáa at vita, at bókin er
skrivað fyri at laga upp í tað
glopp av vantandi kunn-
leika, sum valdar, ikki
minst í Føroyum, um hetta
evni. Bókin styðjar seg til
verandi bókmentir, eina-
mest á enskum.
Støðið undir teimum 108
síðunum við 25 bíløtum
skuldi so statt verið í lagi.
Væl vitandi, at tann komm-
unistiska epokan, sum við
Stalini á odda í 22 ár píndi
og drap ótaldar milliónir av
russarum, ikki kann kom-
primerast við sporadiskum
brotum í einum bóklingi,
so verður tó lisið við áhuga,
tí tað frálíka portrettið av
Janusi, sum Hanus An-
dreassen
(nú
Kamban)
legði frá hondum: J. H. O.
Djurhuus, Ein bókmentalig
ævisøga,
liggur okkum
frammaliga í huganum.
Av tí at henda lítla bókin
er heimssøgufrøðilig, er tað
kanska í so ósmæðið av
leikmanni at ditta sær, sum
ein annar spurvur í trana-
dansi, at trína inn á pallin á
parnassinum,
har
pro-
fessionellir ummælarar og
annað gott fólk innan bók-
mentum haldur til.
Lat tað verða sagt beinan-
vegin, at bókin er eitt
skuffilsi, eitt vónbrot. Tá
hon er lisin og løgd á reól-
ina, har hon hoyrir heima,
koma fram assosiatiónir um
tann
unga,
alfaðirliga
seminaristin, sum sann-
førandi og doserandi gevur
næmingunum dispositión
til ein torføran frístíl.
Fyrst er at siga, at bókin
hevur ongar myndakeldur,
ongar notur og onki bók-
mentayvirlit.
Á síðu 107-108 er tó eitt
yvirlit: BÓKMENTIR - eitt
úrval, sum ikki kann brúk-
ast til nakað, hvørki eitt ella
annað, við ávísum feilum:
Bókin hjá Alan Bullock,
Hitler & Stalin, Beretning-
en om to af dette år-
hundredes
grusomste
magtmennesker, kom út á
Politikens Forlag 1991 og
ikki 1992. Bókin hjá Lord
Russel
of
Liverpool,
Scourge of the Swastika, A
Short History of Nazi War
Chrimes,
Green Books,
London 2002, kom út í
danskari týðing í 1984
(MCMLXXXIV) við heit-
inum Hagekorsets Svøbe.
Beretningen om de nazist-
iske krigsforbrydelser. Um
hana er at siga, at hon lítið
ella einki hevur við Stalin
at gera. Bókin hjá Adam
B.Ulam, The Man and His
Era, Lane 1974, kom út,
expanded edition, í 1989.
Á síðu 14 í bókini lesa vit,
at vanliga verður upplýst,
at Stalin er føddur í
desember 1879…Veruleikin
er, at hann varð føddur
tann 6. desember 1878.
Hvaðani
rithøvundurin
hevur fingið "veruleikan",
fáa vit ikki at vita, men í tí
donsku
enclypodæiini
(2000) lesa vit, at Stalin
varð føddur 21. desember
1879(?).
Hvørjum
skulu
vit
trúgva? Hanus Kamban ella
leksikon.
Hóast serkønur maður í
russiskum hevur hjálpt rit-
høvundanum við at stavseta
staðarnøvn, verður høvuðs-
staðurin í Georgia, Tbilisi,
skrivaður Tiflis (á týskum)
(síðu 17).
Tað er frustrerandi at lesa
um russiskar bøkur við
hugsaðum (fiktivum), før-
oyskum heitum, hóast allar
ella tær flestu, sum soleiðis
eru heimadoyptar í bókini,
finnast á donskum ella
øðrum
skandinaviskum
máli, sum føroyingar duga
at lesa.
Á síðu 37 síggja vit bílæt av
Lenin í rullustóli saman við
systrini Mariu og einum
lækna. Sama bílætið er á
síðu 125 í bókini Russiske
Billeder, sum Gyldendal
gav út í 1995, og har fáa vit
at vita, at 40 læknar og
sjúkrasystrar
vóru
um
Lenin, meðan hann var
sjúkur.
Í fororðinum til bókina
skrivar víðakenda skaldið
Jevgenij Jevtusjenko m.a.
um nevnda bílæt: Det sidste
billede av Lenin i denne
bog er overvældende. Hans
øjne
udstråler
rædsel,
måske fordi han har indset,
at alle revulotionens ideal-
er skylles bort i strømme af
blod. Fororðið endar við
hansara vøkru yrking: Et
kludetæppe.
Á síðunum 77-80 lesa vit
um Geòrgij Zjùkov, sum
gjørdist ein tann kendasti
herovastin í bardaganum
um Stalingrad og í enda-
liga
bardaganum,
sum
gjørdi enda á Týsklandi við
hertøku av tí, sum einaferð
var Berlin. Men vit fáa ikki
at vita, at Zjùkov tók ímóti
tí endaligu kapitulatiónini,
tá Týskland gav seg yvir
tann 8. mai 1945, at tað tá
kom vátt í reiðrið millum
hann og Stalin, og at hann
gjørdist verjumálaráðharri
hjá Nikita Krusjtov mið-
skeiðis í 50-unum.
Á síðu 92 er eitt stykki, ið
eitur: Stalin myrdur? Har
lesa vit m.a., at lagsbrøður
og eltibløðrur valdsharrans
noyddust at vera um teirra
meistara at kalla hvørja
nátt. Seks av teimum verða
nevndir, men Malenkov er
ikki teirra millum. Tað
kann tykjast løgið, tí hann
var ovarlaga í brotsmanna-
klubbanum í mong Harrans
ár.
Annars er ikki nógv
samsvar millum tað, ið
Hanus Kamban skrivar um
deyða Stalins, og tað, ið
dóttir
Stalin,
Svetlana,
hevur greitt frá um seinastu
tímarnar
hjá
pápanum
(Stalin & Hitler, Alan
Bullock, s.994): Døds-
kampen var forfærdelig.
Gud giver kun en let død til
de retfærdige. Han blev
bogstavelig talt kvalt til
døde,, medens vi så på det.
I det, der syntes det sidste
øjeblik, åbnede han pludse-
lig øjnene og kastede et blik
på alle i værelset. Det var
et frygteligt blik, vanvittigt
eller måske vredt og fuldt af
dødsangst…
Så skete der noget ufor-
ståeligt og frygteligt, som
jeg den dag i dag ikke kan
glemme…
Han løftede pludselig sin
venstre hånd, som om han
pegede på noget ovenover
og nedbragte en forband-
else over os alle. Bevægel-
sen var uforståelig og fuld
af trussel…
I næste øjeblik, efter en
sidste anstrengelse, vred
ånden sig fri af kødet.
Frágreiðingin hjá Svet-
lanu um deyðsræðslu og ta
vinstru hondina hjá pápan-
um sigur kanska okkurt um
tann dulda sannleikan um
sálarliga sjúka bølmennið
Jósef Stalin? - Annar arm-
urin hjá honum var eitt
sindur kryplaður!
Um tey skakandi rættar-
málini í 1936-38, har
vitnisburður varð fingin til
vega við píning og torturi,
vísir rithøvundurin á, at
hesi mál kunnu sammetast
við líknandi, sum fór fram í
miðøldini.
Skrivligu referatini frá
M o s k va p r o c e s s u n u m
prógva pástandin til fulnar,
men tað, sum í hesum sam-
bandi eisini hevur áhuga,
er, at almenni ákærarin
Andrej Vysjinskij, sum
framdi
tey
óhugnaligu
justitsmorðini, varð leiðari
av sovjetisku ST-delega-
tiónini í 1947, til hann
doyði í 1954. Hendan
delegatiónin átti sín stóra
leiklut í tí kalda krígnum.
Í formælinum og í sjálvari
bókini verður sagt, at í heila
tikið er merkiliga lítið
skrivað um Stalin og stalin-
ismuna. Tað er at taka
munnin í so fullan, tí um vit
tríva í bókarúgvuna og t.d.
blaða í bókini hjá Allan
Bullock (1088 síður), so
eru í henni fleiri hundrað
nøvn og heiti í einum
evnisyvirliti, sum hevur
samband við skriving um
Hitler og Stalin.
Í 2002 kom bókin Lad os
blive som solen. Den russ-
iske sølvalder 1890-1917
av Mette Dalsgaard, ph.d. í
russiskari bókmentafrøði.
Hon er verd at lesa. Tá ið
tað stóra russiska skaldið
Osip Mandelsjtam í 1933
yrkti um Fjallabúgvan í
Kreml og hansara maðka-
fingrar, hansara grótlúsa-
gneggj og hansara girndar-
boð um deyðarevsing, varð
hann beinanvegin handtikin
(av Stalini) og sum ein
annar brotsmaður jagstrað-
ur til tvingsilsarbeiði í
Sibiria, har hann í 1938
doyði 47 ára gamal.
Og sama árið kom tann
áhugaverda og nóg um-
rødda bókin Gulag og
Glemsel. Ruslands tragedie
og Vestens hukommelsestab
i det 20. århundrede skriv-
að av Bent Jensen, pro-
fessara í søgu.
Í bókini Russiske Billeder
skrivar
Jevgenij
Jevtu-
sjenko m.a., at Rusland er
en nation af formidable
forfattere, geniale viden-
skabsmænd,
pragtfulde
bedstemødre….
Í ár eru liðin 100 ár síð-
ani
"formidabla"skaldið
Anton Tjekhov doyði bert
44 ára gamal. Lungnasjúka,
sum ikki einaferð.
Tað hevði verið hugaligt,
um Hanus Kamban kundi
markera árið Tjekhov til
áminningar við at føroyska
nakrar av hansara stutt-
søgum ella ein av hansara
sjónleikum (Másan eiga
vit) kanska til GRÍMU at
framføra einaferð í heyst?
Ummæli
Jóannes Jacobsen
Er marknaðurin Guð?
"Marknaðurin er Guð" er
ein av yvirskriftunum í
umrøðuni Sosialurin hevði
av nýggjastu frágreiðingini
hjá Búskaparráðnum. Helst
er henda yvirskriftin komin
í greinina, tí blaðmaðurin,
sum skrivaði hana, helt seg
kunna lesa "millum linjur-
nar", at Búskaparráðið hev-
ur eina slíka ideologiska
ella religiøsa uppfatan av
búskaparligum viðurskift-
um. Um so er, at hetta er
orsøkin til yvirskriftina, er
blaðmaðurin ikki einsa-
mallur. Fleiri halda seg
hava sæð vælpussaðar glor-
iur "millum linjurnar" í
nógvum av tí, sum Búskap-
arráðið borðreiðir við.
Men ongastaðni í nakrari
frágreiðing hjá Búskapar-
ráðnum stendur, at markn-
aðurin er Guð, hvørki á
linjunum ella millum linj-
urnar. Hetta er heilt einfalt
so, tí eingin, sum situr í Bú-
skaparráðnum, heldur, at
marknaðurin er Guð. Fyri
Búskaparráðið er ein mark-
naður bara ein mekanisma
ella tøkni, sum framleiðarar
og brúkarar brúka til at
samráða seg fram til, hvat
skal framleiðast og til
hvønn prís. Tann einstaki
marknaðurin er heilt einfalt
tann samráðingarmekan-
isma sum natúrligar og
tøkniligar bindingar skapa
saman við tí regluverkið,
sum tað almenna hevur sett
upp.
Fyri Búskaparráðið er ein
marknaðar tí ikki Guð og
tíansheldur rættvísur ella
órættvísur. Ein marknaður
er eitt tól, sum virkar væl
ella illa, hvørki meira ella
minni. Og Búskaparráðið
sær tað sum ein av sínum
fremstu uppgávum at veg-
leiða politiskar myndug-
leikar og almenning um,
hvussu tann parturin av tí
einstaka
marknaðinum,
sum tað almenna hevur
ávirkan á, nevniliga løgliga
regluverkið, kann skipast,
soleiðis at einstøku markn-
aðirnir virka so væl sum
gjørligt.
Tann, sum vil síggja eitt
dømi, har Búskaparráðið
hevur gjørt eina (sera
væleydnaða) roynd at røkja
hesa uppgávu, kann lesa
uppskotið hjá ráðnum um
ein fiskidagamarknað, sum
stendur í várfrágreiðingini
fyri ár 2000.
Búskaparfrøðingar og
búskaparfrøðingar
Hóast heitið búskaparfrøð-
ingur verður brúkt sum
felagsnevnari fyri bæði
samfelags-búskaparfrøð-
ingar og virkisbúskapar-
frøðingar er sera lítið sam-
band millum tað, sum hesir
báðir takast við. Tey fyri-
brigdi, sum gera seg gald-
andi fyri heilar vinnur ella
alt samfelagið undir einum
á aðrari síðuni og fyri ta
einstøku fyritøkuna á hin-
ari, eru so ymisk, at læra
um virkisbúskaparlig við-
urskifti gevur stórt sæð
einki innlit í samfelagsbú-
skaparlig viðurskifti og
øvugt.
Samfelagsbúskaparfrøð-
in, sum Búskaparráðið ar-
beiðir við, er vísind, sum
serliga tekst við marknað-
arliga samskifti millum
fyritøkur, húsarhald og tað
almenna.
Høvuðsspurningar eru,
hvørjar vørur og tænastur
vera framleiddar, hvussu
framleitt verður og hvør
fær hvussu nógv av teim
ymsu vørunum og tænast-
unum. Húsarhald, fyritøkur
og tað almenna taka hesar
avgerðir grundað á, hvussu
nógv tað kostar at fram-
leiða tær ymsu vørurnar, og
hvussu nógv brúkararnir
eru hugaðir at gjalda fyri
tær. Hvussu ein marknaður
virkar, t.e. hvussu prísurin
fyri vøruna ella tænastuna,
sum verður handlað á
marknaðinum, verður ásett-
ur, er tí eitt sentralt evni í
samfelagsbúskaparfrøðini.
Virkisbúskaparfrøði fæst
hinvegin við allar tær av-
Búskaparráðið og »búskaparligi veruleikin«
Framhald á næsu síðu
C
M
Y
K
11
10