Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 5 - 9. januar 2004 Nr. 5 - 9. januar 2004 13 Agga Niclasen attitude@niclasen.fsnet.co. uk Nøkur bygdarfólk og fyrr- verandi býarbúgvar liva kátir í heimagjørdari sjálv- góðsku eftir at hava tikið atburðarligu lívsstíls-av- gerðina: at flyta út á bygd. Tær hendingaferðir, eg havi ferðast í bygdarlag- num, havi eg nevniliga varnast ein vøkstur í einum ávísum fólkaslagi; sjálv- glaðar, fariseiskar bløkur; ella við at hyggja at lívs- stíls-sendingum í sjónvarp- inum, av hvørjum Escape to the Country fær gull. (Nei, føroyingar uttanfyri England kenna neyvan til ta aðramáta undirhaldandi sendingina á BBC 2, men er tað at missa kjarnina í málinum. Hon er at finna í tittlinum. Ja, enntá í fyrsta orðinum, "escape".) Um vit nú byrja við byrjanini, ella, sum bygdarfólk høvdu sagt, skera hvalin frá háls- inum, boða tey tær frá hvussu "vit seldu bústaðin inni í býnum og, uttan at taka eykalán, vóru vit før fyri at keypa á hesum vakra, friðsæla bletti". Síðani geva tey tær eitt herðaklapp og bresta út "vit vita altso ikki, hvussu tú orkar alla hasa ferðsluna og larmin. Meðan tú ert stadd- ur í undirgrundarbreytini í London, eru vit úti undir opnum himni og eyðmerkja ber og fanga síl". Og hvussu alt er so forbankað betri-smakkandi og sunt! "Marjus bóndi støkkur regluliga inn á gólvið við sínum fesku landbúnaðar- vørum. Hann spyr, hvat tú kundi hugsað tær, og um tú kundi hugsað tær eitt sindur av lambskjøti, tekur Marjus frískur og ferðugur kvørkratak á lambinum beint har á stovugólvinum; ja, tað gongur so skjótt fyri seg, at konan ikki meira enn klárar at leggja okkurt verjandi á gólvið úr eikiviði", ella, "og hvønn sunnudag fáa allir borg- ararnir í Lykkelykkeleje leskiliga, nýpressaða saft frá fruktgarðinum. Troels tekur sær av hesum viku- liga tiltaki, har hann sjálv- andi brúkar alt súreplið og vevur steinin, klunkar av børki, ormarnar og vespur- nar upp í, og tað smakkar ikki nær náminda sum hatta kemiska tilfarið, tit fáa í stórbýnum". Ikki tí at nakar av bygd veruliga nertir hasa "vist- frøðisligu" skurvblanding- ina, tá ið tey øll koyra til avbygdarsølumiðstøðir tætt Keypmannahavn sum OBS og Bilka at keypa akkurát ta somu, smakkleysu, við- gjørdu mykjuna, vit onnur drekka. Og so er tað hetta her við hvussu væl tey eru fallin inn í smásamfelagið. "Síðstu viku savnaðist øll bygdin fyri at hátíðarhalda at posthúsið hevði 30 ár á baki. Tað var so stuttligt, tí vit skuldu øll somul taka lut í eini kapping, har vit slongdu vembur út úr ein- um heimagjørdum sleingjusessi; og tú kanst bara ætla, hvussu eldhugað, ja, uppglødd bygdin bleiv, tá ið Melinda næstan rakti sálarliga brekaða persónin í bygdini--hon eitur eisini Melinda, altso, ikki "Blinda", men Melinda. Og, veitst tú hvat? Av onkrari orsøk halda vit í bygdini næstan tað sama um alt. Vit hava tær somu meiningarnar, Agga. Til dømis eru vit øll somul glað fyri nýggja barnagarð- in. Er tað ikki 'herligt'?". Tínæst er tað noktanin; at tey ikki missa nakað (síðani tey fluttu út úr býnum). "Um vit vilja hava okkurt "útlendskt", skula vit bara koyra í tveir tímar. Og um Matteus hevur tørv á nøkr- um eykalutum til heima- virkið, kann hann altíð rógva út á alnótini ella koyra inn í býin og bí- leggja". Men her er okkurt órógvandi mannafígginda- ligt í hesum. Við at hátíðar- halda afturtøkuna frá bý- num siga nøkur: "Er tað ikki undurfullt ikki at vera nærindis fólki". Orsøkin til at tað er meira gangur í býnum, at býir eru meira skundmiklir og at tað tekur longri tíð at ferðast og koma fram enn í bygdum, er tí at tað eru fleiri fólk í býnum. Tað er jú nærum flóvisligt skil í hesum: at havna huggreiniligheitina, hugsi eg, er tað sama sum at siga, at fólkaflokspolitik- arir ikki kunna vera 'krea- tivir'. Tá ið 'bygdarlags- umvendingurin' greiður tær frá, hvussu vakurt tað er á teirra "vakra, friðsæla bletti", sigur hann veruliga: "Tú kanst hyggja út ígjøgnum gluggan í fleiri tímar uttan at síggja eitt tað einasta medmenniskja". At síggja hetta sum hugfars- ligt, sjálvt "friðsælt", er ikki at virðismeta vakur- leika, tað er antin at vera ein bløka í ringum lag ella mentanarsnobbur. Tað er eins neyðarsligt sum at siga: "Eg fór til hetta óveruligani góða ballið í gjárkvøldið – ikki ein kykur kjaftur har uttan eg. Tónleikurin var ikki hart frá og eg kundi alt fyri eitt vraka allar hasar elektriskt forbankaðu Suede-ljóm- fløgurnar. Eingin popptón- leikur, bara klassiskur. Og hvalaljóð, sjálvandi. Ja, og ikki at gloyma, eg hevði allar pistasiunøturnar fyri meg sjálvan". Ikki bara hava býir fleiri fólk, ymiskleikin av fólkin- um er nógv størri. Ein býur sum London hevur í dag eitt rúmari vav av tjóð- bólkum enn New York við tí úrsliti, at býurin hevur eina ovurnøgd av øllum møguligum slagi av mati og tónleiki. Harafturímóti, hvussu listaliga strálandi so nøkur enn halda Gøtu-bygd og Struer vera, vil eg heldur enn gjarna vedda teir tríggjar £5-seðlarnar í reyvarlummanum uppá, at portugisisk kaffihús ella indiskur hampur er ein verulig trotvøra--sum merkir, at uppfatanin av bygdarlívinum sum beina- samari ella fryntligari enn býirnir má vera kvali- fiserað. Líka so væl sum tað eru ríkiligani nógv av trong- sýnisfólki og ein riðil av liberalum bygdarfólki, er tað yvirhøvur so, at um tú ert myrkur, asiati ella sam- kyndur, vilt tú fyrr ella seinni koma til ta niður- støðu, at London, Keyp- mannahavn, enntá Tórs- havn, er væl "beinasamari" ella "fryntligari". Og kortini, ein av aðal- orsøkunum førdar fram sum tann einskæraða grundgevingin fyri at búgva ella flyta út á bygd er "tað er eitt betri stað at ala upp børn". So tey í Gøtu og Struer fara uttan iva at vaksa fram, ella, sum bygd- arfólk høvdu sagt, koma til mans, uttan nakrantíð at hava hildið saman við onkr- um við øðrvísi húðarliti, fremmandum ella einum, ið ikki dylur sína samkynd. Á hin bógvin, aftaná 20 ár kringaður av bygdarlívi dugir tú ið hvussu er at síggja mun á fimm ymisk- um másasløgum. Og, gaman í, tað kunna vera nakrir fyrimunir hjá óvitum við at vaksa fram úti á bygd, men tá ið óvit- arnir náa kynbúningar- aldurin, vil tað vera nokkso ósannlíkt at hoyra teir siga: "Áh, mamma og babba, túsund, túsund takk fyri at vit fluttu út á bygd, tí hvussu stuttligt og áhuga- vert tað enn er í Tórshavn, Keypmannahavn ella Lond- on, kann tað ikki vera líka so gott sum at "hanga út" hvørt ævinliga kvøld uttan fyri CAFE-IN í Norðskála. MUSS-MUSS!" Tí er tað, at ein og hvør úti á bygd við einum sindri av neista flytur hin vegin-- inn í býin. Júst sum Beet- hoven mátti flyta til Wien má eitt og hvørt evnaligt orkestur flyta til ein bý--og sum er hví, at óevnaligir bólkar sum, ja, Black Panthers, APPARAT og neyðars vilja-vera-øðrvísi- Mold eiga at flyta "hin vegin"! Túrurin frá býi til bygd- arlagið ber vanliga við sær eina afturtøku frá lívinum og ímóti einum borgara- ligum útsýni – hygg bara at teim plássunum, ið fara at atkvøða borgaraligt 20. januar. Eg veit, at tað er vanligt at verða høgrasnar- aður sum tú eldast, men frá at skrála "Mao er størstur" til "men nú dámar mær betur at telja páskaliljur og binda summardáa-krans", er av sonnum undrunarvert. gerðir sum tann einstaka fyritøkan má taka, um virkisbygnað, fígging av virkseminum, marknaðar- føring av framleiðsluni osfr. Tá "umboð fyri vinnuna" úttalað seg um samfelags- búskaparlig viðurskifti í fjølmiðlum og aðrastaðni, tosa tey sjálvsagt út frá tí forstáilsi, sum teirra út- búgving í virkisbúskapar- frøði ella royndir í ymsum fyritøkum hava givið teim- um. Men hugtøk, sum eru av avgerandi týdningi fyri ta einstøku fyritøkuna, og av somu orsøk eru ógvuliga frammalaga í hugaheimin- um hjá einum virkisbú- skaparfrøðingi, eru ofta lítið áhugaverd ella bein- leiðis meiningsleys sæð frá samfelagsbúskaparligum sjónarhorni. Tí er tað, sum hesi "umboð fyri vinnuna" siga í slíkum samanhang- um, ofta lítið fremjandi fyri samfelagsbúskaparliga inn- litið hjá almenninginum og ikki sjáldan beinleiðis til skaða. Kappingarføri Eitt gott dømi um hetta er hugtakið "kappingarføri". Meðan kappingarføri er alt- avgerandi fyri ta einstøku fyritøkuna, er hugtakið meira ella minni meinings- leyst samfelagsbúskapar- liga sæð. Um ein fyritøka hevur trupulleikar við kappingarførinum skyldast tað oftast, at aðrar fyritøkur í sama landi hava gott kappingarføri. Til dømis er trupulleikin hjá føroyskum flakavirkjum ikki, at tey ikki eru kappingarfør í lønum við eysturlendsk flakavirkir, men at tey ikki eru kappingarfør í lønum við aðrar føroyskar fyritøk- ur. Hvat lønin á flakavirkj- unum krevst vera, veldst um, hvørt arbeiðsmegin heldur tað vera nóg lokk- andi at arbeiða á einum flakavirki í mun til at ar- beiða onkra aðrastaðni. Her er altso talan um kapping hjá flakavirkjunum móti øðrum føroyskum fyritøk- um um arbeiðsmegina. Klára flakavirkini ikki at gjalda ta løn, aðrar fyri- tøkur kunnu gjalda, kann vera, at flakavirkir fyri at yvirliva noyðast at fáa útlendska arbeiðsmegi at arbeiða fyri sáttmálaløn, tí heimliga arbeiðsmegin fæst ikki á flakavirki at arbeiða vegna betri umstøður í øðrum fyritøkum. Innflutn- ingurin av útlendskari ar- beiðsmegi til at skera flak er tí eitt tekin um, at megin- parturin av føroysku ar- beiðsmegini kann skapa størri virðisøking — og harvið fáa meira í løn - við at takast við annað enn at skera flak. At gera trupulleikar við kappingarførinum hjá nøkrum flakavirkjum til ein samfelagsbúskaparligan trupulleika er tí ógrundað, og byggir á manglandi samfelagsbúskaparligt inn- lit. Ikki ideologi — men búskaparfrøði Onkur kann halda, at bú- skaparfrøðingar, ið ikki eru bangnir um "føroyska kappingarføri", síggja ikki "búskaparliga veruleikan" orsakað av ideologiskari trúgv upp á at sjálvvirkandi marknaðarkreftir nokk skulu laga alt til tað besta. Men arbeiðið hjá Bú- skaparráðnum eru ikki grundað á ideologiska fanatismu. Arbeiðið er grundað einans á eina sann- føring um, at búskapar- frøðiliga læran er amboðið, sum gevur besta innlitið í samfelagsbúskaparlig við- urskifti. Tilmælini frá Bú- skaparráðnum standast tí frá greiningum, har sam- felagsbúskaparfrøðin er grundleggjandi amboðið. Samfelagsbúskaparfrøði n er ikki ideologisk sjálv, hóast viðgangast skal, at summir samfelagsbúskap- arfrøðingar kóka ideolog- iska súpan, hagar teir tveita stumpar av búskaparfrøði í saman við skrambli av øll- um handa slag. Hinvegin eru nógvir av vanligu tankunum hjá al- menninginum um samfe- lagsbúskaparlig viðurskifti bygdir á ideologi, sum ikki heldur til eina nærri gjøgnumgongd. At "vit liva av fiskivinnuni" og aðrar slíkar grundhugsanir eru ideologiskar. Tær eru ikki bygdar á vísindaligar grein- ingar, men bara á at "tað vita øll" og "abbi segði altíð …" Tá so virkisbúskapar- frøði verður brúkt til at gera greiningar um samfelags- búskaparlig viðurskifti út frá slíkum ógrundaðum ideologiskum grundfat- anum kann úrslitið ikki gerast annað enn meinings- leyst ella beinleiðis skeivt. Búskaparráðið og búskapurin Búskaparráðið er ikki ein samling av ovastaprestum í eini sekt ella av gandakall- um, sum sita og hyggja í krystallkúlur fyri at spáa um framtíðina. Tilmælini koma ikki dettandi av himni, skrivað á steintalvur. Búskaparráðið roynir eftir førimuni at gera greiningar av samfelagsbúskaparlig- um viðurskiftum av týdn- ingi fyri føroyska búskapin, bygdar á tað vísindaliga grundarlag, sum gjøgnum 300 ár er framleitt til enda- málið. Meiningin er, at hesar greiningar - og tey úrslit, tær koma til — skulu vera við til at skapa innlit hjá almenninginum fyri teim fyribrigdum, sum gera seg galdandi í føroyska búskap- inum, soleiðis at almenn- ingurin kann pressa politikkararnar til avgerðir, sum eru til gagns fyri búskaparligu vælferðina hjá øllum borgarum í landinum. Hvørja ferð út- sagnir hjá Búskaparráðnum fáa onkran at kenna seg noyddan til at umhugsa sín mest grundfesta barnalær- dóm um samfelagsbúskap- arlig viðurskifti, hevur hetta eydnast. VIÐMERKINGAR Framhald av síðu 11 Tann ótolandi sjálvgleðin hjá bygdarfólki NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 9. januar. Julianus. Búði í Egyptalandi, og varð háls- høgdur umleið ár 300, tá ið rómverski keisarin Diokleti- anus legði eftir teimum kristnu. Professións bachelor í sjúkrarøktarfrøði Arnleyg Svabo Haraldsen í Sandavági hevur lokið prógv sum professións bachelor í sjúkrarøktarfrøði tann 1. november 2003 á Hvidovre Sjúkrahúsi. Kelda: Vøka – Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Professións bachelor í sjúkrarøktarfrøði Paula K. Ólavsdóttir í Klaksvík hevur lokið prógv sum professións bachelor í sjúkrarøktarfrøði tann 31. oktober 2003 á Diakonissestiftelsens Sygeplejeskole for H.S. Frederiksberg. Kelda: Vøka – Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at pápi, abbi og langabbi okkara Hans Erik Arge Argir andaðist á Lágargarði mikudagin 7. januar, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum leygardagin 10. januar kl. 14.30. Fyri tey avvarðandi Børnini 80 ár Í dag, 9. januar, fyllur Símun Gullaksen, Hattarvík, 80 ár. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag í Bøgøtu 3 frá kl. 17.00-22.00. Gullbrúdleyp Í dag, 9. januar, hava hjúnini Elinborg og Sólarn Sol- munde í Syðrugøtu, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni. C M Y K 13 12 Lesið Sosialin